hósdagur 2. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 2. desember 1999
Trætan á Toll- og Skatt:
tíðindablaðið
Einki nýtt at frætta
Hóast long tíð er fráliðin, síðani trupuleikarnir byrjaðu á Toll- og Skatt, so
gongur eftir øllum at dóma meiri enn striltid at fáa glid á samráðingarnar
um eina loysn av málinum. — Einki nýtt er at frætta, sigur Gunnleivur Dals-
garð formaður Starvsmannafelagsins
SVEINUR TRÓNDARSON
Hiðani er einki nýtt at
frætta, sigur Gunnleivur
Dalsgarð um málið millum
Starvsmannafelagið = og
Toll- og Skatt.
Trætan á innkreyjingar-
deildini gongur nú á aðru
viku, og einki røkist enn fyri
eini loysn.
Seinastu dagarnar tykist
málið kortini vera farið ikki
sørt av sporinum, og tað er
just tad, sum Gunnleivur
Dalsgarð er ónøgdur við í
løtuni.
Hann vísir á, at álitisfólk-
ini á stovninum bara hava
gjørt sína skyldu og brúkt
heimildirnar tey hava í sátt-
málanum.
— Tey hava heitt á okkum,
um ein fund, hava fingið
fundarboð og eru komin á
fund saman við starvsfeløg-
unum. Tað kunnu tey ikki
burturvísast fyri, sigur for-
maðurin í Starvsmannafel-
agnum, sum er ikki sért
uppøstur um, at leiðslan á
Tolli- og Skatti ikki heldur
seg til spælireglarnar.
Hann vísir á, at leiðslan á
folli- og Skatti eigur at
halda seg frå at burturvisa
fólki sum gera sina fakligu
skyldu.
Ti tykist trupulleikin í løt-
uni hava flutt seg frá at
snúgva um eitt mál um ein
deildarleiðara til eitt prin-
sippmál um hvat starvsfólk
kann ella ikki kann gera tá
tey eru vald til álitisfólk.
- Málið fór av sporinum
tá stovnsleiðslan burturvísti
álitisfólkunum og vit mugu
fyrst og fremst fáa tað upp
á beint, sigur Gunnleivur
Dalsgarð.
Hann leggur afturat, at tað
ber heilt einfalt ikki til at
tosa um eina loysn ella ikki
tá starvsfólk vera burturvíst,
og at tað veit stovnsleiðslan
væl.
— Tí má tað fáast upp á
pláss fyrst, sigur Gunnleiv-
ur Dalsgarð.
Við mest fram-
komnu útgerðin
- | hábærsligum
sniði
Hvussu langt fara tit fyri
at fáa eina loysn. Kann tað
hugsast at tit fara í verkfall
um tað skuldi verið?
Tað havi eg onga við-
merking til, sigur Gunnleiv
ur.
Uppbakning frá
ødrum feløgum
Annars fær Starvsmannafel-
agið uppbakning frá øðrum
almennum fakfeløgum í
sambandi við trætuna.
A fundi hava hini al-
mennu fakfeløgini gjørt
eina nidurstødu, sum sigur,
at tey métmøla harðliga, at
vunnin rættindi verða nið-
urbrotin.
— Sáttmálin sigur heilt
greitt, at tá ósemja er um
mál millum leiðsluna og ál-
itisumbodini, hava ålitisum-
bodini rætt og skyldu til at
leggja ósemjuna/málið fyri
fakfelagið, verður sagt í
skrivinum.
Eisini gera tey vart við,
at tey ongantíð fara at góð-
taka, at ålitisumbod vera
hótt við starvinum ella upp
søgd vegna teirra lógliga ar-
beiði, sum er álagt teimum
sambært sáttmálanum.
Fakteløgini vilja vid hes
um lysa sin fulla studul til
álitisumboð og starvsfólk á
innkreyjingardeildini á Toll-
og Skattastovuni, siga tey
Oli Heinesen ikki
at fáa fatur á
Sosialurin royndi allan fyrr-
apartin at fáa fatur á Ola
Heinesen, stjóra á Toll- og
Skatt, men tað bar ikki til.
Boðini vit fingu tá vit
ringdu á skrivstovuna vóru,
at Oli Heinesen hevði einki
at siga fjølmiðlunum. Einki
nýtt var hent í málinum, og
ti heyði hann einki at leggja
afturat.
Hóast vit løgdu boð vendi
Oli Heinesen ikki aftur til
okkara í gjár.
Vit fara kortini framhald-
andi at royna at fáa eina
viðmerking frá stjóranum á
Vælkomin til ein royndartúr
- Einki nýtt er at frætta, sigur Gunnleivur Dalsgarð
formaður Starvsmannafelagsins
Toll- og Skatt, um hetta mál,
sum nú næstan hevur vart í
tvær vikur.
J. Broncksgeta 15 - Tlf. 310600
Sosialurin - 311820