leygardagur 4. desember 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 4. desember 1999
JÁKUP MORK
Sum kunnugt, so var altjóða
dagur teirra brekaðu í gjár,
fríggjadagin, og sum vera
man, varð hetta markerað á
ymsan hátt.
Ein partur av hesum varð,
at MBF nýtti dagin sum eitt
høvi til at lata Strandfara-
skipum Landsins sina vid-
urkenning, fyri tað arbeiðið,
sum stovnurin hevur gjørt,
til tess at bóta um umstød-
urnar hjá teimum brekaðu.
Hetta er aðru ferð, at
MBF letur slíka viðurkenn-
ing. Fyrru ferð viðurkenn-
ingin varð latin, var tá Tórs-
havnar Býráð í 1995 opnaði
Margarinfabrikkina, har eitt
stórt arbeiði varð gjørt, til
tess at atkomumøguleikar-
nir hjá teimum brekaðu
vóru so góðir sum gjørligt.
Handanin fór fram um
borð á Smyrli, og orsøkin
til at viðurkenningin varð
handað her, var at júst um-
borð á Smyrli hevur SL
gjørt eitt munagott arbeiði í
hesum sambandi.
Betraðar umsteður
Inni í cafeterianum á Smyrli
eru tvey pláss gjørd, har rør-
slutarnað fólk í koyristóli
kunnu sita. Plássini eru gjørt
á tann hátt, at helmingurin
av einum beinki er skorin
burtur, og í staðin er rúm
gjørt fyri stólinum, eins og
tað er møguleiki fyri at
spenna stólin fastan í gólv-
ið, um so er at, at veðrið
ikki er av tí besta, og skipið
tískil rullar nakað illa.
Áður hava fólk í koyri-
stóli verið noydd til at sitið
við borðendan, og tiskil sit-
ið heldur tvørt fyri, tá fólk
skulu framvið, eins og tey
so at siga hava verið noydd
at neyðhildið sær, um so var
skipið rullaði.
Eisini eru umstødurnar
hjá rérslutarnaðum bottar í
aðrar mátar, við at hurðar
eru víðkaðar, eins og WC
er gjørt rúmligari.
Umframt åbøturnar á
Smyrli, so vóru eisini aðrar
grundgevingar fyri at handa
SL hesa viðurkenning,
segði Doris Hansen, sum
vegna MBF bar fram eina
rødu.
Á farmadeildini í Havn
eru stórar åbøtur gjørdar, til
tess at har skal verða meira
atkomuvinarligt hjá rørslu-
tarnaðum, og harafturat er
nýggja sandoyarferjan tekn-
að soleiðis, at stórur dentur
er lagdur á somu viðurskifti.
Doris fegnaðist serliga um,
at tá sparingar skuldu gerast
í.s.v. projekteringina av hesi
ferju, megnaði leiðslan at
fremja hesar sparingar,
uttan at hetta gekk út yvir
umstødurnar hjá teimum
brekaðu.
Hugburðsbroyting
Ein teirra, ið væntandi fer
at gera nýtslu av hesum bet-
raðu umstødum, er Laila
Solmunde, sum dagliga
situr í rullist6li.
Eisini hon bar fram rødu,
og varð hon sera takksom
fyri, at tað var líkt til at ein
hugburðsbroyting var farin
fram hjá SL. MBF hevur
igjøgnum langa tíð gjørt
vart við, hvørjar trupulleik
ar tey brekaðu hava umborð
á strandfaraskipunum, men
aloftast hevur umberingin
verið, at hetta var ov kostn-
aðarmikið og at skipini vóru
so gomul, og at tað tískil
ikki bar til at betra um um-
støðurnar
Í hesum førinum hevur
ein skipabólkur alla tíðina
verið í samráð við SL, og í
samstarvi teirra millum,
hava partarnir so funnið
fram til, hvussu tey á besta
hátt kunnu bóta um åvis
viðurskifti. Í hesum sam-
bandi nevndi hon serliga
Sørin Christiansen, sum
hevur veirð við i skipabólk-
inum, og sum alla tíðina
hevur verið sera treiskur,
eins og hann áhaldandi ar-
beitt fyri at betra um møgu-
tidindabladid SOSTÆVUII
Strandferðslan viðurkend
Í gjár, á altjóða degi teirra brekaðu fekk Strandfaraskip Landsins handa viðurkenning frá MBF, sum takk fyri tað
arbeiði, sum stovnurin hevur gjørt til tess at betra um umstóðurnar hjá rórslutarnaðum
leikar teirra brekaðu.
Gevur áræði
Stjórin á SL, Reidar Nón-
fjall, sum vegna stovnin tók
ímóti gávu og heiðursbrævi,
tóktist vera sera fegin um
hesa viðurkenning, sum
leiðsla og starvsfólk á
stovninum nú hava fingið.
Hann helt hetta vera eitt
stórt herðaklapp til øll tey,
sum hava verið í hesum ar-
beiði. Harumframt metti
stjórin eisini, at hetta var eitt
sera gott dómi um, at slíkar
ábótur als ikki nýtast at
kosta tær stóru peningaupp-
hæddirnar, hóast júst kost-
naðurin ofta verður nýtt
sum umbering, fyri ikki at
gera hesar åbøtur.
Eisini nýtti hann høvi til
at skipabólkinum hjá MBF,
við tað at hesi høvdu verið
sera beinrakin í teirra ar
beiði, við tað at tey høvdu
víst á konkret dómi, har um-
støðurnar kundu betrast, og
segði hann hetta vera sera
kærkomið. við tað at hetta
lætti munandi um hjá stovn-
inum, í teirra arbeiði at betra
um umtødurnar.
Reidar Nónfjall legði at
enda afturat, at hann vónaði
at viðurkenningin og ar-
beiði hjá SL kundu vera við
til at skumpað undir aðrar
stovnar, soleiðis at umstød
urnar hjá teimum brekaðu
kunnu gerast alsamt betri
Farmadeildin
Sum omanfyri nevnt, so
hevði MBF eisini farma
deildina hjá SL í huga, tá
viðurkenningin varð latin
Heini á Borg, leiðari á
farmadeildini = hjá SL.
greiddi okkum frá teimum
åbøtum, sum her eru framd
ar
Tað fyrsta, ein leggur til
merkis, er at hurðarnar nú
hava fingið eina fotocellu,
soleiðis at tær fara upp av
sær sjálvum, tá fólk nær-
kast. Harumframt eru gátt-
irnar gjørdar soleiðis, at tað
Frá hátíðarhaldinum umborð á Smyrli: Laila Solmunde, Doris Hansen, Reidar
Nónfjall vid gåvu og heiðursberævi og Søren Christiansen
er ómaksleyst hjá fólki í
koyristóli at koma inn í av-
greiðsluna.
Inni í sjálvari avgreiðsl-
uni er eitt flutningsband sett
upp, soleiðis at til ber at
leggja pakkar á flutnings-
bandið, ístaðin fyri at skulu
lyfta teir upp á diskin, og
endiliga er ein partur av av-
greiðsludiskinum soleiðis
háttaður, at avgreiðslan fer
fram í sitihædd, ístaðin fyri
standihædd, soleiðis sum
vanligt er. Oneydugt skuldi
verið at sagt, at hetta ger tað
munandi lættari hjá fólki í
koyristóli, við tað at hesi
sleppa undan at skula
toyggja seg upp, tá tey verð-
a avgreidd.
Heini sigur. at tey í sam-
bandi við broytingarnar á
pakkadeildini í Havn settu
W
ein arbeiðsbólk, har tosað
vard aftur og fram um,
hvørjar åbøtur kundu gerast,
nú avgreiðslan skuldi broyt-
ast.
Ætlanin er so framyvir, at
líknandi åbøtur skulu gerast
á gøllum farmadeildunum
hjá SL, soleiðis at hetta ar-
beiði kann koma menning-
artarnaðum kring alt landið
til góðar.
Heini á Borg, leiðari á farmadeildini hjá Strandfaraskipum Landsins, framman fyr
flutningsbandið. sum nú er sett upp inni í avgreiðsluni í Havn
Mynd: Jens Kr. Vang
SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP
a.
æ
<
>
2
je]
=
v
.
a.
æc
<
=
z
je]
==
(21)
.
a.
æc
<
>
z
je]
72
v
*
a.
æc
<
>
z
je]
72
(20)
.
a.
æc
=
>
z
O
=
v
.
a
æ
<
>
z
8
D.
cc
<
>
z
pe]
3
v
.
a
æ
<=
>
z
je]
72
v
SJÓNVARP * SJÓNVARP * SJÓ
Provision 20”
LG Goldstar 25”
SHARP 28”
SABA 20”
Fartelefonir - Sjónvarp - Radio - Video - Paråbolar
Í Handilskjarnanum * Tlf. 353333 * Fax. 353330
NVARP * SJÓNVARP * SJÓNVARP + SJÓNVARP
* dHVANOFS
5.890,-
8.990,-
dHVANOPS +» dHVANOFS + dHVANOFS + dHVANOFS + dHVANONS + dHVANOFS + dHVANONS