leygardagur 4. desember 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 232 — 4. desember 1999
17
Ektað Girl Power
10 ára gamla Ragnhild Dam úr Havn er ein seig genta. Hon er sjálv onnur lættasta barn, ið er komið í verðina í
Føroyum. Onkursvegna hevur hon gjørt læknavísundini til skammar
Dánjal Højgaard
Hon er eitt undurbarn.
Tá hon kom í verðina á eini
fød:stovu á landssjúkrahúsinum
var hon so lítil. at lívsvónirnar
vóru smáar
Tíggju ár seinni er so hon
sprell livandi. Hon kann reypa
sær av at hon er tridstørst av
gentunum í 4b í
kommunuskúlanum í Havn. Og
heilsuna hevur hon góða.
Vigaði 700 gramm
Ragnhild Dam varð borin í heim
tann 25. juní 1989. Í 25. burðar
viku - fimtan vikur ov tíðliga
Hon vigaði bert 700 gram.
-Hon vigaði á leið tað sama
sum ein margarinpakki og ein
ásettur smørpakki. Hon var so
lítil, at legði eg lítlafingur á
lærið, so sást tað ikki longu,
minnist Bergur Dam, pápi
Ragnhild.
-Vit høvdu fingið at vita, at
tað vaá stórur møguleiki fyri, at
børn undir túsund gramm ikki
kláraðu tað. Tað var ikki so
vanligt við so smáum børnum
tå, og hon var so nógv tað
minsta, siga foreldrini bæði
Bergur og Durita.
Ragnhild var doypt beint eftir
at hon kom í verðina. Hon var
uppkallað eftir ommuni á Tvør-
oyri.
-Fyrstu tíðina hugsaðu vit sum
so, at skuldu vit missa hana, so
vildu vit vera hjá henni so nógv
sum tilbar, minnast foreldrini.
Røkt og umsorgan
Men tann elalítli skapningurin
treivst í hesi verð. Við góðari
sjukrarøkt og tættari umsorgan
fór hon skjótt at mennast. Og
tríggjar mánaðir eftir
fødingardagin slapp Durita heim
við lítlu Ragnhild í fanginum.
Síðani hevur tað bara gingið
uppeftir. Longu sum 2 ára
gomul hevði hon tikið
javnaldrarnar aftur bæði í vekt
og stødd.
Í dag er hon sum smágentur
flest. Elskar Spice Girls, ýðkar
filmleik, spælir klarinett. Hon
tuskar runt og stórtrívist.
-Hon er sum børn flest.
Sjúkradagarnir hava verið
ógvuliga fáir, sigur Durita.
-Ja, hon syftir Ola sum ein
vott, sigur Bergur. og avdúkar
síðani spakmæltur, at hann
Ragnhild Dam er í dag størri enn nógvir av javaldrunum í 4 b i kommunuskúlanum í Havn
hevur hoyrt, at Ragnhild skal
vera ein nokkso dugnaligur
fimleikari.
Foreldrini eru stolt av teirra
lítlu Spice Girl. Eingin ivi um
tað.
Ongar sersømdir
Heima i Vardagøtu hevur Ragn-
hild ongantíð verið stappað við
vitaminum og heilsukosti. Gam-
aní hevur turt tvøst onkuntíð
verið í matpakkanum. Men tað
hevur tað eisini verið hjá hinum
systkjunum.
Durita og Bergur hava ikki
havt serligan ekka um teirra
yngsta barn. Og hon hevur
fingið somu viðferð sum hini
børnini, siga tey.
Durita og Bergur geva góðari
sjúkrargkt á landssjúkrahúsinum
lutvísan heiður av, at Ragnhild
kom so væl undan. Eisini hevði
tað alstóran týdning. at familjan
alla tíðina kundi hava tætt sam-
band við gentuna, og at hon
slapp undan lúgvandi
sjúkraviðgerð, halda tey.
-Tað bilti ikki Ragnhild annað
enn at hon var so litil. Hon var
ikki bakad lidug, sum beiggin
plagar at siga. Eg var frisk og
hon var frisk, sigur Durita.
Sjålv hevur Ragnhild kanska
ta bestu forklåringina uppå
undurverkið.
-Hevdi eg ikki verið so sterk,
so hevði tað ikki gingið, sigur
Ragnhild, sum pástendur, at hon
ræðist ongan. Hvorki tannlækna
ella nakran annan.
-Bara eiturkoppar, skundar
hon sær so at leggja afturat.
Eitt sjáldsamt undantak
Framkomna læknavísindin
hevur gjørt tað møguligt at
bjarga ov tíðliga føddum í
alsamt yngri aldri.
Fyri bert tíggju árum síðani
varð mett, at børn, ið vigaðu
undir túsund gramm, fóru
neyvan at yvirliva. Síðani tá
hava læknar uttanlands bjarga
børnum heilt niður ímóti 500
grammum.
Men vandi er altíð fyri, at tey
sum vera alt ov tíðiliga fødd fáa
mein av hesum. Tí hevur tað
eisini verið ein etiskur
spurningur hvussu langt farast
skal.
Ragnhild er eitt sjáldsamt
undantak, heldur Odmar Færð,
barnalækni, sum var um gentuna
í síni tíð.
-Ragnhild er ein sunn og røsk
genta. Tað var ein sólstrálusgga,
sigur læknin. Hann vísir á, at
Ragnhild samstundis var ein stór
og lærurík avbjóðing fyri sjúkra-
hús og starvsfólk.
-Tað var mirakuløst at tað
skuldi ganga so væl. Tað gjørdi
okkum bjarkygdari, tá tað ræður
um at taka ímóti ov tíðiliga
føddum.
Ragnhild er tó ikki longur
einsamøll um sítt met. 6.
oktober í år var ein drongur
føddur á landssjúkrahúsinum,
sum eisini vigaði 700 gramm.
Drongurin varð fluttur til við-
gerðar á sjúkrahúsi í Aberdeen,
og sum skilst gongst framá hjá
honum.
Durita hevdi bert gingið í 25. vikur, tå ið hon fekk Ragnhild, sum
vigaði 700 gram, tá hon var fedd.