Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 8. desember 1999 tíðindablaðið Lærarar hava skyldu at duga føroyskt Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og menta- málum heldur, at næmingar úr læraraskúlanum eiga at duga rætt fóroyskt eftir lokna útbúgving. Tað eru teir, ið saman við fjólmiðlunum ávirka málið JOHN JOHANNESSEN Sjálvsagt eiga allir lærar ar, ið fáa prógv frá lærara- skúlanum at duga at skriva rætt fóroyskt. Tað eru jú teir, ið skulu læra føroyska mál- ið víðari til næmingarnar. Signar á Brúnni, lands- stýrismaður, er samdur við pørtum i sjónarmiðnum, sum Júsunes Eidesgaard skrivaði i Sosialinum í gjár um føroyska málið Jústines gjørdi vart við, at tað ikki nyttar hjá føroysk- um málhirðum at rópa upp um, at føroyingar ikki duga nóg væl føroyskt, tå tað ofta just eru teir, 10 eru lærarar i føroyskum. Jústines Eidesgaard vísti á, at tað tískil eru júst hesir menn, ið hava ábyrgdina av, at før- oyingar ikki duga nóg væl føroyskt. Harafturat visti Jústines Eidesgaard á, at nógvir lær- arar als ikki duga nóg væl føroyskt, til at læra næm- ingarnar málið. Læra ikki skriving á Læraraskúlanum Signar á Brúnni ásannar, at allir lærarar ikki duga nóg væl at skriva føroyskt. Men hann visir å, at næmingarnir á Læraraskúlanum ikki beinleiðis læra at stava før- oyskt. - Tá læraraskúlanæming- arnir koma á læraraskúla, hava teir flestu framman- undan fyrst gingið í fólka- skúla og síðani í studenta- skúla. Tí verður roknað við, at teir duga at skriva før- oyskt, og tí verður ikki gjørt so nógv við at læra lærara- skúlanæmingar at stava før- oyskt á Læraraskúlanum Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og menta- málum heldur, at um næm- ingar, ið koma á Lærara- skúlan veruliga ikki duga at skriva føroyskt nóg væl, eigur at umhugsast, um lær- araskúlanæmingar ikki eiga at fara igjøgnum alla undir- visingarmylluna i føroysk- um enn eina ferð. Hann vísir í hesum sambandi á, at tað jú eru lærarnir, ið skulu læra ungu næmingarnir at orða seg rætt á føroyskum og at stava føroyskt rætt. Tí held- ur hann tað hava alstóran tydning, at lærarar eru so stinnir í gjørligt Men spurningurin til Signar á Brúnni er so, um fólk ikki longu eiga at duga føroyskt til fulnar, tá tey eru liðug við fólkaskúlan. Øll eiga sjálvsagt at duga at skriva føroyskt, tá tey eru liðug við skúlan Men vit vita, at tað er so ymiskt, hvussu tað liggur fyri hjá einstaka næmingi- num at læra føroyskt. Hjá summum liggur væl fyri at læra mál og hjó í øðrum ligg- ur verri fyri Soleiðis fer tað altíð at verða, vísir fyrrver- andi lærarin og núverandi landsstýrismaðurin á. føroyskum, sum Danska frálærutilfarið stóra ávirkan Eg haldi, at lærarar gera nógv burturúr at læra næm- ingarnar føroyskt, og mål- burðurin millum ung er eis- ini nógv betri nú enn fyrr, sigur Signar á Brúnni. Landsstýrismaðurin greiðir frå, at gjøgnum sínar royndir sum lærari í for- oyskum hevur hann lagt til merkis, at tað, ið órógvar føroyska málið millum skúlanæmingar mest, eru tær sokalladu danismurnar. Men hesum heldur hann einki løgi vera í, tá megin- parturin av frálærutilfari- num er danskur. — Tað merkist ofta á skriv- ligu avrikunum hjá næm- ingunum, at ávísar vending- ar eru danskar, og somuleið- is hendir tað, at setnings- bygnaðurin rætt og slætt er danskur. Men hetta er ikki so løgi, tá vit hvønn dag lurta eftir donskum máli í sjónvarpinum samstundis og ofta eisini samskifta á donskum. Stirvnir málhirðar Signar á Brúnni heldur tað vera gott tekin, at føroy- ingar kjakast dúgliga um málið. Hetta, heldur hann, sýnir, at vit hava áhuga fyri málinum. Landsstýrismað- urin heldur, at tað ikki ger so nógv um ymiskir mál- hirðar stundum tosa heldur ógvulsiga um, at føroyingar ikki duga nóg væl føroyskt, tí hetta birtir upp undir kjak- ið. Tó setir Signar á Brúnni spurnartekin = við, um summir málhirðar ikki eru heldur stirvnir, tá teir alla- tíðina tvíhalda um sg málið og ikki góðtaka, málið broytist við tíðarinnar ráki :g haldi als ikki før oyska málið vera fyri hótta falli. Tað er ikki rætt, at oll fjølmiðlafólk duga illa at málbera seg á føroyskum Eg kenni nógv fjølmidla- fólk, ið duga væl at bera boðskapin fram á góðum føroyskum, vísir landsstýrs maðurin á. Men hann ger tó samstundis vart við, at tað finnast nøkur fjølmiðla fólk, ið kundu gjørt arbeiði sítt betur. Í hesum sambandi nevnir landstyrismadurin fyrrverandi útvarpsstøðina, Atlantic Radio, ið hevdi ein sokallaðan »smartan« mål- burð, ið ikki var hóskandi Miðlafólk á skeið Signar á Brúnni ger vart við, at eftir hansara tykki, hava miðlarnir ómetaliga stóra á- virkan á málburðin í landi num, og tí hevur tað alstór an týdning, at fjølmiðlafólk í stóran mun leggja seg eftir at vanda sær um málið. Tí- skil heldur landsstýrismað- urin, at øll fjølmiðlafólk áttu at fingið i boði ókeypis skeið á Fróðskaparsetri- num. — Flestu fjølmiðlafólk eru útbúgvin í Danmark. Tí eru tey von at orða seg á donsk- um, og sjálvsagt verður málburður teirra gjøgnum tíðina ávirkaður av hesum. Og tískil er einki logi í, at málburðurin í miðlunum verður ávirkaður av donsku útbúgvingini. Fjølmiðlarnir stýra veruliga málinum. Fólk taka tað til sín, sum tey fáa gjógnum miðlarnar. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at vit skjótt fáa eina føroyska fjølmidlautbugving, stað- festir mentamálaráðharrin. Signar á Brúnni vísir at enda á, at málsendingar í út varpinum og í sjónvarpinum hava ógvuliga góða ávirk- an á málið, og heldur hann hetta vera eina gongda leið fyri framhaldandi at hjúkla um móðurmálið. Lesið meira um evnið á síðu 9 Landsstýrismaðurin í undirvísingar og lærarar hava skyldu til at leggja seg eftir góðum málburði og mentamálum er samdur í, at tí oindafolk eins BRÚKTIR BILAR LITUR ÅRG. KM. KR. Opel Astra 1,6 í stw VW Polo Diesel Ford Escort Ford Sierra Mazda 323 Daewoo Lanos 1,5 Toyota Hiace Diesel Ford Escort Ford Sierra Volvo 760 Toyota Carina Opel Rekord Toyota Carina Toyota Crown Diesel Nissan Sunny Toyota Camry 2,0 Gli aut Nissan Sunny Aut Toyota Camry 2,0 Gli Ford Escort VW Polo Daewoo Nubira 1,6 Stw Opel! Corsa 1,4 Si 90 Hk okt-92 des-93 Reyður Grønur Gråur aug-87 Svartur | sept-87 Reydur 87 Reyður | mai-99 Hvítur 86 Reyður | aug-89 Svartur | mar-88 Gråur nov-83 Gråur mar -87 Blåur des-85 Grønur Svartur Reyður | sept-86 Hvítur Hvítur r-87 Reyður 87 Bláur apr-94 Reyður | jun-85 Grønur 99 Svartur jun33 Bruktbilasølan hjå 192.000 155.000 170.000 2.700 202.000 202.000 2.700 78.000 72.000, 65.000. - 15.000,- 15.000.- 28.000. 120.000,- 20.000.- 25.000, 16.700.,- 48.000, 15.000, 14.900, 19.900, 29.000 15.000 30.000, 70.000. 9.000, í 139.000. - 79.000.- 400 — P/f Esmar Simonsen | Tel. 44 44 05 * Fax 44 46 29