Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 7. desember 1999 Viðmerking: Hava vit ráð at gloyma útjaðarin? Seinastu mongu árini eru milliardir av krónum lagdar í útjaðarin - eins og í mið- økid. Vegakervi er gjørt, eins og havnir, hús og bygn- ingar. Tað hevur tilsaman kravt milliardir av iløgum. Um útjaðarin verður avtoft- aður eru hesar milliardir all ar farnar fyri skeyti. Tað hava vit ikki ráð til! Hví flyta fólk frá útjaðar- anum? Tað er ein sera áhuga- verdur spurningur í føroy ingar erga at stilla sær idag. Tað er neyðugt at allir poli- tikkarar landsins royna at svara uppá hendan spurn- ing. Helst er ikki lætt at finna svarið, men eitt ella fleiri svør eru. Tað verður nevnt, at tað er eitt trend" í tíðini. Spurningurin er hví so er. Tosa verður í okkara tíð sera nógv um fríar marknaðarkreftir, og at pol- itikkarar ikki skulu ávirka hesar. Hesum eri eg sum liberalur politikkari samdur í. Men hyggja vit eftir landi okkara ídag eins og seinastu mongu árini, so skerst ikki burtur, at politikkarin við at blanda seg ella við at lata vera við at blanda seg hevur latið eina gongd farið fram her á landi, ið fyri ein stóran part hevur virka kappingar- avlagandi, til gagn fyri mið- okið. Taka vit ríkisveitingina, fellur hendan fyri ein stóran part í midøkinum. Taka vit landsskattin, so rokni eg við, at ein stórur partur av hesum eisini verður nýttur í midøkinum. T.v.s. at helst fær midøkid bædi fær ein stóran ríkisstuðul eins og ein stóran part av ti, ið gold- ið verður í landsskatti her á tíðindablaðið landi. Spurningurin er so- statt um ikki ein beinleiðis stuðul er farin fram av midøkinum við almennum krónum, fyri ein part fluttar frá útjaðaranum. At hetta so aftur møguliga „smittar av", soleiðis at bygdarøkini kring midøki fáa eitt sindur av arbeiði av hesum, er bert náttúrligt. Men mín nidurstøda er tann, at fólk serliga flyta til midøki fyri at fáa eitt ar- beidi, ið møguleiki ikki er fyri á útjaðaranum. Og tað er galdandi nærum arbeiðir innan oll økir. Er tað neyðugt? Eftir mini hugsan er ikki neyðugt at soleiðis er. Men tað er ein landstrupulleiki ið politikkarar á Føroya Løgtingi eiga at taka sær av og loysa soleiðis at útjaðar- in ikki doyr út. Um onki verður gjørt, verður tað nevniliga úrslitið. Hava vit ráð? Tað er ikki minst ein spurn- ingur, um vit hava ráð til eitt slíkt samfelagsligt oyðsl. Tað eru lagdar milli- ardir av krónum í útbygging av útjaðaranum. Talan er um veganet, el, vatn, havnir, skúlar, bygningar og hús. Tilsamans nógvar milliardir krónur. Hava vit ráð til at kasta hetta burtur? Eftir míni hugsan er svarið eit greitt nei! Ætlanin er nú, hoyra vit, at byggja 250 nýggj hús í Tórshavn. Er tað neyðugt, tá ið áleið sama tal av húsum helst koma at standa tóm í útjað- aranum, har somuleiðis at kalla ongi hús vera bygd? Við vegum og installatión- um meti eg, at nevnda iløga kemur at kosta umleið 250 - 350 milliónir krónur. Hendan iløga er longu gjørd á útjaðaranum fyri ein stór- an part - og skuldi tí verið óneyðug. Tí betur hevði hesin peningur farið til at fingið annað virksemi í gongd. Utjadarin må svavast! Um útjaðarin ikki skal tømast fyri fólk, og stór virðir fara fyri skeyti, er neyðugt at politiski mynd- ugleikin viðgerð hetta åh arsmál - og ger nakað við hendan spurning. Orð eru ov litid í hesum hopi. Sjálvur meti eg, at midøkid kann verða eitt lokomotiv í ætlananum at styrkja útjað- arin. Eit sterkt midøki styrk ir landið. Tað ger ein sterkur útjaðari eisini! At drepa út- jaðarin fyri at styrkja mið ikki 11 oki, ger landi veikari! Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmadur framhald av síðu 10 duga betri at skriva danskt enn føroyskt. Vit eiga upp- byggjandi at spyrja okkum, hví hetta er soleiðis og síðan koma víðari. Styðjandi fyri málið og á- hugavert hevði verið um eitt orðaskifti kundi komið um hetta, heldur enn sum nú, tá ið sjálvútnevndir móðurmálsvinir, seta seg á trónuna, taka koyrilin í hond og við harðari rødd rópa >Tað oytur ikki, tað eitur ikki. Tað oytur, tað eitur...< Alt eftir hvar teir eru ættaðir úr landinum. Munnu ikki teir flestu før- oyingar verða góðir við móðurmálið. Eg havi tó var- hugan av, at teirra sjálvsálit hesum viðvíkjandi er í knúsi, tí at målrøktararnir mangan eru so eirindaleysir, tá ið skerast skal í papp. hvat er gott føroyskt, og hvat er vánaligt føroyskt. Kanska skuldu målrøktarar- nir farið at lagt seg eftir, hvat teir hava til felags við fjøldina, ið tosar eitt slag av føroyskum, also ikki ordi- ligt føroyskt, tit vita hvat eg meini, heldur enn at heingja seg í tað, sum skilir partar- nar. Gjógvin millum talaða málið og tað, sum målrøktin droymir um, at vit skulu skriva, er djúp. Tað er ikki vist, at tíðindamenn vilja nýta eitt mál, sum fjøldin valla skilir, sum boðbera millum eitt nú blað og les- ara. Tað vil so altíð verða ein spurningur, sum tann einstaki tíðindamaðurin tek- ur stóðu til, og hetta fer hann at gera heilt til talaða málið og skrivaða málið eru nærkast eitt sindur meira hvørjum øðrum. Eg persón- liga seti meg valla enn ikki føran fyri at gera eina liv- andi reportasju, við smakki, lukti, ljóði á reinum seturs- máli, tá ið tey, eg tosi við, tosa eitt heilt annað mál enn okkara skrivimál. Er mín uppgåva at tíða vånaligt før- oyskt til ordiligt føroyskt? Sorry! Koyrlasløgini regna javn- an niður yvir fjølmidlaf6lk- ini, sum hava eitt spillivandi føroyskt móðurmál sum týdningarmesta amboð. Eitt mál sum broytist hvønn ein- asta dag, hvussu so enn móðurmálsvinirnir geyla. Eitt mál, sum blaðmenn halda er deiligasta mál í øll- um heiminum at samskifta við, eisini um danismur snýkja seg inn javnan. Og danismur er ikki nakað nýtt í føroyskum, tær vóru nógv meira at síggja tá eldra ætt- arliðið vóru børn enn nú. Farið á békasøvnini og lesið blødini hesa øldina. Tá fáa tit sjón fyri søgn. Tað er so menninkjsligt at siga, at alt var betur fyrr, tí vit gloyma so vælsignað og væl og hava lyndið til bert at minn- ast tað góða. Tað kann ikki vera rætt, at okkara fremsta samskift- isambod, nevniliga málið, kann vera so torført at skriva, at vanliga vitug fólk ikki skriva hetta uttan at fleiri villur kom fyri. Var ongin Føroysmålsdeild, var ongin lærari, so tosadu vit føroyskt allikavæl. Føroyskt hevur yvirlivad å bygd sidan landnámið uttan nakran lær- ara, uttan nakran professara. Tað hevur livað og tað hevur ment seg. Skaldskapur er skapaður á hesum máli, utt- an at nøkur lærd hond hevur verið uppi í. Málið hevur broytt seg old eftir øld, tolið smoðið sær millum út- lendska árinið, víst frá sær og tikið til sín, fyri at tæna endamálinum hjá einhvørj- um máli, at verða sjálvt samskiftið millum fólk. Grønlendingar høvdu tosað grønlendskt f mong mong túsund ár áðrenn nakar danskur lærari setti sín fót á land í Grønlandi. Har nøk- ur fólk finna saman, har skapa tey av sær sjálvum eitt mál og hetta málið er tað rætta fyri tey. Hvorki meira ella minni. Tað er okkurt sum sigur mær, at okkurt er spinnandi galið við okkara máli. Okk- urt er galið, tá ein fittur part- ur av fólkinum ikki dugir at málbera seg rætt á móðir- málinum og enn færri duga at skriva tað. Serliga, tá vit hugsa um, hvussu nógv bet- ur fóroyingurin er skúlaður í dag enn fyrr og býttir eru føroyingar ikki. Teir klára seg eins væl á útlendskum skúlum og aðrir næmingar. A ein ella annan hátt hevur Hammershaimb tikið feil og valt tað tyngstu leiðina. Vit eiga so nógv vælútbúgvið málfólk í landinum og enn fleiri, sum bera móðirmáli- num alsk, tað átti at borið til í felag at funnið eina lætt- ari leið. Eina leið, sum tekur tungu byrðuna av føroying- inum, nú hann er á veg inn í eina nýggja øld. Byrðan og skommin ikki at duga at tosa og skriva á sínum egna móðurmáli. At enda eitt lítið ískoyti um tvistøduna føroyingurin er í, tå tað velst um føroyskt mál. Eg havi júst týtt eina bók til føroyskt, sum kemur út til jóla. Ovitað, so kom hesin tankin fram fyri meg alla tíðina meðan eg týddi. »Justinus, ansa nú eftir at teksturin ikki gerst so før- oyskur, at ongin skilir hann.< Hvat í hundan er hetta fyri nakað, eitt móð- urmál, sum gerst so reint, at ongin skilir tað, slíkt mál kann ikki vera eitt móður- mál, eitt mál hjá allra før- oyinginum. Slíkt mál er heldur málið hjá nøkrum fáum, skapað av nøkrum fáum, og sum vilja trýsta teirra mál, sum einasta rætta, niður yvir høvdid á fjøldini . Tá skilir fjøldin einki og ti er stødan kanska sum hon er í dag. Sum journalistur, og sum ein íð hevur boksast við at skriva føroyskt í mong ár, skal eg vera tann fyrsti til at viðganga, at eg dugi ikki at skriva reint føroyskt. Ovit- ugur? Ja, kanska eitt sindur, men skítbýttur eri eg ikki, eg skrivi danskt og eitt heimsmál feilfrítt. Við før- oyskum, mínum elskaða móðurmáli, sum eg hoyrdi fyri fyrstu ferð, tá íð eg lá, ikki eingang turrur, fjálgt í móðurfangi og langtaði eftir mjólk, er ikki so væl statt við, tíverri. Kanska er ein vón fyri framman, gerast tær bøtandi hendurnar fleiri enn spill- - førovingar í Grønlandi andi tungurnar. Føroyingur- in hevur altid dugad væl at velja rætta sjóvarfallið, tå hann hevur ferðast, hví hann velir tyngstu leið niðan á fjall, tá velst um móðurmál- ið, tað skilji eg ikki. Og fari valla nakrantíð at skilja. við móðurmálskveðu vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard justinus Ct-online.de Jógvan Arge hevur givið út enn eina bók í rødini Teir tóku land. Hendan bókin vidger fimtiårini og umrødur tey nógv vidkadu útróðrarrættindini. sum foroyingar fingu í Gronlandi í 1959 Foroyingar vóru í 1959 tvungnir at finna sær nýggjar inntøkumøguleikar Tað eydnaðist væl, millum annað ti at tann danski vinnulivspolitikkurin í Grønlandi var kollsigldur, og onkur skuldi avreiða til tey tómu flakavirkini hjá Grønlandshandlinum Teir tóku land Føroyingar í Grenlandi Bókin sigur eisini frá utróðrar- monnunum og fiskimonnunum i Foroyingahavnini og Ravnsoynni, foroyskum landsnámsmonnum í Sudurgrønlandi og bátaskipum á sjálvum Kappanum Sjómansheimið í Førovingahavn- ini varð flutt inn til Nordafar í 1956, og í 1959 varð sjómans- heim bygt í Ravnsoynni Í bókini er yvirlit yvir allar utrodrarmenn og útróðrarbátar í Foroyingahavnini og Ravnsoynni tey slóðbrótandi árini frá 1949 til 1958 Teir tóku land 4 er stívar 200 síður og prýdd við 150 myndum og kortum