Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2005 9 Línuskipið Thomas Nygaard er selt til eitt felag í Vestmanna, sum ætlar at brúka skipið til vanliga línuveiðu undir Før- oyum. Skipið hevur einki veiðiloyvi, og eingin tilsøgn er givin um nakað loyvi, sigur Fiskimálaráðið SKIPASØLA Edvard Joensen Eitt partafelag í Vestmanna hevur keypt línuskipið Thomas Nygaard, sum her- fyri varð lagt, tí annað skip, Eystnes, er komið í flotan fyri Thomas Nygaard. Nýggju eigararnir ætla, at Thomas Nygaard skal fara til fiskiskap longu í vetur. Skipið hevur einki fiski- loyvi. Tað er partafelagið Vest Trading í Vestmanna, sum hevur keypt Thomas Nygaard. Tað váttar stjórin í felagnum, Háldan Hald- ansen. Hann sigur, at skipið er mannað, men at bíðað verður í løtuni eftir fiski- loyvinum, sum ikki er av- greitt úr Fiskimálaráðnum enn. Eingin tilsøgn Thomas Nygaard hevur onga tilsøgn fingið um fiskiloyvi, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Sosialurin hevur biðið um innlit í skjøl, sum vísa, um skipið hevur fingið til- søgn, men fekk at vita frá Fiskimáráðnum, at gjørt varð av ikki at geva slíkt innlit, tí eingin avgerð er tikin í málinum. Tá landsstýrismaðurin varð spurdur beinleiðis, um nøkur tilsøgn var givin, áðrenn endaligt loyvi var útskrivað, svaraði hann heilt greitt: »Nei«. Sostatt kann staðfestast, at vestmenningar hava keypt eitt línuskip við ong- um veiði- ella fiskiloyvi fyri nógvar pengar, uttan at hava nakra sum helst trygd fyri, at teir yvirøvur sleppa at brúka skipið. Framman undan eigur sama felag línuskipið Gull- berg, sum er gamli partrol- arin Sæborg, ið er umbygd- ur. Gullberg fekk fiskiloyv- ið hjá 50 tonsaranum Vest- urleitinum, sum varð tikin úr vinnu. Vælvitandi keldur í fiskivinnuni siga, at Gullberg umframt loyvið og dagarnar hjá Vesturleit- inum, eisini hevur fingið dagar frá 20 tonsaranum Hvítubrúgv. Fleiri útróðrarloyvi Hvørji fiskiloyvi Thomas Nyggard skal brúka, ber ikki til at fá at vita . Hvørki frá eigaranum ella Fiski- málaráðnum, sum heldur uppá, at eingin tilsøgn, tí- ansheldur nakað loyvi, er latið skipinum. Men sambært Skipalist- anum ber til at staðfesta, at 2. juni 2004 keypti felagið Vest Trading í Vestmanna útróðrarbátin Heyk av Tvøroyri, sum er ein gamal Nordafar bátur. Og tann 30. august 2004 keypti felagið Havbúgvan, sum í tvey ár hevur ligið á Miðvági, meðan fiskidagarnair hjá honum hava verið nýttir av West Freezer og Presttanga. Presttangi fór í fjør aftur til Noregs, og tá vórðu dag- arnir, sum hann hevði fing- ið frá Havbúgvanum, fluttir fluttir yvir á West Freezer hjá sama reiðaríði, sum átti Presttanga. West Freezer hevði bæði veiði- og fiski- loyvi frammanundan og hevði tí ikki brúk fyri loyv- unum hjá Havbúgvanum. Bert døgunum. Reiðarin váttar fyri Sosi- alinum, at tá Presttangi varð seldur aftur til Noregs, vóru dagarnir fluttir yvir á West Freezer, men loyvini, saman við onkrum degi, aftur til Havbúgvan, sum lá við bryggju í Miðvági. Hvørki seljari ella keyp- ari av Havbúgvanum vilja siga, hvussu nógvar dagar hann hevði við sær til Vest- manna. Men seljarin váttar, at Havbúgvin er seldur við veiði- og fiskiloyvi. Frá vælvitandi keldum í fiskivinnuni hevur Sosial- urin fingið at vita, at talan er um tveir dagar. Ein bankadag og ein á land- grunninum. Hesir vórðu hildnir eftir, tá dagarnir fóru til West Freezer, fyri at Havbúgvin ikki skuldi verða ræðisavmarkaður. Sostatt eru veiði- og fiskiloyvi keypt til Vest- manna, ætlað Thomasi Ny- gaard, uttan at skipið ann- ars hevur nakran møguleika at sleppa til fiskiskap. Her koma so smáu út- róðrarbátarnir, sum Vest Trading keypir upp ymsa- staðni í landinum, inn í myndina. Teir hava dagar, sum við umrokning kunnu flytast til Thomas Nygaard. Thomas Nygaard, sum er línuskip, fer so ætlandi aftur í vinnu. Men hesaferð í útróðrarbólkinum. Til fiskiskap uttan veiðiloyvi Thomas Nygaard er seldur til eitt felag í Vestmanna, sum hevur sett manning á skipið. Men skipið hevur ikki loyvi at fiska undir Føroyum yvirhøvur Mynd: Edvard Joensen Felagið, sum hevur keypt Thomas Nygaard, hevur eisini keypt Havbúgvan við veiði- og fiskiloyvi, men bara tveimum fiskidøgum Mynd: Edvard Joensen Hinir fiskidagarnir hjá Havbúgvanum eru umborð á West Freezer. Sostatt er alt, sum bendir á, at Havbúgvin, sum í áravís ikki hevur verið í vinnu, nú knappliga er støðið undir tveimum stórum línuskipum Mynd: Edvard Joensen Felagið, sum eigur Thomas Nygaard, hevur eisini seinasta árið keypt millum aðrar gamla Nordafarbátin Heyk Mynd: Skipalistin