Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 30. november 1999 tíðindablaðið > Hilnast illa hjå Christiani i 6 ' ti Ometaliga lágur prisur á svartkjafti er orsøkin til, at tað er um reppi, at Christian í Grótinum hórar undan einum undirskoti í ár JOHN JOHANNESSEN Nótaskipið, Christian í Grótinum, hevur higartil í ár einans selt fyri góðan helmingin av tí, selt varð fyri í fjør. Higartil í ár hevur skipið fiskað fyri 33,5 milli- ónir, meðan tað frá 20. mars og restina av 1998 fiskaði fyri 60 milliónir. Orsøkin til vánaliga úr- slitið í ár er tó ikki vánaligur fiskiskapur, men heldur vánaligir prísir. Skipið hev ur í ár fiskað nøkulunda somu nøgd sum í fjør, men virðið av svartkjaftinum hevur í miðal í ár verið helmingin lægri enn í fjør Ikki mist mótið Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sigur seg ikki hava Vánaligur prísur á svart- kjafti er orsøkin til, at tað er um reppið, at nótaskip- ið Christian í Grótinum sleppur undan undirskoti í ár mist mótið av vánaliga úr- slitinum í ár. Høvdu vit ikki havt gott mót, vóru vit ikki farin und- ir at byggja nýtt skip. Nýggi Christian í Grótinum hevur roynst væl, og vit trúgva uppá, at tað ber til at reka skipið. Reiðarin á Christiani í Grótinum sigur, at skipið skal fiska fyri 35 milliónir um árið, skal tað bera seg Higartil í ár, hevur tað, sum áður nevnt, fiskað fyri góð- ar 33 milliónir krónur, og Kristian Martin Rasmussen vónar, at skipið fer at megna at fiska fyri tvær milliónir hendan seinasta mánaðin av árinum, so sleppast kann undan einum undirskoti í ár Fyrra hálva ringast Tað er fyrra hálva av 1999, ið er orsøkin til vánaliga úrslitið hjá Christiani i Grótinum. Tíðliga í ár var prísurin á svartkjafti nevni- liga heilt niðri á 30 oyrum. Nú er prísurin spakuliga far- in upp aftur á eina vanliga legu, ið liggum um 57 oyru Nevnast kann, at prisurin í fjør var heilt uppi á 90 oyrum Seinna hálva av 1999 hevur bjargað fiskiårinum hjá okkum. Var prísurin ikki komin upp aftur á tey 57 til 58 oyruni, høvdu vit uttan iva havt undirskot í ár, sigur Kristian Martin Rasmussen Reiðarin á næstnýggjasta nótabátinum í landinum heldur tað vera heppi, at Eil- er Jacobsen kom við nýggju Krúnborg júst nú. Hann vís ir á, at um hann var komin við skipinum hesa tíðina í fjør, ið var tann tíðin tá pris- urin fór niður, heyði tað ver- ið tungt at drivið skipið fyrstu tíðina. Men av tí, at prísurin aftur er komin á eitt hægri stødi, væntar reiðarin á Christiani í Grótinum, at tað fer at verða eitt sindur lættari at reka nýggju Krún- borg nú, enn tað hevði ver- ið, um hon kom fyri einum ári síðani. Avstað sunnukveldið Fiskiskapurin hjá Christiani í Grótinum hevur veri vána ligur seinastu tvær vikurnar Skipið landaði 850 tons í Fuglafirði í farnu viku, og var tað inni fyri veður um vikuskiftið Sunnukvoldið fór Christ ian í Grótinum aftur til fiski skap. Eigararnir hava sett sær sum mál at fiska fyri einar tvær milliónir hendan seinasta mánaðin í øldini Vinir Ísraels fundir við Christian C. Svendsen Um Gud vil og vit hava heilsuna, er ætlanin at halda tríggjar fundir frá 21.-23. í jan. ár 2000, har Christian C. Svendsen talar um: 1. Israel og det profetiske ord . Hvorfor er Jerusalem aktuelt stof i alverdens medier 3. Frelsen kommer fra Jø- derne (Joh. 4. 22), sagde Jesus, hvad mente han? 4. Israel og de kristne - hvor går vejen? .Erstatningsteologien m.m. Sidan 1974 høvdu tey ikki nakad samband vid Is- rael og Jødarnar, men tað gekk ikki long tíð til tey komu í samband við nógvar jødar, og tað blivu nokk so nógv fólk, sum hjálptu teimum, og tí varð felagið Dansk-Jødisk Venskab stovnad og Chr. C. Svend- sen bleiv formadur felags- > un ins. I 1976 stiladu tey fyri ti fyrstu summarlegu fyri jød- isk flóttarfólk, sum komu til Keypmannahavnar, og sama ár fóru tey fyrstu ferð til Ísraels. Hesar báðar hendingar settu ferð á hend- ingarnar, og brátt kendu tey eina rúgvu av jødum bæði í Tr Israel og i Danmark. Christian C. Svendsen stjórnar eisini blaðnum: »Is- raels Vægter<. Seinni verður vent aftur til hesa vitjan í bløðunum. Eliesar Arge Formaður Nýggj matstova í Saltangará Í dag letur upp nýggj mat- stova og kafeteria við Heiðavegin í Saltangará. Tað er John Arne Nilse- stuen, sum letur upp mat- stovuna. Hann hevur starvast sum kokkur í 25 ár, og tey seinastu árini hevur hann starvast á Rio Bravo í Havn. Tá nú høvid beyðst, tók hann tað stóra stigið, sum tað er at fara undir at reka eina mat- stovu. John Arne býr í Sóldarfirði. Ætlanin er at hava kafe- teria frá 11-16 og mat- stovu við á la carte, har tú kanst velja millum alt hugsandi, so sum forrættir, kjøtrættir, fisk o. a. Tú hevur høvi at velja millum einar 20 rættir. Opið verður mánadag til hósdag frá klokkan 11-33 og friggjadag, leygardag og sunnudag frå 11-23. Skódeildin i = - Handilskjarnanum Fjølbroytt úrval # av skóm ge & Handilskjarnin N. Finsensgøta 8 * Tlf. 317919 www. handilskjarnin.fo