hósdagur 2. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 2. desember 1999
Má arbeiða eftir
politiska viljanum
tíðindablaðið
Hans Biskupstø, leiðari á Lansverkfróðingsstovninum, sigur seg sum alment
settan stjóra ikki kuna tala politiska viljanum ímóti, og tí góðtekur hann
anlegslógina
JOHN JOHANNESSEN
Landssstýrið hevur nú
gjørt greitt, hvat tað vil, og
fari eg sum alment settur
stjóri at taka avgerðina hjá
myndugleikunum til eftir
tektar.
Hans Biskupstø, leiðari á
Landsverkfrødingsstovni
num, vil ikki gera stórvegis
viðmerkingar til, at lands-
stýrið nú hevur samtykt an-
legslógina: Lógina, ið gevur
partafelagnum Vágatunnilin
heimild at gera undirsjóv-
artunnilin undir Vestmanna-
sundi.
Sleppa við kortini
Hóast anlegslógin leggur
upp til, at tað er P/F Vága-
tunnilin, ið skal standa fyri
øllum projektinum, er av-
tala gjørd millum P/F Vága-
tunnilin, Vinnumálastýrið
og Landsverfrødingin um,
at Landsverkfrødingurin
skal standa fyri vegagerðini.
Tískil sleppur Landsverk-
fróðingurin kortini at vera
við í arbeiðinum.
Hans Biskupstó hevur
vónir um, at Landsverkfrød-
ingurin í stórri mun enn
hetta sleppur at vera við í
arbeiðinum. Hann vísir á, at
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum skal góðkenna
sjålva verkætlanina, og
væntar hann i hesum sam-
bandi, at landstýrismaðurin
fer at leita sær serkunnleika
hjá Landsverkfróðinginum.
- Spurningurin í hvussu
stóran mun vit vera við í ar-
beiðinum er ein spurningur
um, hvussu nógv vit kunnu
semjast við myndugleikar-
nar um, sigur leiðarin á
Landsverkfrødingsstovni
num.
Skal fyri tingið
Enn er anlegslógin bert
samtykt í landsstýrinum, og
tískil er viðgerðin í tingi
num enn eftir. Lógarupp-
skotið er borið niðan í ting-
ið, og verður tað væntandi
lagt fyri tingið á ting fundi-
num í dag ella seinni í viku-
ni.
Hóast Tjóðveldisflokkur-
in í landsstýrinum hevur
verið við til at samtykkja
lógaruppskotið, er ikki vist,
at Tjóðveldisflokkurin á
tingi í eins stóran mun fer
at taka undir við uppskoti-
num. Formaður Tjóðveldis-
floksins, Heini O. Heinesen,
hevur fyrr meldað út, at
hann er ímóti anlegslógini,
og at hann tískil ikki fer at
atkvøda fyri uppskotinum.
Heini O. Heinesen hevur
fyrr sagt við Sosialin, at tað
eftir hansara sannføring er
Landsverkfrødingurin, ið
hevur serkunnleikan at gera
tunlar í Føroyum, og tiskil
heldur hann tað vera upp-
lagt, at Landsverkfrøding-
urin skal standa fyri arbeiði
num.
Leiðarin á Landsverk
Altjóða dagur
teirra brekaðu
Í sambandi við at 3. des-
ember er altjóða dagur teirra
Brekaðu, hevur Ráðið fyri
Brekað og landsstýrismað-
urin í almanna- og heilsu-
málum avgjørt at útgeva
bóklingin: >ST-Fyrimynd-
arreglur um at útvega javn-
líkar møguleikar fyri brekað
fólk< á føroyskum.
Fyrimyndareglurnar hjá
ST vóru samtyktar á 48. al-
tjóða aðalfundinum 20. des-
ember 1993 og hava til
endamåls at seta nøkur
stevnumið, sum eins og al-
heims viðurkendi manna-
rættindasáttmálin, skulu
tryggja rættindi teirra brek-
aðu og javnstødu teirra.
Til dømis áseta ST-Fyri-
myndarreglurnar, at vit al-
samt og støðugt eiga at gera
vart við tørv og rættindi hjá
brekaðum, og at brekaðum
verður tryggjað viðgerð,
endurbúgving og annan
stuðul, soleiðis at tey kunnu
ver auppi í øllum á jøvnum
føti við onnur i samfelags-
lívinum.
Hesar fyritreytir verða
fylgdar av itøkiligum leið-
beiningum um, hvussu vit
veita tryged fyri, at brekað
kunnu fara ótarnað í ger-
andisdegnum, og hvussu vit
tryggja øllum fullgóðan
møguleika til vitan, kunning
og samskifti, eins væl og til
útbúgving, arbeiði, inntóku-
trygd og almanna trygd,
familjulív, mentan, fritid,
ítrótt og átrúnað.
ST-Fyrimyndarreglurnar
geva itøkiliga leiðbeining,
sum stjórnir og aðrir mynd-
ugleikar við politiskari
ábyrgd beinleiðis kunnu
brúka sum grundarlag undir
meiri tilvitsku og framtaks-
semi í politikki teirra brek-
aðu.
ST-Fyrimyndarreglurnar
eru ikki bindandi, sum ein
alheims millumlandasátt-
máli, men tað tign tær hava
fingið av viðtókuni á ST
aðalfundinum, ger tær til
eitt týdningarmikið amboð
Stórt matbingo
Stórt matbingo verður í
B36-húsinum í
kvold
klokkan 19. Peningurin,
sum kemur inn, fer til dan-
markarferðina hjá ung-
dómi í B 36 næsta summ-
ar. Næsta ár fara aftur
gentur og dreingir hjá B
36 at vera við í tveimum
summarkappingum í Dan-
amark. Frammanundan er
skipað fyrifirmafótbolts-
í gongdini um javnstødu og
rættindi teirra brekaðu
Fyrimyndarreglurnar um-
boð nakrar leiðbeiningar og
stevnumið fyri brekað, ið
kunnu gerast alheimssið-
venja, tá ið fleiri lond nýta
tær.
Nú ið ST-Fyrimyndar-
reglurnar eru tyddar til før-
oyskt, fáa tær beinleiðis
ávirkan á framtakssemi og
avgerðir á øllum økjum í
samfelagnum.
Við hesum kunnu Fyri-
myndarreglurnar eisini fáa
avgerandi týdning fyri lívs-
korini hjá brekaðum i Før-
oyum.
Í sambandi vid útgávuna
verður almenn m6ttøka tann
3. desember kl. 8.30 í Al-
manna- og heilsumálastýr-
inum, Eirargarður 2, 2.
hædd, har forkvinnan í
Ráðnum fyri Brekað, Laila
Solmunde, handar lands-
stýriskvinnuni, Helenu
Dam á Neystabø, bóklingin.
Øll eru vælkomin.
kapping, innandurakapp-
ing ogsølutiltøkum, eins
og fleiri onnur tiltøk eru á
skránni næstu mánaðirnar.
frødingsstovninum, Hans
Biskupstø, vil ikki leggja
seg út í ósemjuna um an-
legslógina, men vísir á, at
eggið, sum nú er samtykt í
landsstýrinum ikki verður
ungi fyrr enn eftir tingvið-
gerðina.
Hans Biskupstø, leiðari á
Landsverkfróðingsstovni
num, vil ikki leggja seg út
í ósemjuna um anlegs
lógina. Hann sigur seg
sum alment settan leiðar
hava skyldu at góðtaka
avgerðirnar hjá myndug
leikunum
}
|
Wrangler-skógvar
fært tú hjá okkum
=; Handilskjarnin
N. Finsensgøta 8 + Tlf. 317919
www.handilskjarnin.fo