Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1999síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tidindabladid Nr. 233 - 7. desember 1999 Sjónarmið Kennir lærarin onga ábyrgd av vanaligum føroyskum og er gott fóroyskt mál, foroysk stavseting og mállæra ikki ov torfør, tá ið so nógv ikki duga at skriva og tosa sítt egna móðurmál Las í Sosialinum í heyst hvassorðað harmljóð frá Jó k kkara egna móður es Skaale hevur 3 stikki i, at allir st við mær eru ked t móðurmálið S a umboðað í herinø vit IDET vi veir lutir, ska kundu gjørt, at enn flein føroyingar fara at Nr. 202 - 23. oktober 1999 duga at tosa og skriva å móðurmálinum, før oyskum. Eg eri onga løtu í iva um, at vánaliga málið í fjølmidlunum, bert er tað ovasta av istjallinum Hvussu man standa til hjå vanliga føroyinginum, tå so illa stendur til hjá fólki, sum dagliga einki annað enn at skriva føroyskt, ella royna at skriva føroyskt Eg fari at nerta við tveir lutir. Tann fyrsti er leiklut urin hjá okkara fólkaskúla lærarum, sum eru teir fyrstu til at læra føroyingar at skriva. Teir sleppa at ávirka hvønn einsta føroying, frá hann er sjey ára gamal og næstu 10 árini, tá ið hann sum 17 ára gamal stendur á gáttini til vaksna lívið. Teir eru tíðum teir hvassorðastu. tá tað velst um at leypa á onnur, sum ikki duga skriva Eg lesi hetta oftast privat sum eitt sl ig av Sjálvkrit hóast lærararnir ikki skriva soleiðis beinleiðis also Era IKKI Síðan til hin lutin. Stað fest er i Føroyum, og tað við sjeytummaseymi av okkara målkønu, at ein rætt- uliga stórur partur, kanska størsti parturin av føroying inum dugir als ikki at tosa á móðurmálinum og hvaðna verri at skriva, so tað bara minnir um føroyskt. Skulu vit ikki heldur leggja kortini á borðið, verða reiðilig og jåtta, at føroyskt er ov tor ført fyri fjøldina av føroy ingum og heldur royna at finna eina lættari leið nærri móðirmálinum Vit Kundu kanska um skrivað vitugu orðini hjá Muhamed, profeti, sála, og siga, at tá fjøldin ikki vil nærkast móðirmálinum. tí tað er so torskilt, lat so mál ið nærkast fjøldini. Tað er jú fjøldin sum nýtir málið og tað føroyingurin tosar vil til allar tíðir í hansara hug aheimi vera føroyskt, sum hann skilir føroyskt Nú eru hvøssu orðini hjá Jóannes Skaale sodnað og hvussu eg enn vendi hesum trupulleika, so fáið eg ikki annað burtur ur, enn at lær ararnir í hvussu er eiga at taka ein part av skuldini fyri, at føroyskir blaðmenn skriva so vánaligt á móður málinum á egnar herðar Og meira eg hugsi, tess greiðari tess greiðari tykist tað mær, at háttvirdi Jóann es Skaale átti at verið eitt sindur meira eyðmjúkur, tá hann greiddi lesarum frá, at blaðmenn ikki duga at skriva føroyskt. Og áðrenn vit fara víðari, so lat meg beinanvegin siga, at tað er ikki hvørjum manni beskorið at hava so gott bakland, hvat okkara móð- urmáli viðvíkur sum Jóann- es Skaale. Martus Johanne- sen, sáli, var ein úrmæligur í føroyskum og heyði stóran alsk til móðurmálið, og Jó- annes hevur dugað væl at lurtað eftir Mariusi. Sjålvur veitti Marius mær manga fjálga og bøtandi hondina i málsligum tvistødum Målsligu vegleidingarnar hjá Jóannes Skaale í fjøl miðlunum dugna málinum væl. Men tað kann ikki vera meiningin, at ein skal hava ein kapasitet av Mariusa formati tætt at sær í upp- vøkstrinum, skal ein duga at skriva rætt føroyskt. Er soleiðis statt, so er also for- oyska málið ov torført fyri vanlig fólk Kunnleikin til móðurmál- ið er hjá hvørjum tí einasta føroyskum tidindamanni eitt beinleiðis úrslit av royndunum hjá føroyskum lærarum at læra føroyskar næmingar at skriva før- oyskt. Urslitið hjá okkara fólkaskúla at læra foroying ar at málbera seg og skriva gott á føroyskum, kann neyvan sigast at vera fram- úrskarandi. Tað vildi verið at gjørt ov nógv av. Lærarar, sum undirvísa í føroyskum, áttu at klórað sær í nakkanum og spurt seg sjálvan. >Hvat gjørdu vit skeivt? Hvat gera vit skeivt? »Småbarnamål í fjølmidlunum« í Sostalinum 23 stod P oktober Jéannes Skaale. málvinur. hølvar førøvska fjøtmidtamalid av I ar € Hvi eru okkara næmingar, sum nu eru bladmenn, so vånaligir?« Kanska åttu avvarandi myndugleikar og Móður- málslærarafelagið við, at boðsent teimum lærarar sum undirvísa í føroyskum, fyri at vita um teir í heila- tikið hava førleikan at und- irvísa í móðurmálinum. Hava teir ikki, so mugu teir antin skúlast av nýggjum, ella mugu teir fáa sekkin. Tað er vanligt aðrastaðni í samfelagnum, at dugir tú ikki títt arbeiði, so mást tú antin taka annað skinn um bak, ella missir tú starvið. Í Føroyum er ein lærari út- lærdur, tá ið hann hevur tik- ið prógv, ja hann er tá út- lærdur í allar ævir. Hann er fullkønur á sínum øki og nýtist ikki at læra meira, ynskir hann tað ikki sjálvur. Og vei tann, sum setir spurnartekin við hansara førleika. Heldur lærarin fingrarnar frá næmingunum bæði so og so, er hampuliga edrúur og lærir ikki ranga kristnilæru, so kann hann sita í sama starvi næstu fýr- ati árini, uttan at nakar hev- ur eftirlit við, um næming- arnir læra nakað ella ikki. Tað kemur stutt sagt ikki smørinum við. Og læra næmingarnir einki, so er tað í hvussu er ikki lærarin, sum wevur feilin. Eg minnist væl sjey års royndina, men hon kom forbankad og seint. Er ein lærarin fullkomi- lga púrasta fyri ongum at æra frå sær i føroyskum, so kann hann, situr hann í eitt nå einum føroyskum »ygdarskula, forkoma møg- uleikanum hjá ættarliðið eftir ættarliðið eftir ættarlið av næmingum, at læra at skriva móðirmálið rætt. Í hesi grein tænir tað ongum endamåli at nevna nøvn, men eg kundi so syngjandi nevnt teir fyrstu 10 lærarar- nar, sum nu liggja undir grønutorvu, sum ikki megn adu at fåa ein næming at skilja, hvussu ein skrivar bara nøkulunda rætt før- oyskt og tíansheldur at mål- bera seg. I grannabygdu- num hjá hesum tíggju sótu aftur tíggju aðrir, sum Justinus Eidesgaard heldur, at lærararnir áttu at tikið í egnan barm, tá teir tala at vána fjólmiðlamálinum høvdu evnini at læra frå sær og úr teimum bygdunum dugdu næmingarnir at skriva føroyskt. Allir hesir vóru skúlaðir á sama skúla, skuldu havt somu fortreytir. Munurin var bara, at onnur helvtin heyði evnini at læra frá sær í hesum fakinum, hin ikki. Frálærueginleikin er ikki ein treyt í fólkaskúl- anum. Hevur tú staðið títt læraraprógv, so liggur sekt- in á, um tú dugir at undir- vísa ella ikki. Ella sagt við ødrum orðum, so skal tú duga at undirvísa, um tú slett ikki dugir allikavæl. Tað er ein óskrivað lóg. Jóannes Skaale átti at tik- ið í egnan barm og spurt: »Hvat hava eg og mínir starvsfelagar gjørt skeivt, tá okkara næmingar duga so illa at skriva á móðirmáli- num, og hvat kunnu vit gera fyri at sleppa burtur úr hesi vána stóðu? Hvussu kunnu vit lærarar, sum hava alsk til móðurmálið, koma við eini bøtandi hond, heldur enn at seta okkum høgt, og við peikifingrinum lata spillandi tunguna leika vilt. Hon laðar ongan steinin aft- ur at raplaða málvarðanum. Kanska er føroyskt ov tor- ført at skriva. Tað kann ikki vera rætt, at bara næmingar við einum lærara sum er málsligur úrmælingur duga at skriva føroyskt. Kanska mistók Hammershaimb, sáli, seg, tá hann valdi okk- ara stavseting og okkara rættskrivingarreglur Kanska vóru tær hentar ella tíðarhóskandi tå, men ikki í dag. Tað er vanligt at broyta stóðu, tá ið ein sær, at tað sjónarmið ein hevur tikið vísir seg at vera skeivt. Tað er ongin skomm, um vit nú góð hundrað ár eftir Hamm- ershaimb kanska fara at um- hugsa eina nýggja og mun andi lættari mállæru. Vit sleppa í hvussu er ikki utt- anum, at tað eru alt ov mong, sum ikki duga at skriva á sínum egna móð- urmåli, føroyskum. Og lær- ararnir duga heldur ikki at undirvisa i føroyskum, ti vånaliga skrivingin. Tad eru nógvir føroyingar, sum framhald á næstu síðu