týsdagur 7. desember 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
Nr. 233 - 7. desember 1999
Sørvingar farnir av kósini
Flogbóltur: Eftir énøktandi úrslitini síðani venjarin kom
til landið fekk Mjølnir endiliga hol á í útidystinum móti
SI, sum ikki megnaði at skipa spælið
SI-Mjelnir 2-1
(22-20, 13-21, 7-5
11-21, 15-21 og 11-15)
SVEINUR TRONDARSON
Tað er ikki altíð at tað
gongst eftir vild og so verri
enn so eisini. Hetta kunnu
Mjølnir leikararnir skriva
undir upp á. Seinastu tíðina
hava teir roynt seg í meist-
aradeildini viðútlendskum
leikara á einum av týdning-
armiklu plåssunum, men
ikki kann sigast at úrtókan
hevur verið tann besta.
Teir vunnu móti SI fyri
einum góðum mánaði síð-
ani, men síðani tað hava teir
so at siga ikki vunnið.
Eingin trupulleiki hjá Mjølni
Flogbóltur: Mjølnir vann leikandi lætt móti Drátti, sum =
hevur nógv at rætta uppá
Dråttur-Mjølnir 0-2
(12-21, 9-21, 9-21, 14-21)
SVEINUR TRÓNDARSON
Leygardagin var hollin í
Sørvågi karmur um dyst-
in i meistaradeildini hjå
kvinnum millum Drått og
Mjølnir.
Orsøkin var tann, at
sølustevna var i høllini å
Giljanesi, og tí var einki
annað at gera hjá Drátti
enn at flyta dystin til Sør-
vags
Um tað var tað sum
skapti ótryggleikan ella
ikki, skal vera ósagt, men
ein veruleiki er tað tó, at
leikararnir á Dráttur liðn-
um vóru ótrúliga ótryggar
- serliga í móttókuni, sum
er so grundleggjandi fyri
ålopsspælid.
Eingin ivi
Hóast Mjølnir var komið
vestur í Vágar við bara
seks leikarum, so var
kortini eingin sum helst
ivi um hvat av liðunum
var tað betra.
Mjølnir var við yvirlut-
an frá byrjan, og tær
vendu sær ongantíð fyri
at hyggja at hvussu til
stóð hjá vertunum, sum jú á
ein hátt eisini vóru á
útivolli.
Klaksvíksdámurnar, sum
manglaðu Margit Joensen,
konsentreraðu seg um sítt
egna spæl. og tað vísti seg
vera rættiliga skilagott.
M6ttøkan virkaði rætti-
liga væl, og servurnar vóru
neyvar.
Serliga Marjun Kalsø og
Tove Riksfjord vóru bonsk-
ar í servuni og tað var meira
enn Drátturgenturnar megn-
aðu at standa ímóti.
Í blokkinum var tað enn
einaferð Tina Jacobsen, sum
stóð seg væl.
Hon er framúr effektiv í
blokaduspælinum og dugir
eisini sera væl at brúka
longdina í álopsspælinum.
Avgjørd í sløgunum, so
eingin ivi er um, at hon ætl-
ar sær at vinna bóltin hon
slær.
Ov óroyndar
Grundarlagið undir sigrin-
um hjá Mjølni var enn eina-
ferð, tað væl skipaða spæl-
ið.
Við veteraninum á odda
lótu tær seks ongantíð nakr-
an iva vera um at hesi stigini
ætlaðu tær sær og tað gav
eisini úrslit.
Hjá Drátti var trupulleik-
in leygardagin í hvussu er,
at einki skil var á m6ttøk-
uni.
Í løtum vann Mijølnir
fleiri servur á rað, uttan at
vágaleikararnir gjørdu stór-
vegis afturímóti.
Tað tykist, sum mangla
tær ein leikara, sum gongur
undan á vellinum og vísir
hinum - serliga teimum
yngru - at soleiðis skal tað
gerast, og ein slíkur leikari
verður ikki uppfunnin eftir
einari nátt.
Annars tykist leikaratil-
farið ikki vera so galið kort-
ini. Gerda Nattestad roynir
at koyra á, men hon fær ov
lítið burturúr einsamøll,
men heldur hon fast við
hugburðin er eingin ivi um,
at tað fer at síggjast eftir
seinni.
Helga Nordendal hevur
royndirnar, men hon fær ov
lítið burturúr í løtuni. Hon
dugir at sláa, men úrtokan
er ov lítil.
Tann mest spennandi
leikarin tykist tó vera Her-
borg á Mýruni, sum er hev-
ari hjá Drátti.
Hon gav tað hon átti, og
hóast úrslitið ikki altíð var
trengri á rókini
Ikki fyrr enn leygardagin.
Tá bragdaði aftur, og eins
og fyri einum mánaði síð-
ani, var motstødulidid SI.
Tungir í byrjanini
Hóast tað um síður aftur
eydnaðist Mjølni at vinna
ein landskappingardyst, so
var tað ikki nógv, sum bar á
tað borðið í byrjanini.
Sørvingar løgdu harðast
út, og einu lotuna sá út til at
teir ætlaðu sær at hevna tap-
ið, sum teimum var fyri í
Klaksvík.
Undir upphitingini hevdi
stóri maðurin í Sørvågi, Jón
Nielsen, bankað bóltarnar í
golvid, og hesum helt hann
á við í fyrsta setti.
Hann vann so at siga tað
Endiliga bragdaði hjá
Mjølni, sum hevur verið í
einum longri stigaturki
hóast teir hava fingið |
styrk úr Jugoslavia. SÍ
er tó enn á eðrum plássi,
har tað kortini gerst
VS
hann nart við og tað skal
hann eiga, tann ungi mað-
urin, at hann dugir at sláa.
Fáur er í øllum landinum,
sum slær so hart og effektivt
sum Jón ger, men so skal
lagið eisini vera til vildar.
Tað var tað eisini leygar-
dagin, men sum veruleikin
er, so er torført hjá einum
manni at vinna ein dyst
einsamallur, og tað var í
grundini tað, sum avgjørdi
dystin.
Hesaferð var Mjølnir eff-
ektivari í avgerandi løtun-
um, og teir høvdu eina størri
breidd á liðnum, og tað var
nóg mikið til at taka luftina
frá sørvingum.
Steðgaðu upp
Askoðararnir í høllini í Sør-
vági fingu nakað at byggja
sínar vónir á, tá fyrsta sett
tók at nærkast endanum.
Mjølnn heyði oddin, men
ungu sørvingarnir, lótu ikki
við seg koma av teirri
grund. Teir bardust fyri sin
ari søk, og tað var at fáa
bukt við jugoslaviska venj
aranum hjá Mjølni. sum var
teimum sera boysin.
Men tá nakrir heilt fáir
bóltar restaðu í fall alt upp
á pláss fyri sørvingarnar og
teir smoygdu sær framum.
Hetta kom eitt sindur
óvart á Mjølnirleikararnar,
sum ikki fótaðu sær aftur
fyrr enn sørvingarnir høvdu
vunnið fyrsta sett.
I øðrum setti gjørdi
Mjølnir alt fyri at vaska
Osigurin í fyrsta setti av sær
og tað eydnaðist til fulnar.
Við einum greiðum sigri
upp á 21-13, tryggjaðu teir
sær at fyrri hálvleikur skuldi
avgerast við einum javn-
brótara (føroyskt orð fyri
»tie-break«), men hann
lorkadu teir sær av hondum,
tå teir lovadu sørvingum
innaftur í dystin. Teir lótu
sær ikki biðja tvær reisur,
og so vóru teir frammanfyri
við hálvleik.
So var liðugt
Men tá tann javnbrótarin
var liðugur var liðugt hjá SI.
Annan hálvleik vann Mjølni
ruddiliga og tað sama
gjørdu teir í stóra javnbrót-
aranum, til seinast í dyst-
inum. Hann endaði 15-11
og fyrsti sigurin hjá Mjølni
í longri tíð var í hús.
Hjá teimum var sjálvsagt
stór frøi, men sørvingarnir
fóru skuffaðir av vølli.
Mad høvdu teir eisini allan
rætt til, tí teir høvdu møgu-
leikan, men teir dugdu ikki
at lofta honum hesaferð.
Tað er so ein veruleiki,
sum teir mugu góðtaka, at
tað er ikki altíð. at tað
gongur eftir vild - tíverri.
Eingin ivi er um, at júst
teir duga at síggja at eydnan
er ikki altíð við einum, tí
sum teir sjálvir siga, teir
hava higartil í ár vunnið
tveir dystir, har teir líka væl
kundu tapt.
Men soleiðis er flogbóltur
. eisini.
vinna dystin móti Drátti
tað hon ætlaði, so hevur
venjarin gott at byggja víð-
ari á, tá hugburðurin er til
staðar.
Fer at
til síðst
Ein av orsøkunum til tað
keðiligu gongdina hjá Drátti
er tó, at fleiri av teimum
spælarunum, sum ætlandi
skuldu vera við í ár, nú kort-
Mjølnir ruddaði allan va burtur,
ini ikki vóru tøkar við års-
byrjan.
Í flestu fórum var tað av
náttúrligum ávum, men tað
merkist líka væl á liðnum
fyri tað.
Nú tykist tó at tað fer at
lýsna, soleiðis at venjarin
fær fleiri leikarar at velja
ímillum, og tað ger kapp-
ingina betri.
Onkrir leikarar, sum hava
og eftir lítlari lotu var greitt, at Mjølnir fór at
hildið frí, eru á veg inn
aftur á liði, og tí skuldi
verið ein møguleiki, at tað
fer at bragda hjá Drátti til
síðst.
Higartil hava tær verið
trúgvar í landskappingini
hóast úrtgkan ikki altíð
hevur verið tann besta, tí
tær hava ongantíð enn
verið heilt frammi í odd-
inum