Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 1999síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fr Nr. 221 - 19. NOVEMBER 1999 tidindabladid 25 EM 2000 Enn ein greidur sigur til danir Fótbóltur: Danska landsliðið gjørdi tað, sum kravdist av teimum í sambandi við seinna dystin móti ísraelum. Danir vunnu 3-0 og komu tí víðari við samanløgdum 8-0 sigri SVEINUR TRÓNDARSON Tá danir fingu at vita, at teir skuldu spæla ímóti Israel staðfestu tey flestu, at við tí vóru tað danir sjålvir, sum kundu avgera um teir skuldu við til EM-enda- spælið í Hollandi og Belgia. Teir kundu ikki vera hepnari í lutakastinum, tí her var veruliga talan um eitt mót- stødulid, sum teir »kundu tosa vid«. Tað vísti seg eisini at vera rætt, tí aftaná tveir kvali- fikatiónsdystir eru danir við í endakappingini, sum fer av barkastokki næsta summar, og tað gjørdu teir við at vinna heili 8-0 á Israel. Samanlagt altso! Johansson heldur upp á sítt Fyri nókrum mánaðum síð- ani vóru danir annars alt annað enn fegnir um avrik- ini hjá landsliðnum, sum m. a. stóð seg illa móti Wales heima og somuleiðis stóð seg illa ímóti Italia á heim- avølli. Tey mest svartskygdu vóru beinanvegin klár at av- skriva Danmark, og venjar- in Bo Johansson fekk mong høgg fyri teir leikarar, sum hann valdi at manna liðið. Men tann sinniligi sviin lat seg ikki ávirka av teirri orsøk og helt fast um valdu leidina at ganga. Hansara filosofi um, at leikarar skulu kenna å sær, at teir hava ålit venjarans var ikki nakað hann góð- viljaður blakaði frá sær bara tí at svartskygdir danskir fjølmiðlamenn søgdu at tað skuldi hann gera. Tað var nú ikki hvors mans føri at fara undir und- ankappingina eftir HM í Fraklandi, tí danir eru farnir undir eina nýggja tíðarrokn- ing síðani. Vit eru í år I eftir at Lau- drupbødurnir enn einaferð hava stungið í landsliðs- klædnasekkin og takka fyri seg. Hesaferð kemur eingin teirra aftur á liðið, sum spælari í hvussu er. Teir bíta frá sær Tann fyrsti at staðfesta veru- leikan, at Laudrupbrødurnir ikki fara at spæla vid danska landsliðnum var venjarin Bo Johansson. Maður kemur í mans stað sigur hann, og við hesi sannføring í huga hevur hann arbeitt fyri at finna røttu samansetingina á vgll- inum, tí samstundis sum teir báðir snillingarnir eru givnir eru eisini aðrir leikarar noyddir at gevast og tað merkir í roynd og veru, at talan er um eitt heilt nýtt danskt landslið. Í verjuni húsast nú René Henriksen saman við Jes Høgh og tað parið hevur víst, at teir duga einastand- andi væl at samstarva. A miðjuni er pláss endi- Jon Dahl Thomasson hevur nú skorað i seks landsdystum á rað. Mikukveldið skoraði hann til 3-0 liga gjørt fyri illsinnisvætti Stig Tøfting. Madurin hevur ongantíð verið bangin fyri at siga sína hugsan um alt, og tað hevur tíverri fyri hann kosta. Eftir øllum at døma er tað ikki nakað sum rýnir við svian og tí hevur hann funnið pláss fyri Toft- ing, sum hevur víst seg at vera ein framúr góður ar- beiðsmaður á vellinum. Í álopinum er pláss aftur gjørt fyri Jon Dahl Thom- asson, sum hevur takka fyri álitið og hevur skorað í teimum seinastu seks lands- dystinum. Við honum og Ebbe Sand í oddinum hava danir nú aftur eitt álop, sum kann bíta frá sær. At teir so í Thomasi Sø- rensen hava enn ein mál- mann í heimsklassa ger bara uppgávuna hjá landsliðs- venjaranum enn stuttligari. Hann fekk ikki høvi at vísa tað stóra, men onkuntíð blandaði hann seg í spæli og tí kom hann væl frá. Eingin mótsteða Tá alt hetta er sagt um danska liðið, so mugu vit staðfesta, at tað ber illa til at meta um kvalitetirnar hjá liðnum eftir teir báðar sein- astu dystirnar. Orsøkin til tað er tann ein- falda, at mótstóðan hevur verið vánalig. Danir gjørdu næstan sjálvir av hvussu nógv mál teir gjørdu, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur í fjórða minutti tá Ebbe Sand var fyrstur á returin eftir at ísraelski málmaðurin ikki kláraði at halda skoti frá Martini Jørgensen Sami Martin Jørgensen var upphavsmaður til næsta mál dana, sum kom eftir at eitt korter var spælt. Hann var á veg inn í brotsteigin tá hann varð feldur, og ann- an dystin á rað skjeyt Brian Steen Nielsen mál. Enn ein- aferð sat bólturin heilt uppi í horninum, munurin var bara, at hesaferð sat hann í hinari síðuni av málinum. Eitt sera væl skotið bein- leiðis fríspark! Triðja málið kom í seinna hálvleiki tá Jon Dahl Thom- asson varð spældur púra blankur frammanfyri ísra- elska málinum, og so var stødan 3-0 til danir. Dyst- urin avgjørdur og danir við i EM-endakappingini næsta år. Óvæntað men uppiborið Fótbóltur: I kavarokinum norðuri í Kiev eydnaðist tað slovenum at fáa javnleik móti storfavorittunum úr Ukraina, og har- við tryggja sær luttóku í EM-endaspælinum næsta ár við samanløgdum 3-2 JÁKUP MORK Hóast Slovenia púra óvænt- að megnaði at vinna 2-1 í fyrra dystinum landanna millum, so høvdu tey flestu ivaleyst roknað við, at Ukr- aina fór at vísa mótstóðu- liðnum, hvart skápið skuldi standa í seinna dystinum. Komu eftir javnleikinum Tað varð eisini skjótt greitt, at slovenar vóru komnir á vøllin við ti fyri eyga at haldað nullið. Byrjunarupp- stillingin var rættuliga, og umframt at teir royndu at tetta væl á midvøllinum, Vóru teir eisini sera ansnir, tá Ukrainar sendu bóltin fram til annan av framherj- unum, Rebrov ella Shev- chenko. Sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist tó alt meira sjónligt, at Ukrainar so avgjørt vóru til at tosa við, og í slovenar vóru sera vandamiklir, tå teir við kvikum samaspæli fóru fram eftir vøllinum. Hinvegin var als ikki sama bit í ålopunum hjá heima- liðnum, sum ikki tóktist trívast serliga væl við fav- oritt heitinum. Vandamesta álopið í fyrra hálvleiki kom eisini frá uti- liðnum, tá vandamikli fram- herjin, Zahovic, varð feldur inni í brotsteiginum, men ístaðin fyri at bríksla fyri brotssparki lat dómarin spælið halda fram, fyri síð- ani at geva Zahovic gula kortið fyri at lata seg detta. Sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist slovenar alt meira álopshugaðir, tó uttan at ofra verjupartin, og leikarar- nir á heimaliðnum gjørdust alsamt meira frustreraðir. Vælvirkandi = verjuspælið hjá slovenum, har teir løgdu trýst á, so skjótt bólturin kom fram um miðjuna, hevði við sær, at álopini ofta endaðu við einum langum bólti til áleypararnar, sum litið og einki fingu gjørt fyri eftiransarum sínum. Fullu ikki i fátt Tá góðir 20 minuttir vóru eftir at leika, hendi so tað, sum als ikki mátti henda fyri slovenar. Bólturin varð spældur inn í brotsteigin, og tá slovenska verjan ansaði í so væl eftir Shevchenko, lat hann seg detta og dómarin bríkslaði. Leikararnir á úti- liðnum vóru sjálvsagt í ø0i- ni, men dómarin lat ikki við seg koma, og uttan nakað serligt hóvasták setti Rebr- ov bóltin í netið. Hetta var av sonnum eitt bakkast fyri slovenar, sum dystargongdin hevði verið, var tað vorið alt meira sann- líkt, at tað heldur vórðu teir, ið fóru at fáa mál, og ikki favorittarnir úr Ukraina. Teir fullu tó ikki í fått, men fóru ístaðin at trýsta ukrainska liðið langt uppi á vellinum. Ukrainar royndu nú at verja av fullari megi, men tá 10 minuttir vóru eftir varð galið. Fríspark varð gjørt beint uttanvert brots- teigin, og eftir at múrurin hevði bjargað í fyrstu at- løgu, varð enn ein skot- roynd send móti málinum. Miran Pavlin megnaði at toyggja seg og og harvið rætta skotið av, soleiðis at málverjin á heimaliðnum var fullkomuliga prísgivin, og einki kundi gera fyri at steðga bóltinum, sum rull- aði í málið. Nú var væntandi, at heim- aliðið fór at senda alt fólkið frameftir, í eini seinastu roynd at venda dystinum, men ístaðin fullu gulklæddu menninir fullkomuliga i fátt. Onkrar hálvhjartaðar royndir vóru, men samlaði sigurin hjá slovenum varð ongantíð hóttur eftir hetta. Samanumtikið varð talan Zahovic fór um koll uttan fyri brotsteignum og burt- ur úr tí frísparkinum fingu slovenar máli sostatt um eitt rættvíst, um enn óvæntað úrslit. Ukraina megnaði ongantíð at liva upp til leiklutin sum favo- rittur, men fingu ístaðin loyvi til at royna sin egna heilivág, neynliga kvika kontraspælið, sum slovenar sýndu í teimum báðum dystunum.