Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

www.sansir.fo Söslalurin Almanna- og heilsumálaráðið sókir kt-leiðara Dugir tú at stjórna Nr. 15 - 22. januar 2005 Tú megnar at stjórna einum stórum kt-gki. Tú hevur evnini at seta í verk fyriskipanir. Og tær dámar stórar avbjóðingar, har tú veruliga gert mun. Hóska hesar lýsingar til tín, so er tað kanska tær vit leita eftir. Eitt nýskipað starv í Almanna- og heilsumála- ráðnum er leyst at sokja. Talan er um eitt spenn- andi leiðarastarv, har tú fært ábyrgdina av gllum kt-gkinum í Almanna- og heilsumálaráðnum. Til ráðið hoyra tey trý sjúkrahúsini í Faroyum, Almannastovan, Heima- rgktin og Serforsorgin og Apoteksverkið v.m. og undir hesum stovnum eru aftur aðrir smærri stovnar. Tað er sostatt eitt stórt net av skipanum, ið kt-leiðarin hevur ábyrgd- ina av. Nýggi kt-leiðarin fær ein týðandi leiklut í menning- ini av kt innan almanna- og heilsugkið. Til dømis er farið undir at gera eina sjúklingaskipan, har upp- lýsingar um sjúklingar í heilsuverkinum verða talgildar. Samstundis skulu stovnarnir undir ráðnum liva upp til nýggju lógina um viðgerð av persónsupplýsingum, og tað setir stór krav til trygdina, tí her liggja nógvar viðkvæmar upp- lýsingar. Alt hetta krevur, at kt-bygnaðurin verður mentur, og nýggi leiðarin skal standa fyri hesari og ødrum uppgávum. Arbeiðs- og ábyrgdargki Kt-leiðarin hevur yvir- skipaðu ábyrgdina mót- vegis aðalstjóranum og landsstýrismanninum við almanna- og heilsu- málum. Ein aðaluppgáva er at ráðgeva leiðsluna um mgaguleikar og avbjóðing- ar við kunningartgkni, hann skal rgkja heildar- ætlanina og luttaka í strategiskum kt-verkætlanum. Kt-leiðarin skal samskipa keyp av kt-skipanum í ráðnum og skal standa fyri teimum avtalum, sum ráðið ger við veitarar. Harafturat skal hann ráðgeva stovnum undir ráðnum, tá ið teir keypa kt-útgerð og ráðgeva teimum í samskiftinum við veitarar uttanífrá. Tað áliggur kt-leiðaranum at tryggja, at gall lógarkrav til kt-gkið verða uppfylt. Undir hesum liggur at hava ábyrgdina av kt- trygdini hjá Almanna- og heilsumálaráðnum, at hava yvirskipaða ábyrgd- ina av kt-trygdini fyri stovnarnar undir ráðnum. Krøv og forleikar Vit vænta, at umsgkjarar hava akademiskan for- leika og hægri útbúgving innan gkið. Harafturat er tað ein avgjordur fyri- munur, um tú hevur royndir ella útbúgving í leiðslu og fyrisiting. Kt-leiðarin verður í einum staðugum samskifti við leiðarar fyri ymsar stovnar, og tí er neyðugt, at tú dugir væl at sam- skifta og hevur góð sam- starvsevni. Ókið stendur fyri stórum broytingum, og tí mást tú hava evnini at seta í verk fyriskipanir. Umsókn, setan og løn Lon- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Verður starvið sett sambært sáttmálanum við BLF. verður tað lont sum deildarleiðari ll, tað er (1. oktober 2004) 37.556,41 krónur um mánaðin og harumframt 15 prosent í eftirløn. Tú kanst fáa meira at vita við at venda tær til Aibritt á Plógv, aðalstjóra, á telefon 304050 ella á teldupostadressu ahrðahr.fo. Umsókn við prógvum, CV og ødrum skjalum skal sendast til: Almanna- og heilsumálaráðið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn Umsóknarfreistin er tann 25. februar klokkan 12.00. Almanna- og heilsumálaráðið Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn, Tel 30 40 50, Fax 35 40 45, ahrðahr.fo, www.ahr.fo