hósdagur 2. desember 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Aby n/aðstjór: Marknaðardeild:
Jan Muller | Jonhard Hammer
re | Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov Åki Bertholdsen.
internet: www.sosialurin.fo Turid Kjølbro
Útbjóðingin av
landgrunninum
Oddagrein
Í dag verður eitt søguligt orðaskifti á Foroya Log-
tingi. Tingmenn skulu taka stoðu til eina útbjóðing
av foroyska landgrunninum til oljuleiting. Eitt sera
spennandi men so sanniliga eisini álvarsligt mál.
Nettup tí at hetta er fyrsta málið av sínum slag er
tað umráðandi, at tingmenn bera seg skilagott at
og viðgera málið í tí álvara, sum tað hevur uppi-
borið. Tá hugsað verður um, hvussu stórt og gott
forarbeiði er gjørt av okkara oljumyndugleikum í
samstarvi við útlendskar ráðgevar, so er greitt, at
politikararnir hava eina lutvíst lætta uppgávu.
Hinvegin er greitt, at nettup tí at hetta er fyrsta
mal av sínum slag, kunnu vit rokna við einum
rættiliga prinsipiellum orðaskifti, har eisini spurn-
ingurin um landspartamenning og útjaðarapolitikk
kemur inn í myndina. Málið snýr seg um at vita,
um olja og gass er í undirgrundini. Og er svarið
jattandi, hvussu skulu hesi ríkidomi fáast upp á
skilabesta hátt, so tey hava minst møgulig negativ
arin á umhvorvið og samfelagið, og hvussu tryggja
vit okkum, at býtið av ríkidominum verður so
rættvist sum gjørligt ella sum tað verður sagt á
oljumáli - „a win to win situation“, tvs. at bæði
eigarin og íleggjarin fáa nakað burtur úr. Her er
tað so uppgávan hjá okkara embætisfólki og polit-
ikarum at finna ta rottu javnvágina, soleiðis at vit
tryggja foroyska samfelagnum sín rætt til inntokur
og arbeiði, samtíðis sum vit gera tað áhugavert
fyri teir, sum skulu gera iløgurnar. Afturvendandi
Spurningurin hevur eisini verið, hvorjar treytir før-
oyingar fóru at seta oljufelogunum, sum vilja gera
ogur her. Nú er hetta so meira ella minni greitt,
g tað sýnist ikki sum, at oljufelogini lata seg ræða
av treytunum, hóast tær eru harðari enn tær í
Bretlandi. Sum heild má sigast, at uppskotið til
Komandi útbjóðing verður væl móttikið av umheim-
num. Spurningurin er so, hvat politikararnir siga .
SKATTAREGLURNAR eru nokkso skilagott upp-
settar. pakkanum er partafelagsskattur, fram-
leiðslugjald og serskattur. Royalty er eitt amboð,
ið virkar sum ein bruttoskattur ella framleiðslu-
avgjald. Tað góða við hesum amboði sæð frá
einum foroyskum sjónarmiði er, at landskassin
byrjar at fáa inntokur so skjótt sum oljan fer at
renna, um hon fer at renna. 2% er ikki so hogt, at
tað styggir. Var royalty hægri, so kundi tað verið
trupult at fingið minnni felt at hingið saman.Ein
serskattur í trinum, ið gongur upp til eitt marginal-
skattaprocent uppá góð 57% er eisini skilagóður,
ti tann hægsti satsurin traðkar bert inn, um heilt
stór fund vera gjørd. Tað er gott at hava hettar
inni, hóast menn kanska ikki vænta at gera so
stór fund. Skuldi tað hent at so nógv var funnið,
so hevur man nú eitt amboð at skúma flotan við,
meðan hettar ikki verður relevant, um "elefantar"
ikki verða funnir, og so hevur hesin serskattur
ongan skaða gjort. Hesin serskattur er "just in
case" at Foroyar gerst stórframleiðari. Og er tí
eisini skilagóð planlegging inn í framtíðina.
PARTAFELAGSSKATTURIN uppá 27% er lágur í
mun til grannalond. Var hesin partafelagsskattur
20%, so var kanska pláss fyri einari optión uppá
eini 5% ella meira, eftirsum eitt landsoljufelag uppá
núverandi tiåspunkt sær út til at vera trupult at fáa
igjøgnum, og harafturat kann vera trupult at stovna
við so stuttum skoðbráði. Møguliga eiga tingmenn
at umhugsa júst henda møguleikan við optión, tí
tað vil tryggja foroyska samfelagnum luttoku í
teimum góðu fundunum, sum verða gjørd. Tað er
so eisini greitt, at henda optión bert verður aktuell,
tá olja verður funnin.
Sosialurin
Dånjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein |
Hegni Mohr |
Niclas Johannesen I
Yngd: Jåkup Mørk
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, )
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Alvur Haraldsen Telefon: 311820
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720 |
Sp/t Sosialurin e-mail: post Gsosialurin.fo
Bustadur: Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir
Prent: Sosialurin
Til Anfinn Brekkstein
Tú kann siga, at undirritaði
følir seg raktan, við tað at
eg eri í einari ógvuliga
skuldarbundnari kommunu.
Men eg kann bjóða tær at
koma her á staðið og siga
okkum, hverjar iløgur eru
skeivar. Ikki tí, eg havi ikki
staðið frammi fyri at gjørt
tær, men hevði flakavirkið
ikki verið tikið frá okkum
og lagt stilt, so hevdi staðið
betur til, og so høvdu peng-
arnir ikki verið so søpladir
til, sum tú so skilagott held-
ur teg siga.
So til Kirkjubøar komm-
unu. Hvi i verdini skulu tit
ikki klåra tykkum, hvat
hendir har, er tað ikki so-
leiðis, at ein stórur partur
arbeiðir í Havn. Alt gott um
tað, men tá skuldi verið
nemt at klára seg, tá ið man
kann fara til grannarnar at
arbeiða fyri breyðið og
sleppur frá øllum iløgum.
Eg haldi ikki, tú skuldi verið
so illur, um havnarmenn
hava fingið Tórsvol. Teir
munnu hava verið tykkum
góðir. Tá ið tað stendur so
væl til í kommununi, so
skuldi væl ikki verið nakar
vandi í at drivið henda barn-
agarðin, men eg ivist kortini
í, um tað man standa so væl
til, tí sum tú sigur sjálvur,
so hava tit ikki pengar til at
geva borgarunum reint vatn,
so onkustaðni manglar í.
Annars kundi verið áhug-
avert at vita, hvor framleiðir
meira, ein væl ríkin komm-
una sum Kirkjubøar komm-
una, ella skuldarreyva-
kommunurnar sum Sands
kommuna.
Sólvit Simonsen
N.B. Teir gomlu mundu vit-
að, hvat teir søgdu, tá ið teir
tóku til:
Tað er nemt at rista breið
ar reimar av annans mans
húðum.
Login Oddagrein
Aftan á í oddagreinini í gjár
at hava tikið støðu fyri oðr-
um partinum í eini ósemju
endar oddagreinskrivarin
við hesum orðum:
" Men tað, sum ørkymlar
mest, er, at tað fæst ikki at
vita, hvor veruliga orsøkin
er til arbeiðsósemjuna
Frupuleikin ber brá av
vantandi = samstarvi og
leidslupolitikki.”
Løgid fyrst at taka støðu
í eini Osemju, og so spyrja
hvor trupuleikin er.
Hetta skal kanska skiljast,
sum nýggja objectiva linjan
hjá blaðstjórnini ella kanska
hjá javnaðarflokkinum. tá
tað snýr seg um at verja
vunnin rættindi. Líka mikið.
hvussu hesi rættindi verða
nýtt av nøkrum fáum per-
sónum, so vita vit, at teir
altíð hava rætt. — Oneyðugt
at kanna málið
Tøkk fyri objectivu linju
blaðsins. Nú manglar bert,
at tit eisini nýta slíka grund-
geving, sum eitt íkast í full-
veldiskjaki0. = Hvítubók.
Caragataálitið o.a.. Hvor
veit, um lesarin ikki tá fær
ein greiðari boðskap frá
blaðnum at taka støðu til.
Óli Heinesen
Tórshavnar Býráð - fí ígsjarætlan fyri ár 2000
Undirritadi, ið umboda
Fólkaflokkin innan býráðs-
gátt í Tórshavn, vilja, við
hesum skrivi, geva til kenn-
ar okkara hugsan um karm-
arnar í fíggjarætlanini fyri
ár 2000.
Av tí at floksins umboð í
figgjarnevndini ikki longur
umboðar Fólkaflokkin, eru
vit komin í ta óheldigu
stóðu, at flokkurin ikki
longur er umboðaður í
figgjarnevndini, sjálvt um
hann framvegis er næst-
størsti flokkur í býráðnum.
Hetta er ikki bera óheldugt,
men eisini rættuliga ódemo-
kratiskt. Einki er tó at gera
við tað, soleiðis er skipanin,
og henni mugu vit liva við!
Í fyriliggjandi uppskoti til
fíggjarætlan fyri komandi ár
er skattaprosentið 19, tað
sama sum í ár, og barnafrá-
drátturin er broyttur til
3.500 kr. fyri barnið.
Í rundum tølum verða
útreiðslurnar
* Fyrisiting 24 mill. kr.
* Tekniskar veitingar 58
mill. kr.
* Skúlamál 33 mill. kr.
* Mentan og umhvørvi 20
mill. kr.
* Sosial og heilsumál 16
mill. kr.
* Barnaansing 38 mill. kr.
* Aðrar útreiðslur 14 mill.
kr.
* Reguleringskonto 5 mill.
+ Íløgur 32 mill. kr.
* Tórshavnar Havn 15 mill.
kr.
* Gjøld til landskassan 23
mill. kr.
* Lånsgjøld 61 mill. kr.
Tilsamans 338 mill. kr.
Inntøkurnar eru settar til:
+ Skattur 236 mill. kr.
* Aðrar inntøkur 2 mill. kr.
Tilsamans 338 mill. kr.
Sum tað sæst omanfyri, eru
hetta stór tól. Ongantíð áður
hava útreiðslu- og inntøku-
tølini verið so stór, sum tey
ætlanin verða komandi ár.
Tað er náttúrligt at kostn-
aðurin at reka kommununa
økist, havandi í huga, at
négv liggur å låni frå
kreppuårunum. Eisini skal
havast í huga, at allar lønir
eru hækkaðar rættuliga
nógv.
Kortini meta vit, at øk-
ingin av rakstrinum av
kommununi økist í so nógv.
Somuleiðis kann tað hava
sera óheldiga ávirkan á ar-
beiðsmarknaðin, um
kommunan setir ov nógvar
íløgur í gongd, sum stødan
er. Búskapurin er upp-
hitaður. Ja, hann er heitari
enn gott er. Ov nógvar al-
mennar íløgur nú, er sum at
lata brenni á bálið, so alt
aftur fer upp at k6ka, júst
sum tað gjørdi í 80-unum.
Um vit brúka roknskap-
artølini fyri 1998 og sam-
meta tey við tølini fyri år
2000 síggja vit eina kolo-
sala øking, eftir bert tveim-
um árum:
Ár 1998 Ár 2000
Vøkstur í kr. Vøkstur í %
Rakstur 156 mill. kr. 223
mill. kr. 67 mill. kr. 43%
Høgure 30 mill. kr. 32 mill.
kr. 2 mill. kr. 7%
Rakstur og íløgur 186 mill.
kr. 255 mill. kr. 69 mill. kr.
37%
«/løgurnar uppá 28 mill. kr.
hjá Tórshavnar Havn eru
ikki við her
Kommunan hevur seinastu
árini goldið nógv, fyri at fáa
skuldina = niður. Henda
gongd heldur fram komandi
ár, og er ætlanin at gjalda
40 mill. kr. niður av skuld-
ini, so skuldin við ársenda
ár 2000 er um 310 mill. kr.
Kommunan hevur eisini
knappar 100 mill. kr. inni-
standandi, so um tær verða
tiknar við í roknistykkid,
verður skuld kommunurnar
um eitt ár góðar 200 mill.
kr. Her er skuldin hjá dag-
stovnunum, ið er knappar
50 mill. kr., ikki tíkin við.
Tað verður torført nú, at
skarva nógvar milliónir av
karmunum fyri komandi ár,
men so mikið meira umráð-
andi er, at rakstur komm-
unar ikki framhaldandi
økist. Tiverri vísir tað seg,
at tá inntøkan er stór, verður
raksturin somuleiðis stórur,
ja, ofta alt ov stórur.
Okkara uppskot er, at
skattaprosentið lækkar
komandi ár við einum pro-
senti, niður á 18. Tað at
lækka skattaprosentið við
einum, vil geva kommununi
eina minni inntøku uppá 18
mill. kr., sum komandi ár
skal gjaldast av innistand-
andi.
Ein skattalætti vil serliga
koma teimum lág- og mið-
alløntu lónmóttakarunum til
góðar. Tað má vera rætt, at
vanligi borgarin fær ágóðan
av góðum tíðum. Hví skal
kommunan kunna gjalda
skuld niður sum ongantíð
fyrr, ímeðan borgarin ikki
kann fáa sama møguleika?
Vinarliga
"ólkafloksumboðini í
Térshavnar byråd
Jan Christiansen
Kartin Dahl
Påll Petersen