leygardagur 22. januar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 15 - 22. januar 2005
Óvist er um fleiri
føroysk skinn verða
útflutt í framtíðini.
Prísurin er í lægra
lagi, og haraftrat
krevur ES váttarnir
frá seljarunum um at
seyðurin ikki er
sjúkur. Í ár eydnaðist
tað kortini at finna
ein keypara í
Turkalandi, men einki
kann sigast, hvussu
verður við skinn-
unum komandi heyst
ULLAMÓTTØKA
Snorri Brend
snorri@sosialurin
Myndir: Jens Kr. Vang
Tey, ið ætla sær at lata
seyðaskinn inn til MBM í
Kollafirði, krevja nú at
skunda sær. Týsdagurin er
seinasti dagur at tikið
verður móti skinnum á
hesum sinni.
Men tað er kortini møgu-
ligt at hetta verður seinasta
ferðin í heila tikið. Trupult
er at sleppa av við skinnini,
og var tað ikki fyri einum
keypara úr Turkalandi, so
varð ikki eitt einasta skinn
útflutt í ár.
Á MBM í Kollafirði eru
tey nú við at leggja seinastu
hondina á móttøkuna av
skinnunum á hesum sinni.
Um eina viku verða tey
avskipaði til Turkalands, og
eftir tað er óvist hvussu
verður við »Føroya gulli« í
framtíðini.
ES hevur nevniliga kravt
váttanir um at skinnini ikki
koma frá sjúkum djórum.
Og tá tað enn ikki ber til at
útvega hesa váttanina, er
ikki vist, at so nógv skinn
verða útflutt í framtíðini.
– Vit útflyta í ár eini
40.000 skinn. Men vit fáa
ongan vinning burtur út tí,
sigur Dánjal Thomsen,
fíggjarleiðari í Meginfelag
Búnaðarmanna.
MBM keypir vanliga eini
48.000 skinn, sum hava
verið seld til Týskalands og
Íslands. Her verður ullin
koyrd burtur, helst tí hon er
ov flekkut, men roðið verð-
ur brúkt til at seyma ymiskt
burturúr.
ES krøv forða
Fyrr segðist, at ull er Før-
oya gull. Tíðir broytast, og
soleiðis eisini við manna-
lívinum. Tí nógv er sum
bendir á, hetta møguliga
verður seinasta ferðin, at
tikið verður ímóti seyða-
skinnum í Kollafirði.
Teir byrjaðu fyri eini 10
til 15 árum síðani við mót-
tøkuni, og tað gekk uttan
trupulleikar at taka ímóti og
at sleppa av við tey. Og
hetta hóast prísirnir hava
verið skiftandi.
Okkurt árið hevur MBM
latið 56 kr. fyri skinnið,
meðan prísurin okkurt ann-
að árið ikki var meiri enn 5
kr. Og tað eina árið fekst
ikki ein einasta króna fyri
skinnið.
Men fyri trimum árum
síðani byrjaði stígur at
koma í. Týski keyparin
gjørdi vart við, at teir ikki
longur kundu taka ímóti
skinnunum á sama hátt sum
áður, orsakað av nýggjum
fyriskipanum í ES.
Her varð nú lagdur stórur
dentur á, at seljarin skuldi
kunna vátta, at eingin sjúka
var ella hevði verið í
seyðinum, hagani skinnini
stavaðu. Og tað var her
trupulleikin stakk seg upp,
tí hetta var ikki møguligt.
Teir føldu seg nærum sum
ein, ið er skuldsettur fyri
eitt
brotsverk.
Er
ein
skuldsettur skal ein kunna
prógva fyri ákæruvaldinum
at ein er ósekur.
– Men her skuldu vit
fyrst prógva at vit vóru
ósekir, áðrenn skinnini
kundu latast týska keypar-
anum, sigur Dánjal Thom-
sen við einum brosi.
Ein djóralækni varð sett-
ur at útvega eina slíka vátt-
an, men enn er arbeiðið
hansara ikki liðugt. Tí verð-
ur bíðað við spenningi eftir
um og nær ein slík váttan
kemur.
Selt uttan vinning
Tað byrjaði annars so gott
seinasta heyst. Fólk byrjaðu
at koma við skinnum til
Kollafirðar eftir at heyst-
fjøllini vóru gingin. Men
ikki gekk long tíð til steðg-
ur kom í.
Tað var ikki møguligt at
fáa eina váttan til útflutn-
ingin av skinnunum til
Týskalands, og tí máttu tey
lýsa við, at teir ikki kundu
taka ímóti fleiri skinnum.
Tá høvdu teir longu tikið
ímóti eini 2500 skinnum.
Hóast hesa støðuna settu
tey í MBM seg ikki hendur
í favn, men byrjaðu at leita
upp nýggjar keyparar í øðr-
um londum. Eitt skifti vísti
ein finskur keypari áhuga,
men av tí at Finland eisini
er við í ES, bar hetta heldur
ikki til.
Gjøgnum samskifti við
góðar kanalir fingu teir at
enda samband við ein
keypara
uttanfyri
ES,
nevniliga í Turkalandi, sum
fegin vildi keypa skinn úr
Føroyum. Og tað er til
henda, at skinnini fara sein-
ast í næstu viku. Tey verða
stúvaði uppí sjey konteyn-
arar, sum nú verða gjørdir
klárir til avskipingar
Prísurin fyri hvørt skinn-
ið er einans 14 kr. til tey,
sum koma við skinnunum
og 14 kr. til keyparan í
Turkalandi. Tað vil siga, at
MBM ikki hevur nakran
vinning av skinnunum,
men beinleiðis eina út-
reiðslu.
– Tað kostar okkum eini
30.000 kr. fyri hvønn
konteynaran í farmagjaldi.
Men vit síggja tað kortini
sum okkara skyldu at taka
ímóti og senda tey avstað.
– Vit hava okkara skyldur
mótvegis teim føroysku
kundunum, sum vit jú eru
bundin at. Og hesar skyldur
ætla vit at røkja, tí vit eru til
at stóla uppá, sigur Dánjal.
Seinasta ferðin?
Síðani byrjað varð við at
taka ímóti skinnunum fara
sum nevnt flestu skinnini til
ein týskan keypara.
Men upp gjøgnum 90’ini
byrjaðu
íslendingar
bráddliga at vísa teimum
føroysku skinnunum áhuga.
Og hesi árini keyptu teir so
at siga øll tey føroysku
skinnini. Men eisini her
kom stígur í, tí prísurin
gjørdist alt ov lágur.
Dánjal Thomsen sigur, at
um íslendingar aftur byrj-
aðu at taka ímóti føroysku
skinnunum, so hevði tað
verið til stóran fyrimun fyri
MBM.
– So sluppu vit undan
øllum krøvunum hjá ES,
sigur hann.
Spurningurin er so, hvat
fer at henda við skinnunum
í framtíðini. Ein máti er at
fara í samráðingar við ES
um okkara landbúnaðar-
vørur.
– Vit fyrihalda okkum
bara til støðuna í dag. Og tí
kunnu vit ikki siga nakað
um, hvørt vit fara at taka
ímóti skinnum aftur í heyst.
Endur-
nýtsluhandil
letur upp
í Klaksvík
Leygardagin 5.
mars letur
Danmissión upp
endurnýtsluhandi
l í Klaksvík. Frá
fyrst í februar
kunnu fólk lata
inn møblar, klæð-
ir og annað og
harvið stuðla
arbeiðinum hjá
Danmissión úti í
heimi
ENDURNÝTSLA
Tíðindaskriv
Klaksvík:
Í nýggja endurnýtslu-
handlinum fara fólk
eisini at hava møgu-
leika at finna alskyns
áhugaverdar
endur-
nýtslulutir umframt at
keypa ljós, te og aðrar
u-landavørur frá ar-
beiðsøkjunum
hjá
Danmissión í Afrika,
Miðeystri og Asiu.
Avlopið av søluni
fer til kirkjumenning
og stríðnum móti fá-
tækradømi í Karagwe í
Tanzania. Hetta økið
gjørdist
vinarbispa-
dømi hjá føroyska
bispadøminum eftir at
Hans Jacob Joensen,
bispur, vitjaði í um-
ráðum á sumri 2003.
Peningurin
verður
millum annað brúktur
til at útbúgva og eftir-
útbúgva prestar og
evangelistar, til deyva-
skúlar
fyri
børn,
barnaheim
og
til
skúlagongd og út-
búgving hjá foreldra-
leysum børnum.
Í Karagwe átekur
kirkjan sær ein stóran
part av sosiala arbeið-
inum, tí staturin ikki
megnar
uppgávuna.
Tørvurin á hjálp er
stórur millum fólkið,
og tí hevur kirkjan
brúk fyri samstarvs-
felagum, so at hjálpin
kann gerast eitt felags
átak.
Frá byrjanini av feb-
ruar ber til at seta seg í
samband við leiðaran
á nýggja endurnýtslu-
handlinum,
Malan
Mýru, á tlf. 45 61 16,
fyri at lata inn brúktar
lutir, sum verða seldir
til frama fyri arbeiðið
hjá
Danmissión
í
Karagwe.
Selja við skinninum á nøsini
– Vit útflyta skinnini í ár uttan vinning. Men vit gera tað, tí vit
vilja halda orð mótvegis kundum okkara, sigur Dánjal
Thomsen, fíggjarleiðari í MBM
Ein traðarmaður úr Havn er júst komin við 12 skinnum til MBM. Maria Bonde, sum er í læru innan landbúnað, hjálpir hesa
løtuna til at leggja skinnini uppá pláss