Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. desember 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

! || Nr. 231 - 3. desember 1999 Útbjóðingin verður væleydnað tíðindablaðið - Verður uppskotið til útbjóðing, sum liggur á borðinum, góðtikið av løgtinginum fáa fóroyingar eina væleydnaða útbjóðing sigur David Black frá fyritókuni Wood Mak- kenzie, ið er ein av ráðgevunum, ið fóroyingar hava brúkt. Fóroyskir myndugleikar hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Hetta saman við útlendsku ráðgevingini kann gerast ein góður karmur um framtíðar fóroyska oljuvinnu JAN MÚLLER Nú uppskotið til útbjóðing til oljuleiting á føroyska landgrunninum er til við- gerðar í tinginum kundi ver- ið áhugavert at vitað, hvørj- ar ráðgevar føroyskir mynd- ugleikar hava brúkt í ar- beiðinum at leggja til rættis hetta so týðandi kapittul í vinnusøgu okkara, og hvørji ráð hesir hava givið. Hóast allar góðar kreftir i Føroy- um eru brúktir í hesum ar- beiði, so hevur tað alla tíð- ina verið mett rætt eisini at troyta ta vitan og royndir, sum útlendsk fakfólk og serfróðingar innan olju- vinnu liggja inni við. Í hes- um sambandi fall avgerðin á ráðgevandi fyritøkuna Wood Mackenzie, ið er ein undirdeild av Deutsche Bank AG. Annars hava føroysku myndugleikarnir alla tíðina hesi seinastu árini havt samband við útlendsk- ar ráðgevar av ymsum slag, Hesar seinastu mánaðir- nar hava fólk frá Wood Mackenzie-fyritøkuni ar- beitt tætt saman við før- oysku myndugleikunum at meta um og avvega teir ymsu tættirnar í endaligu útbjóðingini. Oddamaður fyri hesum arbeiði hevur verið David Black, stjóri fyri orkuráð- geving. Hann er sjálvur væl nøgdur við samstarvið og úrslitið av arbeiðinum og heldur, at føroyingar fáa eina góða útbjóðing við tí, sum nú fyriliggur. Hann sigur, at uppgávan tey fingu frá Oljumálastýrinum var fyrst og fremst at tryggja, at Føroyum verða kapp- ingarførar við onnur leitiøki og harnæst at tryggja, at før- oyska samfelagið fær tann sín rættvísa part frá møgu- ligum oljufundum. David Black sigur, at her var serstakliga hugsað um at finna røttu rókina - millum bretsku og norsku útbjóðingarnar. Og her ikki minst at finna réttu leguna, nú Føroyar skulu til at kapp- ast við ta 19. útbjóðingina í bretskum øki, heilt uppat føroyska markinum og sid- ani ta 16. runduna i norsk- um øki. So talan var um at finna rætta millumvegin. Alt hetta var eisini gjørt við tí fyri eygað at finna fram til, hvussu tú fekst út- lendsk oljufeløg at vísa Før- oyum åhuga um somu tid, sum mong onnur øki eitt nú í Angola, Brasilia, Meksi- kanska flógvanum, bjóða seg fram. Hvussu kanst tú tryggja tær, at tey stóru multinat- ionalu oljufeløgini heldur velja Føroyar sum sítt fram- tíðar leitiøki enn øll hini økini! David Black sigur, at teirra arbeiðssetningur hev- ur verið at ráðgeva føroy- skum myndugleikum um, hvat skal til fyri, at olju- feløgini vilja vera við í eini fóroyskari útbjóðing. -Vit hava so eisini hugsað um, hvussu ein skattaskipan kann tryggja føroyska sam- felagnum neyðugu inntøk- urnar og vinningin frá risa- stórum feltum, sum kunnu verða funnin í føroyskum oki. Nú teir eru lidnir við sína uppgåvu í Føroyum á hes- um sinni heldur David Black, at úrslitið av arbeið- inum avgjørt kann verða til fyrimunar fyri Føroyar bæði so og so, tvs. at samstundis sum føroyingar tryggja seg og síni, so verða karmar og treytir so mikið góðar, at hetta ger føroyska økid áhugavert fyri oljufeløgini. Hann viðgongur tó, at skattareglurnar kunnu tykj- ast nakað fløktar. -Eg haldi, at treytirnar vit hava funnið fram til eru nøktandi fyri oljufeløgini í fyrstu syftu, og somleiðis fyri føroyska samfelagið. Landsoljufelag bíðar Hvat viðvíkur spurningin- um um landsoljufelag, so heldur hann, at hetta er eitt rættiliga viðbrekið evni. Hann vísir á, at Statoil var ikki stovnað fyrr enn eftir 2. útbjóðing í norskum øki. Og hyggja vit at bretska øk- inum, so var tað almenna oljufelagið tá ikki stovnsett fyrr enn 10 ár eftir, at fyrstu loyvini vórðu latin. Hetta felagið er ikki til longur. David Black sigur, at tú nýtist ikki at hava eitt lands- oljufelag við frá byrjan. M.a. skal stóða takast til rættliga mong viðurskifti, áðrenn tú setir á stovn eitt landsoljufelag. Her er tað serspurningurin, hvussu man ætlar sær at fíggja eitt slíkt oljufelag, tí tá tað kem- ur til útvinning, so verður tað ómetaliga dýrt serstak- liga í einum øki sum Før- oyum. David Black vísir á, at skal eitt landsoljufelag hava t.d. 5% lut í einum felti her, so fer fløgutørvurin hjá felagnum at vera umleið 400 mill. danskar kr. Ein av orsøkunum til at almenna bretska oljufelagið varð avtikið var nettup hetta við fløgutørvinum. = Bretska stjórnin helt tað vera ov dýrt. Hyggur tú so at An- gola, so sært tú, at almenna oljufelagið har veruliga hevur trupult við at útvega sín part av menningarkostn- aðinum, so stjórnir eiga at umhugsa sera væl, hvussu tær ætla at fíggja teirra landsoljufeløg. Eisini er tad spurningurin, um tad er rætt av eini stjørn at skula taka váðan á seg at vera við í bæði leiting og framleiðslu. Spurningurin her er, um tað ikki er skila- betri gjógnum skattaskip- anina at taka sær sín rímu- liga part av vinninginum. Dýrt at bora David Black sigur, at helst verður bert ein út av 4 ella 5 brunnum til eitt veruligt oljufund, og roknað verður við, at tað kostar einar 150 mill. kr. at bora ein brunn við Føroyar. Tvs. at tú skal brúka kanska eina milliard krónur, áðrenn tú ger eitt fund. -Hesi tól vísa bara, hvat tað er fyri ein váði vit tosa um, og spurningurin er, um ein stjórn heldur tað er rætt at taka ein slíkan váða á seg eisini! David Black sigur tí, at Wood Mackenzie hevur mælt fóroysku myndugleik- unum frá at stovna eitt al- ment oljufelag í hvussu er í fyrstu syftu. Í ráðgevingini til bæði olju- og fíggjarmyndugleik- arnar hava teir mælt til eina skattaskipan, sum skapar áhuga fyri at útvikla smærri felt. Somuleiðis at um tað verða funnin heilt stór felt ella oljuprísirnir fara upp í loft, at hesi virði so eisini koma føroyska samfelagn- um til góðar. Tí mæla teir til minni skatt, har tað eru minni lønandi felt og meiri skatt, har feltini geva meira av sær. Hetta er so eisini fyri at tryggja sær virksemi, sjálvt um tað bara verða funnin smærri felt. Tað er nettup ein av trup- ulleikunum við tí føroyska økinum, at oljufeløgini enn ikki hava kunnað peikað út øki, sum kunnu goyma tey heilt stóru feltini, sum man metir eru neyðug fyri at fáa lønsemi í - tá hugsað verður um stóra váðan og stóru í- løgurnar í hesum torføra økinum. Men møguleikin er sjálvandi fyri at finna ele- fantar, risastór oljufelt, eitt nú basaltinum, og nettup tí hevur man lagt upp til eina skattaskipan, sum eisini tek- ur hædd fyri tí. Reyði tráðurin í ráðgev- ingingi frá Wood Mak- kenzie fólkunum hevur tí verið at finna eina skatta- skipan, sum kann vera kappingarfør við onnur øki. Tað finnast so mong onnur umráði úti í heimi, har treytirnar eru lagaligar, at tað hevur verið roynt at finna ta réttu javnvågina, soleiðis at feløgini vilja gera ílógur her samtíðis sum før- oyska samfelagið eisini fær sín part. David Black ivast ikki í, at 1. útbjóðing við Føroyar verður væleydnað, um føroyskir myndugleikar halda fram á tí skilagóðu kós, sum teir sjálvir hava sett og sum síðani er jus- terað av ráðgevingini frá teimum og øðrum. Hann heldur, at tað besta, David Black, orkuráðgevir 11 hjá Wood Mackenzie sum kann henda, er, at so nógv feløg sum gjørligt vilja vera við í leitingini við Føroyar. Hann metir annars føroysku oljumyndugleik- arnar professionellar og nóg góðar til at kunna handfara hetta so stóra málið. fotobúðin Handilskjarnin TLF. 311661 - FAX 310886 - POSTBOKS 1016 - 110 TORSHAVN e-post: photo-smæpost olivant.fo - internet: www.handilskjarnin.fo