týsdagur 30. november 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 30. november 1999
tíðindablaðið
Landsstýrið samtykt
anleggslogina
Anleggslógin før fríggjadagin tann 26. november nidan i Tingið. Finnbogi
Arge sigurt, at vid hesum partafelagsforminum fåa vit møguleika at fremja
projekt, sum ikki rúmast á fíggjarlógini, og her verður bæði hugsað um Våga-
tunnilin og eisini tunnilin um Leirv iksfjørd
ÓLAVUR i Bel
Tað tók sina tíð at fáa upp-
skotið til anleggslógina við-
víkjandi Vágatunnlinum
aftur frá hoyringini í sam-
gonguflokkunum, men
fríggjadagin tann 26. nov-
ember 1999 fekk so lands-
stýrið endaliga samtykt lóg-
ina, og sama dag varð upp-
skotið so borið niðan í Ting-
ið av Finnboga Arge, lands-
stýrismanni í samferðslu-
málum, har tað skal liggja í
72 tímar, áðrenn tað fær
komið til 1. viðgerð. Fyrsta
viðgerð av hesi týðandi lóg
verður so ein av fyrstu døg-
unum.
Pf. Vágatunnilin
Tað er Pf. Vágatunnilin sum
kemur at standa fyri øllum
projektinum, men avtala er
gjørd millum Pf. Vágatunn-
ilin, Vinnumálastýrið og
Landsverksfrødingin, at
Landsverkfrødingurin skal
standa fyri vegagerðini i
sambandi við Vágatunnilin.
Í anleggslógini standa
fleiri greinir, og fyrsta grein
sigur sambært Finnboga
Arge, samferðsluráðharrai,
at endamálið við lógini er
at skapa neyðugar fortreytir
fyri útvegan av føstum sam-
bandi um Vestmannasund.
Onnur grein sigur, at Pf.
Vågatunnilin fær rættin til
tunnilsgerðin, ognarrættin
og landsstyrid skal endaliga
góðkenna tunnilsverkætlan-
ina. Tá útveganarkostnaður-
in er fult afturgoldin, verður
Finnbogi Arge, landsstýris-
maður í samferðslumálum
alt anleggið uttan viðurlag
avhendað landinum til ogn-
ar. Grein trý er viðvíkjandi
teimum árligu 20 milliónu-
num, sum setast skulu av á
fíggjarlógini, tilsamans 160
milliónir krónur.
Fylgibólkur
Anleggslógin heimilar eis-
ini Pf. Vágatunnlinum
nýtslugjald, ognartøku i
sambandi við vegagerðina,
skattalig viðurskifti hjá
tunnlinum, eftiransing, tá ið
setast skal ein sonevndur
fylgibólkur at fylgja vid ar-
beiðinum, so sum mest av
vitan um tunnilsgerð av hes-
um slagi verður verandi í
landinum.
Hesin fylgibólkur er ikki
mannaður enn, men nú tå
ið anleggslógin kemur til
viðgerðar og verður góðtik-
in skal hesin fylgibólkur
mannast, so neyvt samstarv
er millum allar partar í hes-
Finnbogi Arge heldur, at við hesum uppskotinum verður
5 g
lættari at fremja ætlanir, sum ikki rúmast á fíggjarlógini
- eitt nú undirsjóvartunnlar um Vestmannasund og
Leirvíksfjórð
um arbeiði at fáa fast sam-
band um Vestmannasund.
Fyrimynd
I viðmerking við Sosialin
um henda hátt at seta á
stovn partafelag at taka sær
av hesum projekti, sigur
Finnbogi Arge, landsstýris-
maður í samferðslumálum,
at við hesum partafelags-
forminum fáa vit møguleika
at fremja projekt, sum ikki
rúmast á fíggjarlógini, og
her verður bæði hugsað um
Vágatunnilin og eisini tunn-
ilin um LeirviksfjørØ
Og tað er einki at ivast i,
at gongst arbeiðið við Vág-
atunnlinum eftir vild og
ongar óneyðugar forðingar
støkka upp. verður mikið
skjótari at fara undir tunn-
ilin um Leirvíksfjørð
Tingarbeiði við teldu
Tingformaðurin hevur biðið um tilboð uppá teldur til tingólk, fyri at eggja
teimum i stórri mun at fóra telduna inn í tingarbeiðið
Finnbogi Ísakson heldur, at allir tinglimir eiga at duga at handfara eina teldu so mikið
væl, at teir sleppa út á Internetið
JOHN JOHANNESSEN
— Hópur av upplýsingum
um mangt og hvat, ið kann
nýtast í vanliga tingarbeiði-
num, finst á internetinum.
Tí er teldan eitt ógvuliga
hent arbeiðsamboð hjá ting-
fólki. ,
Finnbogi Isakson, løg-
tingsformaður, heldur inter-
netið vera eitt so týðandi og
hent arbeiðsamboð, at tað
er neyðugt, at oll tingfólk
hava høvi at nýta hetta ar-
beiðsamboð dagliga. Tí
hevur hann biðið teldufyri-
tøkur um tilboð uppá góðar
teldur, sum tingfólk í felag
kunnu keypa fyri lagaligan
prís.
Mugu gjalda sjálvi
A privata arbeiðsmarknaði-
num gerst tað alt meira van-
ligt, at arbeiðsgevarin út-
vegar starvsfólkunum teld-
ur. Grundgevingin fyri hes-
um er, at starvsfólkini gerast
meira virkin, tá tey eisini
hava møguleika fyri at ar-
beiða heimanífrá.
Men tingfólk kunnu tó
ikki vænta sær, at løgtingið
keypir teimum eina teldu í
part. Finnbogi Ísakson á-
sannar, at teldan og ikki
minni internetið er ógvuliga
hent arbeiðsamboð hjá ting-
fólkum, men tað er enn ikki
vorðin vanlig mannagongd,
at almennir arbeiðsgevarar
útvega starvsfólkunum teld-
ur, og tí fer løgtigid heldur
Mynd: Álvur Haraldsen
ikki at gera tað.
Finnbogi Isakson heldur
tó, at málið um ókeypis
teldur til tingfólk eigur at
viðgerast. Spurningurin er
nevniliga, um ein fartelda til
hvønn tingsessin hevdi gjørt
løgtingsarbeidi0 meira
virki. Harafturat nemur
tingformaðurin við spurn-
ingin, um tað er rímiligt, at
starvsfólk á privata arbeiðs-
marknaðinum skulu hava
betri sømdir enn til dømis
tingfólk.
Løgtingio á
internetinum
Løgtingid hevur heimasíðu
á internetinum, har øll løg-
tingsmál, gerðabók løg-
tingsins, gerdabøkur fyri
tingnevndirnar, yvirlit yvir
tingfólk og mangt annað er
at finna.
Hendan heimasíðan verð-
ur nógv vitjað av fjølmidl-
um, tingfólkum og sam-
felagsáhugaðum annars.
Finnbogi Ísakson heldur
heimasíðuna hjá løgtingi-
num vera ógvuliga kær-
komna hjá løgtingslimum,
og vísir hann á, at til ber
hjá tingfólkum at lesa lógar-
uppskot, gerdabøkur, og
finna slóðir til ymiskt ann-
að, ið hevur við tingarbeiði
at gera, á hesi heimasíðu.
Tí heldur hann tað hava týd-
ning, at tingfólk hava møgu-
leika at sleppa inn á hesa
heimasíðu. Og er tað
millum annað fyri at betra
um hendan møguleikan, at
tingformadurin hevur biðið
um tilboð uppá teldur.
Bjóða telduskeið
Tað er eingin loyna, at
summir tinglimir ikki eru
serliga stinnir i at handfara
eina teldu. Tí fingu allir løg-
tingslimir eftir valid í 1998
høvi at luttaka á telduskeiði.
Og sambært tingformanni-
num vóru tað fleiri, ið tóku
við hesum tilboði.
Spurningurin er so, um
løgtingsformadurin = enn
einaferð ætlar sær at bjóða
tingfólkum á telduskeið, nú
tey fáa møguleika at útvega
sær teldur fyri bíligan
penga.
Tað er als ikki óhugs-
andi, at løgtingið aftur fer
at bjóða tingfólkum at lut-
taka á telduskeiði. Teldan
og internetið eru, sum áður
Úr Hanstholm 15., 18. og 22.
Úr Tórshavn i og 7. januar
hent ar-
Ti haldi eg tå
vera neyðugt, at tingfólk í
hvussu so er læra seg at
brúka eina teldu so mikið
væl, at tey duga at brúka
internetið
Finnbogi Ísakson vísir á,
at tað ikki bert er løgtingsins
heimasíða, sum er áhuga-
verd í løgtingsarbeidinum
Hann heldur internetið sum
heild hava tydning, ti væl
ber til at samskifta gjøgnum
internetið. og harafturat
kunnu allar hugsandi upp-
lýsingar heintast á internet-
inum
Í løtuni hevur hver ein
stakur flokkur eina teldu
standandi á Gamla Apoteki,
so heilt émøguligt er ikki
hjá tingfólkum at sleppa
framat einari teldu
Tilboðini uppá teldur til
løgtingslimir verða tingfor-
manninum í hendi |
desember.
nevnt, ógvuliga
beiðsamboð
Úr bara 1.070,- ==
Lestraravsláttur 25%
við 4 fólkum í bilinum
úr bara 910,- ” fyri hvønn