Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 14 - 19. januar 2005 Kunning um enska marknaðin Umframt Niels Søren- sen og Graham Ste- wart, sum er stjóri í Faroe Petroleum í Aberdeen, var eisini enski meklarin hjá virkinum partur av temakvøldinum. Hesin eitur Frank Moxon, og uttan at fara heilt í dýpdina við sínum tilfari, so hevði hann eina greiða gjøg- numgongd av virk- seminum hjá enska virðisbrævamarkn- aðinum. Serstakliga legði hann dent á AIM- marknaðinum, sum er tann minni av ensku marknaðunum. Tað er á hesum, at Faroe Petroleum er skrásett. Uttan at hann bein- leiðis legði seg út í nakað søluarbeiði, so tosaði enski meklarin nógv um, hvørjir fyri- munir og vansar vóru, tá eitt felag letur seg skráseta á marknaðin- um. Serliga legði hann stóran dent á tey krøv, sum verða sett einum skrásettum felag á marknaðinum. Tað eru nógvar spælireglur, sum skulu yvirhaldast, og í ringasta føri kann allur handil av parta- brøvum hjá einum virkið verða suspen- deraður, um hesi ikki verða hildin. Óavmarkaður kapitalur Hinvegin, so eru eisini fyrimunir við einum so sterkum marknaði, sum tí enska. Sæð við føroyskum eygum, so er talan um at kalla óavmarkaðar mongdir av kapitali, sum kann fáast til vega. Sum dømi um hetta nevndi hann, at AIM- marknaðurin í dag telir íalt 1.024 fyritøkur, sum tilsamans hava eitt virði á nærum 350 milliardir krónur. Til sammetingar kann sigast, at virðið á fyritøkunum á Main Market er ikki minni 36.000 milliardir. Sanniliga upphæddir, sum seta eitt pinkalítið føroyskt oljuævintýr í perspektiv. Í mikudagsblaðnum komandi verður á vinnusíðunum meira gjørt burtur úr fyri- lestrunum, sum vórðu hildnir, eins og hugt verður at, hvat sam- band hesir hava við føroyskt vinnulív. -jm Hóast nógv hevur verið tosað um einsskiljing og virðis- brævamarknað, so er tað enn bert eitt føroyskt felag, sum er at finna á slíkum marknaði. Faroe Petroleum hevur nú tvey ár á baki sum partur av enska virðisbræva- marknaðinum FØROYA KOLVETNI Jákup Mørk Mikukvøldið skipaði Før- oya Kolvetni fyri sonevnd- um temakvøldið, har parta- brævamarknaðir og ein- skiljing var sett á breddan. Seinastu árini hevur nógv verið tosað um hendan partin av vinnulívinum. Fyrireikingarnar til ein aktivan føroyskan virðis- brævamarknað eru komnar heilt langt, og leingi hevur tos um einsskiljing av almennum ognum eisini verið á breddanum. Men sambært Niels Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni, so hava teir onkursvegna hildið, at ov lítil ferð hevur verið á kjakinum. Og tað var eisini fyri at betra um hetta, at temakvøldið varð fingið í lag. – Hetta er kanska eitt sindur sum við veðrinum. Øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað. – Sjálvandi er nakað hent. Virðisbrævamarknað- urin er at kalla klárur, og Føroyar hava so eisini fing- ið atgongd til íslendska børsin, men enn er ikki gongd komin á hetta. Okk- ara felag hevur so hóast alt nakrar royndir, nú vit í tvey ár hava verið partur av virðisbrævamarknaðinum í London, og tí halda vit okkum hava nakrar royndir, sum kunnu vera áhuga- verdar hjá øðrum. Kapitalsterkur marknaður Málið hjá føroyska oljufel- agnum, tá tey valdu at fara á enska virðisbrævamarkn- aðin, var sjálvandi fyrst og fremst at fáa fatur á meira peningi. Peningi, sum var neyðugur í samband við virksemi felagsins, sum jú er sera kapitalkrevjandi. Undan hesum hevði fel- agið ein partapening á einar 100 mió kr., men hesin pen- ingur var nærum uppbrúkt- ur til tað arbeiðið, sum felagið longu hevði gjørt, og útlitini fyri at økja um hetta við vanligari privatari tekning, tóktust vera nær- um eingi. Eftir at hava kannað yms- ar møguleikar kom felagið til ta niðurstøðu, at besta loysnin var, um tað eydn- aðist felagnum at koma á børsina í London. Hetta var tó ikki bara sum at siga tað. Krøvini til eitt noterað felag eru sera strong í London, og ikki minst, so skal áhugi eisini skapast millum møguligar íleggjarar, soleiðis at hesir yvir høvur hava hug at seta pening í felagið. Til hetta leitaði felagið sær hjálp frá William de Bröe, sum er eitt meklara- felag, og eftir drúgvar fyri- reikingar, so eydnaðist hetta eisini. Ikki ókeypis Men tað er á ongan hátt ókeypis, um tú ert skrásettir á einum virðisbrævamarkn- aði. Bara arbeiðið til sjálva partabrævatekningina kost- aði á leið 10 mió, og tær út- reiðslur, sum síðani fylgja við hesum, liggja um eina millión krónur um árið. Hóast hetta kann tykjast sum stórar útreiðslur, so er Niels Sørensen ikki í iva um, at tað var rætt av Før- oya Kolvetni at taka hetta stigið. – Sum nevnt, so er helst avmarkað, hvørt tað vildi borið til at økt munandi um partapeningin, uttan at taka eitt slíkt stig. Hartil kemur so eisini, at vit helst um ikki alt ov langa tíð enn einaferð velja at útgeva fleiri partabrøv. Men er tað kanska eisini so, at marknaðurin í Lon- don kundi verið áhugaverd- ur fyri onnur føroysk feløg, ella er tað nóg mikið, um vit »bara« eru partur av íslenska marknaðinum. – Tað veldst um so nógv. Í okkara føri var tað upp- lagt, tí bretski marknaðurin er vanur við leitingarfeløg. Tey kenna vágan í hesum, og tí eru reaktiónirnar upp á ein tóman brunn ikki so kraftigar, sum tær kundu verið aðrastaðni. Er talan hinvegin um eitt virki, sum t.d. hevur fisk sum høvuðs- framleiðslu, so er tað kanska nógv meira upplagt at vera á íslendska markn- aðinum. So tað veldst um slag av virksemi, og kanska eisini stødd á virkinum. Men tað átti í øllum førum at verið eitt áhugavert alternativ í nógvum førum. London er eisini ein møguleiki – Okkara felag hevur so hóast alt nakrar royndir, nú vit í tvey ár hava verið partur av virðisbræva- marknaðinum í London, og tí halda vit okkum hava nakrar royndir, sum kunnu vera áhugaverdar hjá øðrum, sigur Niels Sørensen, stjóri á Føroya Kolvetni Lesið Sosialin - so eru tit við