leygardagur 22. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2005
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
VIÐMERKINGAR
Fullveldi er vert at stríðast fyri
Kristina Háfoss
Undir heitinum »ríkisfel-
agsskapurin er verdur at
berjast fyri« hevði Jóhan
Dahl (JD) grein í bløðunum
í vikuni. Spurningurin hann
í greinini setur sær fyri at
svara, er hesin: »Er tað
veruliga so galið við okkara
ríkisfelagsskapi
sum
loysingarmennirnir
vilja
gera tað til?« – rætti spurn-
ingurin er heldur: »Er tað
veruliga so gott við okkara
ríkisfelagsskapi sum sam-
bandsfólk vilja vera við?«
Niðurstøðan er, at so er
ikki. Orsøkirnar eru nógv-
ar, og skal í hesi grein verða
komið stutt inná nakrar av
hesum.
Løgtingið fær
óvirðiliga viðferð
»Vit hava okkara egna lóg-
gevandi vald« – sigur JD í
grein síni. Jú rætt er, MEN
hetta Løgting verður ikki
virt – serstakliga ikki av
donsku stjórnini. Ferð eftir
ferð eru einmæltar løg-
tingssamtyktir skúgvaðar
til viks. Eitt nú tá eitt ein-
mælt Løgting herfyri sam-
tykti at søkja um fullan før-
oyskan limaskap í Norður-
landaráðnum, og tá eitt ein-
mælt Løgting herfyri heitti
á donsku stjórnina um ikki
at seta hernaðarlógir o.a. í
gildi fyri Føroyar, uttan at
hesar vórðu lagdar fyri
Løgtingið fyrst. Nýggjasta
dømið
er
grønlendska
heimildarlógin tá umræður
uttanríkispolitiskar heim-
ildir. Henda lóg skuldi –
uttan at hava verið løgd fyri
Løgtingið – til 1. viðgerð á
Fólkatingi 21. januar 2005.
Í hesi lóg verður m.a.
nevnt, at Føroyar og Grøn-
land skulu verða samd í
uttanríkispolitiskum mál-
um, har felags áhugamál
eru. Hvør sigur at Løg-
tingið ynskir at Føroyar og
Grønland skulu hava felags
uttanríkispolitikk? Hetta er
enn eitt dømi um, at danir
lóggeva um Føroyar, með-
an Løgtingið verður sett til
viks. Hvar er virðingin?
Landsstýris als ikki
javnbjóðis
samráðingarpartur
»Vit hava okkara egnu
stjórn« – sigur JD í grein
síni. So er, MEN talan er
um eitt Landsstýri, ið eitt
nú als ikki verður viðurkent
av donsku stjórnini sum
javnbjóðis
samráðingar-
partur. Hetta kom týðiliga
til sjóndar í samband við
fullveldissamráðingarnar.
Hetta kom somuleiðis til
sjóndar í samband við, at
løgmaður og fylgi hansara
herfyri – eftir at verða kom-
in til Keypmannahavn og
hava fyrireikað seg til fund-
in – fingu fundaravboð bert
fáar tímar fyri fundin.
Nevnast kann eisini, at so
seint sum í ár 1999 boðaði
danska stjórnin Sameindu
Tjóðum frá, at í Føroyum
vóru ongar ætlanir um
føroyskt fullveldi. Hetta
hóast fyrireikingar til full-
veldissamráðingar millum
donsku stjórnina og før-
oyska Landsstýrið tá vóru í
hæddini. Hvar er virðingin?
Føroyskt mál og flagg
eru IKKI takka verið
ríkisfelagsskapi
»Vit hava okkara egna mál«
og »Vit hava okkara egna
flagg« – sigur JD í grein
síni. Øllum kunnugt er
hetta ikki takka verið
nøkrum
ríkisfelagsskapi
ella sambandsfólkum –
men hinvegin einans takka
verið, at meirlutin av
føroyingum hava staðið
saman um at verja føroyska
málið og flaggið, ið hava so
ómetaliga stóran týdning
fyri okkara samleika. Sjálvt
í dag vilja danir ikki
viðurkenna føroyska málið
sum tjóðarmál okkara Hvat
varð av lovandi orðunum
um, at Føroyar, Grønland
og Danmark eru tríggir
javnbjóðis partar í danska
ríkinum? Hvar er virð-
ingin?
Danska stjórnin: Før-
oyska tjóðin er ikki til
»Vit kunnu til eina og
hvørja tíð og á einum og
hvørjum stað kalla okkum
føroyingar« – sigur JD í
grein síni. Hvat skulu vit
brúka hetta til? Vit kunnu
eisini
kalla
okkum
suðuroyingar, norðoyingar
– sambandsfólk, tjóðveldis-
fólk – fullveldisland ella
eindarstatarland – hvar sum
helst. Tað, ið hevur týdning
er, um nakar tekur hetta í
álvara, og um vit verða
viðurkend og vird fyri tað,
ið vit siga okkum vera. Og
so er ikki. Eitt einælt Løg-
ting er samt um, at føroy-
ingar eru tjóð við sjálvsav-
gerðarrætti. Hóast hetta, so
hevur danska stjórnin ferð
eftir ferð boðað frá, at í
danska ríkinum er bert ein
tjóð – og tað er tann danska
tjóðin. Leggjast kann aftur-
at, at so seint sum í 2001
hevur ein donsk sendi-
nevnd boðað Sameindu
Tjóðum frá, at føroyingar
kenna seg sum danir. Hvar
er virðingin?
Vert at stríðast fyri
virðing, viðurkenning
og fullveldi
»Sambandsflokkurin
er
einasti føroyski flokkur,
sum veruliga vil ríkisfel-
agsskap og vil áhaldandi
verja og tryggja hesi rætt-
indi« – sigur JD at enda í
grein seíni. Staðfestast má
tí, at Sambandsflokkurin er
flokkurin, ið áhaldandi vil
tryggja, at føroyingar missa
grundleggjandi og avger-
andi rættindi.
Heldur átti áhaldandi, og
í felag, at verið stríðst fyri
at tryggja føroyingum við-
urkenning og virðing á
javnbjóðis føti við alheims
sjálvstøðugar
tjóðir
–
áhaldandi at verið stríðst
fyri føroyskum fullveldi.
Tvinnir bólkar úr
GRÓTumhvørvinum
spæla á íslendska
festivalinum "Allra
Veðra Vón", sum
verður hildin í Vest-
mannaoyggjunum
leygardagin
TÓNLEIKUR
tíðindaskriv
Tónleikasamtakið GRÓT
hevur úr at gera hetta
vikuskiftið og alt kann á
ein ella annan hátt setast í
samband við komandi Prix
Føroyar kappingina. Sam-
stundis
sum
tiltakið
"SKRÆPA 2005" verður í
Gøtu leygardagin fyri teim-
um bólkum, ið ikki vunnu
sær pláss í prixkappingini
hesuferð, so sendir tón-
leikasamtakið
tvinnar
bólkar til íslands harav
annar er partur av Prixvinn-
arabólkinum 2003 og hin
júst hevur vunnið sær pláss
í kappingini fyri 2005.
Thrashrokkararnir Sic, sum
spældu eina frálíka konsert
á G! 2004 og sum júst hava
vunnið sær pláss millum
luttakararnar
til
ársins
fyrsta prix umfar er nevni-
liga annar bólkurin. Afturat
teimum eru teir báðir Ólav-
ur og Torfinnur Jákupson,
kendir sum ávikavist for-
sangari og forguitaristur í
Gestir, eisini bodnir við til
Íslands.
Ólavur
og
Torfinnur
spæla leygarkvøldið kl
19.55 og Sic trína pallin
leygarkvøldið kl 22.05.
Vitjanin til Vestmanna-
oyggjarnar er komið í lag
við at tveir bólkar har frá
vóru og vitjaðu á G! Festi-
val 2004, Hoffmann og
Hafdís, og við teimum ein
av fyriskiparunum av til-
takinum Allra Veðra Vón,
Óðinn Hilminsson. Hesin
hevur so bjóða tveimum
bólkum við tilknýti til
GRÓTumhvørvið yvir til
Íslands at framføra. Gøta
og Vestmannaoyggjar eru
vinarbýir og kommunurnar
báðar stuðla uppundir sam-
band og samskifti millum
støðini bæði. Sostatt er
stuðul fingin frá Gøtu
Kommunu og GRÓT til at
senda bólkarnar yvir. Sam-
an við tónleikarunum fer
eisini Jón Tyril sum umboð
fyri GRÓT og G! Festival.
Um vikuskiftið, leyg-
ardagin 22. januar kl
21.00, í Losjuni í
Gøtu, fer SKRÆPA
2005, hitt ultimativa
undirgrundstiltakið,
av bakkastokki
TÓNLEIKUR
tíðindaskriv
Tá Prix 05 fyrireikararnir
herfyri sendu út gleðiboð-
ini um hvør slapp at taka
lut í kappingini, vóru mong
kring landið sum hugsaðu,
talaðu ella róptu hart
"YES", "JUHU", "GENI-
ALT" og annað mangt. Og
jú, í alt umboð fyri 24 bólk-
ar og einstaklingar høvdu
allar grundir til tess. Og lat
tað verða vist – tað er
hvørjum einstakum teirra
sera væl unt!
MEN, samstundis sum
gleðisrómurin frá hesum 24
útvaldu fór sum eldur um
venjingarhøli, neyst og
garasjugrundir,
so
var
samstundis ein lítil skari,
eini 8 bólkar og einstak-
lingar í tali, sum høvdu eitt-
ans orð at leggja á tunguna,
tá ið lagnusami bræv-
bjálvin varð latin upp,
sanniliga "SKRÆPA!" ókst
av mongum munni hesa
løtuna.
"SKRÆPA – at vit ikki
komu við". Nú, vandin við
hesum kundi verið, at hesir
bólkar og einstaklingar
kundu lagt tónliekayrkið frá
sær og harvið dottið burtur
millum
ríka
arvin
av
føroyskum tónleikaútinnar-
um og harvið verið lutaðir
til gloymsku í aldur og allar
ævir. Og at einans teimum
24 útvaldu á breiða vegnum
til heiður og æru millum
manna hevði verið unt
hóskiligan
sóma.
Men,
tíbetur, so traðkaði Tón-
leikasamtakið GRÓT til, og
segði, at "So skal ikki
verða!". Hesir bólkar mugu
eisini sleppa á pall. Hesir
tónleikarar, sum eisini hava
vant, tikið upp demoir, sent
tær inn og hvat veit eg, teir
skulu eisini hoyrast. Teir
hava uppiborið, um ikki
annað so eitt einasta sømi-
liga tiltak at framføra á.
Hesir outside´arar (sum i
roynd og verðu eru in í
løtuni), hesir berar av sonnu
mentanini, skulu eisini
sleppa framat fatinum.
Og júst tað hendir nú í
vikuskiftinum, leygardagin
22. januar kl 21.00 í Losjuni
í Gøtu tá SKRÆPA 2005,
hitt
ultimativa
undir-
grundstiltakið, fer av bakka-
stokki. Tá stíga nú seggir
oman Gøtudal hesir reystu
tónleikabólkar: Holger og
Villmenn, Spylegg, Glitch
og Lív Hansen fara nú, sum
onkur segði, , at turka
skæpuna av sær! Tey fara at
sýna fyri øllum Føroya
fólki, at hóast tey ikki eru
við til Prixkappingina, so
eru knotur í teimum og at
lortur heftir ikki við.
Føroyskir gestir á
Íslendskum festivali
Skræpan skal turkast
burt!