fríggjadagur 3. desember 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
= Í
Internet: www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov |
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dånjal Højgaard
Planbuskapur - tilrætta-
legging ella tilvild
Oddagrein
Skulu politikkarar okkara å løgtingi, i by-
og bygdaráðum avgera, hvussu vit byggja
út land okkara? Ella skal ein útlendsk vinna,
siga, hvussu vit leggja til rættis okkara
idnadar- og havnavidurskifti?
Oivað hava fleiri føroyingar sett sær henda
spurningin, nú ein komandi frálandavinna
er framman fyri stavn. Dag og dagliga hoyra
vit politikkarar og vinnulíusmenn siga, at
vit skulu lata oljuvinnuna avgera, hvar ein
útgerðarhavn skal vera.
Grundgevingarnar eru ymiskar. Summir
siga, at marknaðarkreftirnar skulu ráða. Vit
Skulu ikki hava eina planbúskaparliga ost-
aklokku, skrivaði ein logtingsmaður um dag-
arnar. Og onkur hevur sagt, at oljuvinnan
hevur betri skil fyri hesum enn vit hava.
I veruleikanum eru grundgevingarnar ikki
serliga væl undirbygdar. Tað tykist, at tær
verða settar fram, tí fleiri politikkarar vilja
sleppa undan at taka avgerð í hesum máli.
So kunnu teir siga, at oljufelogini vildu hava
utgerðarhavnina her ella har. Og vinnulivs-
menn hava hesar grundgevingar í vónini
um, at teir eru teir sterkastu og eru kanska
teir bestu til at sannfora oljufelogini um, at
útgerðarhavnin skal verða her ella har.
Nú hevur tað kanska ikki so stóran týdning,
hvar ein ella tvær útgerðarhavnir verða í
leitingarskeiðnum. Men tað er ein sann-
roynd, at er eitt ella annað fyrst lagt í einum
plássi, so verður tað neyvan flutt, um staðið
kann brúkast og alt annað riggar væl.
Venda vit aftur til fyrsta spurningin, so kann
tað tykjast logið, at politikkar siga frá sær
rættin at stýra og skipa fyri í hesum sam-
felag. Fyri ikki so nógvum árum síðani
skuldu allar kommunur gera bý- ella bygd-
aplanir. Hesir skuldu vísa sethusøki, idn-
aðaroki, miðstaðaroki, havnaøki o.s.fr. Hesir
planir hava fingið skil á nógvar kommunur,
bygdir og byir.
Tá varð eisini tosað um at gera eina lands-
plan, so tað varð greitt, hvar tað ymiska
varð bygt út. Tað veri seg storri havnir,
vatnorkuverk, brennistoðir og ruskpláss,
ítróttaroki 0.s.fr. Hovdu føroyingar havt gjørt
eina slíka landsplanleging, hevði óivað betri
Skil verið í, og mangar milliónir hovdu verið
spardar. Tí vantandi tilrættalegging hevur
slóðað fyri tí lokalpolitikki, sum ikki hevur
verið gagngligur, og sum hevur kostað okk-
um nógv. Tað er óivað mangur, sum spyr,
hví bretar, amerikumenn, danir ella norð-
menn skulu avgera, hvussu vit skipa okkum
í 2000! Men tað vilja politikkarar og vinnu-
livsmenn eftir ollum at doma.
Sosialurin
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hogni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Alvur Haraldsen Telefon: 311820
ri, uppseting: Telefax. 314720
Sosialurin e-mail: post 2 sosialurin.fo
Bústaður: nor lysing€ sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Viðmerking:
Samhaldsfesti eftir Breckmannskum leisti
Síðan verandi samgonga
varð skipað, hevur politiska
tjakið mest snúð seg um við-
urskifti, ið ikki eru itøkilig
Summi hava longu tosað seg
í ørviti um m.a. fullveldi og
um eftirløn, áðrenn nakað
ftøkiligt er at tosa um
Viðv. fullveldinum er at
at betur dámdi mær
gomlu hugsjónarmenninar
og kvinnurnar, ið vildu rinda
prísin fyri tað frælsi, ið tey
trúðu uppá. enn hetta nýrel-
egiøsa slagið, ið >hesaferð<
roynir at billa sær sjálvum
og fólki inn, at fullveldi ikki
fer at merkist í vælferðini hjá
fólki
Hetta síðsta
nærum ongan
fyri framman, bert sæluna,
ið koma skal. Tó eru hesi
samd um tveir trupulleikar
fyri framman, Javnaðar-
flokkin og pensionistin
Trupulleikin er hin sami í
áðum fórum, at tað er ov
nógv til av teimum. Javnad-
arflokkin kunnu hesi fara við
sum teimum lystir, tað yvir-
ivir flokkurin
Kjakið um figgjarligu kor-
ini hjá okkara gomlu, bæði
1å teimum, 10 hava solidar-
itetin hjå okkum arbeidsføru
fyri neyðini, bæði í dag og
framyvir. verður meira og
meira ódámligt.
Argumentatiónin er so
langt úti, at samgongan nú
SIgd,
slagið sær
trupulleika
lovar folki grundlógartry ggj-
aða eftirløn. Er tað nakar í
dag, (so blåoygdur), ið trýr
uppá, at slík áseting í eimi
grundlóg hevur annað virði
enn tað formella og sym-
bolska? Í verandi grundlóg
er t. d ásett, at miðast skal
ímóti, at hvor arbeidsførur
borgar! í landinum hevur ar-
beiði. Hóast hesa áseting
verða arbeidsfør hildin 6-
virkin, meðan hini skulu
renna skjótari
Hvat nyttar ein grundlóg-
artryggjað eftirløn, um
landskassin er tómur? Tað er
neyvan nøkur trygd hjá borg-
aranum, at Karsten Hansen
situr tungur og svevur á
landskassalokinum, meðan
fólkafokkkurin borar frá
rens] gjøgnum botnin.
Hvussu ber tað til, at sam-
gongan ikki metir samfelag
ið hava ráð at veita fólki eina
sømuliga pension, tá sam-
gongan metir seg kunnu
minka um inntøkur lands-
kassans vid uml.200 mi6 ella
meir um árið, tå inngjalds-
prosentið til fólkatrygging-
ina er komið upp á 10. Verð-
ur fullveldið veruleiki eftir
tíðarætlan samgongunnar, so
verður árliga ríkisveitingin
uppá Í mia. eisini burtur um
sama mundi.
Hesin veruleiki nervar tó
ikki tey mest trúgvandi, hó-
ast fleiri av hesum skjótt fáa
brúk fyri nýggjum fígginda-
myndum at styrkja seg við
Í ollum samfel: ig sskip in-
um f heiminum hevur altid
verið ein solidaritetur, ein
kontrakt ímillum folkið, at
tey vinnuføru tryggja livi-
korini hjá børnum og goml-
um. Verandi samgonga kjak-
ast um eftirlønarskipanir á
slíkum stødi, at tey gomlu í
dag byrja at føla seg sum
samfelagsins fígginda nr 1.
Tær ósolidarisku og nýli-
beralistisku hugsjónir, ið
verða sáðaðar í dag, bæði av
samgongu, embætisfólki og
fjølmiðlum, at nú skulu øll
sæta sær sjálvum, kunnu
máða stødid umdan dygdini
í føroyska samfelagnum.
Í dag er ikki lukkuligt at
framføra sjónarmið, ið ikki
eru svørt ella hvít, og ongin
fær stundir at hugsa seg um
Alit verða framleidd og út
givin frá hond, samstundis
sum løgtingsmenn hava mest
at gera av vanligum tingar
beiði. Tað seinasta álitið, um
útbjóðing og skatting av
møguligum rådevnum í und
irgrundini, er neyvan sodnað
tá stóða skal takast í tingi
num. Soleiðis roynist skip
aða demokratiska gongdi
hjá samgonguni í praksis
Tá landsstýriskonan í al
mannamálum einaferð kem
ur fram í ljósmálan við upp
skotinum hjá Óla Breck
mann um folkatrygging, og
Tjóðveldisflokkurin fer píl
agrímsferð um landið undir
heitinum »Samhaldsfesti eft
ir Breckmannskum leisti<, tå
vóni eg, at fólk fer at síggja
veruligu stóðu Tjóðveldis
floksins, sum tann hongdi.
10 stuðlar seg til folkafloks
reipið.
Eg vóni, at fakfeløgini, og
serliga tey, ið umboða limir,
ið hava solidariskar eftirløn
arskipanir fyri neyðini.
krevja so mikið av tíð at við-
gera uppskotið, at hvor ein
asta steinpirra verður vend
og kannað, áðrenn løgtingid
fær málið til viðgerðar
Kristian Magnussen,
løgtingsmadur
Hergeir Nielsen i nevaleiki
Skadafrødin hjá Hergeiri
Nielsen tykist ikki at fáa
nakran enda. Hann kann als
ikki gloyma, at uppskot
Sambandsfloksins um eina
vegleiðandi = fólkaatkvoðu
fall á Løgtingi.
Uppskotið snúgi seg um,
at spyrja føroya fólk, um tey
ynskja fullveldi og loysing,
ella um tey heldur ynskja
eina nýggja avtalu, sum ligg-
ur innanfyri verandi ríkis-
eind.
Hergeir Nielsen er so ov-
urfegin, at hann nú fyri triðju
ferð greiðir frá einum
fiktivum nevaleiki, sum hann
luttekur í og vinnur. Hann
greiðir gjølla frá, hvussu ofra
verður rakt beint frammaná,
og hvussu ofta verður sligið
undir tann eina vangan, og
hvussu nógv hin vangin
eisini má tola.
Villleiðandi yvirskrivt
Yvirskriftina fyri henda øg-
iliga nevaleik, sum Hergeir
fyrst tosaði um i Løgtingi-
num, og síðani næstan orða-
rætt endurtók í bløðunum hin
24.- og 25. november, kallar
hann "Nýskipanaruppskotið
— Nýggjar tíðir". Henda
yvirskrift, er navnið á
tveimum ritum, sum Sam-
bandsflokkurin hevur sent út
til Føroya fólk, og sum púrt
einki hava vid umrøddu
folkaatkvødu at gera.
Mitt í nevaleikafråsøgnini
skrivar maðurin eisini um ár
2000-trupulleikan. sum fleiri
teldur væntandi fara at møta
um árskiftið. Hesin trup-
ulleiki hevur heldur einki við
Nýskipanaruppskotið hjá
Sambandsflokkinum at gera.
Júst sum harðast leikar á,
er Hergeir helst komin eftir,
at einki samanhang er mill-
um yvirskriftina og innihald-
ið í fråsøgnini um nevaleik-
in, og tí broytir hann nú
yvirskriftina, so at frásøgnin
hin 25. november eitur
”Krampar í Sambandsflokk-
inum". Men nú er maðurin
so póstur, at blaðið vísir eina
mynd, har tungan hjá
Hergeiri er við at detta út.
Nevaleikarin
ræðist áskoðaran
Vit skilja væl smádreingja-
gleðina hjá hesum tjóðveld-
ismanni, tí hann og hansara
sameindu kunnu nú fram-
haldandi leggja alla sína pol-
itisku orku í at loysa Føroy-
ar úr ríkisfelagsskapinum.
Tjóðveldisflokkurin vil
eyðsað bíða sum longst við
at hoyra fólksins hugsan um
júst tann spurningin, sum
Sambandsflokkurin reisti.
Og Tjóðveldisflokkurin ræð-
ist fólksins rødd í reista
spurningi.
Ovurkæti Hergeirs er
sjálvandi eisini ávirkað av
óvæntaðu hjálpini, sum hann
í hesum máli fekk frá Javn-
aðarflokkinum og leiðara-
num í Sosialinum.
Trygvi F. Guttesen
TØKK
Ein hjartans tøkk til tykkum øll,
samkenslu, tå elskaði maður,
abbi og bróður okkara
ið sýndu
pápi, verpápi,
JÓGVAN ISAKSEN,
Vestmanna
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til Una Næs fyri góð orð í heiminum og
kirkjuni.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og til tykkum
øll, sum hjálptu til í heiminum og tykkum øll,
ið fylgdu honum hansara seinastu ferð.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til kirkjuna.
Familjunnar vegna
Kona, børn og bróður