Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið 5052. Nr. 233 - 7. desember 1999 Føroysku venjararnir | KN MorK i R Har SEN t ON SKY st hes & x x N i * N ÁR N = SS KUM u- (€ í Seinast VIS to Sostalurin hevur hitt Kára. og hava vit tosað við hann um árini í føroyskum fotbolti, menningina ju yrkisleið fyrr og nu og nys hansara sum venjari Fryntligur, sum hann altid er, stóð kaffi klárt á borðinum heima hjá mammuni, og longu áðrenn samrødan var byrjað. lat hann fyrsta skotið fara, tá hann skuld setti myndamannin fyri at hann í bølamyrkri í 1976 heyði verið við til at taka einasta meistaraheitid, sum Kån ikki fekk í yngru deild unum Hevur verid vida um Um vit byrja vid at taka samanun tína leið sum fótbóltsspælar hvussu hevur hon so verið? Eg kom á fyrsta lið HB í 1982. og leikti so við teimum fram til 1985, tá Jóannes Jacobsen og eg fóru til Noregs at royna okkum í næstbestu deildini Eftir eitt ár í Noreg før eg aftur HB. áðrenn eg í 1988 fór til B36. Við B36 leikti eg so í 1988 i helvt av kappingarárinum 89, meðan eg var í Danmark seinnu helvtina av hesum kapp- ngarånnum. Kom so aftur til B36. ; 1 árini 1990 til 1992 aftur til HB, har eg 3, áðrenn eg í 94 fór til SØørvags at Vera venjari Eftir hetta fór eg á elituvenj- Aalborg í eitt ár, og heimafturkomin var eg i triggjar mánaðir i HB. Tá fekk eg so tilboð år Noregi at koma hagar at gerast venjari í bestu kvinnudeildini saman við einum floksfelaga frá venjaraskúlanum. Eftir at hava verið venjari hjá kvinnuliðnum í eitt ár, var eg árið eftir venjari hjá einum liðið í 2. deild (tridbesta mansdeildir sta ár fór so undir arautbus ma, i £ g iðr- eg í ár fór til Jotun, sum leikar ild. Jotun liggur annars inn- etjord, sum er heilar 183 langur, og er tað ikki so langt frá Sogndal, har Julian og Kurt eru, og haldi eg tað vera sera gott at teir báðir eru komnir Tad tekur undir I tíma hjá mær at koyra yvir til teir So er tað kanska soleiðis at tit síggjast av og dá/ - Ja, teir spæla vanliga sunnu- dag, og árið hjá okkum hilnaðist somikið væl, at vit komandi ár skulu spæla í 2. deild, so tá skulu vit spæla leygardag. Hvussu gekk kappingarárið so Tað gekk fyri so vítt gott alt árið. Eg var einsamallur venjari, og tók mær sjálvandi fyrst og fremst av 1. liðið, men so fylgdi eg eisini upp uppá dystirnar hjá 2. > eru ov stirvnir — Norðmenn ænja nógv meira systemvenjing, har leikararnir læra at arbeiða undir eini skipaðar spælætlan og tað ær, at teir eru nógv betri fyri taktiskt enn eitt nú danskir leikarar eru. Harum- framt leggja teir meira í einstaklinga venjing og tað sæst eisini aftur á arikunum hjá einstøku leik- arunum, sigur Kári Reynheim, tá hann verður biðin um á samanbera venjaraútbúgvingarnar í Noregi og Danmark "ótbóltur: Og ungu leikararnir fáa ov lítið av individuellari venjing. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum hjá Kára Reynheim, sum fyrr taldist millum allabestu leikararnar í Føroyum, men sum í dag er farin hinumegin kritaðu síðulinjuna, við tað at hann seinastu árini hevur roynt seg sum venjara í Noreg liðið. Eisini fylgdu eg arbeiðnum á dreingjaliðnum upp, so tað hevur verið rættuliga strævið. Arbeiðir við teimum yngru So hevur tú eisini havt nakað við ungdómsarbeiðið a gera? — Ja, og eg havi eisini brúkt nógvar ungar leikarar í dystum okkara, og havi teir allir klára seg ótrúliga væl. Alla fyrru helvt av kappingini vóru einir 4-6 mans uttanfyri við skaða, so eg varð noyddur at brúka ungu leikararnar, og hava teir gjørt tað sera gott. Eg heyði m.a. tveir seinna árs dreingj- aleikarar og 3 fyrsta árs unglingar við, og hóast teir ikki allir fingur eins nógvar dystir, so var onkur, sum spældi so at siga alla tíðina. So eftir umstødurum ert tú sera væl nøgdur við árið? — Sjálvandi, ti tå eg byrjaði, vóru tað fleiri spælarar, sum ein framm- anundan hevdi roknað vid, sum ikki kundu spæla, orsakað av skaðum, so eg eri sera væl nøgdur. Fakiskt ynskti eg ikki at flyta upp í ár, tí vit hava so ungt fólk, eins og vit hava spæla eitt nýtt system inn. Vit hava arbeitt øgiliga nógv við offensiva spælinum, og tað hevur altso gingið somikið væl, at vit nú eru fluttir upp. — Hetta merkir so tað, at av- bjóðingarnar komandi ár verða tað stórri. Enn hava vit so ikki nakra tilgongd av leikarum, men tað fái eg so at síggja í januar mánaði, um nakað verður. Hvussu er annars við pengum í felagnum. Sjálvur arbeiðir tú hálva tíð, og hvussu er við leik- arunum ? Ja, eg eri sjálvur hálva tíð í felagnum, og leikararnir hava eis- ini sáttmálar, men eg veit ikki rætt- uliga, hvussu nógvir pengar eru í tí. Summir leikarar hava sáttmála við felagið, meðan tað eisini eru leikarar, sum hava sáttmála við privatpersónar, sum stuðla felag— num. Orsøkin til at felagið hevur sáttmála við leikararnar er sjálv- sagt, at teir vilja forða fyri at leik- arar fara til stórri feløg, uttan at felagið fær nakað aftur fyri. Talan er ivaleyst um nógvar evnaríkar leikarar, tá tú hevur nýtt somikið nógv av øðrum fólki, men hvat hevur serliga verið tykkani styrki í ár? Styrkin hjá okkum hevur fyrst og fremst verið, at vit hóast nógvar skaðar hava leikt rættuligan góðan fótbólt, eins og moralurin á liðn- um hevur verið einastandandi góður. Sum áður sagt, so hava teir ungu leikararnir gjørt tað ótrúliga gott. Sogndal hevur eisini ligið framvið eftir onkrum, men vit søgdu nei takk. Sogndal er annars eitt av peningaligu sterku feløg- unum í Noreg, serliga eftir at teir seldu Eirik Bakke til Leeds fyri einar 45 mio.kr. Hava teir ikki eisini selt onkran av Flo monnunum ella hvussu? - Jú, Tore Andre Flo fór nokk har frá til Bergen, áðrenn hann varð seldur til Chelsea, men upp- runaliga kom hann frá Stryn, sum vit eisini leiktu ímóti í ár. Tá vit spældu á utivølli móti teimum, var hann eisini millum áskoðarnar, og tað varð nokk so nógv tosað um. Tað vara bæði stuttligt og hugna- ligt at vita, at onkur somikið kend ur leikari var til staðar. Farin undir venjaraútbúgving Tú nevndi í áðni, at tú hevur lisið til elituvenjara í Danmark, men hevur tú ikki eisini tikid onkui norska venjaraútbúgving ? — Jú, teir hava tað, sum eitur A. B, C og D, og av hesum mangli eg nú bert D skeiðið. Hesi skeið eru eisini á elitu stødi. Eg havi ikki sett meg inn í, um henda út búgving hevur UEFA góðkenning., eins og tann danska hevur, men sjálvur haldi eg hesi útbúgving vera rættuliga góða. Tað vísir seg eisini, at tað eru rættuliga nógvir norðmenn uttanlands, sum klára seg heilt væl. Donsku útbúgvingarnar hava eisini fingið eitt sindur av kritikki seinastu árini? — Ja, teir hava ikki klára seg eins væl nú, sum teir hava gjørt, men eg haldi eisini at hetta hongur saman við, at tann norski fótbólts- stílurin passar betur til serliga tann enska. Talan er í nógv stórri mun um systemvenjing, har leikarar læra at arbeiða undir einari skip- aðari spælætlan, soleiðis at teir eru betri fyri taktiskt. Eisini haldi eg teir gera meira við individuella venjing. og tað sæst eisini aftur í avrikunum hjá einstøku leikarunum. Hvat heldur tú vera tað týdning- armesta, sum tú hevur lært á bæði danska og norska venjaraskúlan um? - Fyrst og fremst tað teoretiska. Somuleiðis arbeiðir tú nógv í praksis undir kønari vegleiding. Líkamikið um tú ert elektrikari ella fótbóltsleikari, so hevur tað nógv at síga, at tú útviklar teg alla tíðina, og lærir at kombinera te- oriina við tínum royndum sum t.d. fótbóltsleikari. Hetta ger eisini, at man hevur stórri tilvitan um, tað man ger, tá man venur leikararnir. Eg føli meg eisini sterkari, tå eg kann argumentara fyri, hví man arbeiðir sum man ger. Tað eru jú fleiri hættir at spæla fógbólt upp Er EN — LE