Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nýggjum dómarum Lerivikingar hava fingið nýggjan venjara. Hans Mourits Foldbo skal taka sær av besta liðnum næsta ár saynsmynd Hans Mourits fer aftur á slóðina Fótbóltur: Leirvíkingar rokna við, at teir flestu spælararnir fara at halda fram í felagnum Leirvíkingar brynja seg enn eina ferð út í royndini at vinna plássið aftur í 1. deild, sum teir síðst mistu í 1993. Tey bæði seinastu árini hava teir í endaspæl- inum telvast við sumb- ingar um eitt pláss í bestu deildini, men bæði í fjør og í ár endaðu sumbingar omanå. Tå LIF komandi år aft- ur fer at royna at gera seg galdandi, verdur tad vid nyggjum venjara, sum kortini ikki er ókendur í Leirvík. LÍF hevur gjørt avtalu við Hans Mourits Foldbo, sum skal taka sær av at venja 2. deildarliðið. Rólant Langgaard, for- maður í LÍF, er væl nøgd- ur við, at felagið nú fer at samstarva við Hans Mou- rits. — Tað tykist ikki vera so trupult at fáa venjara í Føroyum nú, sum tað onkuntíð hevur verið. Vit høvdu fleiri møguleikar at velja millum. og vit valdu Hans Mourits, sum vit halda okkum kenna væl. Hann hevur ikki búð her í bygdini tey nógvu seinastu árini, men hann er ættaður higani. og hann hevur verið virkin sum venjari í Gøtu, samstund- is sum hann hevur lokið elituvenjaraútbúgvingina, og tað halda vit borgar fyri, at vit fáa ein venjara, sum er førur fyri at geva okkara spælarum íblástur, sigur LÍF formaðurin. Hans Mourits Foldbo býr í Gøtu, har hann er skúlastjóri. Hann vaks upp í Leirvík. har hann eisini spældi fótbólt. Í átt- ati árunum var hann í verjuni á besta liðnum hjá GL og síðani hann gavst í fremstu rød, hevur hann hjálpt til sum spælari í lægru deildunum, samstundis sum hann hevur verið venjari í yngru deildun- um. Hann hevur eisini verið hjálparvenjari hjá Johan Nielsen. Sama fólkið Í Leirvík rokna teir við, at umleið sama mann- ingin fer at spæla í 2. deild komandi ár, sum spældi í ár. Tað hevur ljóðað, at onkrir spæl- arar skulu skifta felag, men tað einasta, sum er heilt víst, er, at málverj- in, Hallur Hansen, nú fer at spæla við Gl. Umframt at vera mál- verji i 2. deild hjá LÍF, spældi Hallur í fjør við unglingaliðnum hjá Gl. Leirvíkingar halda seg kortini ikki standa á berum, hvat málverja viðvíkur. Trygvi Olsen hevur áður verið mál- verji hjá teimum, um- framt at hann hevur spælt í 1. deild í bæði GI og NSI. Í år spældi hann millum lítið og einki, men nú er ætl- anin, at hann aftur skal verja málið hjá LÍF. I fjør spældu tveir pólverjar við LÍF, og avtala er gjørd um, at bæði Tomek og Mirek koma aftur til Leirvík- ar nakað eftir ársskitið. Harry Benjaminsen hevur í fleiri ár verið venjari hjá LÍF, men hann boðaði undan kappingarenda leirvík- ingum frá, at hann var ikki sinnaður at halda fram í starvinum. jh tíðindablaðið SOS Nr. 228 - 30. november 1999 ' Alneyðugt við fleiri Fótbóltur: Formaðurin í dómaranevndini heldur. at í løtuni er tað ikki hugs- ingur um at loysa dómaraábyrgdina frá feløgunum hittust fót bóltsdómararnir og dómar anevndin hjá FSF til fundar í Havnini. Á skránni var eft irmeting av farna árinum og tos um komandi kappingar ár og støðuna yvirhøvur viðvíkjandi døming dómarum 70 Leygardagin og dómarar vóru á fundi, og breið semja var um, at útlitini eru ikki oll so hugalig. Stóri trupulleik in er, at tað tykjast vera ov fáir, sum eru sinnaðir at gera karrieru í dømingini. Vit hava regluliga skeið fyri nýggjum dómarum og ver andi dómarum, men tíverri vísir tað seg aftur og aftur, at nógvir, sum fáa prógv, og sum vísa seg at hava hegni at dóma, detta burtur imill um, og vit síggja teir ikki aftur. Hetta sigur Oli Holm. for- maður í dómaranevndini hjá Fótbóltssambandinum Hann ásannar, at tað kanska er minst takksama uppgáv- an í fótbótlinum at dóma, men hann staðfestir eisini, at tað er alneyðugt at halda fram við útbúgvingini, og at Fótbóltssambandið og feløgini í felag gera sítt ít- arsta fyri at fáa ungar menn at taka dómaraavbjóðingina í álvara. — Hetta hevur nakað við hugburðin at gera. Vit skipa fyri skeiðum, og tað er gott, men um góðir dómarar skulu spyrjast burturúr, so er neyðugt, at teir taka upp- gåvuna í stórum álvara. Tað vil m.a. siga, at teir hava hug og vilja til at stríðast fyri at gerast bestu dómararnir, og her halda vit ikki, at gongd- in hevur verið nóg góð tey pe seinnu árini Onkuntid hevur verið tos )um,at ábyrgdin fyri dóm ngini eigur at verða loyst frá feløgunum. Eru tit KOM nærri hesum nu, enn tit hava verið? Tad er eingin ósemja um, at hetta hevði verið tað besta. Men í løtuni dugi eg ikki at síggja nakran møg- uletka fyri, at hetta skal ger- ast veruleiki. Stødan er ikki nog god, og um tað bara var FSF og ikki eisini feløgini, sum høvdu ábyrgdina, so er eingin ivi um, at stødan heyði versnað heilt nógv. Tí er ikki hugsningur um hetta enn, men tað hevði verið fint, um hetta kundi gjørst veruleiki eina ferð í fram- tíðini. Ofta sammeta vit okkum við onnur lond, og har kann eg t.d. nevna, at í Noregi halda teir seg ikki vera komnar so mikið langt, at teir hava hildið tað verið ráðiligt at sloppið feløgun- um undan beinleiðis á- byrgdini fyri dømingini, vísir Oli Holm á. Kappingin skal styrkjast A fundinum leygardagin var fatanin, at menningin í dømingini ikki gongur heilt so skjótt, sum hon gongur í fótbóltsspælinum: — Hetta er ein metingar- spurningur, og hetta hevur vid tilgongdina at gera. Vit ynskja, at eygleidaraskip- anin skal hava størri avleid- ingar, enn hon higartil hevur havt. Men hetta er ikki bara sum at siga tad. Vit hava åtta ella níggju dómarar, sum hava dømt í 1. deild. Um vit halda, at ein ella tveir J Neydugt er æ fáa tilgongd av yngri dómarum, ti nú fer at tynnast í hinum endanum teirra í hvussu so er í eina tíð høvdu havt gott av at dømt i 2. deild, so skuldu vit havt ein ella tveir aðrar, sum skuldu fingið møgu- leikan í bestu deildini, og tað er her, at tað knípir, sigur Oli Holm. Hesi bæði seinastu árini hava tveir leirvíkingar verið nýggja manningin í 1. deild. I fjør dømdi Petur Hansen, men i år hevur hann verid i Danmark. FSF hjålpti til, soleiðis at hann hevur fingið dómarauppgávur í donskum fótbólti, og at tað hevur eydnast, vóna teir í FSF fer at koma føroyskari døming til góða í framtíðini. Hin nýggi dómarin er Petur Reinert, sum fram móti kappingarenda dømdi fleiri ferðir í 1. deild. — Tað krevur tol at gerast ein góður dómari. Um tað skal eydnast, so skalt tú vera stinnur í teoriini, og tú skalt savnsmynd sum ungur døma i yngru deildunum og i lægru deild- unum og arbeiða teg upp Ein góður 1. deildardómari hevur drúgvar royndir í at dóma, og tí er tað, at vit kvíga eitt sindur fyri fram- tíðini, um ikki fleiri ungir menn taka dømingina í ålv- ara. | — I ár gavst Petur Erhard Kjærbo. Niklas á Líðarenda og Kim Ejdesgaard hava nøkur ár eftir enn, áðrenn teir fella fyri 50 ára aldurs- markinum, sum vit hava í Føroyum, og so vóna vit, at tað tá, og helst áðrenn ta tíð, fara at vera ungir og evna- ríkir dómarar, sum fara at brenna eftir at fáa uppgáv- una at dóma í 1. deild. Hetta er ikki altíð so takksamt, men tað eigur at vera ein avbjóðing, heldur Óli Holm, formaður í dómara- neyndini hjá Fótbóltssam- bandinum. jh Eyðstein skal spæla við B68 Fótbóltur: Niclas Davidsen vil ikki siga, um teir á Toftum nú hava fingið allar teir spælararnar, ið skulu vera við til at lyfta liðið fram millum tey fremstu Nú er greitt, at Eyðstein Skipanes komandi ár skal spæla í B68. Higartil hev- ur miðvallarstríðsmaður- in bara umboðað barn- dómsfelagið í Runavík, men nú skal hann í reyðu troyggjuna hjá tofta- monnum. Tá vit vóru í sambandi við Niclas Davidsen, formann í Tofta Ítróttarfelag, var sáttmáli ikki skrivaður við Eyðstein Skipanes, men avtalan var komin upp á pláss, og B6 for- maðurin roknaði við, at sáttmálin fór at verða undirskrivaður í hesi vik- uni. Tað er eingin loyna, at B68 brynjar seg út fyri at vera við í kappingini um heiðursmerkini og rættin at taka lut í altjóða fótbólti. Higartil hava teir skrivað sáttmála við Jan Dam, Súna Fríða Johannesen og Jákup Eli Olsen, sum í ár spældu við HB, og Øssur Hansen og Arnbjørn Danielsen, sum spældu við B36. Tað er eis- ini avgjørt, at tveir av bras- iliumonnunum, Marlon og Marselo, eftir ársskiftið koma aftur til Toftir. Mars- elo fer at hava konuna við. Tey giftust síðsta leygardag. Í B68 hava teir skrivað sáttmála við Fróða Benja- minsen, og teir rokna við heilt skjótt at skriva sátt- mála við onkrar aðrar av teimum, sum spældu við í ár, t. d. Jan Petersen. Jóannes Jakobsen verður venjari á Toftum komandi ár. Tá vit spyrja Niclas Dav- idsen, um teir nú hava fingið allar spælararnar aðra staðni frá, sum teir ætla sær, hevur hann ongar viðmerkingar. Tað vil við øðrum orðum síga, at tað er ikki heilt 6- hugsandi, at onkur annar spælari, enn teir omanfyri nevndu, fara at flyta úr onkrum fóroyskum felagi ella úr útlandinum og til B68. jh ? | Toftamenn leggja doyðin | á at fáa eitt sera sterkt. | lið til Jóannes Jakobsen;