týsdagur 7. desember 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SA
Nr. 233 - 7. desember 1999
tíðindablaðið
Kappingin stendur millum
Havnina og Klaksvikina
Talv: Eftir at havnarmenn og klaksvikingar vunnu stórsigur í 4. umfari móti
åvikavist sandavågsmonnum og hvalvíkingum, er líkt til, at Havnin og Klaks-
víkin fara at togast um meistaraheitið
CARL El
NoLSØE SAMUELSEN
Havnarmenn fóru til Sand-
avágs við vón um stórsigur,
og júst soleiðis bleiv tað eis-
ini. Ursliid varð 4-0 til
havnarmenn.
Tvey tey síðstu umførini
hevur Flóvin Tór Næs um-
boðað Havnina á 1. borði,
men hetta varð møguliga
síðstu ferð í hesum kapp
ingarári, at vit sóu hann á
havnarliðinum. Hann fer
um heilt stutta tíð til Holl-
ands at telva eina stóra
kapping og seinni til aðrar
kappingar í Evropa.
Flóvin vann á 1. borði
móti Torkili Nielsen. Torkil
slapp at telva ta byrjan, hon-
um dámar best, tann opna
spanska variantin, men
Flóvin kennir eisini væl
hesa byrjan og hevði fyri-
mun alt talvið. Men talvið
varð drúgt, og ikki fyrr enn
farið varð um fimta tíma,
gavst Torkil.
Berhard Augustinussen úr
Sandavági var ikki við móti
Havnini, og tískil sat Gutti
Petersen á 2. borði móti
Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Gutti legði varliga fyri vid
hvíta fólkinum, meðan Carl
Eli gjørdi tað mótsetta.
Gutti varð trýstur og misti
fyrst eina og so tvær finnur,
og stutt eftir gav hann
skarvin yvir.
Talvið á 3. borði, millum
Christoffersen úr
Hera
>
Torkil Nielsen, helst kendasti maður i Føroyum fyrst i nitiårunum tå hann skoraði móti Eysturríki. Við talv-
Sandavågi og Herluf Han
sen ur Havn var heldur
fløkjut. Teir skiftust um at
eta finnur frå hvørjum ødr-
um, men Herluf stóð hverja
ferð eitt vet betri eftir hvørja
máltíð. Heri tapti at enda
uppá tíð, men tá hevði Herl
uf vunna støðu.
A 4. borði leiktu Martin
Poulsen úr Havn móti
Sonna Nielsen úr Sanda
vági. Haldur Suni Johansen
var ikki við hesaferð á havn
arliðnum, men Martin
gjørdi tað ikki verri og vann.
Hann fekk lítlan fyrimun í
byrjanini og fekk sær eina
frífinnu, sum píndi Sonna
alt talvið. Eftir tíðarneyðina
gavst Sonni.
Enn ein stórsigur
Havnarmenn høvdu ta von,
at hvalvíkingar fóru at taka
nøkur stig frá verandi FM-
liðnum úr Klaksvík, men
klaksvíkingar vunnu heili
3,5-0,5 og fylgja tí væl við
í oddastríðnum. Klaksvík-
ingar vóru fyri fyrstu ferð í
ár fullmannaðir, meðan
hvalvíkingar hinvegin
manglaði Finnbjørn Zach-
ariassen.
Martin Brekkå og Rani
Nolsøe leiktu javnt á 1.
borði. Talvið var sera drúgt.
Martin kom væl frá
byrjanini, men í miðspæl-
inum fekk Rani fyrimun, og
leingi var líkt til, at Rani fór
at vinna, men Martin fann
eina langa bjargingarætlan,
borðið gekk ikki so væl um vikuskiftið móti HT
sum gav
stigið.
Á 2. borði vann Olavur
Simonsen trygt móti Gunn-
ar Joensen. Gunnar fór í
stuttu borg, meðan Olavur
fór í longu borg. og tað við-
førdi álop frá báðum síðum.
Olavur var skjótari, álopið
reyk igjøgnum, og hann
vann talvið. Gunnar kundi
tó vart seg betri, men var
Óneyvur
honum tað hálva
Falvid millum Steintór
Rasmussen og Bergur
Magnussen vardi — ikki
leingi, tí eftir bert 17. leikir
legði Bergur kongin. Tað sá
annars javnt út í byrjanini,
men Bergur var eini tvey
tempo afturúr, og tað revs-
aði Steintór.
Hendrik Eskildsen, sum
ikki hevur telvað heima í
Føroyum í eini 5 år, var aft-
ur at síggja á hvalvíksliðn-
um. Hann tapti á 4. borði
móti Tummas Martin Anth-
oniussen. Hendrik var held-
ur passivur, tí í miðspælin-
um fekk Tummas Martin
avgerandi álop, men Hendr-
ik fekk sníkt sær undan við
at ofra frúgv fyri rók og
mann, og talvið så knappl-
iga javnt ut. Men Hendrik
gjørdi síðani eitt mistak og
tapti.
Botndysturin
Dysturin millum nr. 5 og 6,
Toftir og Kollafjørð, endaði
við einum 2,5-1,5 sigri til
toftamenn. Kollfirðingar
møtti við bert trimum
monnum, og við hetta lag
enda teir við vissu aftast tá
kappingin avtornar.
A 1. borði fekk Hans
Kristian Simonsen úr Koll-
afjørdi eitt gott úrslit móti
fyrrverandi føroyameistar-
anum, Jens Christan Han-
sen. Talvið endaði javnt,
men sigast kann, at tað í
roynd og veru var Jens
Christian, ið fekk remis, tí
Hans Kristian fekk finnu í
midspælinum og åtti helst
at vunnid. Hetta var eitt
spennandi talv, har báðir
komu í tíðarneyð.
Helgi Joensen og Karl
Louis leiktu somuleiðis
javnleik á 2. borði. Teir
byrjaðu stilt, men Helgi
fekk fyrimun, áðrenn hann
seinni misti finnu, men stóð
somikið gott, at talvið end-
aði javnt.
Asbjórn Hansen og
Ronny í Lon leiktu eisini
javnt á 3. borði, men tað var
Asbjørn, sum stóð betri tå
teir tóku javnleik.
Kollfirðingar høvdu ong-
an fjórða mann, og tískil
vann Oddmar Andreassen
úr Toftum uttan dyst.
Stødan er nú henda:
Havnin 14 stig
Klaksvík 11,5 stig
Hvalvík 7 stig
Toftir 6,5 stig
Sandavágur 6 stig
Kollafjørður $ stíg
; 4; á
- If
|
21
Talvið
hesa vikuna
Hvítur:
Svartur:
e4 Gå
Ric3 Ric6
. Be2 Bg7
Rige? e6
6. d3 Rige7 (Olaf telvar
altíð tann lukkaða uri-
antin í sisilionskum.
John velur rætta mátan
at svara aftur)
7. Be3 Rid4 (Proppurin.
Hesin leikurin er ofta
nýttur í hesari byrjan.
Aðrir møguleikar eru
7...d6 7...b6 við planini
d5)
8. Fd2 0-0
9. f4 (Riddarin á d4
stendur gott, tí vanligt
er, at hvítur plantar
bispin á h6 við góðum
spæli, men eftir 9. Bh6
Bxh6 10. Fxh6 hongur
finnan á c2 ). Rb8 (Fer
úr diognalinum hl-a8,
og møguliga seinni leika
b5)
10. Ridl Rixe2
11. Fxe2 b6
12. h4!? (Hvítur ætlar
sær ikki í stuttu borg,
men í álop) f5
13. h5 Ba6
14. hxg6 hxg6 (Hvitur
In Þa SR ÞJ =
Olaf Berg, Havnin
John Jacobsen, Vestmanna
fær opna kongastøduna
hjá svørtum, men enn er
stødan hjá svørtum
trygg)
15. Bd2 Kf7
16. g4?! (Ov bráður
betri var 16. Bc3 Bxc3
17 Rixc3 Rh8 18. 0-0-0!)
Rh8
17. gxf5 exf5
18. Bc3 Rxhl+
19. Bxhl Fh8
20. Bg2 Fh4+
21.Fø2 Rh8
22. Bxg7 Kxg/
23. Rie? Ff6? (Svartur
átti helst at býtt frúnnar
av)
24. 0-0-0 Bb5
1C
25. exf5 Rixf5
26. Rixf5 gxf5
27. Rel (Hvítur hevur
fyrimun, hann hevur e-
linjuna og svarti kong-
urin manglar verjugarð)
d6
28. Bd5! Bd7
29. Fe3 Rh4?? (Svartur
stendur nærum longu til
tap, men 29...Kf$ hevði
verið besti leikur)
30. Fe7+ (Og svartur
missir bispin á d7) 1-0
2. og 3. deild
Vestmenningar væl
fyri
Vestmenningar vunnu við
sterkastu manning 2. lið
hjá Havnini í 4. umfari.
Urslitid varð 3-1.
John Rødgaard vann
trygt á 1. borði ímóti
Michael Jensen. Michael
var ov bráður, ofraði ridd-
ara, men endaði við frúgv
minni.
Tað einasta stigið.
Havnin 2 fekk, var á 2.
borði, tá Olaf Berg vann
móti John Jacobsen. Talv-
ið er við í blaðnum í dag.
Dånjal Petur Højgaard
vann á 3. borði móti
Jógvan Næs, og á 4. borði
vann Kári Durhuus móti
Súna Jacobsen.
2. lið hjá kollfirðingum
er tikið úr kappingini, teir
klára ikki at manna lið.
Tey lið, sum hava vunnið
móti teimum, missa tískil
tey stigini. Havnin 3
hevði hetta umfarið frí.
Klaksvík 2 og Runavík
leiktu 2-2 í vikuskiftin-
um.
Ingolf Gaard, Klaksvík,
misti frúgv móti Brandur
Jacobsen, men fekk so-
mikið fyri hana, at talvið
endaði javnt.
Esbern Christiansen,
Klaksvík, fekk greiðan
fyrimun í miðspælinum
og vann klárt móti Eyðun
Lamhauge.
Rúni Dragaberg,
Klaksvík, og Rúni Jacob-
sen leiktu javnleik, með-
an Oli Joensen, Klaksvík,
gjørdi ein grovan feil og
tapti klárt móti Brandi
Højgaard. Stødan i 2.
deild er henda:
Havnin 2 9 stig
Vestmanna 8 stig
Runavík 6,5 stig
Klaksvík 45 stig
Havnin 3 4 stig
Havnin 2 hevur leikt ein
dyst meira enn hini fel-
Øgini.
3. deild
Eisini í 3. deild vóru bert
tveir dystir hetta viku-
skiftið.
Havnin 5 eru í ferð við
at blanda seg í toppinum,
eftir at teir vunnu 2,5-1,5
móti Vestmanna 2.
Gøtumenn og sunda-
lagsmenn (Rókur) leiktu
2-2, og hetta má sigast at
vera eitt gott úrslit hjá
sundalagsmonnum.
Sera spennandi er í
toppinum í 3. deild:
Havnin 5 9,5 stig
Vestmanna 2 9,5 stig
Gøta 9 stig
Klaksvík 9 stig
Havnin 4 8 stig
Rókur 2,5 stig