Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið Nr. 231 - 3. desember 1999 Waagstein 120 ár: vra Klaksvíkskóri bera fram løg av Waagste m Waagstein - tann ljósi listamaðurin unnu vit siga at Waagstein er tann ljósi listamaðurinn? ) listini Tann sum sigur sógur ' Hann, sum í ljóði og penslastrokum hevur frótt mangt mansbarn- ið? I ti, hann er tað. Klaksvikingar! Sleppid ikki endanum her, men setið hetta saman og gevið hetta út í bók, skrivar Frits Johannesen: Frits Johannesen Nógv vatn er runnið í á síð- an Jógvan Waagstein kom út í tún at ganga Norður! í Vági. Hann menti seg væl bæði í barnaárum, ung- dómsárum og mandómsár- um í list - målningalist og tónalist. Hetta var burður so dyggut, at hann rakk út um andc dd: nar og fór við kapi sínum heilt til Mongum sýntist at n a. Í verða sa rann við I 1 ð Kl Í st - frøtt og glett Klaksvikingar tóku sam- Jógvan Waagstein bóru hann g tónleiki fyrilestr | + v um vikuskiftt og hetta 1 Og taka und- nugsa um ið ti, tå ið hetta er uti á bygd, tí hetta er ein partur, sum er við til at menna gdirn: ar. »Jaki« og Waagstein góðir umboðsmenn.. stýrhúsrútinum. Hetta var ein góður fartur. Hann var ein góður umboðsmaður fyri Klaksvíkina. Hann á sín hátt og Jógvan Waagstein á sín hátt Jaki var ristur tær í hugan frá barnsbeini av og somuleiðis Waagstein Fleiri av løgum hansara vórðu sungin í skúlanum og her nam tú við tónaskaldið. Meðan tú ferðaðist við Jaki, bæði norðurum og inn til Klaksvíkar, lærdi tú Jaki at kenna. Nú verður farið um Lor- víkina við einum fari, sum er fleiri ferðir stórri enn Pol- aris. Dávur Winther stóð á brúgvarendanum og tók í- móti. og bjóðaði hann ein kaffimunn, áðrenn farið varð í kirkjuna at lurta eftir Klaksvíkskórinum og eini klaverkvartet, sum spældi tónleik av Waagstein, ið Pauli í Sandagerði hevði lagt til rættis fyri klaver, fiól. viola og cello. Kveldmáltíð í Harrans húsi Kristjankirkjan er ein kirkja - fjålg, tignarlig og listarliga gjørd. Einki monomentalt yvir henni, men smilir til tin, fyrst tú hevur sett fótin innum. Her sat Alex Sól- stein og fílaði saman við Jens Christjan Guttesen á cello og Ludmilu Berezina á fi6l, og Helga H. Gerðalíð á klaver. Pauli í Sandagerði heyði gjørt fyri henda hóp. Pauli fevnir víða. Hann smæðist ikki burtur í síni gongd, at útseta og tónseta sjálvur. Hann hevði tilevnad hesa rød av løgum fagurliga og ikki toygt løgini, at tey mistu sítt festið. Um tú róp- ar hetta romantiskan tón- leik, eltir hetta ikki hansara flog, at flutt verður burtur frá uppruna málinum, men snøkt sagt listarliga gjørt Tá ið tónleikurin verður til list slepst ikki longur... og list var tað hjá Jógvan Waagstein og list var tað hjá Paula. Sigast skal eisini at hópurin var ikki burturblíð- ur. Hví skuldi hann tað? hetta er fólkaogn og kling- aði hetta væl hjá hesi kvart- et. Onkuntíð verður hugsað um kamartónleik, sum rúm- ar so nógvum, tí átti hetta havt størri festið i tónleika- lívi okkara. Jú tú vart boðin til eina kvøldmáltíð í Harr- ans húsi við tónleiki og sangi. Grør um gangandi fót Klaksvíkin hevur nógv at bjóða. Í mong ár hava klaks- víkingar havt gott hornor- kestur, kór í KFUM, Emm- aus og Bethesda. Klaksvík- ar sangfelag hevur ligið svart í nøkur ár, og nú bragdar aftur. Tað er raknað við aftur undir heitinum: Klaksvíkskórið, Meinhard Bjartalíð stjórnar. Ikki skulu vit gloyma teir Seytjan sangararnar, sum hava sungið seg inn í hvørt mans- barnið her á landi. Jú tað grør… Grór um gangandi fót. Matiné - framførsla tíð- liga á degi. Hetta var so seinrapart og var heitið á hesum íkki av leið. Lat tað fara. Hugtakandi var at hoyra Klaksvíkskórið bera løg av Waagstein fram undir målninginum hjå Jo- achim Skovgaard: Hin stora kvøldmåltidin. Væl var sungið. Eitt lyriskt kór- snoðið, avmált og ljómaði sera væl og rak tónarnar hjá Jógvan Waagstein væl í rætt. Ikki var tað boðskap- urin í myndini hjá Joachim Skovgaard, ið dróg teg hendan vegin, men ljóðið av litum frá Jógvan Waagstein, førdi teg um Lorviksfjørdin til hesa musikalsku måltid - tilevnad í orði og ljóði. av sangarum, kórleiðara, tón- leikarum og tónasmiði. Hvíld var í tónunum og frið- ur yvir løtuni. Kingobók Waagsteins aftur í Klaksvík Eftir hesa løtu bjóðaði Dåv- ur til háborðs. Ikki eiti á blíðskapi - ein mentanarlig kvøldmáltíð, ið setti seg í sinni. Tá ið trinið varð inn um aftur hjá Dávur og Arn- fríð. stóð ræstkjøtroykurin úr ovninum í næsarnar, og væl krassaði. Ja, tú vart væl havdur hesa løtu, meðan tú vart í Klaksvík Eftir hesa frálíku „kvold máltíð“ varð leiðin løgd oman í Norðoya fornminn isfelag, har sum tann gamli monopolhandilin frá 1837 hevði verið. Her helt skyld konan, Freydis Poulsen fyr ilestur um Jógvan Waag stein. Ja, ikki annað skal sigast. at hetta var væl úr hondum greitt. Freydis er fróðar kvinna, sum vett so væl. at hon átti at fingið heiðurdoktaraheitið. Hans Erland í Brekkunum tók orðið, tá ið Freydis var lið ug. Hann nam við uttan landsferðirnar hjá Waag stein og handaði Klaksvík ingum Kingobók, sum Sámal Michael faðir Jógvan Waagstein hevði átt. Hans Erland er giftur við Sannu, dóttir Miu og Jóhan. Mia er dóttir Jógvan Waagstein Henda bók hevði verið alla sínar dagar í heiminum hjá Jógv- ani, men helt Mia, at nú skuldi hon norður aftur at verða. Sanna, langabbadótt- irin, handaði Alex Sólstein, langabbasoninum, bókina og var hetta ein góður endi á hesi samkomu. Joensen, Søgulig málninga- framsýning Í Byrådshøllini var lista- framsyning. Her hingu 61 listaverk, sum Jógvan Waagstein hevur málað. Hetta vóru málningar, sum privat áttu. Málningarnir hava stórt sidsøguligt virði, tí nógv er broytt í lands- lagnum síðani Jógvan Waagstein málaði málning- arnar. Allir eru natúrligir og eru merktir av Jógvansa hond, summir támir og ról- igir, eitt sindur pastellkend- ir, men aðrir sterkir við liv- andi og sterkum liti. Máln- ingurin nr. 5 „Vestanfyri á Suðuroynni“ málaður 1922 var ein stoltur málningur. Henda málning átti Elin- borg Nolsge. Málningurin lýsti millum hesa fjøld av myndum. Waagstein hevur givið hesum hólmi í mynd- ini eitt sermerkt, skulpturelt skap við livandi, ísáddum litum. Kínt og strokið flat- um og skapi, so hetta var mæ ein heitur målningur mill- um øll hesi verk. Forvitnisliga pastell- myndin av Brúnarenda í Fuglafirði -1941, við kant steinum á vegjaðaranum (ogn: Appolonia og Finnur Kjølbro) var til skjals. Aft anfyri sært tú Lorviksfjall og Blankskåla. Kantsteinar- nir skera myndina i pettir, men hóast tað, so er hetta ein frålik mynd, ti å mynd ini eru triggjar neytakonur, sum koma inn av Ytra dali og leggja lag å myndina bædi tekniskt og geva myndini skaldskap, so inn útsúðurin í myndini er frálíkur Myndin: Sluppir fyri teym var eisini ein frálík mynd (ogn: Tórshavnar kommuna). Hana kundi tú bólkað saman við tí fyrstu umrøddu myndini sterk. Í myndum og skald skapi hevur føroyska slupp- in givið føroyingum góðan íblástur. Hesin málningur frá 1919 var borin í heim, tá ið sluppurnar áttu dagin og løtuna. Her lógu slupp- irnar á firðunum kring land- ið og smátutlaðu sína mill- um tann líðulanga veturin. Ikki er tað so løgið, at hetta hevur givið íblástur til myndlistina. Tað svarta, hvíta, tað bláa, tað gráa, tann grásvarti fjørukanturin og tann øskulitti vetrarfugl- urin mymraðu fyri bygda- fólkinum allan veturin. Fólk sótu framman fyrr vindeyguni og fylgdu við. Sjómenninir ristu løturnar í hugan frá farna ári, og Ovit- arnir lótu tankarnar fara við fullum seglum á víðum havi við onkrum av hesum sluppum, sum lógu fyri teym, meðan konurnar og tey gomlu stúrdu eitt sindur fyri komandi fiskiåri, tí so nógv var forborgið í hesi tilveru. Tað vóru so nógvir, ið fóru av stað, ið ikki komu aftur. Henda myndin var ikki døpur. Hon var ljós livandi, beint tvørs av tí dialektiks- ka, sum kundi verið tikið fram, sum jú tú sært hjá mongum føroyskum lista- manni. Nei, her var ljós. Ein góður dåmur lá yvir hesari mynd. Fleiri myndir kundu verið tiknar fram, men hesar vóru valdar á hesari ferð til Klaksvíkar henda leygardag 27 novembur 1999. Kunnu vit siga at Waag- stein er tann ljóst listamað- urin? Tann sum sigur søgur við listini? Hann, sum í ljóði og penslastrokum hevur frøtt mangt mansbarnið? Jú, hann er tað. Klaksvíkingar! Sleppið ikki endanum her, men setið hetta saman og gevið hetta út í bók, tí so frálíkt var hetta. Hetta er tykkara og okkara ogn. Her er gróður. Grør um gang- andi fót, men svultin er sit- andi kráka. súðurin og - ljós og auli í Sandágerði, Frits Johannesen og Jens Christian Guttesen práta aftan á konsertina i h É | { ty