fríggjadagur 21. januar 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 14 - 19. januar 2005
Bess, ein ung og naiv genta
úr eini lítlari skotskari
bygd, fellur fyri Jan, ið er
arbeiðsmaður
á
einum
boripalli. Jan hevur sæð
meiri av lívinum, er meiri
royndur og vaksin. Hann er
samstundis eisini meiri
uppreistrarsinnaður. Men
hann verður eisini forelsk-
aður í Bess, og hóast fleiri
týðandi eldri borgarar í
bygdini mótmæla, so giftast
Jan og Bess. Tey møta tó
stutta lukku. Bess hevur tað
ringt við at vera burtur frá
Jan, tá hann fer út aftur á
boripallin. Men vanlukkan
hendir úti á boripallinum,
og Jan fær heilaskaða og
tað stendur um lív hjá hon-
um. Á sjúkralegu sannførir
Jan Bess um, at kærleiki
teirra einans kann liva
víðari um hon fær sær ein
annan elskara og síðan
sigur honum frá erotisku
smálutunum. Við tungum
iva fer Bess undir at gera
tað, sum elskaði maður
hennara ynskir, hóast at
hetta kostar henni nógv.
Breaking
the Waves
Nú hósdagin verða 60 ár
eru liðin síðan fangarnir í
týningarleguni Auschwitz-
Birkenau
vórðu
latnir
leysir. Hetta hendi, tá
russiskar herdeildir náddu
nasistisku týningarleguna í
landsynningspartinum av
Póllandi. DR2 sendir í hes-
um
sambandinum
eina
dokumentarsending,
ið
BBC hevur framleitt. Send-
ingin er serlig, tí hon er ein
konsert, ið er upptikin í og
umkring leguna, har ræðu-
leikarnir í síni tíð vórðu
framdir afturvið tónleiki, ið
varð leiktur av einum
fangaorkestri.
Uppundir
konsertsendingina prátar
sjónvarpsverturin Martin
Kranik við Moses Schwartz
- ein dani, ið yvirlivdi
Holocaust. Tá norðurtýska
týningarlegan Bergen-Bels-
en
var
tikin
vigaði
Schwartz einans 36 kilo,
men ganga skuldu næstan
40 ár, áðrenn hann orkaði at
siga søguna um sína tíð í
seks ymiskum týningarleg-
um í Póllandi og Týsklandi.
Søga Moses Schwartz finst
í bók hansara "Milde
Moses - en overlevers
erindringer", ið nýliga er
komin út. Konsertsending-
in inniheldur frásagnir um,
hvussu tónleikurin bleiv
brúktur afturvið ræðuleik-
unum og eisini, sum undir-
hald fyri SS-ovastunum. Í
leguni vóru fleiri orkestur,
ið vóru mannað av fangum,
sum, við at spæla og
syngja, sluppu undan at
verða avrættaðir. Eva Adam
varð úttikin til kvinnuliga
orkestrið, ið sang tá tokini
komu við nýggjum fang-
um. Sangirnir skuldu altíð
verða lættir og glaðir
sangir, hetta var fyri at teir
nýggju fangarnir skuldu
halda, at hetta staðið var
kortini ikki so galið. Yvir-
livandi siga frá søgu sínari
um, hvussu tey vórðu
noydd at framføra tónleik
eftir boðum frá SS-her-
monnunum. Eisini verða
tónlistarlig innsløg, ið eru
framførd í Auschwitz-leg-
uni, við - hetta er fyrstu
ferð í 60 ár at loyvi er givið
til at framføra tónleik á
staðnum.
Heimskendi
klaverleikarin Emanuel Ax
og russiski violinleikarin
Maxim Vengerov framføra
m.a. verk eftir Chopin og
Bach. Við í minniskonsert
eru tónlistarfólk úr Pól-
landi,
Bretlandi,
USA,
Kanada, Argentina, Russ-
landi og Kekkia.
DR2 hóskvøldið 27. jan. kl. 19.45–22.30
Skráin fyri temakvøldið
er hendan:
20.45:
En dansk overlevende
21.00-22.30: Til minde om Auschwitz
Danskur dramafilmur
frá 1996
Leikstjórnað: Lars von
Trier
Leikarar: Bess: Emily
Watson. Jan: Stellan
Skarsgård. Dodo: Katrin
Cartlidge.Terry: Jean-
Marc Barr. Manden på
trawleren: Udo Kier. Dr.
Richardson: Adrian
Rawlins. Præsten:
Jonathan Hackett.
Moderen: Sandra Voe
Víðagitni violinleikarin Maxim Vengerov framførir
Fyri fyrstu ferð í 60 ár verður tónleikur aftur framførdu í Auschwitz
Temakvøld – Til minnis um Auschwitz
Bess (Emily Watson) er ein ung og naiv genta
Søgan í filminum
fer fram í einum
lítlum og
trongum
bygdasamfelagi
norðaliga í
Skotlandi
Kanal 5 sunnukvøldið kl. 22.25: