fríggjadagur 3. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 231 - 3. desember 1999
tíðindablaðið
Størri rúmd fyri at áseta | mo
arbeidstidina lokalt
Kravið um liðiligheit í såttmålunum er í dag eitt krav bæði frå arbeiðsgevar-
um og arbeiðstakarum, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi
Arbeiðsgevarir seta Krav um
liðiligheit hjá arbeiðstakar
um við atlitið til kappingar
førid, og arbeiðstakarir seta
krav um liðiligheit hjá ar-
beiðsgevaranum við atlitið
til at sameina arbeiðslív við
heimalívið. Hetta økta krav
ið um sínámillum liðiligheit
verður styrkt av menningini
innan kunningartøkni — og
í háttunum, sum virkini
brúka
uppá
Hvat merkir hetta so fyri
sáttmálar? Hvussu skapa
partarnir á arbeiðsmarknað-
inum liðiligari sáttmálar?
Sum dómi kann vísast á
arbeiðstíðina — at tað verður
stórri rúmd fyri at áseta ar-
beiðstíðina lokalt og fyri tað
einstaka starvsfólkið. Ar
beidsuppgåvurnar skulu
kunningartøknina
fremjast, tá ið eftirspurning
urin er har, og ikki endiliga
uppá eina frammanundan
givna arbeiðstíð. Hetta
kundi til dømis verið framt
við heimaarbeiði.
Starvsfólkið fær eitt
meira harmoniskt skiftið
millum arbeiði og frítíð
Fyri tey starvsfólk, har
heimaarbeiði ikki er møgu-
ligt ella ynskiligt, kann
møguleikin fyri flekstid og
forskotnari tíð verða ein val-
møguleiki — sjálvandi við
atlitið til tørvin hjá starvs-
fólkunum og virksemi hjá
virkjunum.
Størn liðiligheit krevur, at
sáttmálarnir verða broyttir,
tí at fleir ásetingar í sátt-
málunum forða fyri hesum,
eitt nú føst møtitid, yvirtid-
arreglur v.m.
ES krav til fiskimenn
ES lóggávutingið roynir enn einaferð at fáa samtykt eina mest loyvda
arbeiðstíð uppá 48 tímar um vikuna, og hetta kemur eisini at raka fiskimenn,
skrivar norska blaðið Fiskaren
Verður uppskotið samtykt,
fer tað at hava stórar nega-
tivar avleiðingar fyri løn-
semi og tilgond av nýggjum
fólki í hesi vinnu. Um fisk-
imaðurin verður noyddur at
arbeiða minni enn vant,
mugu fleiri fólk til fyri at
gera sama arbeiðið. Ein av-
leiðing av hesum verður
minni inntøka til fiskimann-
in og ein tørvur fyri at
umbyggja fiskiskipini.
Ein annar trupulleiki við
uppskotinum er, at tað ikki
bert fer at fevna um fiski-
mannin, men eitt nú eisini
yngri læknar sum eru í eini
turnusskipan. Uppskotið er
ætlað soleiðis at hesir bólk-
arnir koma inn undir eina
fyriskipan frá 1993 sum
fevnir um flest allar arbeiðs-
takarar. Tí kunnu fiskimenn
væntað at verða koyrdir í
sama bólk sum onnur í sam-
bandi við eina politiska
pakkaloysn.
| ES er stødan positiv
til uppskotið. Um fiskiflotin
verður álagdur eina arbeiðs-
viku uppá 48 tímar, kunnu
fiskimenn ikki arbeiða meiri
enn 48 tímar um vikuna í
einum árið. Draga vit eina
frítíð uppá 4 vikur hevur
hettar við sær, at ein fiski-
maður í mesta lagi kann ar-
beiða 48 tímar í 48 vikur,
ella 2.304 tímar í einum ár-
ið.
(Kelda: Vinnuhúsið)
Áheitan í sambandi við altjóða dæ teirra brekadu:
Psykiatriin um aldarmótið
Í samband við Altjóða
handicap dagin, í dag, 3.
desember 1999, vilja vit,
deildarsjúkrasystrar á psyk
iatrisku deild, nýta høvi at
gera vart við støduna hjá
teimum psykiskt sjúku, og
hvat kundi verið ødrvisi
Psykiatriin hevur ment
seg nógv og stor framstig
eru gjørd, síðan psykiatriska
deild á Landssjúkrahúsi
num lat upp fyri 30 árum
síðani. Fakliga eru vit á
hædd við hini Norðurlond
ini bæði hvat viðgerð og
røkt viðvíkur, men hetta er
ikki altíð nóg mikið, tí sos
iala trygdarnetið manglar.
Fólk, ið hava verið inn
løgd á psykiatrisku deild.
føla ofta, at sosiala um
hvørvid og trygdarnetið er
burtur. Umhvervið dugir
ikki altíð at skilja hesi
menniskju, og at tey hava
eins stóran tørv á virðing,
sum øll onnur menniskju í
samfelagnum. Hesir sjúkl-
ingar uppliva, at einasta
trygdarnetið tey hava, er
deildin, tey eru útskrivað
frá.
Soleiðis blíva psykiatr-
isku deildirnar eisini tað
staðið, har tann sosiali tørv-
urin verður nøktadur.
Øll hava vit tørv og ynski
um ein innihaldsríkan dag-
ligdag. Hvort menniskja
hevur ávís evni, og tí er um-
ráðandi at fáa hesi fram,
styrkja tey, so at sjálvsálit
og lívskvalitetur hækkar,
men ongi verkstød og vard
arbeiðspláss eru til tess
Øll menniskju hava tørv
og ynski um at hava eitt stað
at búgva og vera fyri seg
sjálvan, og sum eisini er ein
sjálvsagdur menniskjarætt
ur, men tað mangla íbúðir
og búfelagsskapir við fak
ligum stuðli til tey psykiskt
sjúku. Ikki at hava trygg
íbúðarviðurskifti er tyngj
andi hjá øllum, og er ein
psykist veikur, kann hesin
ótryggleiki vidføra óneyð-
ugar innleggingar, sum tann
einstaki kann føla sum nið
urlag, og sum kundi verið
fyribyrgt. Fyribyrging er
altíð tann besta loysnin og
er eisini í longdini kostnað
arsparandi fyri samfelagið
Tí eftirlýsa vit búfelags-
skapum við fakligum stuðli
og íbúðum í nærumhvørv-
inum hjá tí einstaka. Tað
veri seg í Vågoy, Eysturoy,
Suðuroy, Sandoy, Nord
oyggjum, Norð- og Suður
streymoy
Vísast skal á, at eisini
stórur tørvur er á psykiati
iskum røktarheimum
Nógvir eldri psykiatriskir
sjúklingar eru innlagdir á
psykiatrisku deild, tí teir
onga aðrastaðni hava at
vera. Hetta eru ósomilig
kor, vit bjóða okkara eldru
psykisku sjúku, og nú
eldraår er í år, ynskja vit, at
okkara fólkavaldu politikk-
arar hesum fólkum
meira enn eitt náttborð á fel
agsstovu
Heilsa fyri øll år 2000 var
geva
endamálsorðingin í teirri
viðtøku, sum WHO gjørdi í
1977, og sum skuldi tryggja
øllum borgarum í heiminum
betri liviumstødur. Nú hev-
ur WHO gjørt viðtókuenda
málsorðing undir heitinum
heilsa fyri oll í tí 21 ár
hundraðinum
Aheitan okkara til lands-
ins politikkarar er, eins og
onnur lond hava gjørt, at
góðtaka strategiina hjá
WHO um heilsu fyri øll í tí
21 ár hundraðinum, og geva
okkara psykiskt sjúku
mannsømulig kor at liva
undir
Deildarsjukrasystrarnar
å psykiatrisku å Lands-
sjúkrahúsinum
Roknaskapartøl hjá Torshavnar byråd
Av ti at fløkja kom i uppsetingina av roknskapartólunum í greinini hjá Fólkafloks-
umboðunum í Tórshavnar byråd í blaðnum í gjár, prenta vit talvuna umaftur - og
biða orsaka mistakið. Sí talvu:
„Um vit brúka roknskapartølini fyri 1998 og sammeta tey við tølini fyri ár 2000
síggja vit eina kolosala øking, eftir bert tveimum árum:
Ár 1998 Ár 2000 Vøkstur í kr. Vekstur í %
Rakstur 156 mill. kr. = 223 mill. kr. 67 mill.kr. 43%
fløgur 30 mill. kr 32 mill. kr. = 2 mill. kr. 7%
Rakstur og fløgur 186 mill. kr. 255 mill. kr. 69 mill.kr. 3 7%
eÍlógurnar uppá 28 mill. kr. hjá Tórshavnar Havn eru ikki við her<
URBAN LEGEND
or
URBAN LEGEND
FORC
NATURE
IIITI11TTLLILLLELLLELLLE.
Nýggir filmar hvørja viku
Leiga videofilmar á hesum steðum:
Statoilstoðin í Gundadali tel. 314770
Statoilstødin í Kollafirði tel. 42 1083
Statoilstoðin í Saltangará tel. 449133
Statoilstødin í Klaksvík tel. 457353
Statoilstoðin í Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
Ó STATOIL
stødirnar kring landið