Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Marknaðardeild: Jan Muller goer amper jørt S. sen Blaðstjóri: SR Eirikur Lindenskov Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro 3 Dánjal Højgaard L Dagfinn Olsen } John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein í Mohr Ni Johannesen Í Yngd: Jákup Merk : Postadr: Postsmoga 76, Nn Vang 110 Tórshavn Álvur Haraldsen Telefon: 311820 Útgevari, uppseting: Telefax. 314720 Sp/f Sosialurin e-mail: post &sosialurin. fo Bústaður: Lýsingar: lysing &sosialurin fo Argjavegur 26, Argir rent: Sosialurin Ein asosial ætlan Oddagrein Oråaskiftini í Fimmaranum og Krosskasti um komandi eftirlonarskipana prógvaðu til fulnar tað, sum skrivað er á hesum stað um ta ætlaðu eftirlonarskipanian. Hon er ikki sam- haldsfost, hon vendir "tann tunfga endan niðureftir", hon verður ógvuliga ymisk frá einum vinnubólki til ein annan og harafturat verður hon torfort at fremja fyri allan arbeiðs- marknaðin. Um ætlaðu skipanina skal í stuttum sigast, at hon byggir á avtalur á arbeiðsmarknað- inum. Tað merkir, at fakfelog og arbeiðs- gevarar skulu samráðast seg um eitt ávíst prosenttal, sum verður sett í eina eftirlonar- skipan. Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at eftirlonarinngjaldið skal koma upp í 10 prosent. Tað er kortini ikki so nógv. Tí sam- bært greiðu frágreiðingini hjá Tummasi Elias- sen, stjóra í Lív, skal eftirlonarinngjaldið upp í eini 15 prosent, um tað skal vera nøgtandi og hava eftirlon til eftirsitandi, avlamistryggig 0.a Frammaundan hav nógv fakfeløg eftirløn- arskipanir, og nøkur prosent verða goldin inn i eftargjaldið, men oll fakfeløg vita, hvussu torført tað hevur verið at fáa hetta gjaldið hækkað. Vit kunnu taka Starvsmannafelagið sum dømi. Skjøtul varð settur á skipanina í 1985, men hon er framvegis ikki komin meiri enn upp í 5,5 prosent, og tá fara bara trý prosent til eftirlon. Við tað, at tað hevur verið torfort at fáa hækkað inngjaldið, og inngjaldið til Sam- haldsfasta heldur ikki er hækkað, er hava alt fleiri løntakarar teknað sær sínar egnu eftirlonartryggingar. Annaðhvort í Liv ella sum kapitaltryggingar í peningastovununum. Hesar hava tann skattafyrimun, at upphædd- in kann dragast frá í inntøku. Tó í mesta lagi 30.000 krónur um árið. Men sambært nýggja uppskotinum skal inngjaldið verða óavmark- að. Tað merkir, at forvinnur tú nógv, ella eigur nógv, kanst tú bara seta nógv inn, og spara tær til ein stóran skattafyrimun. Henda skatt- alættan skulu so lág- og meðalinntokurnar, sum ikki hava ráð til at gjalda seg niður í skatt, rinda. V.ø.0. vendir skipanin tann tunga endan niður Taldømini, sum eru komin fram, eru alt annað enn tiltalandi. Harafturat verða tey, sum for- vinnan lítið ella einki, við sviðusoð, tí einki prógv er fyri, at tann samhaldsfasta fólka- pensjónin fer at hækka í nóg stóran mun. Orðaskiftið hevur greitt víst, at ætlaða skip- anin er ikki samhaldsfost, og verður torforari at fáa í lag og dýrari at umsita enn Sam- haldsfasti er. Um Samhaldsfasti fekk åbøtur og inngjaldið hækkaði, hevði tað verið tann besta og bíligasta skipanin ollum Foroya fólki at gagni - og ikki bara einum parti. Spell, at Fólkaflokkurin fekk bæði Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin í leypin hjá sær. Sosialurin Innsavning Frelsunarhersins Jólabússarnir hjá Frelsunar- herinum eru nú settar í handlarnar. Tann sum legg- ur pening í hesar bússur, er við til at hjálpa Frelsunar- herinum við sínum vælger- andi arbeiði. Meginparturin av tí ið inn kemur fer til Herberg Frels- unarhersins í Niels Wint- hersgøta 3. Hetta er eitt til- boð um mat, song og per- sónliga røkt. Í 1999 hava verið yvir 1100 yvirnáttingar, bæði menn og kvinnur hava nýtt hendan møguleikan. Um- framt hesi hava mong onnur verið og vitja, onkur fyri at fáa eina máltíð, ella persón- liga røkt, meðan onnur hava havt fyri neyðini at samtala um persónlig viðurskifti. Allar matútreiðslur verða goldnar av tí peningi sum kemur úr jólabússunum. Tað hava verið 65 ymiskar brúkarar í 1999. Skal hetta arbeiði halda áfram, er neyðugt við stuðli. Vit eru takksom fyri ta hjálp sum verður givin við at stuðla jólabússunum Møguleiki er eisini geva eina gávu á konto 6460 1516738 ella 6460 1575963 i Føroya Banka. Jólakonsertirnar byrja í Vagum Arliga jólakonsertin hjá Sørvågs Tónleikarfelag og Vágakórinum verður í Skúl anum á Giljanesi - í Skála num - sunnudagin 7. des- ember klokkan 16”. At- gongumerki fáast við inn- gongdina. Bern gjalda einki, men vaksin 50 kr Tað eru Vágakórið og Sørvågs Tónkeikarfelag. sum á hvørjum ári skipa fyri jólakonsertini. Hesaferð verður Ungdómsorkestrið í Vágum eisini við Ungdómsorkestrið fer at spæla Hello eftir Lionel Richie Sørvågs Tónleikarfelag fer at spæla bæði marsjir, sålmaløg og annan tónleik, ið hoyrir jólunum til Vágakórið fer at syngja føroysk, svensk, donsk, enskt og latínsk jólaløg Steven R. Foggin, mu- sikkskulalærari í Suðuroy, stjórnar Ungdómsorkestri- num í Vágum og Sørvågs Tónleikarfelag. Jónvør Joensen er leiðari hjá Vágakórinum. Sørvågs Tónleikarfelag og Vágakórið fara saman á pall við tónleikastykkinum Christmas Crackers, sum er jólapoppori fyri blásarar og kór. Jón Eirkur Joensen fer at hava klaverfylgispælið, tá kórið syngur A winther's Dream hjá St. Cairn og R. Johnson. Jolatrø í Fuglafirði Í dag verða jólatrgini í Fugl- afjarðar kommunu tendrað. Tey eru trý í tali. Í Fuglafirði verður træið tendrað klokk- an 15, á Kambsdali klokkan 16 og á Hellunum klokkan 17. Fuglafjarðar hornorkest- ur fer at spæla, og Dánial Vang, býráðslimur heldur jólatræsróðurnar hesaferð. Eisini verða bæði jóla- maðurin og nakrir jólavættr- ar við. Teir hava við sær okkurt gott við til bæði børn og vaksin. Hugnakvøld í Atlantis í Klaksvík Eftir at útselt hevur verið til tey fyrstu forvitnisligu frá- søgukvøldini í Atlantis, evur Klaksvíkar Sjónleik- arafelag gjørt av at endur- taka vælumtókta tiltakið. Nú mónakveldið 6. des- ember klokkan 19:30 verð- ur so høvi at hoyra hugna- ligu fråsøguf6lkini, Freydis Pulsen, Erik hansen, Simun Joensen, Karl Justesen, Nic- olai Nysted, Olantinu Sim- onsen og Valborg Sivertsen. Fyri at hugna enn meira Berghild, Bjarni og Árni jólakonsert Mánadagin komandi klokkan 16 hava Berghild Poulsen, Bjarni Berg og Ami Hansen jólakonsert í Tilhaldinum í Torsgøtu í Havn. Konsertin er al- menn og ókeypis Sunnudagin 12. desem- ber klokkan 11 eru tey ið í guðstænastu í Vestur- kirkjuni, og leygardagin 18. desember eru tey við á konsert hjá Tórshavnar Manskóri. tekur Hans Hjalti Skaale lut við onkrari vísu, sigur Klaksvíkar Sjónleikarafel- Kaldbak, Hvitanesi og Norðr- adali Tá Jólatræið í Kaldbak verður tendrað í dag klokk an 16 og í Norðradali kl 18 fer GHM at spæla, Sonja Klein, prestur og Elin Lind- enskov, býráðslimur at halda rødu. Í Kaldbak vitja eisini jólamenn. Klokkan 16 í morgin verður jólatræið á Hvítanesi tendrað, og tá fer havnar Hornorkestur at spæla. Sverri Steinhólm, prestur og Klæmint Olsen, býráðslim- ur, fara at tala.