Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 4. desember 1999 tíðindablaðið > Løgtingid vanvirdir tey brekaðu Hóast rórslutarnað í fleiri ár hava gjórt vart vid vånaligu umstødurnar i løgtinginum, er enn einki gjørt við málið. Tískil sluppu tey ikki á tingfund tá heilsumálaráðharrin í gjár greiddi frá stóðu teirra brekaðu JOHN JOHANNESSEN Tað er óvirðiligt at verða borin inn í tingsalin, tí var eg ikki áhoyrari til úngfund- in í gjár. Leila Solmunde, for- kvinna í Ráðnum fyri Brek- að, sigur seg vera ógvuliga harma um, at atljóða dagur teirra brekaðu í gjár skuldi enda við, at brekað íkki sluppu at vera áhoyrarar til tingfundin, tá almanna- og heilsumálaráðharrin greiddi frá stóðu teirra brekaðu. — Vit hava í fleiri ár víst á, at umsødurnar hjá brek- aðum at koma inn í ting- húsini eru út av lagi vána- ligar, men hóast allar okkara áheitanir, er einki gjørt við málið. Nýggja tinghúsið undanførsla Leila Solmunde visir å, at tad ikki er neydugt at byggja nytt tinghús fyri 70 milli- ónir krónur fyri at møgu- ligt skal vera hjá brekaðum at sleppa fram at áhoyr- araplássunum í tinginum. - Tað einasta, ið krevst fyri at vit kunnu sleppa inn í tinghúsið er ein rampa, ið rullustólar kunnu koyra eftir. Tí haldi eg tað vera ógvuliga vánaliga undan- førslu, um fomansskapurin f tinginum sigur ætlanina um nýggja tinghúsið vera orsøk fyri, at einki er gjørt. Leila Solmunde heldur politikarar vera tey, ið sýna minst virðing fyri teimum brekaðu í føroyska samfel- agnum, tá tað ikki ber til at koma inn í landsins tingn- arligasta stað í koyristóli. Og fyri at vísa á hetta, møtti eingin av limunum hjá MBEF. ið sita í koyristóli, til tingfundin í gjár, hóast tað vóru viðurskifti teirra, ið vóru á skránni. Tunghoyrd fyri vanbýti Forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað vísir á, at tað ikki einans eru tey rørslutarnadi, ið eru yvirsædd av løgting- inum. Hon vísir á, at hóast tinghúsið sjálvsagt er væl atkomiligt hjá tunghoyrd- um, eru umstødur teirra í tínghúsinum út av lagi vánaligar. Eingin teleslynga er í tinghúsinum, og tí fáa tung- hoyrdir áhoyrarar í tingsali- num einki við av tí, sum verður sagt frá landsins tingnaðarligasta róðarapalli. Tískil mugu vit enn einaferð staðfesta, at løgtingið als ikki virðir fólk, ið eru brek- að. SL fyrimynd — Eg haldi, at løgtingsform- aðurin átti at sæð stjóran á SL sum eina fyrimynd. Hes- in hevur nevniliga gjørt eitt ógvuliga stórt arbeiði í fyri- tóku síni fyri tey brekaðu. Leila Solmunde vísir á, at hóast Smyril er eitt skip, ið er eldri enn 30 ár, hevur stjórin á SL borið so í bandi, at tað uttan trupulleikar ber til hjá fólki í koyristóli at ferðast við skipinum. Somuleiðis vísir hon á, at stjórin í SL hevur sýnt 6- metaliga stóran áhuga fyri at berta um vidurskifi teirra brekadu å øllum farleidum felagsins. Tiskil valdi MBF at heiðra flutningsfyritøk- una í sambandi við altjóða dag teirra brekaðu í gjár. Dampurin av degnum — Hóast dagurin í gjár var ein ógvuliga gleðiligur dag- ur, tá hugsað verður um alt, sum er gjørt fyri at betra um Higartil og ikki longur. Koyristólar eru ikki slopnir inn í 150 ára gamla Løgtingid - og tað sleppa teir framvegis ikki viðurskifti = okkara, fór dampurin av degnum, tá Helena Dam á Neytsabø takkaði fyri fyrimynda- reglurnar hjá ST, sum vit handaðu henni, og segði, at hon nú fór at bera tær í ting- ið. Tá vistu vit nevniliga, at tað ikki bar til hjá okkum at vera við, sigur Leila Sol- munde hugtung. Brekað skulu sleppa í tingið Tingformaðurin ásannar, at tað er óheppi, at einki ítókiligt er gjórt fyri at betra um viðurskifti teirra brekaðu í tinghúsinum JOHN JOHANNESSEN — Eg veit, at tað er vónleyst hjá brekaðum at koma inn í tinghúsið, og eg ásanni, at hetta ikki er rætt. Finnbogi ísakson er harmur um, at tað umstød- urnar hjá brekaðum at koma inn í tinghúsið er so út av lagi vánaligar, men hann vísir á, at verandi tinghús eru illa engað at gera nakað við, fyri at betra um hesi viðurskifti. — Sjálvsagt haldi eg, at tinghúsið skal vera atkomi- ligt fyri brekað, men vit hava ikki funnið nakra kon- kreta loysn á trupulleika- SYF ynskir at hækka sjónvarpsgjaldið Sjónvarpið hevur heitt á UMMS um at hækka sjónvapsgjaldið JOHN JOHANNESSEN — Sjónvapsgjaldið er ikki hækkað í 11 ár. Tískil seta vit spurningin, um tað ikki er tíð uppá at hækka hetta gjaldið nú. Tróndur Djurhuus, sjón- varpsstjóri, vísir á, at trupult verður at fáa SVF at koyra framyvir, um fleiri pengar ikki verða til taks at gera sjónvarp fyri. Hann vísir á, at allir almennir stovnar hava fingið endurgjald frá landsstýrinum fyri lønar- hækkingarnar í vár, men at sjónvarpið einki hevur fing- ið, tí tað íkki er á fíggjar- lógini. Men tó skal sjón- varpið rinda eins nógv fyri lønarhækkingina, sum aðrir almennir stovnar á fíggjar- lógini. — Eg eri ógvuliga bangin fyri, at sjónvarpið fer at stagnera, fáa vit ikki meira pening. Tí skjóta vit upp at hækka sjónvarpsgjaldið. Spurningurin til sjón- varpsstjóran er so, um tað kann vera rætt, at SvF sleppur at vera skattamynd- ugleiki, ið krevur sjónvarps- gjald frá øllum borgarum landsins, ið eiga sjónvarps- tól. Men sjónvarpssjótin held- ur ikki, at nakað er galið við hesum. Hann vísir á, at hann hvønn dag gjøgnum skattin glediliga rindar pening til Vaktar- & Bjargingartæn- astuna, sum hann tó aldri brúkar, meðan tað bert eru tey, ið eiga sjónvarpstól, ið skulu rinda sjónvarpsgjald. Tróndur Djurhuus sigur, at hann væl kundi hugsa sær, at sjónvarpið kom á fíggjarlógini, men sigur seg tó ikki trúgva uppá, at hetta fer at henda. Hann heldur, at politikarar duga ikki at skilja, hvussu dýrt tað er at gera sjónvarp, og tí er eingin — Sjónvapsgjaldið er ikki hækkað í 11 ár. Tískil seta vit spurningin nú, sigur Tróndur Djurhuus áhugi fyri at veita sjónvarp- inum meira pening. num síðani tað beliv stað- fest, at nýggja tíinghúsið ikki verður bygt. Finnbogi ísakson vísir á, at spurningurin um. hvat skal gerast við verandi ting- hús og við húsini hjá Foroya Tele omanfyri í næstum, og tá verður sjálvsagt eisini hugsað um, hvussu betrast kann um viðurskiftini hjá teimum brekaðu FREMST INNAN HEIMASIÐULOYSNIR Hvat hava Føroya Landsstyri, Telefonbókin og meklaravirkið VIT sp/f undir Bryggjubakka 17, FO-100 Tórshavn tlf: 319914 TE — Á — INNI til felags ? ER Tey hava øll framkomnar heimasíðuloysnir fra VIT VIT sp/f virkar eisini sum euv-deild hja fyritokum, skipar fyri telduskeiðum og ger umsitingarligar telduskipanir