týsdagur 7. desember 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 7. desember 1999
tíðindablaðið :
Tað eru teir ungu, sum skulu taka yvir og tí skal ikki hyggjast so nógv eftir útslitunum í fyrsta umfari, sigur
Sophus Dal-Christiansen, og Bjarni Wardum vísti vegin sunnudagin
savnsmynd
Orkan gekk undan
Hondbóltur: Eins og í kvinnudystinum bíðaði Kyndil allan fyrra hålvleik,
áðrenn teir í seinna settu alt upp á pláss, soleiðis at talan at enda gjørdist um
ein trivaligan sigur móti besta manslidinum í Ruanvíkini
JÁKUP MORK
Tjaldur-Kyndil
26-35 (13-13)
Menninir hjá teimum grónu
úr Havn fóru á vøllin sum
stórfavorittar, tá teir sunnu-
dagin skuldu royna seg móti
Tjaldrinum. Orsøkin til
hetta var sjálvandi fyrst og
fremst tey avrik, sum liðini
bæði høvdu sýnt higartil í
kappingarárinum.
Kyndil hevur alla tíðina
verið at mett millum bestu
liðini, og hóast teir hava tapt
allar innanhýsis uppgerðir-
nar móti hinum oddaliðun-
um, so hava øll hesi tap ver-
ið sera tepur.
Tjaldur hevur hinvegin
bert fingið 4 stig, sum øll
eru komin til høldar móti
kollfirðingum. Hinar dyst-
irnar hava runavíkingarnir
verið við undirlutan, og í
fleiri fórum hava nógv mál
verið á muni.
Tjaldri gekk á odda
Tað gekk tó ikki lang tid,
so høvdu teir gulu givið
havnarmonnunum nakað at
hugsa um, tí so at siga allan
fyrra hálvleik var tað Tjald-
ur, sum gekk undan.
Kyndil svaraði tó aftur
alla tíðina, og stakk eisini
nøsina fram um okkurt
skifti, men tá farið varð til
hálvleiks stóð á jøvnum
millum liðini bæði.
Nú skal ikki sigast, at
menninir høvdu tikið við
læru av konufólkunum, men
í øllum fórum gjørdist
gongdin í dystunum báðum
júst hin sama.
Beint sum seinni hálv-
leikur byrjaði, skundaði
Kyndil sær at gera ngkur
mál, og hesa leiðslu hildu
teir so fast um, til tað rest-
aðu einir 10 minuttir. Sein-
astu løtuna fóru teir so við
fullari ferð frá Tjaldrinum,
soleiðis at tað at enda bert
varð ein spurningur um,
hvussu stórur sigurin skuldi
verða.
Orka ov lítið
At eitt lið soleiðis fer niður
við nakkanum í endanum av
dystinum, er aloftast tekin
um, at venjingarstødan ikki
er nóg góð. Nú velst sjálv-
sagt um, hvat verður tulkað
sum verandi nóg gott, men
er ætlanin at spæla við mill-
um teir stóru, er venjing-
arstødan hjá Tjaldrinum als
ikki nóg góð.
Seinasta vikuskifti var
stødan hin sama, og helst
man tað fara at henda seg
fleiri ferðir, at soleiðis verð-
ur. Tað er altso ikki nóg
mikið at spæla væl og
fyrlgja við métstødulidnum
í 50 minuttir, tá tú verður
runnin um koll seinastu løt-
una av dystinum.
Ov kalt
Nú veit eg ikki, um nakað
hevur verið galið við olju-
fýringini inni í Runavíkini,
men í øllum stóð ein heldur
sjáldsom viðmerking at lesa
á dómaraseðlinum sunnu-
dagin.
— Tað er alt ov kalt at leika
í høllini! Hetta vóru boðini,
sum dómaraparið hevði at
bera Hondbóltssambandin-
um, og eftir hvat frættist, so
var kuldin eisini øgiligur har
inni.
Askoðarar sótu í dýnu-
jakka og hugdu, og slíkt eig-
ur undir ongum umstødum
at koma fyri. Tað kann eisini
gerast vandamikið fyri leik-
arar, við tað at vøddar o.a.
skjótt kølna, tá leikarar sita
á beinkinum, og vandi tískil
verður fyri vøddaskadum o.
0.
Vónandi minnast teir í
Runavík til at at hita høllina,
áðrenn teir næstu ferð eiga
heimavøll, tí hóast teir á
vellinum skulu royna at
geva mótstøðuliðnum eina
kalda móttøku, so skal hetta
ikki takast so bókstaviligt.
Dysturin í tólum:
Tjaldur: Pole Hansen 8,
Súni F. Johannesen 6 (4),
Sverri = Justinussen 5,
Tummas Magnussen 4,
Mortan Hansen 2, Arnfinn
Langgaard |
Kyndil: Bjarni Wardum 10
(3), Hannis Wardum 8, Reg-
in M. Petersen 6, Rúni Poul-
sen 4, Janus E. Sørensen 3,
Hans A. D. Christiansen 2,
Jakob Jónsson 1, Niels V.
Niclassen I
Brotskest: Tjaldur 4,
Kyndil 3
Utvisingar: Tjaldur 2,
Kyndil 3
Dómarar: Geir Wardum og
Carsten Andersen
= mu =
Minimalisma
ed A
a Skála
Hondbóltur: Málmenninir áttu mest
merkisverdu avrikini í dystinum mill-
um StÍF og H71, sum ongantíð gjørd-
ist tann stóri dysturin
JÁKUP MORK
StÍF — H71 30-23 (16-
11)
Strandingar lótu ongantíð
nakran iva vera um, hvort
av liðunum var hitt betra,
tá teir sunnudagin tóku
móti hoyíkingum.
Aðrenn hoyvíkingarnir
høvdu fingið fótin fastan,
hevði heimaliðið lagt seg
á odda við nøkrum mål-
um, og onga løtu i dyst-
inum heyði tú varhugan
av, at sigurin hjá heima-
liðnum var í vanda.
Hetta var tó ikki orsak-
að av, at teir á heimaliðn-
um leiktu so væl, men
heldur ti H71 ongantíð
megnaði at seta verandi
fóroyameistararnar = úr
SUF undir trýst.
Ferðin í dystinum
gjørdist eisini har eftir, og
tað var sera langt millum
løturnar, tå strandingur
syndu, hvi flestu hond-
bóltsáskoðarar meta, at
hetta er liðið, sum leikar
vakrasta hondbóltin í For-
oyum.
Góð málmansavrik
Skulu nakrir leikarar
verða tiknir fram um, tá
tosað verður um avrikini
á vellinum, so mugu tað
verða málmenninir.
At strandingar í Johan
Danielsen hava ein av
frægastu målverjum í
landinum munnu tey
flestu ivaleyst verða samd
um, men á beinkinum
hava teir so sanniliga eis-
ini ein málverja, sum er
verdur at leggja til merk-
is.
Fyrr í ár kom Pól Jákup
Poulsen á vellin móti
kollfirðinum, og ta ferð-
ina vendi hann einum
hóttandi tapi, við tað at
hann tó alt, sum m6tstød-
uliðið royndi at tveita eft-
ir honum. Hesu ferðina
heyði avrik hansara ikki
sama avgerandi týdning,
men eftir at Johan heyði
fingið ein bólt í andlitið,
og tískil noyddist út, var
tað sum um málið varð
gandað. Pól Jákup tók so
at siga øll skotini, og var
hann á henda hátt við til
at tryggjað, at talan at
enda gjørdist um ein triv-
aligan sigur til heimalið-
ið.
Í hinum endanum
royndi Jens Skipaggta til
fánýtis at halda hoyvík-
ingunum inni í dystinum,
og hevði talan verið um
annan málverja, hevdi
munurin á máltalvuni iva-
leyst verið væl stórri enn
tey 7 málini, sum at enda
Johan Danielsen, StÍF
vórðu á muni:
Róiigt
Samanumtikið má sigast,
at talan var um ein heldur |
róligan sunnudag fyri ásk- |
oðarar og leikarar inni á
Skála. Komandi heimadyst
fáa teir vitjan av Neista-
num, og skulu strandingar
vinna henda dystin, skulu
teir ivaleyst finna annað
spæl fram, enn tað teir
sýndu sunnudagin.
Lítið er tó at ivast i, at
strandingar fara at leika
við heilt ødrum hugburði
til ta tíð, tí tað er munur á,
hvussu leikarar fyrireika
seg til dyst móti åvikavist
topp- og botnliðum. Líka
mikið um hetta er tilvitað
ella ikki.
Hoyvíkingar skulu hin-
vegin taka amnað skinn um
bak, um teir skulu gera
sær vónir um at takað nak-
að stig frá ovaru støddu
liðunum. Vil heilt illa til,
kann tað eisini enda við,
at teir noyðast eina deild
niður komandi ár, men
hetta verður tó neyvan
veruleikin tá avtornar.
Dysturin í tólum:
StíF: John Petersen 9,
Artur Johansen 6 (2),
Marius Joensen 4, Karstin
Danielsen 4, Bent Djur-
huus 2, Alexandur Johan-
sen 2, Jónleif Sólsker 2,
Sveinbjørn Poulsen 1
H71: Halgir D. Olesen 10,
Olaf Vestergaard 4 (2),
Bårdur Brimvik 3 (2), All-
an Mørkøre 3, Jåkup å
Borg 3 ;
Brotskøst: StlF 2, H71 3
Utvisingar: H71 3
Dómarar: Dánial Hansen |
og Svenn Olsen