týsdagur 30. november 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Áby : | Marknaðardeild:
| Jen Mer. Jonhard Hammer
Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen
Enten Lindenskov | Blaðtólks
Åki Bertholdsen,
; Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup | Mørk
Worst case...
Oddagrein
Vælferðin fer at lækka eini 20 prosent og
húsarhaldsnýtslan fer at lækka heili 25
prosent. Vælferðin og nýtslan fara at
lækka, og skatturin fer at hækka. So ein-
fold er niðurstoðan í íslendsku talfrágreið-
ngini, SUM er ein partur av Dúskaparpari-
inum í Hvítubók um fullveldisætlanina hjá
landsstýrinum
Me íslendsku talútrokningarnar byggja
á eina stoðu, har blokkurin verður tikin
burtur frá einum degi til ein annan. Har-
afturat verður ikki roknað við nøkrum fram-
burði í búskapinum, og at vit í dag hava
eitt stórt avlop í figgjarvidurskiftum okkara.
Spurningurin er so, hvussu nógvur dugur
er i frágreiðingini? | ollum forum er hon
so ein partur í ollum tilfarinum at lýsa for-
oyska búskapin og møguleikarnar at skipa
ein sjálvberandi foroyskan búskap.
Nú verður sagt, at talan er um eina worst
case-frágreiðing. Rætt er tað, men hvussu
ofta hava foroyingar ikki upplivað, at júst
worst case-metingarnar gjørdust veruleiki.
Hvussu ofta sóu og hoyrdu vit ikki í áttati-
árunum, at útlitini fyri hesum og hasum
vóru so og so góð - tað veri seg skip ella
virki - men tá avornaði, gjørdist stoðan
kanska verri enn tann daprasta metingin?
Tí eiga vit at vera á varðhaldi, og rætt
hava poilitikkarar í, tá teir siga, at tað verð-
ur neyðugt við eini langari skiftistíð. 20 ár
er kanska ikki nóg mikið - kanska 25 ár.
Men hvussu langa skiftistíð, vit Føroyar
kunnu fáa, vita vit ikki enn.
Eitt er givið, at verður úrslitið í samráð-
ingunum soltið, fara nógvir foroyingar -
eisini sjálvstýrisfólk - at himprast, tí vanliga
fólkið vil hvorki hava minni vælferð og
minni at brúka í tí dagliga. Tann beiska
veruleika sóu vit í kreppuni. Og vanligi
foroyingurin - hann sum ikki hevur eina
stóra inntoku ella er forur fyri at stinga
nakað undir borðið - hevur ikki nóg mikið
sum er til livsins uppihald.
Fráboðanir frá donskum politikkarum
benda ikki á nakra langa skiftistíð. Nú fáa
vit at síggja. Men eisini í hesum føri tykist
kósin hjá Javnaðarflokkinum at vera skil-
abetri. Og hon er, at vit avgera við okkum
sjálv, ella í samráðingunum um eina kom-
andi stjórnarskipan, at blokkurin verður
lækkaður eftir ávísum lykli eftir gongdini í
foroyska búskapinum.
Um rætt verður atborið, eigur ein slík
avtala, ella setningur, at fáa foroyingar at
rakna við, so vinnulívspolitikkurin verður
so framárættaður, at nógv størri urtøka
verða skapað. Ein sterkur búskapur skal
til, um vit skulu varðveita vælferðarsam-
felagið og samstundis skapa ein sjálv-
berandi búskap. Men tað verður ikki gjørt
eftir so stuttari skiftistíð, sum danskir pol-
itikkarar higartil hava róð fram undir.
Sosialurin
: Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Álvur Haraldsen Telefon: 311820
Útgevari, uppseting: Telefax. 314720.
Sp/f Sosialurin e-mail: post & sosialurin.fo
Bústaður: Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Krónuvirðið og fullveldið
Skulu fullveldis-Fóroyar innlimast í Evropiska Samveldi:
Í Danmørk er rákið í løtunit
fyri at fara yvir til Euruna
sum gjaldoyra og innli
í EURO-s
man
in
Førovar t
fullveldi og fara úr danska
ríkinum. so Á kunna vit ikki
fylgja Danmark á hesum
økinum? Hvat so. hvor skal
so tryggja virðið á føroysku
krónuni? Ella er tað tå ætl-
anin hjá landsstýrinum, at
vit skulu innlimast í
iska samveldið?
Hetta má Foroya fólk fáa
at vita greitt, hvat ætlanin
er, nú áðrenn vit skulu taka
stóðu til ætlaða fullveldið
hjá landsstýrissamgonguni í
sjálvstýrmálum! Undarligt,
men tað tykist sum um full-
veldisfólk mala uttan um
hendan spurningin, sum
hundur um heitan greit, og
enn ikki okkara serfrøding-
ar hava boð upp á loysn av
hesum stórmáli?
Tó hetta er sera týdning-
armikil spurningur: Hver
stundis su
Europ
tryggjar krónuvirðið í ein
um komandi føroyskum
fullveldi. Tað verður efti
: ! Hvor so? Ella
øroyska krónan stand:
einsamøll?
Hvítabók er komin og
hevur verið grundarlagið
undir kjakinum eina tíð.
Ljósareyðu spádómarnir hjá
landsstýrismanninum i
sjålvstyrismålum um ein
framburð og búskaparligan
gróður, bert vit gingu full-
veldi, eru nú væl og virði-
liga manaðir í jørdppina aft-
ur. Føroya fólk og okkara
politikarar eru við at grea
sína støðu upp til ríkisrætt-
arligu støðuna og fylgjurnar
av teimum ætlaðu broyting-
um, sum sambært Hvítubók
als ikki eru so ljósareyðar
framtíðarvónir. Eisini tí er
hetta órgreidda málið um
krónuvirðið so týdningar-
mikið.
Forbílætið hjá landsstýr-
issamgonguni er Ísland i
fullveldismálinum. Vit vita,
at íslendska fólkið fekk
nakrar alvorligar timbur-
menn aftan á 1943 og heilt
fram ul nýggjari týð eina-
ferð í åttatiårunum, tá tað
eydnaðist táverandi figgjar-
málaráðharra, Jón Baldvin
Hannibaldsson at avmarka
innlendsku inflatiónina og
steðga minkingini í krónu-
virðinum. Men tå hvødu ís-
lendingar goldið prísin í
umleið 40 ár, fleiri nullir
vórðu tikin burtur av ís-
lendsku peningaseðlunum,
nógvur uppspardur pening-
ur ella allur var farin upp í
royk.
Allir føroyingar, sum
hava verid i Islandi eftir
kríggið vita, at íslendingar
tá ikki kundu loyva sær at
hava nakra kontanta upp-
sparing, men máttu skunda
sær at brúka fortjenastuna,
áðrenn hon minkaði
keypsvirði
Har valdaði tá sera ótryg;
fíggjarlig viðurskifti. Er tað
slíkt, ið stendur okkum før
oyingum í væntu???
Tað ljóðar, at teir stóru
peningamenninir í Føroyum
longu hava tryggjað seg við
at flyta sínar pengar av land
inum at seta í útlendskar
bankar at renta og í tryggum
gjaldoyra, har kursurin er
tryggur framyvir, men tann
vanligi føroyingurin,
hvussu verður hansara lítla
uppsparing tryggjað, tá
danska krónan ikki ger tað
meira? Hesum hava væl all-
ir fullveldispolitikarar gjørt
sær greitt, um áðrenn man
biður Føroya fólk um at at-
kvøda fyri fullveldi frá ár
2000?
Birgir Mohr
Sandi
Jólahýrur komandi vikuskifti
Jolasølustevnurnar
Kambsdali eru sfrarvend-
andi tiltak, og aftur i år
verður ein slik - Jólasolu-
stevnan '99 - á skránni.
Stevnan letur upp fríggja-
dagin og verður opin leyg-
ardagin og sunnudagin.
Góða undirtøkan á stevn-
uni seinasta ár og helst eis-
ini tíðarrákið hava gjørt, at
áhugin millum handlandi at
verða við á stevnuni hevur
verið sera stórur, og 31
handlar og fyritøkur fara ti
um vikustiftið at fylla Ítrótt-
arhøllina á Kambsdali. Tal-
an verður um eitt sera breitt
úrval, soleiðis at tað skuldi
verið gjørligt hjá øllum at
funnið allar jólagávurnar á
Jolasølustevnan '99.
Stevnan verður kryddað
við einum breiðum úrvali av
undirhaldi. Víðagitni sang-
fuglurin úr Gøtu, Eivør
Pálsdóttir, leggur fyri fríggj-
akvøldid, meðan Kularøtur
ur Klaksvik, sum just eru
komin á marknaðin við eini
barnafløgu, undirhalda
leygardagin og sunnudagin.
Sunnudagin fer yngra gent-
ukórið i Fuglafirði eisini at
syngja. Genturnar koma eis-
ini við eini fløgu við løgum,
sum Jens Mortan Mortan-
son hevur smíðað til yrking-
ar hjá Aleksandur Kristian-
sen.
Jólamenninir vitja sjálv-
andi eisini stevnugestirnar,
Høllin á Kambsdali ve rður karmure um Jálasóluskynuna
og meðan teir eru á stevn-
uni, fara teir at skipa fyri
eini sangkapping fyri børn.
Leygardagin og sunnudagin
fara mótahandlarnir at vísa
tað nýggjasta á mótasýning-
um, sum verða leygardagin
og sunnudagin.
Jélasølustevnurnar å
Kambsdali eru vanliga sera
væl vitjadar. Lætt er at
koma til Itréttarhøllina á
Kambsdali, ti parkerings-
vidurskiftini uttan fyri høll-
ina eru avbera góð.
Norrøna avlýsti vegna ódnarveður
Norrøna fór ikki til Dan-
mark í gjårkvøldid, sum hon
skuldi sambært ferdaætlan-
ini.
A Smyril Line siga tey,
at tey gjørdu av ikki at sigla
henda tårin vegna vedur.
— Teir siga frå sera våna-
ligum veðri í Norðsjónum í
dag og í morgin. Tí er stórur
møguleiki fyri, at vit ikki
sleppa inn í Hanstholm í
morgin, varð sagt av farm-
adeildini hjá Smyril Line.
Av somu orsøk er tí held-
ur eingin túrur úr Hanst-
holm í morgin.
Smyril Line avlýsti túrin
til Danmarkar í gjár
vegna fráboðað ódnarveð-
ur í Norðsjónum