leygardagur 22. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
7
Stríðshanarnir stríðast saman
Stríðshanarnir í Tjóð-
veldisflokkinum í
heyst, Høgni Hoydal
og Tórbjørn Jacobsen,
fara at stríðast saman
á listanum hjá Tjóð-
veldisflokkinum til
Fólkatingsvalið. Tað er
tískil lagt upp til, at
tjóðveldisveljarin
sleppur at siga sína
hugsan um innanhýs-
is stríðið tann 8.
februar
TJÓÐVELDISSTRÍÐ
Páll Holm Johannesen
pallsosialurin.fo
Á flokstinginum hjá Tjóð-
veldisflokkinum hóskvøldið
samtykti ein stórur meirluti,
at høvuðsmenninir í inn-
anhýsis stríðnum í flokk-
inum, Høgni Hoydal og
Tórbjørn Jacobsen, verða á
listanum hjá Tjóðveldis-
flokkinum til Fólkatings-
valið í komandi mánaði.
Á fundinum á Hotel
Hafnia
hóskvøldið
var
atkvøðugreiðslan 27-3 fyri
at jarða stríðsøksina mill-
um floksformannin og fyrr-
verandi
næstformannin.
Tað er tískil lagt upp til, at
tjóðveldisveljarin sleppur
at siga sína hugsan um inn-
anhýsis stríðið, sum hevur
valdað í flokkinum í heyst.
Hóast ein stórur meiriluti
samtykti at hava Høgna og
Tórbjørn á sama lista, vóru
kortini røddir á fundinum,
sum hildu tað vera burtur-
við at lata Tórbjørn Jacob-
sen stilla upp fyri Tjóð-
veldisflokkin, eftir at ein
meirluti av tingmanningini
hevur samtykt at útihýsa
fyrrverandi fólkatingslimin
úr tingmanningini.
Snorri Fjalsbak úr Suður-
streymoyar Tjóðveldisfelag
legði uppskot fram um at
sýta Tórbirni Jacobsen at
stilla upp fyri Tjóðveldis-
flokkin, men uppskotið fall.
Eitt av álitisfólkunum í
Eysturoyar Tjóðveldisfelag,
Jón Tyril, helt so lítið um, at
Tórbjørn Jacobsen slapp at
stilla upp fyri flokkin, at
hann rætt og slætt meldaði
seg úr Tjóðveldisflokkinum
á flokstinginum.
Hvørki Páll ella
Finnur
Á listanum hjá Tjóðveldis-
flokkinum til Fólkatings-
valið eru í alt 21 í tali. List-
in er ein blanding av roynd-
um og minni royndum per-
sónum í politiskum høpi.
Merkisvert er, at hvørki
Páll á Reynatúgvu ella
Finnur
Helmsdal,
sum
báðir eru løgtingslimir eru
á listanum.
Valevnini hjá Tjóð-
veldisflokkinum eru
hesi:
Jóannes Eliasen
Maria Jacobsen
Kristbjørg Toftegaard
Tórbjørn Jacobsen
Heini O. Heinesen
Karsten Hansen
Signy Hansen
Heidi Petersen
Niklái Petersen
Sunniva Kollslíð
Dánjal Jákup Jakobsen
Maiken Krabenhøft
Hergeir Nielsen
Jón Guttesen
Annita á Fríðriksmørk
Høgni Hoydal
Kristina Háfoss
Martin Dam
Rubek Lillaa
Sjúrður Skaale
Tórhallur Áslaksson
Tórshavnar Komm-
una sendir nú faldara
út í hvørt hús, har
kunnað verður um,
hvussu ein kann biðja
um alment innlit, og
hvør hevur rætt til tess
ALMENT INNLIT
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Mannagongdin viðvíkjandi
fyrispurningum um alment
innlit skulu gerast greiðari.
Tað er ætlanin hjá Tórs-
havnar Kommunu.
Kommunan ásannar, at
viðgerðin av fyrispurn-
ingum um alment innlit
hevur í fleiri førum ikki
verið nøktandi, men nú skal
tað broytast.
Saman við Løgtingsins
Umboðsmanni
hevur
kommunan nú skipað heilt
greiðar mannagongdir, sum
øll starvsfólk, ið hava við
slík mál at gera, hava fingið
holla vegleiðing í.
Eisini verður ein faldari
sendur út í hvørt hús í
kommununi,
har
greitt
verður frá, hvussu ein kann
biðja um alment innlit. Har
verður kunnað um, hvør
hevur rætt til at fáa alment
innlit,
hvørjar
manna-
gongdirnar eru, og nær ein
kann vænta svar.
Til dømis skal svar gevast
skjótast gjørligt - í seinasta
lagi 10 dagar eftir, at biðið
er um innlit. Um noktandi
svar verður givið, skal tað
verða grundgivið skrivliga,
eisini um umbønin er fram-
sett munnliga. Um svar ikki
verður givið innan 10 dagar,
skal
kommunan
eisini
kunna um, hví so er, og nær
ein kann vænta svar.
Nøkur mál eru tó und-
antikin fyrisitingarlógini,
har alment innlit er umfatað.
Tað eru til dømis mál,
sum innihalda upplýsingar
um privatu- ella fíggjarvið-
urskiftini hjá einum per-
sóni.
Upplýsingar
um
vinnuviðurskifti, sum hava
við rakstur ella handilstil-
knýti at gera, sum kann
føra til fíggjarligt tap, eru
eisini undantikin.
Innanhýsis skjøl í komm-
ununi eru eisini undantikin.
tað eru skjøl, sum komm-
unan hevur gjørt til egna
nýtslu, skriv til aðrar
deildir í kommununi og
skriv til býráðið ella nevnd-
ir tess.
Kunning um alment innlit
Óli á
Deild á
sjálvs-
stýris-
listanum
Stjórin á KT-fyritøkuni,
Kervi, og blaðstjórin á
Vinnuvitan, Óli á Deild
Olsen, er millum nøvnini
á listanum hjá Sjálvs-
stýrisflokkinum,
sum
stilla upp til Fólkatings-
valið 8. februar. Úr
Sjálvsstýrisflokkinum
verður boðað frá, at hetta
er fyrstu ferð, at Óli á
Deild Olsen stillar upp
fyri flokkin.
Sjálvsstýrisflokkurin er
ikki liðugur við endaliga
listan, men higartil hava í
alt seks fólk játtað, at tey
stilla upp fyri flokkin.
Millum nøvnini eru løg-
tingslimurin,
Kári
P.
Højgaard, og atkvøðu-
slúkurin í Suðurstreymi á
seinasta
løgtingsvali,
Malan Johansen.
.páll
Fyribilslistin
hjá
Sjálvstýrisflokkinum:
Kári P. Højgaard
Kenneth Rasmussen
Malan Johansen
Óli á Deild Olsen
Maiken Skarðenni
Jógvan Skorheim
Javnaðar-
listin ikki
klárur
enn
Nakað av fundarvirksemi
hevur verið í Javnaðar-
flokkinum seinastu dag-
arnar í samband við
Fólkatingsvalið týsdagin
8. februar.
Sum skilst er flokkurin
ikki komin á mál enn við
uppstillingini, og vænt-
andi verður vikuskiftið
eisini nýtt til at umrøða,
hvørji valevni endaliga
verða á javnaðarlistanum.
Eitt av høvuðsmálunum,
sum
Javnaðarflokkurin
skal taka støðu til er, hvørt
nýggi limurin í flokkinum
og borgarstjórin í Tórs-
havnar kommunu, Heðin
Mortensen, skal á lista,
men fríggjamorgunin var
framvegis eingin avgerð
tikin í tí málinum.
.páll
Tórshavnar Kommuna leggur nú mannagongdirnar fram,
sum hava við alment innlit at gera
Savnsmyn
Valevnið hjá Tjóðveld-
isflokkinum í Eyst-
uroynni á seinasta løg-
tingsvali og næstfor-
maðurin í Eysturoyar
Tjóðveldisfelag, Jón
Tyril, sigur, at hann
kennir seg ikki aftur í
Tjóðveldisflokkinum
longur, og tí hevur
hann valt at melda seg
úr flokkinum
TJÓÐVELDISSTRÍÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Avgerðin á flokstinginum
hjá Tjóðveldisflokkinum
hóskvøldið um at lata Tór-
bjørn Jacobsen stilla upp
fyri flokkin gjørdist ov-
boðið hjá næstformannin-
um í Eysturoyar Tjóðveld-
isfelag, Jón Tyril.
– Tá ein flokkur ikki
virðir sínar egnu samtyktir
rýkur alt trúvirðið. Ein
samd tingmanning skrivaði
undir eina samtykt at úti-
hýsa Tórbjørn úr tingbólk-
inum, og eykaflokstingið
fyri jól heitti á tingmann-
ingini at seta í verk sína
egnu samtykt, men nú
gongur flokkurin brádliga
ímóti teirri samtyktini, og
tað kann eg ikki standa inn
fyri. Tað er eisini ein stór
andsøgn, tá formaðurin al-
ment gevur til kennar, at
hann einki álit hevur á Tór-
bjørn Jacobsen, og síðan
leggur uppskot fram um, at
teir skulu vera á sama lista,
heldur Jón Tyril.
Gøtumaðurin sigur seg
ikki kenna seg aftur í Tjóð-
veldisflokkinum longur, og
tí hevur hann tikið avgerð-
ina um at taka seg úr
flokkinum.
–
Tjóðveldisflokkurin
kann ikki bjóða seg fram at
stýra einum demokratiskum
samfelagi, tá flokkurin ikki
megnar at virða sína egnu
innanhýsis
deomkratisku
samtyktir, vísir Jón Tyril á.
Bakka ov nógv
Tað er ikki bert avgerðin
hjá flokkinum á floksting-
inum
hóskvøldið,
sum
gjørdi, at Jón Tyril valdi at
takka fyri seg í Tjóðveld-
isflokkinum. Hann vísir á,
at eitt høvuðseyðkenni í
Tjóðveldisflokkinum sein-
astu árini er, at flokkurin er
inkonsekventur, og hetta
kann hann ikki áhaldandi
góðtaka.
– Tað er tíverri eitt aftur-
vendandi mynstur, at flokk-
urin velur at bakka. Vit sóu
tað í samband við ætlaðu
fólkaatkvøðuna í 2001,
brævið til ST, og nú í sam-
band við innanhýsis træt-
una. Leiðslan í flokkinum er
snøgt sagt ov veik og bakkar
ov nógv, sigur Jón Tyril.
Velur Jón Tyril Tjóðveld-
isflokkin 8. februar?
– Nei tað geri eg ikki. Eg
ætli mær slettis ikki á val.
Nú var ovboðið