Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. januar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 14 - 19. januar 2005 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 12 12 - 0 - 0 326 228 98 24 2 VB 12 11 - 0 - 1 377 229 148 22 3 Neistin 13 9 - 0 - 4 371 279 92 18 4 Søljan 13 8 - 0 - 5 361 297 64 16 5 VÍF 13 5 - 0 - 8 305 301 4 10 6 StÍF 12 2 - 1 - 9 249 325 -76 5 7 Kyndil 13 2 - 1 -10 246 361 -115 5 8 Tjaldur 12 0 - 0 -12 206 421 -215 0 Mikukvøldið hittust tey bæði aftastu liðini í Sunset-kappingini, Tjaldur og Kyndil, í einari reinari botn- uppgerð í Runavík, sum havnarliðið vann. SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Alt bendir á, at Tjaldur úr Runavík noyðist at taka til takkar við at verða aftasta liðið í Sunset-kappingini íhesum kappingarárinum. Mikuvkvøldið høvdu tær vitjan av Kyndli, sum er næstaftasta liðið í kapping- ini, og um Tjaldur skuldi hava nakran møguleika at berja seg upp um aftasta plássið, var neyðugt hjá runavíkskvinnum at vinna á havnarliðnum. Men Kyndil vann ein greiðan sigur, og tað er trupult at ímynda sær, hvussu kvinnurnar úr Runavík skulu ogna sær nøkur stig móti hinum liðunum í kappingini. Mansvardar at kalla allan dystin Taktiska uppleggið hjá Tjaldur var frá byrjan at mansverja stórskjúttan hjá Kyndli, Randi Wardum, í eini roynd at órógva álops- spælið hjá havnarliðnum. Tá ið so Kyndla-venjarin, Geir Wardum, setti ein annan góðan skjútta, Lotte Sørensen, á vøllin, valdi Tjaldur eisini at mansverja hana. Hetta merkti, at tá ið Kyndil var í álopi, var í veruleikanum spælt fýra móti fýra við ongum striku- spælara, og tað gav gott pláss til eitt nú Ann-Mari Wang hjá Kyndli, sum mikukvøldið gjørdist topp- skjútti við ikki færri enn ellivu málum. Tað var kanska eisini eitt sindur undrunarvert, at Tjaldur helt fast í hesum taktikki allan dystin. At spæla fýra móti fýra í álopspartinum tóktist ikki nerva Kyndil nakað serligt. Tjaldur helt tørn fram til um miðjan fyrra hálvleik, tá ið tað stóð á jøvnum 6-6, men so legði Kyndil seg á odda 9-6, og heimaliðið kom ongantíð upp á javnt aftur. Í hálvleikinum var mun- urin ikki so stórur, tí tá vóru gestirnir úr Havn einans á odda við trimum málum, 13-10, men eftir steðgin gekk tað skjótt. Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki vann Kyndil nevnliga 12-2, og so var støðan 25-12 til tær grønu. Við sigrinum í Runavík mikukvøldið er Kyndil komið ájavnt við StÍF í stigum, men havnarliðið hevur leikt ein dyst meiri enn kvinnurnar av Strond- um. Tjaldur-Kyndil 16- 29(10-13) Tjaldur: Jakoba Langgaard 5, Heidi Heinesen 5(1), Mona Langgaard 2, Kirstin Jacobsen 2, Kristine Ell- ingsgaard 1, Hansa Mikkel- sen 1 Kyndil: Ann-Mari Wang 11, Lotte Sørensen 6(4), Súsanna Petersern 5, Randi Wardum 3, Linda Weihe 2, Hildur Høghamar 2 Brotskøst: Tjaldur 1(1), Kyndil 4(4) Útvísingar: Tjaldur 3 Dómarar: Heri Petersen og Brandur Johansen Um vikuskiftið vórðu trý umfør í liðkappingini í Bridge leikt BRIDGE Bogi Simonsen Trý umfør í liðkappingini í bridge vóru leikt í Bridgehús- inum í Havn um vikuskiftið. Í 1. deild hevur liðið hjá Allan Dal- Christiansen fingið eina rættuliga greiða leiðslu, meðan føroyameistaraliðið frá í fjørð, Bogi Simonsen er nr. 2, liðið hjá Dia Petersen er nr. 3. Støðan í 1. Deild: 1 Allan Dal-Christiansen 179,5 2 Bogi Simonsen 158 3 Dia Jacobsen 151 4 Gunnar Mouritsen 92 5 Jóna Grunnveit 63,5 6 MBM 52 Í 2. Deild er liðið hjá Hallur Ellingsgaard á odd við 143 stigum. Tað eru tó heili trý lið, ið mangla at leika ein dyst, so støðan í 2.deild má sigast at vera jøvn. Útsettu dystirnir verða leiktir í Klaksvík í apríl. Støðan í 2.Deild: 1 Hallur Ellingsgaard 143 2 Ingolf S. Olsen 120 3 Jórun Johannesen 116 4 Óli Holm 102 5 Marita Krosstein 83 6 Sámal P. Johannesen 0 Í 3. deild hevður liðið hjá Marjun Restorff lagt seg klárt á odda og verður tað sera torført hjá liðinum hjá Jákup Egholm, at heintað Marjun aftur. Støðan í 3.Deild: 1 Marjun Restorff 154 2 Jákup Egholm 119 3 Rógvi Nielsen 75 4 Mortan Thomsen Spæl At Bridge ástøði og meldingar eru nógv broyttar seinastu tíðina, eru tað ikki nógvir bridgeleikarar, sum eru ósamdir við mær í. Ein av teimum stóru broytingunum er í sperri- meldum. Spælið er frá dystinum í 1.deild millum liðið hjá Gunnar Mouritsen og Boga Simonsen. S/- EKDB3 E KDB10 EB10 54 109876 B1096 KD874 953 7 K752 63 2 532 E8643 D984 Norðan opnar sjálvandi við 2 kl, ið lovar góð kort, Bogi Simonsen meldar nú 2hj inn, sjálvt um hann hevur ein 5lit í spar. Pól Joensen, sum sat sunnan, doblar fyri at vísa punktir. Nú meldar Símin Lassaberg, ið sat vestan 4 hj !! eitt framúr gott og sperrandi meld. Eyðun Jakobsen, ið sat norðan, valdi at dobla, hann skuldi kanska heldur melda 4 sp, men tað er ikki upplagt. Pól segði pass til doblingina frá makkaranum, hann hevði jú singul spar og trý lit í hjartara. 4 hj fór tríggjar niður og mótparturin fekk 500. Hetta gav tó ikki nógv til mótpartin, tí við hitt borðið spældi N/S seks rút við 13 stingum, 11 imp heim. Føroya Bjór Simultan Árliga Føroya Bjór Simultan kappingin í Bridge, verður leikt leygardagin 29. januar kl. 14:00. Kappingin, ið er tann stórsta og best umtókta kappingin, sum FBS, sera væl stuðla av Føroya Bjór, skipar fyri, verður leikt kring alt landið. Spælt verður í Havn, Vágunum, Vági, Eysturoynni og ikki minst í Klaksvík. Kappingin er soleiðis skipað, at leikt verða somu spøl á øllum spælið støðunum. Ein vinnari verður sjálvandi fyrst funnin á hvørjum spælið stað sær, síðani verður gjørt upp fyri alt landið og ein samlaður vinnari verður soleiðis funnin. FBS væntar aftur í ár eina sera stóra tilmelding til kappingina. Allan er greitt á odda Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 11 10 - 1 31 7 24 11 2 TB 11 9 - 2 27 13 14 9 3 Dráttur 12 6 - 6 27 21 6 8 4 ÍF 11 5 - 6 17 18 -1 6 5 KÍF 12 4 - 8 14 27 -13 4 6 SÍ 11 0 -11 3 33 -30 0 Um vikuskiftið verður stóra Føroya Bjór simultan-kappingin leikt Tjaldur-Kyndil 16-29(10-13) Kyndil vann botndystin Dráttur basti KÍF Ein dystur í meistaradeildini hjá kvinnum varð leiktur týskvøldið. Dráttur hevði vitjan av KÍF, og her eydnaðist heimaliðnum at vinna ein hampuliga tryggan sigur. Fyrsta settið fór tó til gestirnar, men síðani tók heimaliðið yvir. Settúrslitini vóru 21-25 25-21 25-7 25-17, og við sigrinum togaði Dráttur seg frá ÍF í stríðnum um bronsukrónurnar. -jm