Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 30. november 1999 Meira effektiv Reiðarin er sannførdur um, at við so góðum skipi sum Krúnborg - við sterkari mo- tori, togmegi og betri frysti- orku - skuldi borið til at fingið stórri úrtóku fyri hvort kilo av fiski, ið kemur inn á dekkið. -Bæði gomlu Christian í Grótinum og Krúnborg megnaðu hvor at fiska fyri meira enn 30 milliónir bara við nót. Tí skuldi tað ikki verið so torført at fiska fyri 35 milliónir, tá vit nú hava allan svartkjaftin afturat, sigur ein bjartskygdur Eiler Jacobsen. Reiðarin letur eisini hampuliga væl at prísinum. Prisurin á svarkjafti, sum var i botni f summar, er å veg uppaftur. Tað sama tyk- ist at vera galdandi fyri lodnuna og makrelin. Krúnborg liggur í løtuni Fuglafirði og tekur útgerð umborð. Eftir ætlan fer hon á sín fyrsta túr seinni í vik- uni. Fleiri kendir vinnulívsmenn vórðu við til framsýningatúrin leygardagin, sum gekk inn á Kollafjórð og inn á Skálafjórð. Millum teirra vórðu Olaf Olsen, Gunnar Mohr og Alti Hansen, sum herfyri keypti stóran nótabát úr Noregi. Onkur av teimum vitjandi á framsyningartårinum helt fyri, at brúgvin mundi vera eins rúmlig sum Sjónleikarahúsið. Her er skiparin á brúnni aftanfyri tey mongu sera framkomnu tólini. Olaf Olsen, sum man teljast millum stóru vinnulívsmenninar í Føroyum, fær her innlit í alt tað nýggjasta á brúnni. tíðindablaðið Mong kend andlit vóru at síggja umborð á Krúnborg leygardagin, tá farið framvísingartúr 11 Eiler og sonurin Sámal kunnu ikki annað enn fegnast um nýggja stoltleikan í føroyska fiskiflotanum, Krúnborg Bróður Eiler, Sámal og konan Ragna fegnast um stásiliga farið