týsdagur 7. desember 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið
Nr. 233 - 7. desember 1999
Tað reið
um snarið
Hondbóltur: Kyndil lat bíða eftir
sær áðrenn tær settu Tjaldur upp á
pláss
JÁKUP MORK
Tjaldur-Kyndil
18-31 (10-11)
Leygardagin skrivaðu vit,
at tað varð neyvan móti
Kyndilskvinnunum, at
runavíkingar skuldu gera
sær vónir um at fá fyrstu
stigini á árinum.
Líkt var tó ikki til, at
Tjaldurskvinnurnar
høvdu lisið hesa forsøgn,
tí tá farið varð til hálv-
leiks, vareittans mál á
mun: millum liðini bæði.
Skrædnaði at enda
Liðini bæði høvdu fylgst
meginpartin av fyrra
hálvleiki, og hóast Kyndil
eitt skifti var á odda við 3
málum, so megnaðu tjald-
urskvinnurnar at koma
aftur í aftur.
Hóast javnt stóru årtøk-
una, so var tað helst
Kyndil, sum hevði tað
betra spælið, men við tað
at skotroyndirnar aloftast
vóru óneyvar, samstundis
sum Annika í málinum
stóð ein góðan dyst, so
megnaðu kyndilskvinnur-
nar ikki at leggja sjógv
niður til métstødulidid.
Beinan vegin, sum
seinni hálvleikur byrjaði,
gekst betri hjá Kyndli.
Skotini sótu nú betri, og
skjótt høvdu tær skapt sær
eina hampuliga leiðslu,
sum tær varveittu so at
síga allan dystin.
Móti endanum av
seinna hálvleiki skrædn-
aði so fullkomuliga hjá
heimaliðnum, og seinastu
tíggju minuttirnar fekk
Kyndil 9 mål å rad, um-
framt at tær brendu 2
brotskøst.
Orka ikki nog væl
Hetta kundi bent å, at tær
á heimaliðnum ikki orkað
nóg væl. Verður lítið eitt
sindur aftur eftir, sæst eis-
ini, at sama søgan var
móti VIF, tá Tjaldur sein-
ast var í eldir um, við tað
at heldur ikk: tá var fyrr
enn seinastu løtuna, at
munurin millum liðini
bæði gjørdist sjónligur.
Trupulleikin hjá Tjaldr-
inum er tó helst ikki ein-
ans tann, at orkan ikki er
nóg góð. Ivaleyst hevur
tað eisini nógv at siga, at
breiddin ikki er nóg stór,
og at lyklaleikarar tiskil
ongantíð sleppa á beinkin
at fáa eina tiltrongda
hvíld av og á.
Tær hjá Tjaldrinum
skulu tó hava rós fyri, at
ongantíð tykjast at hava
givið skarvin yvir, áðrenn
dysturin er byrjaður.
Tær eru sera kontantar
í verjuspælinum, og hóast
onkur kanska vil illneit-
ast, og kallað spælið fyri
rått, so er hetta í øllum
forum viðvirkandi til, at
mótstøðuliðini ikki fáa
spælið at ganga so væl
Enn hava tær so einki
stig fingið, men við hug-
burðinum, sum tær hava
á vellinum, skal tað vera
løgid, um tær ikki fara at
arga okkurt av ovaru
staddu liðunum.
Eru enn við
Kyndilskvinnurnar hava
tey bæði seinastu árini
verið fremstar, tá stigini
eru tald saman, men i løt-
uni er ikki líkt til, at so-
leiðis skal verða í ár. |
I løtuni hava bæði VIF
og Stjørnan havt stórri úr-
tøku år sinum dystum,
men enn er helst ov tíði-
iga at avskrivad kyndils-
liðið.
Breiddin á liðnum er
sera stór, og flestu leikar-
arnir megna at skapa nak-
að, uttan at skulu líta á
aðrar lyklaleikarar. Kom-
andi dýstirnar skal Kyndil
leika móti hinum báðum
oddaliðunum, og fara
hesir dystirnir helst at
geva eina ábending um,
hvort Kyndil skal vera við
í stríðnum um gullkrón-
urnar, ella um tær saman
við grannunum úr Neist-
anum skulu stríðast um
bronsumerkini.
Dysturin í tólum:
Tjaldur: Kristina Ell-
ingsgaard 5, Sonja Gleð-
isheygg 4, Mona Lang-
gaard 3 (3), Heidi Jacob-
sen 3, Sunrid Gleðis-
heygg 2 (1), Oddvá Foss-
dalså 1
Kyndil: Jórun Ludvig 7
(1), Lotte Sgrensen (5),
Beinta Sørensen 5, Ann
Hansen 3, Rakul N. Jo-
ensen 3, Jensia Petersen
3, Palma Petersen 2, Sem-
ona Fjallstein 1
Brotskøst: Tjaldur 4,
Kyndil 10
Utvisingar: Tjaldur ]
Démarar: Geir Wardum
og Carsten Andersen
me
Stjørnan aftur å beint
Hondbóltur: Í einum til tíðir væl leiktum dysti, eydnaðist tað Stjórnuni at seta
Neistan upp á pláss, og harvið vísa, at avrikið seinasta vikuskfti má metast at
vera eitt einstakt fyribrigdi
JÁKUP MORK
Neistin — Stjórnan
26-33 (12-17)
Seinasta vikuskifti varð
Stjórnan avbukað á heima-
vølli, og tískil vóru fleiri
kanska farin at ivast í
hvussu sterkt Stjórnuliðið i
veruleikanum varð
Samstundis hevur Neistin
rættuliga fingið vind í segl
int seinastu dystirnar, so
fleiri vóru tey, sum væntaðu
at talan kundi fara at gerast
um eina rættuliga spennandi
uppgerð, tá liðini bæði
skuldu royna seg sunnudag
in
Javnt og tó
Fyrri parturin av fyrra hålv
leiki gekk eisini rættuliga
javnt men seinastu 10
minuttirr gjørdu Klaks
víksgenturnar eitt rættuligt
hál, og løgdu við hesum
lunnar undir sigurin, sum
gjørdist rættuliga tryggur. tá
tað kom til stykkis
I seinna hálvleiki royndu
tær á heimaliðnum at fanga
gestirnar aftur, men nærri
enn 4 mál komu tær ongan-
tid, áðrenn Stjørnan at enda
gjørdi enn eitt hál, soleiðis
at sigurin ongantíð kom i
vanda.
Til tíðir var talan um ein
væl leiktan dyst, har skip-
aðar álopskombinatiónir
vórðu royndar, og hóast
verjurnar við hvort vórðu í
so harðligar, so var hetta
ongantíð nakað, sum tók
ir
yvirhond, soleidis at nakar
rudulleiki tók seg upp á
vøllinum.
Tað tænir eisini liðunum
báðum til rós, at tey alla
tíðina royndu at spæla
hondbólt, og sostatt ikki
hugsaðu um, hvussu dóm-
arar ella við- og mótleikarar
skikkadu sær. Seinastu tíð-
ina hava tíverri verið alt ov
nógv dómi um tað øvugta,
so í so máta varð dysturin
sunnudagin eitt positivt
undantak
Fleiri streingir
Sum nevnt, so megnaði
neistaliðið til tíðir at fylgja
heilt væl við gestunum, men
enn væntar nakað, áðrenn
tær kunnu vænta at taka stig
frá sterkur Klaksvíksgent
unum
Orsøkirnar til hetta eru
fleiri. Fyrst og fremst tykist
venjingarstødan hjá Klaks-
víksgentunum at vera nógv
betri. Hetta kom týðuliga til
sjóndar móti endanum av
báðum hálvleikunum, tá
neistaliðið mest av øllum
vildi hava ferðina á spælin-
um niður. Hetta eydnaðist
eisini partvist, tí teirra egna
spæl gekk nú nógv róligari
fyri seg. men hinvegin, so
setti = klaksvíksgenturnar
bara ferðina upp, og fleiri
ferðir fóru tær við stórari
ferð í mótálop, uttan at tær
á heimaliðnum megnaðu at
fylgja við.
Eisini tykist tekniska
stødi hjá Klaksvíkingunum
at vera væl høgri enn hjá
neistaliðnum, og tískil hava
tær eisini lættari við at
spæla mótstøðuverjuna
tunna.
At enda skal eisini nevn-
ast, at klaksvíksgenturnar
hava nógv fleiri streingir at
spæla upp á enn tær á heim-
aliðnum. Ofta hava serliga
tær báðar útlendsku, Andry-
ana og Vesna, verið tiknar
fram um, men sunnudagin
prógvaðu fleiri av hinum
eikarunum, at tað so sann
iliga er dugur í teimum.
Meðan Andryana so at
siga einki fekk burtur úr úti
á høgra veingi, og endaði
við at sita uttan fyri allan
seinna hálvleik, megnaði
Anna Kristina Samson í
hinum borðinum ferð eftir
ferð at smoyggja sær inn um
verjuna og senda bóltin í
málið
Mitt fyri leikti sum vanl-
igt Vesna, og hóast hon fekk
rættuliga nógv burtur úr sín-
um royndum, so var tað
fyrst og fremst Simonu,
sum tú legði merkis til
henda dagin. Ferð eftir ferð
leyp hon upp og royndi seg,
og tað vóru ikki hissini skot,
sum hon lat fara úr hondum.
Sum ein kanónkúla varð
bólturin sendur í málið, utt-
an at málverjanir á heima-
liðnum høvdu nakran sum
helst møguleika at bjarga.
Verður so lagt afturat, at
Annika Ljósstein henda
dagin var uttanfyri stóran
part av tíðini, vegna eins
stoyt, sum hon fekk í hond-
ina, umframt at Sólvá Eyst-
Líkamikið hvat Inga gjørdi hjálpti einki, ti Stjórnan hevur funnið stevid æ vann ruddiliga
berg væntandi verður á vøll-
inum innan alt ov langa tíð,
er heilt týðuligt, at breiddin
á Stjórnuliðnum er væl
stórri enn hjá flestu av mót
stødulidnum.
Eingin skomm
Neistaliðið hevur sostatt
einki at skammast yvir. Tær
taptu móti einum liðið, sum
snøgt sagt var væl betri, og
tað er so eingin orsøk fyri
at falla í fátt.
Bláklæddu kvinnurnar
hava seinastu dystirnar vist,
at tær sanniliga kunnu gera
vart við seg, og megna tær
framhaldandi at betra um
spælið, soleiðis sum tær
hava gjørt higartil í árinum,
er væl hugsandi at tær koma
at taka stig frá onkrum av
liðunum, sum eru stødd ov
arligari á stigatalvuni.
Dysturin í tólum:
Neistin: lleana Manolescu
9 (5), Inga F. Danberg 6 (1),
Bjørg Patursson 3, Marjun
Jógvansdóttir 3, Gunnleyg
Berg 3, Katrin á Neystabø
1, Mildrid Jacobsen I
Stjørnan: Vesna Tomajek
10 (2), Anna K. Samson 6,
Simona Hansen 6 (1), Jastr-
id Gullaksen 3, Annika
Ljósstein 2, Joan M. Joen-
sen 2, Andryana Milodano-
vic 2, Una Olsen 2
Brotskøst: Neistin 7,
Stjórnan 4
Utvisingar: Neistin 5,
Stjørnan 3
Dómarar: Hanus Kúrberg
og Hans Thomassen
Mynd: Álvur Haraldsen