mikudagur 8. desember 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 8. desember 1999
tíðindablaðið
Burtur við málpávunum
Lógtingsmaðurin og lærarin, Dan Petersen, heldur. at vit eiga at gera fór-
oyska skriftmálið einfaldari og sleppa okkum av við sjålvtilnevndu málpáv-
arnar
JOHN JOHANNESSEN
Vit skulu gera føroyskt
einfaldari fyri vanliga borg-
aran. Føroyska mållæran er
óneyðuga torfør, og nógv
eru tey, ið aldri koma so
langt, at tey læra hana.
Dan Petersen, sum hevur
sæti á landsins hægsta stað
samstundis, sum hann er
lærari, hevur sínar heilt
greiðu meiningar um før-
oyska málið og føroyskan
målburd. Hann heldur, at vit
eiga at gera okkum greitt,
um vit skulu hava eitt før-
oyskt mál, vit kunnu brúka
at gera okkara hugsanir
greiðar við, ella um vit
skulu hava knortlut mál, ið
skal standa sum grundarlag
fyri okkara tjóðskaparliga
samleika.
Geva fólki
undirlutakenslur
Føroysku málhirðarnir
hava eitt ynskimål, ið teir
royna at skapa gróðrarbotn
fyri við at geva fólki und-
irlutakenslur. Teir vísa jú
alla tíðina á málsligar skeiv-
leikar hjá fólki.
Dan Petersen heldur ikki,
at tað er lætt at siga, at lær-
arar ikki duga føroyskt, og
at tað tískil er so illa stætt
við føroyska málinum i
skúlunum. Tverturímóti
heldur lærarin og løgtings-
limurin, at tað er málinum,
tað er galið við.
Ogvuliga langt er mill-
um tað talaða føroyska mål-
ið og føroyska skriftmálið.
Tí er tað so ógvuliga torført
hjá næmingum at læra at
skriva rætt føroyskt.
Dan Petersen vísir á, at
talan er um nakrir fáir næm-
ingar, ið læra føroysku mål-
læruna, og eru tað hesir, ið
duga at skriva føroyskt.
Restin lærir tað ikki, tí tað
er so torført.
Japanska fyrimyndin
— Eg haldi, at vit áttu at gjørt
sum japanar. Fyrr hevði Jap-
an eitt kinverkst stavrað við
yvir 900 teknum, og gjørdi
hetta, at fáir japanar dugdu
at skriva rætt. Men Japanar
gjørdu stavraðið einfaldari
og fingu talið av teknum
niður um tey fimti. Tá bar
til, tí tá fall talið av villum
Ogvusliga.
Dan Petersen heldur, at
vit áttu at tikið við teimum
broytingunum av føroysku
stavsetingini, sum Eivindur
Veihe hevur mælt til. Hann
er sannførdur um, at gjørdu
vit hetta, so hvurvu 60 pro-
sent av villunum í føroysk-
an stavseting.
Dan Petersen heldur, at
føroyska málið má gerast
einfaldari, skulu næming-
ar hava nakran møguleika
at læra tað
I. február sleppa gøtubørn í nýggjan
barnagarð. Umbygging av gamla
studentaskúlanum er um at vera liðug
NICLAS JOHANNESEN
Umleið 2,5 milliónir krónur
er rokningin, nú Studenta-
skúlabygningurin við Gøt-
ugjógv verður liðugt um-
bygdur um hálvan desem-
ber. Hetta samsvarar væl við
fíggjarætlanina, ið er løgd
fyri umbyggingina.
Og lítið man kommunali
skattgjaldarin hava ímóti, at
Gamli Svimjihylurin við
Gotugjógv, sum seinni
gjørdist ein fyribils student-
askúli, nú verður ein perm-
anentur barnagarður.
Hugurin hjá foreldrum at
fáa bórnini barnagarð er ið
hvussu er stórur.
— Nógv hava sekt. Ég
rokni við, tað fara at ganga
eini 60 børn í barnagarð-
inum, sigur bygdaráðsfor-
maðurin Jógvan Gregersen,
ið leggur aftrat, at pláss vera
fyri 70 børnum.
Higartil hevur kapasitet-
urin verið 45 og hetta liggur,
sum skilst, væl undir tørvi-
num í Gøtu.
Søkt hevur verið eftir
leiðara og tað er gjørt av, at
Torgerð Hansen skal leiða
gøtubørn tey fyrstu fetini í
komandi ártúsundi.
Fyrr húsaðist dagtilhaldið hjá pensjónistunum í Gøtubrå, sum nú verður nýtt til barnagarð
Lyktakanningin 1999
Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði vikurnar 42 og 43 fyri
ferðsluátakinum >Lyktakanning "'99« , har lagt var upp til,
at bilførarin sjálvur kannaði, um ljósini vóru í lagi.
Næstu vikurnar, 1.—14. november 1999, gjørdi politiið
sokallaðar grein 13 kanningar um alt landið. Samlaða
úrslitið var, at:
Politiið í Havn kannaði
Politiið í Klaksvík kannaði
Politiið í Runavík kannaði
Politiið í Vestmanna kannaði
Politiið í Miðvági kannaði
Politiið á Sandi kannaði
Politiið á Tvøroyri kannaði
1596 2391 akfør
447 461 akfor
299 510 makfør
40 21 akfør
117 268 => akfør
123 214 akfør
243 292 makfør
ella samanlagt 4.157 akfør i 1999. Ikki oll akførini vóru í
lagi. 480 rapportir vóru skrivaðar, har talan var um:
ljósini ikki í lagi
rúsdrekkakoyring
ikki brúkt trygdarbeltið
ikki koyrikortið hjá sær
dekkini ikki í lagi
hevði ikki koyrikort til bil
latið ein uttan koyrikort koyra
yvirháling í tunli
ov nógv ferð
1998 1999
121 280 akfor
| | akfør
89 116 akfør
101 164 — akfør
3 23 akfør
| 9 akfør
1 0 akfør
2 2 akfør
3 (0) akfør
Bøturnar komu samanlagt uppå einar 132.300 kr.
Uni Vestureið
Politiinspektørur
Fyrilestrargð við evnum m.a. úr Hvitubok
15. des. 1999 Útlendsk
hernaðaratlit og ávirkanin á
føroyskan politikk Jákup
Thorsteinsson, dr. phil.
5. jan. 2000 Stødan í 1946 í
mun til í 2000. Annfinnur í
Skála, cand. mag.
19. jan. 2000 Stutttíðarbú-
skaparmyndlar yvirhøvur
og um EMFL. Hvat kann
hann nytast til og hvussu?
Magni Laksafoss, cand. po-
lit.
2. feb. 2000 Danmark å før-
oyskum ella Føroyar å
donskum. Sjúrður Skaale,
cand. scient. pol.
16. feb. 2000 Fjølmidlarnir
og stórri kollektivar avgerð-
ir, við atliti at sjálvstýris-
málinum. Tróndur Djur-
huus, sjónvarpsstjóri.
1. mars 2000 Parlamenta-
risma og valstríbýti. Kári á
Rógvi, cand. jur.
2000 í holl
Nýggi bólkurin fer seinastu tvey
vikuskiftini undan jólum at spæla í
Havn og á Kambsdali
Bólkurin Dynamitt 2000.
sum spældu fyrstu ferð,
tá Shubidua vitjaðu í Før-
oyum, fer nú at gera eina
endabrest á árinum við
tveimum konsertum.
Nú leygarkvøldid fer
Dynamitt 2000 at spæla í
Badmintonhøllini í Havn,
og næsta leygarkvøld fara
teir å pallin å Kambsdali.
Dynamitt 2000 hevur
síðani konsertirnar saman
við Shubidua spælt yms-
astaðni í landinum, og all-
astaðni hevur undirtøkan
verið góð.
- Tað hevur gingið sera
væl, og vit hava havt tað
6føra stuttligt saman, sig-
ur Henning Nicodemus-
sen, sum spælir trummur
í Dynamitt 2000. Henn-
ing, Jens Martin Hansen
og Jens Tummas Næs
spæla annars í bólkinum
Kjølar.
Seinastu vikurnar hava
teir upptradkad saman vid
Dynamitt, sum eru Niclas
Heri Jåkupsson, Hans
Jacob Nystrøm og Ingi Is-
aksen.
Bólkurin spælir sangir
hjá Dynamitt, umframt
nøkur coverløg eisini.
Dynamitt 2000 hevur
ætlanir um at fara i studio
fyrst i komandi åri.