týsdagur 30. november 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Krevur at vera
býttisliga djarvur
Eiler Jacobsen, reiðari, er sannførdur um, at nýggja og
stásiliga skipið í førovska fiskiskipaflotanum, Krúnborg,
fer at bera seg figgjarliga. Var eingin, sum tók kjansir,
vóru eingi skip, sigur hann. Sosialurin var við, tá Krún-
borg fór royndartúr leygardagin.
DÁNJAL HØJGAARD
ALVUR HARALDSEN
egnast. men summi
ð høvdinum
Tey ivasomu halda, at
hesaferð hevur reiðarin í
Havn keypt seg um koll
Tey ivast i, um Krúnborg fer
t megna at fiska fyri tær
35 milliónir krónurnar
árliga, sum skulu til fyri at
forrenta ta stóru iløguna
Men the Grand Old Man
í føroysku fiskivinnuni ristir
ikki í brókunum. Veidu-
møguleikarnir tykjast at
vera góðir, og prísirnir eru
á veg uppeftir í løtuni, vísir
hann á.
Men einki er givið
frammanundan, tá ið tú
keypir nýtt skip. Sum reið-
ari mást tú tora at taka
kjansir, sigur hann.
Býttisliga djarvur
Eg vil geva skeptikarunum
púra rætt. Men var landið
fult av hasum slagnum, so
var heldur einki skip í Før-
oyum.
-Eg gloymi ikki, tå Isborg
Eiler og konan Beinta er
væleydnaðan
framsýningartúrin
leygardagin
kom. Tá endurgav verfaðir
Jens av Reyni, sum einaferð
skal hava sagt, tá ein ný-
bygningur kom til landið, at
vóru eingir býttliga djarvir
menn í Føroyum, so var
einki skip. Tað sama vildi
eg svarað hasum vísmonn-
Nr. 228 - 30. november 1999
unum, sigur Eiler Jacobsen
avgjørdur.
Góðir
veiðumeguleikar
Eiler Jacobsen letur væl at
veidumøguleikunum hjá
Krúnborg.
Í fyrstu atløgu fer Krún-
borg at leggja seg eftir
svartkjaftinum. Fyrstu mán-
aðirnar verður ætlandi roynt
við Føroyar og tá komið er
út í februar verður farið
longur suður. Svartkjafta-
kvotan hjá føroyskum skip-
um í ES-sjógvi er 63.000
tons. I fóroyskum sjógvi er
eingin kvota á fiskiskap-
inum. Haraftrurat eru
møguleikar við svartkjaft-
inum í íslendskum sjógvi.
Kór úr Ebenezer sang á
framsýningartúrinum
Krúnborg sleppur nú at
standa sína royhnd.
Umframt svartkjaftin fer
Krúnborg at leggja seg eftir
makreli, sild og lodnu.
Makrelkvotan hjá Krún-
borg er okkurt um 1.000
tons í føroyskum, enskum
og norskum sjógvi. Har-
aftrat hava bátarnir til-
samans 7000 tons av rossa-
makreli. Sildakvotan hjá
Krúnborg er umleið 7.000
tons.
Krúnborg kann eisini
fiska 5.000 tons av lodnu
við Grønland og Ísland.
Samstundis er lodnan um at
koma afturíaftur í norskum
og russiskum sjógvi og
henni vónar Eiler Jacobsen
at fáa sín lut í.