mikudagur 8. desember 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 8. desember 1999
tíðindablaðið
DUC vil skunda undir
útbyggjan av nýggjum oljugki
Sambært Jyllands-Posten hevur tað sonevnda Halfdan oljuøkid í Norðsjónum, vist seg at verða nógv stórri enn áður
mett. Og hetta hevur fingið Mæersk Olie og Gas at søkja um loyvi til at framskunda framleiðsluna á økinum
JAN MLLER
Ætlanin var at byrja útvinn-
an í ár 2001, men Mæersk
Olie og Gas ynskir at fáa
loyvi at byrja í mars 2000
og gevur hetta ábending
um, at gkið kann verða nógv
stórri enn fyrst mett.
Royndarboringar og
núverandi framleiðsla
Mæersk Olie og Gas hevur
í dag eina royndarboring
upp á 400 tunnur olju um
dagin, men um loyvi verður
givið til veruliga útvinnan,
verður ferð sett á, og fram-
leiðslan skal økjast til
25.000 tunnur eftir einum
ári. Um farið verður víðari
við útbyggjan av økinum,
verður ikki tíkin stóða til
fyrr enn framleidsluvitanin
frå økinum er størri sigur
Bo Wilfang, undirstjóri hjá
Mæersk Olie og Gas.
Utbyggjan av økjum
Til Halfdan ekið verður
bygd ein framleidslueind, 10
er nakað stórri enn tær
eindir, ið verða nýttar til
minni øki. Framleiðslupall-
urin verður bygdur í Dan-
mark av Bladt Industries.
Utbyggjan av Halfdan
økinum er tann einasta stóra
útbygging, ið DUC hevur í
løtuni, hendan utbyggjan
kostar umleið 1,5 mia. kr.
Umframt hesa utbyggjan
hevur DUC minni útbygg-
ingar á til dømis: Tyra og
Gorm økinum, hesar út-
byggingar kosta umleið 500
milliónir kr. tilsamans.
Tá ið útbyggingarnar
vóru uppá tað hægsta lógu
hesar um 3-4 mia. kr. og
mett verður ikki, at árligu
iløgurnar aftur koma upp á
hetta stødid.
Skattan av oljugkjum
Í seinastu frágreiðing hjá
danska Búskaparráðnum,
mæla vísmenninir til, at
staturin økir um sín part av
yvirskotinum frá fram-
leiðslu á teimum størru øk]-
unum. Danski skattaminist-
arin vil meta um tað er tørv-
ur á at eftirkanna lógina. Tó
sigur hann, at ein skattaøk-
ing ikki må føra til, at hug
urin til at leita eftir og út-
vinna olju minkar, eins og
hugurin til at menna tøkni
heldur ikki má minka, so tað
ávirkar møguleikarnir at fáa
meira av olju upp úr undi
grundini.
Hjá A.P. Møller ynskir
man ikki at gera serligar
viðmerkingar til ætlaninar,
fyrr enn øll frágreiðingin frå
Búskaparráðnum er lisin,
hendan kemur út um ein
góðan mápaða.
- Grundleggjandi hava vit
ta áskoðan, at tað er sera
torført at samanbera skatt í
teimum ymsu londunum
Men tað er líul ivi um, at
áhugin fyri oljuleitan mink-
ar, um skatturin økist.
Tann fyribils frågreiding,
Lesarabræyv:
ið komin er, vísir á, at inn
tókurnar hjá statinum av
olju- og gassvirksemi er
nógv stórri enn hjá oljufel
øgunum, sjålvt um oljufel
øgini bera allan vágan, sigur
Bo Wilfang undirstjóri hjá
Mæersk Olie og Gas, við
Jyllands Posten - Erhverv.
100 milliónir í yvirtrekki
Nú um dagarnar kom eg at
tosa við ein mann, sum av
heilum huga gekk inn fyri,
at Føroyar gjørdust full-
veldi. Hesin maður var
greiður yvir, at eg, sum
sambandsmaður, ikki kundi
fylgja honum so langt á hesi
leið. Eg lat hann tó vita, at
eg gekk inn fyri fíggjar-
ligum frælsi, um hann bert
kundi sannføra meg um,
nær hetta fór at verða framt
í verki.
Tað gekst honum illa —
fyri ikki at siga, at tað gekk
als ikki, at koma við hesi
sannføring. Eg lat hann tó
vita, at eg fyri stuttum heyði
frætt, at okkara fíggjarlóg í
inniverandi ári hevði eitt yv-
irtrekk, sum svaraði til um-
leið 100 milliónir krónur. —
Hetta, meðan vit hava rík-
isstuðulin. Tá ið eg í hesum
fóri nevni yvirtrekk. so
verður her hugsað um allar
tær eykafíggjarlógir, sum
vit hava hoyrt um í skjótt
farna ári.
Tað er átaluvert, at tað,
við øllum tí vællærda fólk
inum úti í landsstýrinum,
skal bera til at rokna so
skeivt, tá talan er um fíggj
arlóg landssins.
Ti er ikki ráðiligt, at sami
flokkur, sum í dag umsitur
fíggjarmál, sleppur at halda
fram við hesum í komandi
ári. Ella má figgjarnevnd-
arformaðurin fylgja øllum
málum betur upp, sum
koma frá fíggjarmálastýri-
num, so at ikki verður neyð-
ugt at koma við eykafíggj-
arlógum nærum einaferð
um mánaðin.
Skal ríkisstuðulin burtur
innan 5 — 6 ár, so má fáast
betur skil á okkara fíggjar-
ligu viðurskiftum.
Politiskir flokkar rópa í
dag um, at vit skulu varð-
veita vælferðarsamfelagið.
Men vælferðin kann ikki
halda áfram, um vit ikki
sjálvi hava skil á okkara
egna búskapi og okkara
peningarensli.
Nýskipanaruppskot Sam-
bandsfloksins er gongda
leiðin
Mær tykir, at tað er ein
einasta gongda leið burtur
úr hesi naggatødnini, sum
okkara samfelag er komið
út í, og hon er, at samgong
uleiðarin saman við sínum
samgongumonnum tekur
nýskipanaruppskotið hjá
Sambandsflokkinum til við-
gerðar. Tá fæst eisini breið
semja hjá løgmanni at fara
niður at samráðast við
donsku stjórnina um fram-
tíð Føroya.
Við sambandskvødu
Andras Miðskarð
FET AR DE
OO UU SO
4
Jólagávan til her
BERNINA 1008 |
Ein sera sterk og álitandi seymimaskina at
fåast við, og sum hevur 16 nyttu- og pynti- —
FÅ
í
%
nara
seymir og automatisk knapphol.
Vanl. prisur 6.595,-
NU TILBOD BERT 5.195.-
BERNINA. ACTIVA } 30 3
in av teim nýggju teldustýrdu seymi-
maskinunum 15 ymiskum seymum
og automatiskum knappholi
Vanl. prísur 7.295,-
NU TILBOÐ BERT 5.995.-
BERNINA ARTISTA 180 + BRODERI MODUL
Tann stóra teldustýrdu seymimaskinan við óteljandi
meguleikum bæði við seymum og broderíum
Kann setast til teldu. Broderímodulið hevur eisini
eina rúgvu av broderíum. Hesi vera framyvir til
p uppdatera vid nyggjheitum innan seyming og
roderi.
Vanl. prisur Bernina Art. 180 20.495,-
Vanl. prísur broderimodul
Vanl. prísur ialt L
NU SAMLAD TILBOD BERT 20.495.-
A Komið inn og royn tær ella biði um brochurir
SP/F MARJUN HEIMA
C. Ployensgøta 4 * 100 Tórshavn
Tel. 31 25 31 * Fax 31 23 19