leygardagur 22. januar 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Møguleikar verða nú
kannaðir fyri, um
klaksvíkingar kunnu
fáa drekkivatn úr
Norðoyatunlinum
Klaksvíkar Kommuna hev-
ur í seinastu mongu árini
arbeitt við at økja um
drekkivatnsmongdina.
Hetta er gjørt við atliti til at
hava nóg mikið av vatni,
bæði í turrveðri og frosti.
Kommunan hevur fyri
nøkrum árum síðani tosa
við jarðfrøðing um møgu-
leikan at fara at bora eftir
vatni á ávísum økjum.
Mælt varð kortini frá hes-
um, tí møguleikarnir fyri at
raka eina keldu vóru so
smáir.
Men nú skal so roynast
aftur, skrivar Norðlýsið.
1500 litrar um
minuttin
Tá arbeiðið við at gera
Norðoyatunnilin byrjaði á
sinni, setti kommunan seg í
samband við teir, ið gera
tunnilin, og bað teir boða
frá, um komið var fram á
nógv kelduvatn.
Tá Norðoyatunnilin var
komin umleið 1000 metrar
inn, rendu teir seg í nógv
vatn. Teir komu fram á
fleiri lekar, sum vóru uppá
1500 litrar um minuttin.
Kommunan fór beinan-
vegin at hugsa um ikki
vatnið kundi brúkast sum
drekkivatn, og gjørdi nakr-
ar kanningar av vatninum.
Og á býráðsfundi 2. no-
vember í fjør var samtykt at
leggja eina vatnleiðing inn í
Norðoyatunnilin.
Føroya Konsortiet er í nú
ferð við at leggja eina vatn-
leiðing einar 1235 metrar
inn í tunnilin. Síðani skulu
nakrar áboringar gerast inn
í fjallið, sum skulu íbindast
rørleiðingina sum verður
løgd í eina grøv í tunnlin-
um.
Millum jól og nýggjar
vóru lagdar 500 metur av
hesi rørleiðing. Sostatt er
eftir at leggja íalt 530 met-
rar.
Nógvar kanningar
Tá rørleiðingin er bundin í
keldurnar, verður neyðugt
at lata vatnið renna frítt í
eitt langt tíðarskeið, meðan
vatnmátingar verða gjørdar.
Ikki fyrrenn tá kann stað-
festast hvussu rávatns-
góðskan er.
Annars eru tað fleiri
onnur
viðurskifti,
sum
mugu kannast, og ein verk-
ætlan má gerast fyri at fáa
vita samlaðu vatnmongd og
kapacitet. Eisini mugu fáast
hita- og trýst upplýsingar
av vatninum yvir eitt tíðar-
skeið, fyri at vita um tað
koma nakrar broytingar,
meðan vatnið rennur úr
kelduni.
Men
tíðarramman
er
ógvuliga
lítil,
og
má
kommunan fyrst og fremst
samla sínar tankar um ætl-
anina at fáa rør lagt út og
áboringar gjørdar, so at
fleiri mátingar kunnu ger-
ast.
Ein prøvi varð sendir til
NIVA í Norra, har teir
gjørdu eina meting av prøv-
anum sum vísir at pH,
turbiditur og leiðingarevni
er ov høgt. Høga pH-virðið
kann stava frá at vatnið er
komið í samband við se-
ment, sum er nýtt í stórari
mongd til at tetta fyri vatn-
lekum.
Niðurstøða teirra er eis-
ini, at tað mugu gerast fleiri
kanningar av vatninum.
sb.
Nr. 15 - 22. januar 2005
3
Heppin leki í Norðoyatunlinum
BØNARHALD
Snorri Brend
Í góðar tríggjar mánaðir
hava ungfólk úr stórum
pørtum
av
landinum
savnast fyri at biðja fyri
sínum vinum og skúlafe-
løgum. Kring landið eru
hesir bønarbólkar skipaðir,
sum hava fyri eyga at
síggja, at veking brýtur
ígjøgnum á skúlunum.
- Longu nú eru fleiri
bólkar settir á stovn, men
langt er enn á mál, siga
fyrireikararnir á heima-
síðuni hjá Filadelfia í
Havn.
Málið er at seta á stovn
bønarbólkar í øllum skúl-
um landinum.
Bønarstevna
í apríl
Skipanin við hesum tiltak-
inum er tann, at fólk møtast
eina ferð um vikuna at
biðja.
Hvør bólkur telur umleið
3-8 persónar. Eru fleiri fólk
í bólkinum, so verður
bólkurin býttur sundur, so
bólkatalið veksur alsamt.
Ymiskt er, hvussu býtið er
millum kynini og aldur.
Byrjað varð við fram-
haldsdeildini, men allir
flokkar á øllum skúlum
fara eisini at verða umboð-
aðir so við og við.
Tað er tó ikki bara eina
ferð um vikuna, at fólkið
møtist í bólkunum. Umleið
fimtu hvørja viku møtast
allir bólkarnir í umráð-num
til eitt felags bønarmøti.
Har verður millum annað
greitt frá, hvussu tað gong-
ur á hvørjum skúla, sum er
umboðaður. Tvær ferðir
árliga verður eitt tiltak, sum
savnar allar bønarbólkar í
landinum. Tað fyrsta til-
takið verður væntandi í
apríl mánaði í Havn.
Ein útvarpssending er
eisini byrjað í hesum sam-
bandi. Talan er um send-
ingina Zoé á Lindini, sum
er at hoyra hvønn týsdag kl.
16 og sum verður endur-
send fríggjakvøld kl. 23.
Ein heimasíða er eisini í
gerð, so fólk kunnu fylgja,
hvat hendir á skúlunum.
Tað er Ólavur Guttesen,
sum hevur tikið stig til
hetta arbeiðið.
Føroyskir næmingar biðja
fyri øðrum næmingum
Teir eru komnir fram á eina
vatnskeldu í Norðoyatunlinum. Rør
eru løgd til móttøkuna, men áðrenn
nakar sleppur at drekka av vatninum,
skal tað kannast væl og virðiliga