týsdagur 7. desember 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 7. desember 1999
tíðindablaðið
Nú bragdaði aftur hjá
Fleyrkvinnunum
Flogbóltur: Kvinnurnar hjá TB vóru komnar norður um fjørdin at hitta Fleyr,
sum ikki hevur havt bestu úrslitini í seinastuni. men sunnudagin bragdaði
aftur hjá havnarkvinnum
Fleyr-TB 2-1
(19-21, 21-18, 7-5
15-21, 21-15, 5-7 og 15-5)
SVEINUR TRÓNDARSON
Nú smílast tær aftur - Fleyr-
kvinnurnar. Tær hava ikki
havt stórvegis at gleðast um
í seinastuni, men sunnudag-
in lýsnaði fyri framman, tá
tær vunnu 2-1 á TB í einum
rættiliga spennandi dysti,
sum kortini ikki var avgjørd-
ur fyrr enn eftir seinasta
javnbrótaran (tie-break).
Nú eru vónirnar betri
Tað var upp á tíðina, at
Fleyrkvinnurnar fingu vent
skeivu gongdini, sum tær
hava verið á í seinastuni.
Gamaní hevur tað verið
torført, tí leikararnir eru
ungir, og nógvir teirra rætt-
iliga nýggir í meistaradeild-
arhøpi.
Tá tað so eisini fer at
ganga ímóti á vellinum er
ofta serstakliga ringt at fáa
vent gongdini, og tað er
kanska just trupulleikin
Fleyr hevur havt at stridast
við í seinastuni.
Men nú eru vónirnar
betri. Rúna Hentze er aftur
farin at spæla, og tað sigur
seg sjálvt at hennara royndir
muna væl. Rúna hevur yvir-
tikið hevarauppgávuna frá
Mariann, sum er farin á
diagonalin at spæla, og tað
merkir, at hon nú er við í
móttókuni, sum hevur havt
so harðliga brúk fyri henn-
ara hjálp uttan at fáa hana.
Sunnudagin var fyrstu
ferð, at Mariann aftur var
við í móttókuni, og tað gav
at bíta beinanvegin.
Móttókuspælið var, um
ikki fullkomið, so á rættari
kós, og tá eru umstødurnar
hjá hevaranum at skipa
spælið nógv betri enn tá
móttøkurnar ikki eru á leið.
Spenningurin
varðveittur
Sum tað sæst á årslitinum,
so var dysturin rættiliga
javnur. Liðini skiftust um at
vinna, og tað eydnaðist
teimum at vinna hvor sín
hálvleik.
Tískil mátti tann seinasti
javnbrótarin til fyri at av-
gera dystin
byrjaði, hvarv allur spenn-
ingurin um úrslitið.
Fleyr sópaði allan iva um,
at TB, kanska skuldi fara
suður um fjørðin aftur við
øllum stigunum, av borðin-
um.
Tær vunnu greitt 15-5, og
hesa løtuna var tað sum alt
steðgaði upp hjá tvørågent-
um.
Tær fingu bara fimm stig
av 15 í hesum settinum,
men trý av teimum vóru
servifeilir hjá Fleyr.
Hinvegin kláraðu havna-
genturnar at rætta skútuna
uppaftur, og hjá teimum var
tað júst tað, sum hevdi tann
størsta týdningin.
Tær lógu frammi í oddin-
um í kappingini, men mistu
fótafesti, og tí ráddi tað
mest av øllum um at finna
rætta stevið aftur, serliga tí
bara tann eini dysturin er
eftir at leika, og skal Fleyr
gera sær nakrar vónir um
meistaraheitið í år, yvirhøv-
ur, so skal tann dysturin
vinnast.
Merkja broytingarnar
Eins og hjá øðrum liðum er
Sule
=
trupult tá leikarar fara, og
serliga tá fleiri fara í senn
úr frægara endanum av liðn-
um.
Vit hava á hesum síðum
fyrr í ár sagt júst tað sama,
men fara enn einaferð at
loyva okkum at tríva aftur í
orðini, tí tað tykist, sum TB
hevur torført at fóta sær aft-
ur eftir frágongdina.
Sunnudagin høvdu tær ilt
við at finna hóskandi mót-
vápn móti Fleyr, sum trýsti
tær við servunum og sum
trýsti tær yvir allan vøllin.
I ålopinum trýsti Fleyr TB
heilt aftur á vøllin, og tað
tyktist vera trupult hjá tvor-
ágentum at fáa bóltin fram
aftur í spæl.
Kortini er alt ov tíðliga at
sleppa vónunum um, at TB
fer at gera seg galdandi heilt
í toppinum. Tað vóna tey
sjálvsagt á Tvøroyri at tær
gera.
Í meðan ganga Fleyr-
kvinnurnar við einum smili
um andliti eftir at tær aftur
megnaðu at hála ein sigur
til høldar.
Stødan ring hjå Fleyr b
Fram-Fleyr b 2-0
| SVEINUR TRONDARSON
Tad gongur heilt av skrid-
uni hjå Fleyr b i løtuni.
Um vikuskiftid spældu
teir móti Fram, men tað
var ein syrgilig sjón. Teir
vóru so bardir igjøgnum av
Fram, sum tá seinasta sett
varð leikt heyði ilt við at
seta seg upp.
Tí >sluppu< ungu Fleyr-
leikararnir, sum til dagin
mannaðu líðið, framum,
| Flogbóltur: Tað gongur heilt av skriðuni hjá Fleyr b,
sum nú eisini er illa fyri við fólki
hóast tað bara var ein spurn-
ingur um tíð, til Fram tók
seg saman.
Synd fyri bæði liðini tå
so er, men djarvt av teimum
ungu at stinga høvdid í úlvs-
ins kjaft á henda hátt.
Bestu tíðindini úr Eystur-
skúlanum hetta vikuskift-
ið vóru, at Rúni Weihe,
sum annars hevur verið
skaddur, og tí bara hevur
leikt sum libero, er á veg
aftur á sítt gamla pláss. |
Hann var inni nakrar |
bóltar ímóti Fleyr b, og
ta løtuna leikti hann sera
væl.
Rúni er ein av allar-
bestu flogbóltsspælarum
í landinum, og tí gleða vit
okkum at síggja hann aft-
ur »in action«. Men tað
ger Fram uttan iva eisini!
|
1
5
| Fleyr alt ov sterkt
Heldur íkki hesaferð riggadi hjá ÍE Til tað var
Myndir Álvur Haraldsen
sigur til Fleyr a
Flogbóltur: Besta lið hjá Fleyr vann
ein greiðan sigur á meistarunum úr
IF, sum enn ikki eru komnir fyri seg
í ár
Fleyr-ÍF 2-0
(21-13, 21-11,
21-13, 21-17)
| SVEINUR TRÓNDARSON
Besta bodid upp å ein
nyggjan meistara i mans-
flogbólti, Fleyr, vann enn
ein greidan sigur sunnu-
dagin. ;
Teir vóru vertir fyri IF,
ið, sum kunnugt er ver-
andi meistari.
Men gestablidni var
ikki nakað, sum kom vert-
unum úr Havn til hugs, tí
teir settu fuglfirðingarnar
upp á pláss frá byrjan.
Eingin ivi
Tað var ongantíð nakar ivi
um hvat av liðunum fór
at fáa sigurin.
Frá byrjan vísti Fleyr
tann rætta hugburðin, og
tá spælið koyrir eftir vild
hjá Fleyr er ikki stuttligt
at vera hinumegin netið.
Teir eru ótrúliga drúgv-
ir í sløgunum, og tá stóru
menninir frammi við net-
ið fáa blokaduna at rigga,
Í
Í
Í
i
er einki at siga til, um
måtstødulidini fáa marr-
una. Steinar og Janus hava
verið sera knáir í seinast-
uni, og eiga sín dygga lut
í góðu avrikunum hjá
Fleyr seinastu tíðina.
At so hinir leikararnir á
liðnum eisini hava spælt
væl, hevur bara havt tað
við sær, at leikandi venj-
arin hjá Fleyr, Pascu Ro-
mica, ikki hevur verið so
nógv leikandi venjari.
Hann hevur ikki havt ors-
øk at fara á vøllin, tí tað
er í teimum fægstu tilfeld-
unum, at tað hevur staðið
á.
IF má bíða
Hjá IF er stødan tann
sama, sum hon er hjå
kvinnunum hjå TB.
ÍF hevur mist úr betra
endanum, men teir skulu
eiga tað til rós, at teir |
royna og at teir ikki hava
givið skarvin yvir.
Stríð teirra fer uttan iva
at geva avkast, men í
fyrsta umfari mugu teir
bíða eitt bil.