Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 15 - 22. januar 2005 Amway í Føroyum AMWAY tíðindaskriv 17. januar í ár komu føroyingar við í Amway samstarvið. Umboð í Føroyum er Oda Fuglø sum er vælkend her heima. Komandi vikuna fer hon saman við um- boðum í Danmark at ferðast runt og vísa vør- urnar fram. Eitt vøru- útboð sum umfatar alt frá persónligari pleygu, kosttilskoti, reingerð til heim og virkir, eins og reingerð av klæðum. Søgan um Amway byrjaði í 1959 av tveim- um ungum framfýsnum arbeiðstakarum í USA, Rich DeVos og Jay Van Andel. Ætlanin hjá teimum var við ný- hugsan at skapa handils- møguleikar sum vórðu bygdir á handil frá persóni til persón. Í dag er hetta ein skjótt- vaksandi fyritøka sum er í 96 londum, við meiri enn trimum mió sjálv- støðugum seljarum, sum verður kallað IBO (stendur fyri Indepen- dent Business Owners) Eisini hevur fyritøkan ígjøgnum árini vunnið fleiri heiðurmerki fyri sítt stóra arbeiði at fram- leiða umhvørvisvinarlig- ar vørur. T.d. vunnu tey í 1989 umhvørvisvirðis- lønina hjá ST. Dentur verður lagdur á, at alt sum fer út í náttúruna verður biologiskt niður- brotið. Við øðrum orðum reinsar náttúran seg sjálva við leivdum frá Amway vørunum, eins og innihaldi av vita- minum og mineralum í vøruni verður givið víð- ari til náttúruna. Av samstarvsfeløgum hjá Amway kunnu nevn- ast NASA, Discovery Channel og Unicef Børnefonden. Eisini bygdaráðið í Fámjin er áhugað í ætlanini hjá lands- stýrinum at byggja ein skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági men tað kann ikki taka støðu, sum málið liggur nú SKÚLADEPIL OG RØKTARHEIM Áki Bertholdsen Nú hevur eisini bygdaráðið í Fámjin viðgjørt ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja ætlaða heilsuskúlan og miðnámsskúlan í Suð- uroy í ein skúladepil í Hovi og at byggja røktarheim í Vági ístaðin. Og eins og hinar komm- unurnar í Suðuroy, halda eisini fámjiningar, at teir vita alt ov lítið um ætlanina til at bygdaráðið kann hava eina støðu til málið. Men bygdaráðið vísir kortini ikki málið frá sær. Á bygdaráðsfundi hós- vøldið viðgjørdi bygdaráð- ið ætlanina og og har varð samtykt, at bygdaráðið fer fegið á fund við landsstýrið at fáa fleiri upplýsingar. Og fyrrenn tann fundurin hevur verið, kann bygda- ráðið ikki taka støðu. Annars hildu bygdaráðs- limir í Fámjin, at avgerðin um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági fer neyv- an at standa ella fella við, hvørja støðu fámjiningar hava til spurningin. Tí sóknaðust fámjiningar fyrst og fremst eftir, hvørja støðu tær báðar stóru kommunurnar, Vágur og Tvøroyri, hava til málið. Nú er tað bara Vágs Býráð, sum ikki hevur viðgjørt ætlanina at byggja ein skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági. Allar hinar seks kommunurnar í Suð- uroy eru sinnaðar at tosa við landsstýrið um ætlanina SKÚLADEPIL OG RØKTARHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú bíða øll eftir, hvat vágbingar siga. Men tað fáa vit at vita í næstu viku, tí tá fer Vágs Býráð at viðgera ætlanina hjá landsstýrinum um at byggja skúladepil í Hovi og at byggja røktarheim í Vági. Upprunaliga hevur ætl- anin verið at byggja mið- námsskúla í Vági og heilsu- skúla á Tvøroyri. Men fyri at gera bæði bygging og rakstur bíligari, hevur landsstýrið heldur skotið upp at byggja ein skúla- depil í Hovi við bæði mið- námsskúla og heilsuskúla. Fyri at grundstykkið, sum er grivið út fyri mið- námsskúlanum í Vági, ikki skal fara fyri skeyti, skjýtur landsstýrið upp at byggja røktarheim á tí ístaðin fyri. Ein slík ætlan vildi bæði skapt nógv arbeiðið í byggivinnnuni í Suðuroy eins og tað kundi skapt var- andi, almenn arbeiðspláss í Vági, heldur landsstýrið. Samstundis kundi tað bøtt munandi upp á stóra tørvin á røktarheimspláss- um í Suðuroy, Landsstýrið hevur biðið kommurnar svara í hesum mánaðinum um tær taka undir við tankanum í ætlan- ini, so at landsstýrið kann vita um hetta er nakað at arbeiða víðari við. Taka kommunurnar undir við tankanum í ætlanini, er landsstýrið sinnað at fara suður í næsta mánaði at greiða nærri frá ætlanini, áðrenn endalig støða verður tikin. Seks av sjey hava svarað Nú hava so seks av teimum sjey kommununum í Suð- uroy viðgjørt ætlanina og hava, ella fara, at svara landsstýrinum. Tær eru Fámjins-, Tvør- oyrar-, Fámjins-, Hovs-, Por- keris- og Sumbiar komm- una. Og fyribils bendir alt á, at hetta er nakað, sum landsstýrið kann arbeiða víðari við, tí allar tær seks kommunurnar eru sinnaðar viðgera ætlanina nærri saman við landsstýrinum. Men tær eru eisini allar samdar um, at tær mugu fáa nógv meiri at vita frá lands- stýrinum um ætlanina, áðrenn tær kunnu taka endaliga støðu. Tí bíða tær allar eftir at landsstýrið skal koma suð- ur í næsta mánaði at greiða nærri frá ætlanini. Nú verður so bara bíðað eftir at vita, hvørja støðu, vágbingar hava. Undanfarna býráðið hevði eina ógvuliga av- gjørda støðu og tað var, at miðnámsskúlin skuldi und- ir ongum umstøðum flytast úr Vági. Spurningurin er so um tað nývalda býráðið hevur eina bleytari støðu til málið. Men tað fáa altso at vita í næstu viku, tá ið nývalda býráðið í Vági fer at viðgerða málið. Skal heilsuskúlin á Tvøroyri flytast í ein skúladepil í Hovi, vil Tvøroyrar Býráð hava endurgjald fyri tær milliónirnar, sum kommunan hevur brúkt upp á skúlan SKÚLADEPIL OG RØKTARHEIM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit lata hurðina standa opna. Men vit vita snøgt sagt onki. Kristin Michelsen, borg- arstjóri á Tvøroyri, sigur at enn veit Tvøroyrar Býráð alt ov lítið um ætlanina hjá landsstýrinum at byggja ein skúladepil í Hovi og røkt- arheim í Vági. Býráðið hevði innan- hýsisfund um málið hós- dagin. Á fundinum samtykti bý- ráðið, at ongin endalig støða verður tikin til málið, fyrenn býráðið hevur fing- ið nógv meiri at vita um ætlanina. – Vit vita rætt og slætt onki um ætlanina og tí kunnu vit heldur ikki taka støðu, sigur Kristin Michelsen. Hetta merkir so eisini, at Tvøroyrar Býráð letur ikki hurðina aftur, men er sinn- að at viðgerða málið nærri. – Tí eru vit sinnað at fara á fund við landsstýrið um málið, sigur Kristin Michel- sen. Vilja hava endurgjald Men hetta merkir eisini, at tað verður ikki treytaleyst, at Tvøroyrar Býráð góð- tekur at heilsuskúlin verður fluttur av Tvøroyri. – Tað er ikki Tvøroyrar Býráð, sum hevur lagt skúl- an á Tvøroyri. Samstundis hava skiftandi landsstýris- menn í skúlamálum vissað býráðið um, at skúlin skal verða verandi á Tvøroyri. Og nú hann er komin á Tvøroyri, hevur býráðið raðfest hann sera høgt. Av tí sama hevur Tvør- oyrar Býráð brúkt millióna- upphædd upp á at kjølfesta skúlan á Tvøroyri. Sostatt hava vit eina stóra millumrokning við lands- stýrið, sum skal avgreiðast, um so er, at skúlin verður fluttur av Tvøroyri Verður skúlin fluttur til Hovs, fer Tvøroyrar Býráð sostatt at krevja endurgjald frá býráðnum fyri tann pening, kommunan hevur offra uppá skúlan. À fundinum við lands- stýrið, vil kommunan hava greiði á, hvussu verður við hesari millumrokningini. Samstundis vil kommun- an hava greiði á eldraøkin- um, tí sum støðan er nú, er eldraøkið ein landsuppgáva burturav, sigur borgarstjór- in. Kommunan vil eisini hava at vita, hvat hesin heilsuskúlin umfatar og, hvørjar útbúgvingar skulu vera á skúlanum. Hinvegin hevur Tvøroyr- ar Komununa als onga støðu til, um tað heldur, at miðnámsskúlin og heilsu- skúlin liggja betri fyri í Hovi enn ávikavist í Vági og á Tvøroyri. Áttu at tosa saman Eisini heldur Tvøroyrar Bý- ráð, at tað hevði verið hósk- andi, at allar kommunurnar í Suðuroy tosaðu saman um ætlanina, so at tær kundu tikið eina felags støðu. Sostatt fer Tvøroyrar Bý- ráð eisini at biðja Vágs Bý- ráð um fund um málið, áðr- enn Vágs Býráð tekur støðu. Av tí sama fýlist borgar- stjórin á Tvøroyri eisini á, at tær smærru kommunur- nar í oynni í prinsippinum hava tikið undir við ætlan- ini hjá landsstýrinum, uttan at tosa við hinar kommun- urnar. Eitt nú vísir hann á, at Hvalbiar- og Fámjins Kommuna hava nógv sam- starv við Tvøroyri, men kortini viðgera tær spurn- ingin um at flyta heilsuskúl- an av Tvøroyri, yvir høvd- inum á Tvøroyrar Býráði. Tað sama ger seg gald- andi í syðru helvt, har kommunurnar, sum hava samstarv við Vág, viðgerða eina ætlan um at flyta mið- námsskúlan úr Vági, uttan at tosa við Vág, uttan at tosa við Vágs Býráð. Tað tekur borgarstjórin á Tvøroyri sum eina bein- leiðis uppílegging í innan- hýsis viðurskifti í Tvøroyr- ar og í Vágs Kommunu og tað heldur hann ikki er fremjandi fyri kommunu- samstarvið í Suðuroynni. – Tað er óheppið, at kommunurnar viðgera mál- ið hvør sær ístaðin fyri at koma við einum felags útspæli til landsstýrið. Tað mest avgerðandi er, at kommunurnar finna eitt felags stev í hesum máli, sigur borgarstjórin á Tvøroyri. Fámjiningar vísa ikki landsstýrinum frá sær Fámjins Bygdaráð er sinnað at tosa við landsstýrið um ætlanina at byggja skúla- depil í Hovi og røktarheim í Vági, men tað vil hava meiri at vita um ætlanina, áðrenn endalig støða kann takast. Frá vinstru sita Niels Jákup Trygvason Nielsen, Sóley Joensen, Tórhallur Morten- sen og Arni Nielsen. Innsett er mynd av Elin Nielsen, borgarstjóra Nú bíða øll eftir vágbingum Vita snøgt sagt onki