Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. desember 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 He Nr. 230 - 2. desember 1999 tidindabladid Viðmerking: 11 Samgongan í Klaksvíkar Býráð prioriterar ikki barnaansing — uppskot frá andstóðuni fall A býráðsfundið mána- kveldið tann 29 november var fíggjarætlan ár 2000 til viðgerðar, tvey uppskot vóru at taka støðu til, sam- gongan hevði eitt uppskot og andstødan heyði eitt alternativt uppskot. Atkvøtt var fyri hvørjari grein sær ið andstødan hevdi skotið upp, og tað var ikki sørt hugvekjandi at síggja at uppskot um økta barnaans- ing og øking av sosialu deild á býráðnum vóru feld av samgongumeirilutanum, uppskot um at bóta um við- urskiftini hjá kommunu- læknunum fekk somu lagnu. Nógvar av teim stóru í- løgunum vóru vit samd um tó vóru ávísir munir, eg vil her bert vísa á nakrar av hesum munum: sí talvuna Kelda: Fíggjarætlan ár 2000 Klaksvíkar Kommuna dag- fest 26. November 1999. Fyrst má eg koma við eini rættleiðing til tíðindini í Ut- varp Føroya um at sam- gongan hevur sett 3. Mió av til Læknamidstød, sum sæst á omanfyrinevndu talvu, so er upphæddin 500.000 Nøga t tstykking Helnabrekka Havnaøkid Anir Heildarupphædd vegir Umb. Ziskatrød Ú tbygging Osáskúlin Læknamidstød Vidtaluhølini Norðoya Banka Nýggj Barnaansing Sosiala deild (umsiting) 800.000 2 500 000 650 0060 2.600.000 2.000.000 3.500.000 450.000 500.000 0 0 110.000 krónur. Andstødan helt at henda upphædd ferð ikki at geva nakrar bøttar umstød- ur, allarhelst røkka tær bert til ný/umprojektering og tí kann henda fløga bíða eitt ár og ístaðin skutu vit upp at nýta pening til at gera umstødurnar hjá verandi læknum nøktandi. Viðvíkjandi barnaansing, so er stødan í Klaksvík tann, at á bíðilista standa umleið 140 børn. Hesi byta seg so- leiðis í aldursbólkar : 0-3 ár 90 børn, 3-7 ár 34 børn og 7-9 år 15 børn. Orsøkin til, at børn 7-9 år eru tikin við er, at bæði Mylnuhúsið og Dagrøktin hava pláss til henda aldursbólk. Um uppskot Landsstýris- 2 500.000 I 500 000 2 500 000 I 800.000 3.500.000 1.000.000 1 000.000 dstøda 900.000 500.000 0 110.000 ins at leggja út umsitingina og raksturin av barnaans- ingini til kommununar pr. | januar ár 2000 verður verðuleiki, so fær Klaksvík- ar Kommuna góðar 3. Mió í sín part. Men so skal eisini havast í huga, at kommunan av hesum peningi skal gjalda 70% av útreiðslunum til ansing og hartil skal seta fólk til at umsita økid, so kunnu vit gita hvussu nógv ar peningur verður eftir til øking av ansingarplássum i år 2000, eg vil meta at umleið eini 1,2 mió verða eftir til sjálva ansingina Ti vildi andstødan priori tera ørdvisi, omanfyri nevnda upphædd er alt o lítið at nýta til at loysa henda trupuleika , tí settu vit pening av til umsiting og 1. Mió aftrat peninginum frá landinum til nýggja barnaansing. At hetta er nokk halda vit heldur ikki, men 2,5 mió hjálpa meir enn 1,2. Henda upphædd halda vit er minstamark ein kann játta til ansing kom- andi ár, um vit skulu kunna siga at vit arbeiða miðvíst fyri at loysa trupuleikan. Við at økja sosialu deild høvdu vit eisini fingu orku til at sett ein felags bíðilista á stovn, hetta er alneyðugt um nøktandi styring av øki- num skal vera og ikki minst nøktandi tænastustøðið til foreldrini. Hetta er ikki kri- tikkur av nøkrum stovnið, men at brúkarnir bert skulu venda sær eitt stað og at oll pláss eru í eini samlaðari pulju er best fyri allar partar At tað er ein partur av kvinnunum ið kommununi ið ynskja at sleppa út á ar beiðsmarknaðin . og tað kann ein vænta við 140 børnum á bíðilista, og verða forðaðar í hesum vegna vantandi ansingarpláss er at gera mismun millum kynini eins og tað rakar tær og kommununa fíggjarliga. Ti vildi økt barnaansing verið ein íløga ið loysti seg eisini fyri Klaksvíkar Kommunu. Tað var henda mismun ið andstødan vildi royna at fáa av vegnum við uppskotinum um økta barn- aansing, men soleiðis ynskti samgongan tað ikki Eyðgunn Samuelsen býráðslimur Fyrsta jólaoratoriið Nú sunnukvøldid 5. desem- bur verður forvitnislig frumframførsla av stórum kórverki í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Fyri fyrstu ferð fáa føroyingar høvi at hoyra eitt jólaoratorium, ið er skrivað her heima á klettu- num. Tað er Jóhan Mortensen, sum hevur komponerað kór- verkið "Føroyskt jólaorator- um" — beinleiðis til tekstir í bíbliuni, ið hava við jólini at gera. Jóhan hevur eisini sett út fyri blandað kór og skrivað orkesturtónleikin, samstundis sum hann hevur staðið fyri kórvenjingunum. Til framførsluna fer hann at stjórna kóri og orkestri. Farið varð undir kórvenj- ingarnar = um miðjan septembur. Fólk hava sum tær undanfarnu ferðirnar tikið dyggiliga undir, so- leiðis at kórið telur einar hålvthundrad sangarar. Við miklum ágrýtni hevur kórið tikið hesa krevjandi upp- gávu upp á seg. Til fram- førsluna verða eisini fleiri tónleikarar við — bæði strúkarar og floytur. Tá tosað verður um jóla- oratorium, verður altíð hugsað um eina framførslu við bæði kóri og solistum. Soleiðis verður eisini í hes- um førinum. Tveir solistar verða at hoyra, ein kvinnu- ligur og ein mannligur. Kvinnurøddina eigur Berg- hild Poulsen, ið flest oll munnu kennna frá mongum framførslum hesi seinastu árini. Hannis Hansen, ið hevur sungið til mong møt- ini kring landið, fer at syngja mansrøddina. Um- framt at syngja solo fara tey bæði at syngja tvær duettir saman. Frumframførslan av kór- verkinum "Føroyskt jóla- oratorium” verður í Fríð- rikskirkjuni sunnukvøldid 5. desembur klokkan 19:30. Byrjað verður stundisliga. Umframt frumframførsluna verða konsertir í Vestur- kirkjuni leygardagin 11. de- sembur klokkan 16:00 og í kirkjuni í Gøtu sunnukvøld- 10 12. desembur klokkan 19:30 Royking er ikki bara ein sigarett oman á dogurða ÓLAVUR Í BEITI Finnur Helmsdal, løgtings- madur, hevur sett Helenu Dam å Neystabø fleiri spurningar um tubbaks- nytslu og vil m.a. hava at vita frå almanna- og heils- umálaráðharranum, hví nevndin í Tubbaksráðnum hevur verið so lítið aktiv seinastu nógvu árini? Eisini vil hanna hava at vita, hví so lítið fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt í mun til tubb- aksnýtslu her á landi? Er tað landsstýrið, sum vektar hendan partin av fyribyrgj- andi arbeiðinum so lágt í mun til onnur oki? Og Finnur Helmsdal vil hava at vita frá Helenu Dam á Neystabø, hverja trygd landsstýrismaðurin kann veita fyri, at meira fyri- byrgjandi arbeiði í mun til tubbaksnýtslu fer at verða útint her á landi. Og ber tað landsstýrismanninum til at vera itøkiligur í hesum sam- bandi? Eru tað somu per- sónarnir, sum higartil hava myndað mesta av fyribyrgj- andi arbeiðinum, ið skulu mynda fyribyrgjandi ráðið? Í viðmerkingunum tl fyr- ispurningin nevnir Finnur Helmsdal aðalstjóran í WHO, Gro Harlem Brundt- land, sum hevur sett tubb- akið ovast á dagsskránna. Orrustuna móti tubbaks- nýtsluni og tubbaksídnaði- num. — Brundtland hevur kunn- gjørt, at hon fer at knæseta eitt altjóða tiltak tvørtur um landamørk, ein millumtjóða heilsusáttmála, ið hevur sum endamál at fáa tubb- akið burtur. Millumtjóða heilsusáttmálin skal ganga undir heitinum: UTTAN ROYK. Bulurin í hesum til- taki er upplýsing um vand- ar, fyribyrgjandi tiltók og ikki minst eggjandi boð- skapir, ið fáa viðkomandi persónar at viðvirka. Skakandi tøl Finnur Helmsdal visur å, at hvort år gerast milliónir av fólki meira og minni álv- arsliga sjúk av tubbaks- nýtslu. Eisini fólk, sum ikki sjálvi eru nýtarar. Ar- liga doyggja umleið 3 mill- iónir av hesum ávum kring allan heim, herav 1,2 mill- ionir í Evropu. Um tubb- aksnýtslan sleppur at halda fram ótarnað, fer hetta tal at tvífaldast næstu 20 árini. — 46 statir í USA hava lagt sak móti tubbaksídnaði- num, sum er dømdur at gjalda 1400 milliardir krón- ur i endurgjaldi fyri heilsu- kostnad. Hesin peningur skal gjaldast komandi 25 årini. Hesi tøl siga okkum nakað um, hvussu stóran skaða tubbaksnýtslan elvir til, men eisini nokk so nógv um, hvussu nógvur peninur er í hesum ídnaði. — Tubbak er eisini ova- laga á breddanum innan ES, har teir júst hava gjørt av, at í seinasta lagi ár 2003 skal prentast á hvønn sigarett- pakka: ROYKING DREP- UR. Men meðan stórur partur av umheiminum er farin í mikla orrustu móti tubbakinum ella rustar seg til slíka, so tykjast føroysku myndugleikarnir enn ikki at hava sett sær nøkur itøkilig mál hesun viðvíkjandi. Herðaklapp Hesi orð skulu íkki á nakran hátt skilkjast sum álop á ella niðurgering av tí fyribyrgjandi arbeiði, sum verður gjørt her á landi. Ráðgevararnir hjá t.d. Rús- drekka- og narkotikaráð- num og Ráðnum fyri ferðsl- utrygd skulu fáa øll tey herðaklapp, teir hava uppi- borið, fyri eitt gott og sam- felagsgagnligt arbeiði. Men vit kunnu ikki áhaldandi lata sum um, at royking bara er ein sigarett oman á døgurda ella aftur við einari øl. Royking er ein so álvarslig lívs- og heilsu- hóttan, at vit mugu og skulu gera nakað munagott fyri- byrgjandi arbeiði - beinan- vegin. Tað er ikki bara mín von, at landsstyrismadurin fer at geva mær eitt positivt og nytiligt svar. Eg vóni, at alt tingið fer at taka hesi orðini til sín og taka i tøkilig stig i tråd við innihaldið í millumtjóð heilsusáttmálanum hjá Gro Harlem Brundtland, sigur Finnur Helmsdal m.a. í við merkingunum til fyrispurn- ingin.