Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SA Eli á búkinum á mammu Handilsjólini eru frek.... Eivind heldur fast um traktat- irnar Tað er leygardagur. Tann seinasti í november. Keypsstaðurin vísir seg frá síni bestu síðu. Tað er kalt, hvítt og byurin er skrýddur til jóla Tikk! sigur fototólið Har er Vaglið. Fyri fullum útblástri. sæð gjøgnum eitt optiskt fiskaeyga. Tá jólatræið varð tendrað og tóktist loga sum eitt eldhav á Tinghusvøllinum. Tá hornorkestrið blásti jólaløg undir trølsligu trøunum við gamla bókhandil. Fyri seinastu ferð í hesum túsundárinum Átta fróir amatørfotografar frå kvøldskålanum í Havn strúka út í byin í skýmingini. Ein bóndi. ein listamaður, ein konservator, ein oljusølumadur og annað gott fólk. Albrynjaðir við fototólum. blitsi og stativum at avmynda høvudsstadin, tá jólatræið og ljósini vórðu tendraði Klikk! Har stendur Eivind við húgvuni væl niður fyri oyruni og býtir traktatir út. Í kveld skal hann halda rødu á jólaveitsluni hjá búfólkunum á Mýrini, sum verður á Panorama. Hann er so spentur, at hendurnar krøkjast um traktatirnir, so at tær rukkast saman Og har hongur lítli Eli. Ut búkinum á mammu síni. Efti nýggju mánaðir inni í bikin Og hygg, har dagar hgvdið MC undan reseptiónini. Eins c$ lundarnir hevur hann funnið síð rók á Hafnia. Klikk! Tað liggur ein sovorðin vælsignaður friður yvir gamla bylinginum á Reyni. Sum var hann fullkomiliga líkaglaður v3 alt hóvastákið, sum verður gjo? urturår uppi i býnum I Havnar Kirkju er Oddvør iðug við sína orgulmatiné Kanska var illa lýst, tí áhoyr ararnir kundu teljast á fáum iondum. Nú er brúdleyp. Í jósglæmuni á kalda trappu steininum uttan fyri ta gomlu kirkjuna taka tvey síni fyrstu ft út í lívið sum hjún. Klikk! Í plátuhandlinum hjá Hansemann er jólamaðurin up; á spæl. I leðurjakka og undir ag 1t- hatti er hann nærum ókenniligur, har hann stendur og hyggur at kasettubondum. Í keypstaðnum er mangt broytt síðani Liffusa tíð. Tær ullintu undirbuksirnar og teir praktisku hoftihaldararnir eru skiftir út við dj > og tað at keypa konuni jólagávu, er vorðið eitt satt spæl hjá mongum manni Okkurt um 500 fotomyndir seinni fara teir átta fróðu fotografarnir aftur á gamla meiari, har fotoundirvisingin hjá Olafi Schneider fer fram Skjótt er framkallað. fikserad og kopierað Har verður valt og vrakað. Og myndirnar á hesum síðum vóru bert nakrar av teimum, sum kundu verið slopnar gjøgnum nálareygað. irvari pløgg. Moralurin er fríari, Eftir vígsluna í Havnar Kirkju Eitt krúss av gløggi fløvar í kuldanum N ø Ord og myndir: Fotonæmingar á kvoldskúlanum í Havn Á Hafnia hevur hver funnið sína rók Í gótuljósinum minna tre og greinar um eitt gandakent lokkanet