fríggjadagur 21. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2005
21
Eyðkennið fyri nýggja FIFA styrkislistan er,
at tað um jólini og nýggjárið í landsliðs-
høpi ikki hevur verið serliga nógvur aktivi-
tetur, og at flytingarnar tískil eru fáar
FIFA STYRKISLISTIN
Jóannes Hansen
Føroyar hava Etiopia frammanfyri seg, og India er
dygst í hølunum á Føroyum. Í øðrum høpum eru mun-
irnir stórir á veldugu afrikonsku og asiatisku lond-
unum, men tá ið tað snýr seg um fótbólt, er munurin,
sambært FIFA styrkislistanum, lítil og eingin millum
Etiopia, Føroyar og India.
Síðani FIFA stutt undan jólum kunngjørdi listan, og
inntil nýggi listin varð kunngjørdur í gjár, hevur ak-
tiviteturin ikki verið so stórur. Fáir landsdystir eru
spældir, og tí eru flytingarnar ikki serliga stórar, og
tær, sum eru, hava sína orsøk í úrslitum, sum eru frá
fyrri á árinum.
Størsta lopið hevur Etiopia gjørt. Teir eru nú numm-
ar 131 ella á tí plássinum, sum Føroyar undan árs-
skiftinum vóru á. Lopið hjá Etiopia er +20. Føroyar
eru nummar 132, og á 133. plássinum er India. Tað vil
siga, at sambært FIFA, so eiga Føroyar við 48 túsund
og India við meiri enn einari milliard íbúgvum fót-
bóltslandslið, sum eru á sama støði!
Í toppinum líkist listin sær sjálvum. Fimtan tey ov-
astu eru á sama plássi, sum tey vóru í desember. Bra-
silia, Frakland, Argentina, Kekkia og Spania eiga
fimm tey bestu landsliðini. Írlander, sum seinni í
summar kemur henda vegin, er nummar tólv, Svøríki
nummar trettan og Danmark er framvegis nummar
fjúrtan.
Ísrael er nummar 49 og er farið eitt pláss eftir hæli.
Sveis er framvegis nummar 51, og Kypros er farið frá
nummar 108 og til 109. Hetta eru tjóðir, sum Føroyar
seinni í ár skulu spæla HM undankappingardystir
ímóti.
Noreg er framvegis nummar 36, Finnland er fram-
vegis nummar 43, og Ísland er dottið eitt pláss niður
og er nú nummar 94.
United víðari í FA Cup
Enska stórfelagið Manchester United spældi seg
mikukvøldið víðari í siðvandu ensku steypakappingini
FA Cup, tá ið liðið í umdystinum móti Exeter úr fimt-
bestu ensku deildini vann 2-0.
Í fyrstu royndini, ið var leikt á Old Trafford, endaði
tað við javnleiki 0-0, men mikukvøldið var dystast á
heimavøllinum hjá Exeter, St. James Park, og tá vann
United. Alex Ferguson hevði í mun til fyrra dystin so
at siga allar stjørnurnar við á liðnum, og tað vóru eis-
ini tveir navnframir spælarar, ið gjørdu málini.
Christiano Ronaldo legði United á odda, tá ið 9 min-
uttir vóru leiktir, og stutt fyri leiklok slóg Wayne
Rooney sigurin fastan.
-tn
Viborg á meistarakós
Í donsku hondbóltskappingini hjá kvinnum, sum verð-
ur mett at verða tann sterkasta í heiminum, var topp-
dystur mikukvøldið.
Oddaliðið Viborg hevði vitjan av Champions
League vinnarunum úr Slagelse. Talan gjørdist um ein
spennandi og málríkan dyst, sum Viborg vann 35-33.
Heimaliðið var á odda størsta partin av dystinum, og
sigurin hjá Viborg var eisini uppiborin. Stóri spælarin
hjá oddaliðnum var týska Gritt Jurack, sum skeyt ikki
færri enn 13 mál.
-tn
Føroyar ímillum
Etiopia og India
GÍ í Póllandi eftir verjuspælara
Men gøtumenn vilja
við egnum eygum
síggja, um dugur er í
honum, áðrenn teir
skriva undir sáttmála
við 36 ára gamla
Robert Rzeczycki
GÍ FYRIREIKINGAR
Jóannes Hansen
Tá ið Atlantsflog í øllum
illveðrinum mikukvøldið
kom úr Danmark, vóru um-
boð fyri GÍ á flogvøllinum.
Ørindini vóru at taka ímóti
einum pólverskum verju-
spælara. Hann eitur Robert
Rzeczycki. Hann er 184 cm
høgur, og 26. februar verð-
ur hann 36. Íalt er hann
skrásettur at hava spælt 54
dystir og at hava skorað trý
mál í bestu deildini í Pól-
landi. Seinastu fimm árini
hevur hann ikki spælt í
bestu deildini, men tað
verður roknað við, at hóast
hann tey seinastu árini hev-
ur spælt í næstbestu deild-
ini, so er hann nóg góður at
hjálpa GÍ í 1. deild.
- Vit hava ikki skrivað
sáttmála
við
Robert.
Royndirnar hava lært okk-
um, at tað er best bæði fyri
okkum og spælararnar, at
teir koma higar at venja, og
at vit so taka støðu til, um
talan skal gerast um sam-
starv, ella um tað er best, at
spælarin fer til hús aftur.
Hetta sigur Brandur Jac-
obsen. Hann er næstfor-
maður í GÍ, og tað er hann,
sum vegna felagið hevur
havt við nýggja mannin at
gera. Í Gøtu er ein Kofoed
næstan vorðið eitt hugtak,
sum minnir á, at tað ikki al-
tíð hevur roynst so væl, tá
ið teir hava fingið fremm-
andar spælarar henda veg-
in. Hugtakið minnir á, tá ið
teir fingu grønlandskan
landsliðsspælara, sum er
ættaður av Bornholm, og
sum spældi í FCK, henda
vegin fyri tveimum árum
síðani. Tað royndist ikki
væl, og eingin í Gøtu er
áhugaður í, at talan skal
verða um endurtøku av tí
royndini.
Akkurát nær støða fer at
verða tikin til, um GÍ og
Robert Rzeczycki skulu
samstarva í ár, er ikki greitt
enn, men tað verður heilt
skjótt.
Umstøðurnar
stóran týdning
Tað er GÍ venjarin, Krzy-
stof Popczynski, sum hevur
fingið samband við nýggja
verjuspælaran. Popczynski
hevur støðugt fingurin á
pólverska
fótbóltspulsi-
num, og tað eru sambært
Brandi Jacobsen fleiri pól-
verjar, sum hava áhuga í at
koma henda vegin. Men tað
er verri enn so altíð, at teir
verða mettir at vera upp-
lagdir styrkir til GÍ liðið.
- Í fjør høvdu vit Adam
Pauluzek úr Póllandi at
hjálpa okkum seinna partin
av kappingini. Hann spældi
við, men vit hava ikki mett,
at hann er upplagdur styrk-
ur, sammett við okkara
egnu. Hóast Adam hevur
verið áhugaður í at koma
aftur til Gøtu, so hava vit
— í hvussu so er í fyrsta
umfari — gjørt av ikki at
skriva undir sáttmála við
hann, sigur Brandur Jacob-
sen.
Popczynski hevur mett,
at nýggi maðurin eigur at
vera upplagdur styrkur hjá
GÍ, sum síðani síðsta kapp-
ingarár hevur mist verju-
spælaran Poul Ennigarð.
Sambært Brand Jacobsen
telur tað eisini við, at tað
verður roknað við, at nýggi
maðurin er kendur við um-
støður av sama slagi, sum
tær eru í Gøtu.
- Tað er stórur munur á at
fáa ein spælara til Gøtu,
sum er uppvaksin í og bara
hevur búð í einum stórbýi,
og so at fáa ein, sum er
kendur við umstøðurnar,
soleiðis sum tær eru á smá-
um plássum og harvið
minna meiri um bygdalív-
ið, sum tað eitt nú er í Gøtu.
Popczynski hevur mett, at
landsmaðurin hjá honum,
sum
mikukvøldið
kom
henda vegin, eigur at vera
væl skikkaður til Gøtu og
GÍ. Men nú fáa vit at
síggja.
GÍ skal spæla fyrstu
týdningarmiklu uppgerðina
20. mars. Tá skulu teir í
kappingini um Løgmans-
steypið hitta vinnaran av
AB-LÍF. Vinnarin 20. mars
skal spæla móti vinnara-
num millum Skála-B36.
Hava tit nú fingið tað
fólkið, sum skal mynda lið-
ið í ár?
- Vit halda okkum vera
væl fyri í øllum ketunum.
Men um tað seinni vísir
seg, at tað hevði verið kær-
komið við styrki onkra
staðni, so skal eg ikki úti-
loka, at vit fáa ein spælara
afturat. Vit hyggja okkum
um, men í løtuni hava vit
ongar ætlanir um at fáa
fleiri spælarar, sigur Brand-
ur Jacobsen.
Krzystof Popczynski hevur nú fingið ein landsmann hjá sær at styrkja um verjupartin hjá GÍ í komandi kappingarári