Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 229 - 1. desember 1999 Norsk Hydro í torførari telving a Føroyaøki -Eftir at vit yvirtóku Saga eru vit brádliga í tveimum bólkum á Føroyaøkinum, og tað ber ikki til. Ti mugu vit velja sigur Arvid Halvorsen, stjóri fyri leiting hjá Hydro, og blaðið skilur. at hetta er eitt torfórt val, tí báðir bólkarnir eru góðir. JAN M ER TIÐNDI OG ANALYSA Mone og 5 egging ltjóða = hava eisini spor í føroyskum hópi. Eitt av feløgunum, sum er í eini rættiliga tor førari telving, er norska felagið Norsk Hydro vur í mong ár r av The Faroes Partnership bólkinum sam- við Amerada Hess. Lasmo og Atlants Herfyri keypti fel i 1D€ lEVUr ver um ødrum nevniliga Total Saga Fina og Anadarco eisini verið mett at vera eitt av teimum feløg m, sum hevur havt besta innlitið i før og kanska var komið lonest við forkann gera upp við seg sjålvi, hverjar bólkar tey vilja vera við í. Greitt er at tað fara at henda fleiri broytingar í ver andi bólkum orsakað av yvirtøkum og samanlegg- Ingum og av ødrum or- søkum Avleiðingar fyri føroyingar? Ein spurningur, sum eisini nogvir føroyingar spentir eftir svari uppá. er, hvar Norsk Hydro endar, tá avtornar. Tí fer Norsk Hydro úr bólkinum, sum føroyska oljufelagið A t- lantic Petroleum er í, má tað Vera ettt stórt afturstig fyri føroyska fel agið og bólkin. Tann kann gera bólkin verri fyri til eina komandi útbjóðing, og onkur kann tá kanska spyrja. í hvussu góðum hondum milliénirnar, sum føroyingar hava sett í At- lants Kolvetni, tá eru! Hetta nýtist tó ikki at vera nakar trupulleiki. Ti møgu- leiki er eisini fyri, at okkurt bíða sigast at stórt felag avloysir Norsk Hydro. So enn er langtfrá alt avgjørt. Tað er tí rætt at siga, at føroysku íleggjar arnir hava ikki nakra orsøk til at kenna seg ótryggar í løtuni út frá tí støðu bólk- urin er í. Trupulleiki Arvid Halvorsen, vara forseti fyri altjóða leiting og framleiðslu hjá Norsk Hydro váttar fyri Sosialin- um, at teir í løtuni hava ein trupulleika at dragast við. Sum stødan er nú eru teir við í tveimum bólkum, ti teir hava keypt Saga, og tað ber sjálvandi ikki til, tá ein útbjóðing letur upp. -Vit mugu tí rætt og slætt til at velja millum teir báðar bolkarnar, sum báðir eru tveir góðir bólkar at vera í sigur Arvid Halvorsen, sum leggur aftrat, at avgerðin um hetta verður ikki tíkin her og nú men einaferð í næst- um. Tað er eisini greitt, at hverja avgerð felagið enn tekur, so kann tað koma at kosta pengar. Spurningurin er, hvat er bíligari og hvar Norsk Hydro heldur seg vera best fyri í eini komandi útbjóðing. Sum partnari í Total-bólk- inum kann m.a. hugsast, at norska felagið alt fyri eitt fær operatørstatus, nakað, sum hevur stóran týdning fyri fleiri oljufeløg. Men nakað annað er so, og hetta hava fingið hvorki fingið váttað ella avsannað, at tað oftani er galdandi í sátt- málum millum oljufeløg i bólkum, at tekur eitt felag seg úr einum bólki og fer í ein annan bolk, so noyðist tað at leypa eina útbjóðing um fyri aftur at kunna vera við í tí sama økinum. Um hetta skuldi verið galdandi fyri Norsk Hydro í The Faroes Partnership, so kann tað merkja, at felagið ikki fær verið við í 1. útbjóðing við Føroyar saman við Total og Anadarco. Uppá fyrispurning um nevndu trupulleikar kunnu vera orsøkin til, at Norsk Hydro ger sum Shell og tekur seg úr føroyska øki- num skilja vit norska stjór- an soleiðis, at føroyingar kunnu rokna við Norsk Hydro, tá |. útbjóðing letur upp. Hvat treytunum fyri út- bjóðingina viðvíkur. so hevði hann kanska roknað við lutvíst lagaligari treyt- um. -Vit høvdu kanska ikki roknað við einum royalty, men 2% er lutvíst varisligt. Hetta verður tó sagt við fyrivarni, tí eg kenni ikki Arvid Halvorsen, stjóri í Hydro tv. her saman við Rasmussen, stjóra í Dong og Richard Hardmann stjóra í Amerada Hess allar treytirnar til fulnar. I løtuni fer mesta orkan hjå leidsluni i Norsk Hydro at leggja tey bædi norsku feløgini saman. Onnur feløg vilja uppi Jan Evensen frå Amerada Hess sigur í eini viðmerking til málið viðvíkjandi Norsk Hydro, at teir fegnir síggja. at felagið verður verandi í bólkinum, tí Norsk Hydro er eitt gott oljufelag. Teir hava so eisini arbeitt saman øll hesi seinastu árini og havt eitt sera gott sam- arbeiði. Um tað hendir, at norska felagið tekur seg úr bólk- inum, so eru eisini ráð fyri tí. Jan Evensen váttar, at tað eru onnur feløg, sum kundu hugsað sær at verið við í bólkinum. Og okkurt av hesum féløgunum er rættiliga stórt og áhugavert. Hann vil bert siga, at tað er eitt av feløgunum, sum seinastu árini hevur fylgt gongdini við Føroyar. Skuldi talan verið um eitt felag, sum ikki hevur verið við í ødrum bólki, so er ikki nógvir møguleikar. Tá er bert talan um eitt felag, og tað er British Gas. Felagið hevur alla tíðina arbeitt sum em einari á føroyska øki- num. Tað hevur ikki eydn ast okkum at fáa eina viðmerking frá felagnum, hvørjar samstarvspartnarar tað kundi ynskt sær, nú |. útbjóðing stendur fyri durum Umboð fyri Norsk Hydro smaan við Eyðun Elttør, oljumálaráðharra í Tinganesi.