mikudagur 1. desember 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 1. desember 1999
tíðindablaðið
Stjórin á Føroya Tele:
Úlvurin er her
Fyri góðum tveimum árum síðani varð fjarskiftislógin broytt
og við eitt var Fóroya Tele ikki einsamalt á marknaðinum
longur. Í nýggju útgávuni av innanhýsis blaðnum hjá Før-
oya Tele, Krossfeltið, sigur stjórin sína hugsan um nýggju
tíðina
SVEINUR TRÓNDARSON
Í summar, tann 1. juli, vóru
tvey ár liðin síðani nýggja
fjarskiftislógin kom í gildi.
Hon hevði við sær, at nú var
brádliga pláss fyri øðrum
útbjóðarum á marknaðin-
um, um enn útlitini í fyrsta
umfari kundi tykjast eitt
sindur langsiktað.
Tann 1. apríl í ár fekk Før-
oya Tele >loyvi< frá fjar-
skifitseftirlitinum, og síðani
tá hava fleiri fyritøkur fing-
ið loyvir av ymsum slag.
Tí kann væntast, at kapp-
ingin kemur skjótari enn vit
høvdu væntad, og Føroya
Tele bryggjar seg um.
Ulvurin kemur
Í seinastu útgávuni av
Krossfeltinum tekur stjórin
Andras Róin samanum tað
sum farið er fram síðani 1.
apríl og har staðfestir hann,
at nú er Føroya Tele ikki
einsamalt á marknaðinum
longur.
Hann vísir á, at Føroya
Tele aftaná drúgvar samráð-
ingar fekk loyvi í apríl, men
longu fáar vikur seinni
fingu fleiri aðrar fyritøkur
loyvi at leggja, hava í hendi
og reka fjarskiftiskervi.
Og tað er hetta síðsta,
sum er fallið stjóranum í
Føroya Tele fyri brósti.
Hann sigur:
>Vanligt hevur annars
verið í okkara grannalond-
um, at hetta síðst nevnda
økid er tað, sum seinast hev-
ur fingið kapping. Yvirhøv-
ur kann sigast, at myndug-
leikarnir í stóran mun hava
>givið skarvin yvir<, soleið-
is at teir í staðin fyri at gera
eitt grundarlag fyri kapping
á fjarskiftismarknaðinum,
herundir grundarlag fyri
samtrafikkavtalum og veit-
ingarskyldu, hava valt at
geva 6-7 fyritøkum konses-
sion og so vóna, at hesar
megna at avtala spæliregl-
urnar.<
Ottast ikki
kapping, men …
Og hann staðfestir, at tað må
Føroya Tele so royna.
Tí staðfestir hann, at nú
eru úlvarnir komnir og hó-
ast summir teirra eru lítlir
og fittir, so ýla teir, bíta og
renna skjótt, og tað er hetta,
sum Føroya Tele kann fáa
tungt at venja seg við.
Tað, sum skilst á åitsøgn
stjórans er, at hann er ikki
heilt nøgdur vid at mynd-
ugleikarnir hava givið ødr-
um fyritøkum loyvi til at
seta upp egin net og rætt at
reka slik.
Hetta er ikki sami fram-
ferðarháttur, sum brúktur er
í grannalondum okkara, har
liberaliseringin er farin
meira varisliga fram, og er
heldur ikki í tråd vid tær
fyrstu politisku fráboðani-
nar, sum komu eftir at lógin
varð sett í gildi.
Tá varð lagt upp til, at
Foroya Tele fór at vera tað
einasta fyritøka, sum fyrstu
tíðina kundi hava net, men
soleiðis er eftir øllum at
døma ikki longur.
Skulu renna skjótari
Í greinini sigur Andras Ró-
in, at tey á Foroya Tele vilja
gera sítt ítarsta fyri at varð-
veita tann týðandi leiklutin
sum Føroya Tele hevur á
marknaðinum.
Skal hetta eydnast okk-
um er neyugt, eru framhald-
andi príslækkingar neyðug-
ar, betringar av okkara tæn-
— Yvirhøvur kann sigast, at myndugleikarnir hava >givið skarvin yvir«, sigur Andras
Róin í seinastu útgávuni av Krossfeltinum
astustigi og útboði og skjót-
ari avgreiðsla neyðugar for-
treytir. Orvað skulu vit eis-
ini renna skjótari og arbeiða
meira effektivt, eins og rati
onaliseringsmøguleikar
skulu nytast - ein siduvinn-
ingur kann so vera, at arb-
eiðið verður stuttligari og
meira nøktandi, skrivar
Andras Róin í seinastu útg
ávuni av Krossfeltinum
Landsstýrismaðurin
hevur fylgt lógini
Stjórin á Fjarskiftiseftilitinum er ikki samdur við tí, sum stjórin á Fóroya Tele
sigur, tí sambært Jógvani Thomsen hevur landsstýrismaðurin bara fylgt lógini
sum sigur, at hann skal geva fyritókunum sum lúka treytirnar í fjarskiftislóg-
ini loyvi
SVEINUR TRÓNDARSON
Tá nýggja fjarskiftislógin
kom í gildi var Fjarskiftis-
eftirlitið samstundis sett á
stovn.
Sambært reglugerðini fyri
stovnin skal hann móttaka,
og móttaka umsóknir um
fjarskiftisloyvi, og eisini
gera eitt tilmæli til lands-
stýrismannin, sum endaliga
gevur loyvi.
Stjóri á stovninum er
Jógvan Thomsen, og vit
hava spurt hann um tað,
sum Andras Róin sigur í
seinastu = útgávuni av
Krossfeltinum.
Og Jógvan er ikki samdur
við Andrassi um at mynd-
ugleikarnir hava givi-
skarvin yvir.
— Teir sum hava fingið
loyvi til kervi eisini hava
fingið tað tí so eru teir ikki
bundnir av Føroya Tele.
Hetta merkir f stuttum, at
ber ikki til at fåa eitt sam-
starv vid Føroya Tele, eitt
nú um pris, so kann loyvis-
havarin seta upp sitt egna
kervi.
Men er tað ikki eitt sindur
vandamikið, at ein stór
ílóga hjá Føroya Tele tá
stendur >fyri einki<?
— Nei, tað er ikki soleiðis
tað skal skiljast, men ætl-
anin er sjálvsagt, at Føroya
Tele skal samstarva vid
nyggju útbjóðararnar.
Kunnu teir ikki tað, so hava
nýggju útbjóðararnir møg-
uleikan at gera sítt egna,
sigur Jógvan og vísir á, at
tað hevði verið keðiligt um
ikki Føroya Tele megnaði
at fylgja við í nýggju tíðini.
Men eru myndugleikarnir
ikki farnir ov langt í lib-
eraliseringini?
— Tað haldi eg ikki.
Hyggja vit í lógina, so haldi
eg bara at landsstýrismað-
urin hevur fylgt fjarskiftis-
lógini, sigur Jógvan Thom-
sen.
Príslækking er
endamálið
Jógvan Thomsen dylir ikki
fyri, at endamålid vid eini
liberalisering av lógini er at
fáa fjarskiftisprísirnar niður.
— Tað er bara í Grønlandi,
at prísirnir eru hægri enn í
Føroyum, og tað eru sólar-
klárar orsøkir til at so er,
sigur Jógvan.
Hann vísir á, at fråstød-
urnar í Grønlandi eru øgi-
ligar, og náttúrugivnu um-
støðurnar eru ikki serliga
lagaligar. Hyggja vit at Ísl-
andi og Noregi, so síggja
vit, at prísirnir eru nógva
ferðir lægri enn teir eru her
heima, og tað er tað vit
skulu stíla eftir, sigur Jógv-
an Thomsen at enda.
Skulu nýggju
fjarsktisfyritøkurnar
hava loyvi at leggja sini
egnu fjarskiftiskervi ella
ikki. Stjórin á
Fjarskiftiseftirlitinum
heldur at tað skulu tær