Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 15 - 22. januar 2005 Afturvaldi forsetin í USA George W. Bush hevur tikið við embætinum fyri aðru ferð og dúgliga verður gitt, hvussu hetta skeið hansara fer at roynast USA og heiminum sum heild. Á ein hátt er tað ein nógv sterkari Bush, sum fyrradagin tók við embætinum sum heimsins mætasti maður. Hann er valdur við sera greiðum meiriluta, hann hevur ein tryggan meiriluta í umboðsmannatingi so væl sum senati og hann kann manna øll størv, serstakliga hægstu dómarastørvini við sínum fólki. Bush hevur lovað enn meiri skattalætta til miðal- og yvir- stættinar, hann fer at privatsera almanna- og sjúkra- tryggingini, og hann fer at hála USA enn longur til høgru. Hetta er flestu eygleiðarar samdir um. Eydnast hesin politikkur letur hann um fýra ár frá sær eitt land, ið er enn meira syndrað enn í dag, og hann letur frá sær eitt land við methøgari almennari skuld. Tað er nevniliga so, at skættalattin kann bert verða fíggjaður við halli á fíggjarlógini. Har eru eingir møguleikar fyri sparingum í ein mun, ið kann dekka minkandi inntøkurnar, sum standast av skattalættanum, hóast almannaúteiðslurnar verða skornar inn at beini. Kríggið í Irak og kríggið móti yvirgangi slúka ómetaligar upphæddir og alt verður fíggjað við lántøku. Bush tók eftir Clinton yvir eitt land við ongar almennari skuld. Eftir fýra árum er skuldin vorðin tann størsta í søguni og hon bert veksur við rikna politikkinum. Bush tók við eini tjóð, ið sum heild var samd um grundleggjandi demokratisk og humanitér virði. Eftir fýra árum stendur tjóðin spjadd, ósamd, frustrerað og stættar- munurin er størri enn nakrantíð. Spenningur um uttanríkispolitikkin er lítil. Fer Bush at vera eins harðrendur og ófantaligur í hesum skeið- inum og hann var í tí farna? Tað er spurningurin. Einki bendir á, at Bush og stjórn hansara fara at vera mildari hesi komandi árini. Tað eru bert heykar kring forsetan í dag. Dr. Rice, uttanríkisráðharri, er høvuðs- arkitekturin aftan fyri krígspolitikkin seinastu fýra árini. Nú hevur hon alt valdið á uttanríkispolitikkin- um og stendur seg nógv betur við forsetan enn Powell gjørdi. Powell var í heilum úti í kuldanum, tí hann ikki kreyp fyri forsetanum, men royndi diplomatiskar og politiskar loysnir, har heykarnir vildu kríggj. Einki bendir á, at Dr. Rice fer at velja diplomati fram um kríggj. Rice og Romsfeld hava somu heimsmynd og tey verða illtonkt fyri at fyrireika álop á Iran. Tað eru heldur eingi tekin til, at nýggja Bushstjórnin fer at royna at koma til sættis við tey sameindu hjá USA í Europa. USA er vorðið so sterkt, at landinum tørvar ongar vinir. Hetta er ein vandamikil kós fyri USA eins væl og fyri heimin. Heimsins mætastu búskapar- serfrøðingar meta, at Kina um tjúgu ár hevur yvir- hálað USA búskaparliga. Slíkir spurningar tykjast als ikki at hava áhuga enn minni at órógva Bush stjórn- ina. Hon er upptikin av at føra kríggj úti og at skrúva tíðina aftur heima. Eingin hugalig framtíðarmynd hjá vesturheiminum. DAGSINS MEINING Sosialurin Heimsins mætasti maður VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kreppan í Suðuroy Stríðast fyri FØROYAR Pól S. Jensen, Tvøroyri Rávørugrundarlagið er tað fyrsta tú tryggjar tær, áðr- enn tú byrjar nakra vinnu, tað verið seg flakavinnu, saltfiskavinnu ella o.a. Á Tvøroyri hevur bert verið arbeitt 1 dag síðani 18. des. og tað var í síðstu viku. Trolarar og línubátar avreiða ongantíð í heim- bygdini, teir hava funið sær eina aðra heimbygd og tað er Scrabster. Arbeiðarafeløgini á Tvøroyri eiga stóran parta- pening í Suðringi og Phønix. Men sum omanfyri nevnt er heimstaður teirra Scrabster. Hvør er so or- søkin? Hertil er so at spyrja, er tað skipari, manning ella reiðarin sum avgera hvar landast skal? Hví hoyrist onki frá hes- um feløgum, er tað tí tey halla seg at politikarum og vóna at teir aftur kunnu fara at nýta sama stuðul sum tann frá 80 árunum. Eg sum eri limur í einum av hesum feløgum, harmist almikið hesa mannagongd, at okkara rávørugrundarlag verður landað í Scrabster, tá hevði tað verið betur at báðir trolararnir vóru seldir til P. M. í Havn, hann eigur eisini sín góða part í einum av teimum. Higartil er tað bert Bærentsen teknik sum hev- ur fingið nakað burturúr, sjálvt um fyritøkan ikki eigur eina krónu í partapen- ingi, men hertil er at siga, at beiggi formannin í BT teknikk er stjóri í Tvøroyra handverkarafelag. Sum mannagongdin hevur verið hesi seinastu árini, so hevði tað verið skilabest at selt bæði Suðring og Phønix norðureftir, so vit sluppu frá at verið hildin fyri gjøldur. Meinhard Jacobsen eigur rós uppiborið, fyri at hann royndi at fáa flakavirkið í Hvalba og Palm í Vági at koyra aftur, men at royndin miseydnaðist, kann man ikki lasta hann fyri. Til Hendrik Old sum hevur leika so nógv í hesa seinastu tíðina, skal eg bert siga, tað er lítið mansligt sum suðringur at rópa á ein norðing og biðja hann um ráð og hjálp, men ivalest hevur tú búð so longi norðanfjørðs at tú kennur teg sum norðing. Kristin Vestergaard, nevnir brot úr sangi hjá Pól F., fávitskan lýsur o.s.v., men Pól F. sigur eisini í einum øðrum sangi hjá sær og sum eg haldi minnir ikki so sørt um KV. Um hann úr rossaspor’ ei stíga kann, vil hann tó reystmenni vera. Vágbingar hava selt næstan øll av sínum fiski- loyvum út av fjørðinum, so tað kundi verið ein byrjan hjá tí nýggja stjóranum í Suðuroya Sparikassa at keypt tey aftur, tí uttan fiskiloyvi fært tú ikki fiska og fær tú ikki fiska, ja so er einki rávørugrundarlag. Marjus Dam, løgtingsmaður Ríkið hevur skyldur í Før- oyum. Fólkatingsumboðið skal syrgja fyri, at hesar skyldur verða framdar í verki. Tildømis vantandi útbyggingin av flogvøllin- um til 1800 metrar. Ì útvið 30 ár er vøllurin ikki longdur. Sambandsflokkur- in kann broyta hetta, bæði úr Føroyum, men eisini á Fólkatingi Onki kemur av sær sjálvum Nógv forferst um onki verður gjørt Og nógv forferst av mannaávum. Vit kunnu hyggja at ein- um húsi. Tað má gravast, planerast, stoypast og smíð- ast. Tað kostar bæði pening og stríð. Um húsið verður við- líkahildið, er tað eitt vakurt hús í fleiri árhundraðir. Um onki verður gjørt eftir at tað er bygt, so forfellur tað skjótt, fyri til seinast at fella saman. Politikkur kann metast við at byggja eitt hús. Ein hugsjón kann fríðka og bøta um. Ein onnur hugsjón kann bróta niður. Nú val er til Fólkatingið, kunnu vit seta okkum spurningin, um tann polit- ikkur í føroyingar hava roynt at framt á Fólkatingi hevur verið til uppbygg- ingar fyri Føroyar. Eg haldi, at ikki er ov mikið sagt, at sokallaði "politikkurin", ið Tjóðveld- isumboðini hava framt ikki hevur verið til uppbygging- ar fyri tað føroyska samfel- agið. Men teirra endamál er heldur ikki at bøta og byggja upp ríkisfelagsskap- in. Báðir róparnir hjá Tjóðveldisflokkinum hava givið teimum politikkarum, ið teir áttu at samstarva við ein lúsing fyri og annan eftir – við tí endamálið at bróta ríkisfelagsskapin nið- ur. Samfelagsliga skaðilig- ar "kongressir" hava verið á Christiansborg, fyri serligt innbodnum, har serfrøðing- ar, ið hugsaðu positivt, vórðu hildnir burtur. Fólkatingsins talarastólur hevur av hesum verið nýtt- ur sum "basi" fyri at niður- bróting, heldur enn frukta- góðum samstarvi. Samstarvið hevur har- afturímóti umboð Sam- bandsfloksins á siðiligan hátt roynt at ment. Sterkari høvdu tó føroy- ingar staðið, um bæði fólkatingsumboðini við positivum vilja og sam- starvi royndu at vinna rætt- indir til føroyingar bæði í Danmark, Grønlandi eins og útlondum. X fyri Sambandsflokkin- um – samstarv, til gagn fyri FØROYAR