týsdagur 30. november 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 30. november 1999
tíðindablaðið S
17
Strandingar vóru bara
betri enn Kyndil
Hondbóltur:
Venjararnir báðir
eru samdir um, at
tað var tað rætta
liðið sum vann
dystin á Skála |
sunnudagin. — I
løtuni eru vit
nokk ikki betri
enn úrslitið vísir,
sigur Sophus
Dal-Christiansen,
venjari hjá
Kyndli
SVEINUR TRÓNDARSON
StÍF-Kyndil 34-31 (17-10)
- Vit eru nokk ikki betri í
løtuni enn hatta úrslitið vis-
ir.
Orðini eigur venjarin hjá
Kyndli, Sophus Dal- Christ-
lansen, eftir teirra dyst móti
teimum ósigraðu stranding-
unum.
Vónirnar undan dystinum
um ein spennandi dyst
hvurvu longu í fyrra hálv-
leiki, tå strandingar løgdu
seg framum við sjey mál-
um, og so var seinni hálv-
leikur tann bera mótbrekka
hjá Kyndli.
— Vit eru ikki nóg neyvir
í verjuni og fáa ikki fatur á
strandingunum í teimum
røttu løtunum, leggur Soph-
us afturat tá hann hevur
hugsað seg um eina løtu og
latið dystin renna gjøgnum
hevdið enn einaferð.
Og orð hansara vera
stuðla av tí veruleika, at
strandingar fingu fimm
brotskóst meðan Kyndil
bara fekk tað eina.
— Vit eru eitt sindur ov
seinir á teimum, og tí verður
spælið ikki nóg reint, og ti
fáa teir hasi brotskøstini,
men tað er nokk tí, at vit í
løtuni eru ikki betri enn útsl-
itið av hasum dystinum vís-
ir, sigur Sophus enn eina-
ferð.
Góðar framtíðarvónir
Hóast hesin dysturin er tapt-
ur, so heldur Sophus kortini
ikki at tað er vert at falla í
fáa hjá teimum.
Hann vísir á, at Kyndil
hevur sett sær eitt mál, sum
liggur trý ár fram í tíðina
og "til ta tid, skal úrslitið
gerast betri.
— Vit hava sum so longu
roknað við, at hetta árið skal
brúkast til at finna eina
meira støðuga legu, og tí
taka vit tað ikki so tungt um
vit ikki gerast meistarar í ár,
men tað er sjálvsagt keðiligt
hvørja ferð ein tapur, sigur
Sophus.
Kyndil hevur fleiri ungar
menn við á liðnum. Heldur
venjarin, at framtíðin er
tryggja við teimum?
— Tað er júst tað vit ar-
beiða fram ímóti. Tað er ors-
økin til, at vit hava sett okk-
um eitt langtíðarmál. Men
kortini haldi eg ikki at tað
er so stórur munur á liðun-
um, at vit ikki kunnu gera
okkum galdandi í ár, tá til
stykkis kemur, sigur Kynd-
ilsvenjarin.
Hann vísir á, at teir hava
verið beinleiðis óhepnir í
fleiri dystum og tapt onkran
teirra við bara einum máli,
og tað kann vera at hepni
fer at hygg ja til teirra síðu
seinni í ár.
-I fjør høvdu strandingar
hatta hepni, og tað endaði
við at teir gjørdust meist-
arar. Tí kann tað vera, at vit
fara at hava eydnuna við
okkum seinni, sigur Sophus
Dal-Christiansen at enda.
Jónleif er samdur
Venjarin hjá strandingum er
samdur við Sophusi. Hann
fegnast sjálvsagt um sigurin
sunnudagin, og sigur orsøk-
ina til sigurin vera, at StÍF
dugir at revsa liðini tá tey
gera villur.
— Vit hava eitt einastand-
andi vælvirkandi skjótálop,
og tá liðini gera feilir í teirra
spæli, eru vit skjótir fram,
og tað er nokk okkara serl-
iga styrki í løtuni sigur
hann.
Jónleif sigur kortini, at
strandingar skulu vera varn-
ir við at leggjast á rósurnar
tí enn er so stutt fráliðið
síðani kappingin byrjaði.
— Eg rokni við, at Kyndil
fer at koma sera sterkt aftur
tá vit fara undir endaspælið,
og tá teir fáa sítt spæl at
koyra sum tað skal tá vera
teir vandamiklir fyri eitt
hvort lið, sigur Jónleif.
Annars heldur hann, at
tað besta strandingar kunnu
gera er at spæla sítt spæl,
og taka hvønn dyst sum av-
gerandi dyst.
— Tað er kalt á toppinum,
og øll hini liðini vilja vinna
á okkum, og tí eiga vit at
gera okkara ítarsta hvørja
ferð. Vit skulu ikki undir-
meta nakran, annars verður
galin endi sigur venjarin hjá
StIF, sum næstu ferð spælir
móti H71, í einum av teim-
um dystunum teir eiga at
vinna.
Artur Johansen í eyð-
kendum stíli í álopi á
málið hjá mótsteðuliðn-
um. Fyri fyrstu ferð í
langa tíð gjørdist Artur
aftur toppskjútti hjá
StIF og tað vísir bara
breiddina á liðnum, at
teir skiftast at gera flest
mál
savnsmynd
— Og tað er júst tá tað
gerst vandamikið, sígur
hann at enda.
Dysturin í tólum:
StIF: Artur Johansen 12
(2), John Petersen 9 (3),
Jónleif Sólsker 5, Alexand-
ur Johansen 2, Sveinbjørn
Poulsen 2, Marius Joensen
2, Karstin Danielsen 2
Kyndil: Jacob Jonsson 13,
Bjarni Wardum 6 (1), Rúni
Poulsen 4, Hannis Wardum
3, Janus Einar Sørensen 2,
Uni Wardum |, Regin
Petersen 1, Hans A.
Dal-Christiansen 1
Brotskest: StIF 5, Kyndil
]
Utvisingar: StIF 7, Kyndil
.
Démarar: Hjalmar Peter-
sen og Kristian Johansen
VIF aftur å
ovastu rok
Hondbóltur: VÍF vann greiðan sig-
ur á KÍF og legði seg á odda í kapp-
ingini, tó við einum dysti meira enn
strandingar
JÁKUP MORK
KÍF — VÍF 22-30 (11-16)
Munurin millum ovastu
og nidastu rók í føroysk-
um 1. deildarhondbólti
varð sýndur fram leygar-
dagin, og tað vísti seg eis-
ini rættuliga skjótt, at KÍF
ikki hevdi nakran møgu-
leika at standa seg m6ti
vestmenningunum.
Breidan hop
Vestmannaliðið byrjaði
nevniliga beinanvegin at
leggja sjógv ímillum seg
og kollfirðingarnir, og hó-
ast kollfirðingar royndu
ymisk kynstur, m.a. at
mansverja Inga so at siga
allan dystin, so var ong-
antíð ivi um úrslítið.
Tað at mansverja Inga
vidførdi annars, at Sámal
ikki varð spældur so nógv
upp, sum hann plagar at
verða, men samstundis
gav hetta eisini betri pláss
til hinar vestmenningar-
nar, og hetta dugdi serliga
Johnny Joensen at gera
sær dælt av.
Hetta sigur eisini nakað
um, hvussu stór breiddin
á vestmannaliðnum er.
Hóast tað er Sámal, sum
vanliga skjýtur tey flestu
málini, so hevur liðið so
sanniliga eisini aðrar leik-
arar, sum eru væl vitandi
um, hvussu ein hondbólt-
ur eigur at verða hand-
farin. Harumframt hevur
liðið tann eginleika, sum
er so ómetaliga týdning-
armikil fyri eitt topplið.
Teir duga snøgt sagt ikki
at tapa, og tískil verður
skarvurin ongantíð givin
yvir, líka mikið hvussu
svart tað sær út.
Hesum eginleika fingu
teir tó ikki brúk fyri leyg-
ardagin, men fyrr í ár hava
teir víst part av hesum.
Bæði tá teir vendu einum
hóttandi stórtapi móti
neistanum til ein stór-
sigur, eins og tað mundi
eydnast teimum at venda
gongdini í sera spennandi
oddadystinum inni á
Skála fyri 2 vikum síðani.
Stríðast væl
Hava vestmenningarnir
ein breiðan og sterkan
hóp, so er talan um júst
hitt øvugta hjá kollfirð-
ingunum. Í løtuni situr
leikandi venjarin, Egill
Steintórsson uttan fyri við
einum skaða í økslini, og
hóast hann er komin nak-
að upp í árini, og tískil
ikki megnar tað sama,
sum hann gjørdi fyri
nøkrum árum síðani, so
|
tykist hetta vera ein stórur |
missur hjá kolfirðingun- |
um.
Hetta sæst fyrst og
fremst aftur í, at tað eru
alt ov fáir leikarar, sum
megna og tora at taka á-
i
byrgd å seg. Harafturat |
tørvar liðnum skjúttar, og |
hevur hetta vid sær, at
måtstødulidini so at siga
kunnu dekka 6-0 alla tíð- |
ina móti teimum, uttan at
skula vera bangnir fyri, at
nakar kollfirðingur fer at
skjóta teir sundur og sam-
an.
Kollfirdingarnir skulu tó
eiga, at teir altíð taka
uppgåvuna í størsta álvara,
og verður sami stíðsandi
varveittur alt kapp-
ingarárið, munnu teir h6-
ast alt fara at megna at
skava sær nøkur stig sam-
an. So er spurningurin
bara, um hetta verður nóg
mikið til at halda antin
hoyvíkingarnar ella run-
avíkingarnar undir sær á
stigatalvuni.
Aftur å odda ,
Við sigrinum kom VIF á-
javnt við strandingar í stig-
um, og hóast teir nú hava
leikt ein dyst meira enn
hitt oddalidid, so man tað
kennast flevandi hjá
teimum, at teir nú eru á
odda. Mikudagin fáa teir
høvi at styrkja um odda-
støðuna, áðrenn teir í báð-
um teimum seinastu dyst-
unum skulu leika móti á-
vikavist Kyndli og StÍF í
tveimum dystum, sum fara
at gera av, hver skal liggja
ovast, tá farið verður í
vetrarfrí.
Kollfirðingarnir mugu
framvegis finna seg í at
liggja niðast á stigatalvuni,
og hetta verður helst eisini |
stødan um eina viku, tá teir |
skulu til Havnar at royna
seg móti bygdarfelagan-
um, Heina Joensen, sum |
saman við restini av neist- |
aliðnum helst ætlar sær |
longur upp á stigatalvuna.
Dysturin í tólum:
KIF: Jákup Dam 8 (2),
Petur Martin Johansen 4
(2), Petur Martin Poulsen
4, Vagnur Johannesen 4, |
Finn Heri Johannesen 2
VIF: Johnny Joensen 8, |
Sámal Joensen 6 (2),
Martin Hummeland 4,
Harald Bjørgvin 3. Agnar |
Joensen 3 (1), Petur Fr.
Joensen 2, Ragnar Zach- |
ariasen 2, Ingi Olsen |, |
Hjalmar Klein Olsen I
Brotskest: KÍF 6. VÍF 3
Útvísingar: KÍF 4, VÍF 5
Dómarar: Dánial Hansen |
og Kári Hansen