Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 1. desember 1999 tíðindablaðið Jóan Petur Brandal, 18 ár: på Eg plagi at vera her niðri einar 3 ferð um vikuna, tå eg eri i Havn. Eg búgvi annars í Klaksvík, men við tað at eg læri til rørsmid, eri eg noyddur at koma suður til Havnar at ganga á Tekniska Skúla. Eg nýti alla tíðina her niðri til at chatta. Vanliga eru tað somu persónar, sum chattað verður við, og hóast tú kanska ikki kennir veruligu nøvn teirra, so hava vit jú øll hvor sítt navn á chattinum, so tað er eingin trupulleiki at finna hvønn annan aftur. Sum er, er eingin slík café norðuri í Klaksvík, men sum g, sum vónandi fer at verða klár innan alt ov langt er fráliðið. Onkuntið hava tó teldustevnur verið á Tekniska skilst, so er ein á ve Skúla har norðuri, men tað er alt ov sjáldan. Mads Andreas Hentze, 10 ár Eg eri her niðri saman við Høgna. Vit ganga í sama skúlaflokki í Hoyvíkar Skúla, og vit plaga eisini at fylgjast. Vit spæla so eisini somu spøl, so vit kunnu kappast móti hvørjum øðrum. Heima havi eg eina playstation, og hon verður eisini brúkt nógv, men eg haldi tað vera nógv stuttligari at vera her niðri. 15 Tróndur Høgnason Mohr, 10 ár: Eg eri her niðri ræðuliga ofta, altso næstan hvønn dag. Tá eg eri her, brúki eg tíðina til at spæla, og fyri tíðina eru tað serliga 3 spøl, sum eg fáist við. Tey eru Age of Empire, Starcraft og Highlife. Tað, sum er serliga stuttligt við at spæla her niðri er, at vit gott kunnu vera fleiri vinmenn, sum dystast móti hvørjum øðrum á hvor sínari teldu. Vit hava eisini eitt sindur við teldur at gera í skúlanum, men tað er so nógv stuttligari at vera her niðri, ti spølini eru betri og teldurnar eru nógv skjótari. Beinta Sigvardsen, 17ár: Eg gangi í studentarskúlanum i I loydølum, men annars eri eg her niðri so at siga hvønn dag. Tíðina, sum eg eri her niðri, nýti eg til bæði at chatta og at spæla, og aloftast eru vit fleiri, sum fara oman.