hósdagur 2. desember 1999síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið
Nr. 230 - 2. desember 1999
Viðmerking:
Við Samhaldsfasta fáa vit tað bestu
og biligastu eftirlønarskipanina
Økja vit inngjaldið til Samhaldsfasta stig fyri stig upp í 5% frå hvørjum parti, verður útgjaldið
tað 10-dupulta longu eftir 5
Tað eru nú skjótt hálvtannað
ár síðani landsstýriskvinnan
Imannamálum, Helena
i Neystabø, boðaði frá
stórlátaðu ætlanum
um ein pensionsreform á la
fólkatrygging, sum skuldi
endavenda ollum pensjóns
viðurskiftum her á landi
Hóast henda ætlan hevur
verið brennideplinum í
Nvorjum emasta orðaskifti.
sum verið hevur um pen-
SIOÐSY durskifti og eldra
rhøvur. so
3) bor 10 til 2
Dam
sinum
ð út um gitingar - og
við - í
Og tað
hesum tjakinum
hevur verið av teirri ein-
rsøk, at landsstýris-
hevur hildið tað itøk-
nnihaldið í hesi ætl-
u fyri seg sjálvan.
Samgongumenn
hava válað í villareiði
Sjálvt hennara egnu sam-
gongufelagar hava válað í
villare1ði gjøgum orðaskift-
ini og tosad í allar ættir,
tjóðveldismenn í eystur,
fólkafloksmenn í vestur og
sjálvstýrismenn upp í loft.
Tað hevur verið fastur kost-
ur undir orðaskiftunum í
løgtinginum. Og fyri hesum
fekst eisini sjón fyri søgn,
tá fakfelagssamtakið, tann
sonevndi 7-mannabólkurin,
herfyn stevndi umboðum úr
ollum flokkum á fund í
Norðurlandahúsinum at
kunna nevndarlimirnar i
fakfeløgunum um tær pol-
itisku ætlaninar á eftirlønar-
og pensjonsøkinum. Tá sótu
samgonguumbod so nakk-
alangir. Hvat landsstýrið
ætlaði kundi ongin svara
uppá, tí Helena var á fundi
í Stockholm !
At spæla blunda og
krógva við Helenu
Nú hesa seinastu tíðina hev-
ur landsstýriskonan aftur
dúgliga forst seg fram við
sínum pensjónsætlanum, í
bløðunum, útvarpinum og
sjónvarpinum. Framvegis
einsamallur leikari á pall-
inum. Framvegis uttan at
koma fram við ti itøkiliga
innihaldinum i ætlanum. T6
so, hon sleppur einum
snippi nå og ødrum tå, men
ætlanina i síni heild og í
ollum staklutum vil hon ikki
út við. Heldur ikki í kvold,
nú hon aftur hevur verið í
miðdeplinum í útvarpssend-
ingini "Føroyar í dag —
Føroyar og framtíðin". Tað
var sagt at sendingin "við-
gjørdi pensjónsreformin hjá
landsstýrinum" — ein re-
form sum enn er eitt loynd-
armál. Utvarpsmonnunum
hevði hon givið nøkur tøl
og tíðindi, sum í hvussu so
er ongin uingmaður hevur
hoyrt nakað um. Og sama
árum
verður skilið í morgin. Tá
fer hon ótvað bæði í Fimm-
aranum í útvarpinum og í
Krosskasti í sjónvarpinum,
at tosa vítt og breitt um sínar
pensjónsætlanir ætlanir
sum hvorki hinir luttakar
arnir ella onnur, sum hava
áhuga í málinum, kenna
innihaldið í og tí sjálv-
sagt eisini hava ilt við at
viðgera ella taka støðu til
Jú, landsstýrisskonan hevur
sanniliga skipað leikin, so
hon hevur frítt spæl, meðan
allir aðrir luttakarar skulu
hava bind fyri eyguni
Vorðið sum treytir fyri
demokratiskum orðaskifti!
Samhaldsfasti bíligasta,
einfaldasta og muna-
besta eftirlonarskipanin
Eitt stendur tó rimmarfast í
ætlanini hjá landsstýriskon-
uni. Og tað er at samhald-
sfasti eftirlønargrunnurin
skal likviderast. Alt annað
tey bítast og klórast um —
í hesum tykist at verða
semja millum tjóðveldis-
flokk, fólkaflokk og sjálv-
stýrisflokk: Fæið í Sam-
haldsfasta skal ognartakast.
Og Samhaldsfasti skal av-
lívast, tí slíka skipan vil man
ikki vita av í tí nyliberalist-
iska pensjónsreforminum,
fólkafloksins og nú alt
landsstýrisins fólkatrygg-
ingarskipan.
Tað eru einans nýliberal-
istiskar hugsjónarligar
grundir hjá samgonguni at
beina fyri Samhaldsfasta.
Allar aðrar grundir tala fyri,
at ein útbygging av Sam-
haldsfasta er so nógv tann
skjótasti, so nógv tann ein-
faldasti, so nógv tann bílig-
asti og so nógv tann muna-
besti mátin at bygt upp eina
sterka og góða eftirlønar-
skipan, aftrat teirri verandi
fólkapensjónsskipanini.
Individuellu eftirlønarskip-
aninar eru fløktar og dýrar
Júst tí at allar hinar eftir-
lønarskipaninar eru indivi-
duellar, eru tær fløktar at
umsita. Og ógviliga dýrar
at umsita, eini 8-10% í um-
sitingarkostnaði, móti 0-1%
av Samhaldsfasta (hann
hevur onga sjålvstøduga
umsiting, ti inn- og útgjøld
verða avgreidd beinleiðis
saman við samtíðarskatta-
skipanin). Hinar eftirløn-
arskipaninar eru drúgvar at
byggja upp, til tær muna —
Samhaldsfasti virkar bein-
anvegin við hækkaðum út-
gjaldi, so hvort inngjaldið
verður hækkað.
Og at Samhaldsfasti sak-
tans kann verða ein muna-
góð skipan eftir stuttari tíð,
sæst av hjástandandi talvu:
Inngjaldið frá hvørjum
parti verður hækkað líðandi
við | % um árið upp í 5%
Samhaldsfasti arbeidsmarknadareftirlønargrunnurin:
| Inngjald í %| Inngjald Urgjald
| frá % frá kr. mánaðarliga
| mv lentakara
Í —r Í
1999 sum | 560
| nú |
| 1999 1 1 1.050
| broytt | i
|- 000 | 2 FS | 2.150 |
| 2001 I 3 5 1 3.340
| 2002 | 4 4 4.660
| 2003 5 1 5 6.030
| 2004 F 5 5 6.330
| 2005 5 5 6.650
|| 2006 Í 5 } 5 6.980
2007 | 5 5 | 7.330 |
2008 5 | 5 7.700
2009 | 5 5 8.100
2010 | 5 | 5 8.500 |
Kelda: Svar til min frå Stýrinum fyri Arbeidsmarknadareftirlønargrunnin, pr.
224.06.1999.
T.v.s. við hesi stigvísu = verið 11.760 kr. til stók og — til at røkka tí endamålinum,
hækking av inngjaldinum í = 10.580 kr til hvønn av hjún- = at veita øllum eina góða eft-
Samhaldsfasta, verður út- um! irløn,
gjaldið meir enn 10-falda
longu eftir 5 árum!
Og tað er væl at merkja,
at hetta er tað samhaldsfasta
útgjaldið, sum er til hvønn
einasta borgara í pensjóns-
aldri, uttan mun til hvussu
nógv hvor einstakur hevur
goldið inn í skipanina
gjøgnum sitt lív.
Einar 11.000 kr månad-
arliga vid Samhaldsfasta og
fólkapensjónini eftir 5 árum
Aftrat = Samhaldsfasta
kemur so fólkapensjónin.
Hon verður 1.jan.2000 við
grundarupphædd og viðbót
umleið 5.730 kr. til støk og
4.550 til hvønn av hjúnum.
T.v.s. at i 1999-krénum
kundi mánaðarliga útgjaldið
úr Samhaldsfasta + fólka-
pensjónin longu eftir 5 árum
Einar 13-14.000 kr mán-
aðarliga við Samhaldsfasta
og fólkapensjóninj eftir 12
árum.
Vit síggja eisini av yvir-
litinum, at við óbroyttum
inngjaldið heldur útgjaldið
úr Samhaldsfasta við at
veksa, soleiðis at tá vit eru
komin fram til ár 2010 verð-
ur mánaðarliga útgjaldið úr
Samhaldsfasta heilar 8.500
kr. Saman við fólkapen-
sjónini heyði tað verið ein
upphædd svarandi til ídag
14.230 kr um mánaðin til
støk og 13.050 kr til hvønn
av hjúnum !
Tað ber væl til við Sam-
haldsfasta — um man vil,
er eitt politiskt val
So at siga tað, at Sam-
haldsfasti ikki kann brúkast
tað passar rætt og
slætt ikki. Tað er einans ein
spurningur um politiskan
vilja.
Vil t.d. Tjóðveldisflokk-
urin offra Samhaldsfasta til
frama fyri ta fólkatrygging-
arskipanina hjá landsstýri-
num, so er tað eitt klárt og
týðiligt politiskt væl, sum
verður gjørt. Ikki ti at tað
ikki ber til við Samhalds-
fasta, men tí man ikki vil
við Samhaldsfasta. So ein-
falt er tað.
Við Samhaldsfasta og
fólkapensjónini hava vit so
eina pensjónsskipan, sum
nøktar ta grundleggjandi
trygdina hjá ollum, uttan
mun til hvørja inntøku tey
hava havt gjøgnum lívið.
Teimum bólkum ella feløg-
um á arbeiðsmarknaðinum
sum so aftrat hesum ynskja
eina betri, tvs. stórri eftir-
løn, stendur tað frítt at gera
egnar eftirlønarskipanir á
tann hátt, sum tey ynskja tað
(uttan tó at hesar verða lut-
víst fíggjaðar av skattaskip-
anini sum ídag). Slíkar skip-
anir eru jú nógv feløg, sum
hava longu ídag. Tað kann
sjálvsagt gerast ov kostnað-
armikið hjá hesum, sum í-
dag hava góðar eftirlønar-
skipanir, at nú eisini skula
gjalda 545% til Samhalds-
fasta. Trupulleikin kann tó
ikki verða stórri enn so, at
tey árini Samhaldsfasti líð-
andi verður útbygdur, kann
ein partur av hesum verandi
eftirlønarskipanunum flyt-
ast yvir í Samhaldsfasta.
Sostatt kunnu í framtíðar
eftirlønarskipanini verða 3
tættir:
Fólkapensjónin + Sam-
haldsfasti + evt. sjålvbodin
eftirlønartrygging.
Men fyrst og fremst snyr
tad seg um, at uppbyggja
tad skipanina, sum veitir
øllum borgarum ta grund-
leggjandi trygdina, við fólk-
apensjónini og Samhalds-
fasta. So kunnu tey sum
hava ráð og vilja brúka pen-
ing til tess, sjålvi gjalda tað
tryggingina omanå, tey
halda seg hava brúk fyri og
ráð til.
Hans Pauli Strøm
javnaðartingmaður
Snaring
Summir skandalujournalist-
ar duga sær ikki afturhald,
tá tað ræður um at snara tí,
sum onkur hevur sagt við
teir, heldur enn at endurgeva
so rætt sum gjørligt tað, sum
tann spurdi svarar.
Mánadagin ringdi John
Johannessen á Sosialinum
til mín og segði seg hava
fingið fatur á einari søgu.
Hon gekk út uppá, at Løg-
tingið fór at keypa ting-
monnum eina teldu í part.
Hesum kundi eg vísa aft-
ur. Men eg kundi upplýsa,
at eg hevði biðið nakrar fyr-
itókur givið tilboð uppá eina
góða teldu, so at tingmenn
kundu fáa møguleika fyri
egna rokning at keypa eitt
ávíst tal av teldum. Tað
væntaði eg fór at geva
hampiliga stóran avsláttur.
Síðani prátaðu vit um
teldumøguleikar og heima-
teldur sum heild. John Jo-
hannessen man ikki hava
verid serliga væl nøgdur
við, at tingmenn ikki skuldu
fáa okkurt serligt burtur úr
hesum tiltaki. Tað hevði jú
verið ein góð søga at kunna
sagt fólki, at tingmenn
skuldu hava ókeypis teldur.
Ikki sannheit?
Tí fær hann hesar setn-
ingar flettaðar inn:
“Finnbogi Ísakson heldur
tó, at málið um ókeypis teld-
ur til tingfólk eigur at við-
gerast... Haraftrat nemur
tingformaðurin við spurn-
ingin, um tað er rímiligt, at
starvsfólk á privata arbeiðs-
marknaðinum skulu hava
betri sómdir enn til dómis
tingfólk."
Hetta er snaring, so tað
forslær. Orðið "farteldu”
nevndi eg ikki (tað var
hansara orð). Haraftrat havi
eg ikki borið privata ar-
beiðsmarknaðin saman við
tingfólk.
Tað, sum eg segði - í tí
generella partinum av prát-
inum - var, at tað almenna
eigur at umhugsa, um ikki
almenn — starvsfólk, á
summum arbeiðsplássum ið
hvussu er, eiga at fáa somu
teldumøguleikar sum
starvsfólk á teimum stóru
privatu fyritøkunum. Verður
tað ikki gjørt, kann tað
Z 5 8 då
henda sí seg, at fólk í almenn-
ari tænastu vera verri fyri
enn tey á privata arbeiðs-
marknaðinum.
Mær dámar betur ikki at
verða endurgivin í blødu-
num enn at verða skeivt end-
urgivin.
Finnbogi Ísakson