Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-12-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 8. desember 1999 tíðindablaðið Bræ'bumban SRS Hey! Fyri ikki so langt síðani skrivaðu tit um, hvat tey ungu í Havn skuldu gera um kveldið og í vikuskift- unum, tí tey høvdu onga staðni at fara. Tit tosaðu eisini við onkran í Klaksvík, sum skipaði fyri dansi har norðuri, og tað er sjálvandi øgiliga gott, at tey har norðuri hava okkurt at fara til, so tey ikki bara mugu ganga úti í kuldanum. Mín spurningur er, nær fara tit at skriva um okkum, sum ikki búgva í Havn og heldur ikki í Klaksvík. Tað kan gott vera, at onnur eisini hava spurt um tað sama, tí tað eru heilt sikkurt nógv, sum vilja lesa um ung fólk úti á bygd. Tað eru í hvussu so er eisini fólk úti á bygd, sum geva út flogur, sum spæla sjónleik og íðka ítrótt, og haldi eisini at tit áttu at tosað við hesi. P.S. Annars takk fyri eitt gott blað Bygdafrell 15 Øll ganga ikki í skúla Fyrst og fremst vil eg siga, at tað er dei ligt at hava eitt blað, har vit kunnu siga okkara meining. Ég vil bara spyrja um, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at skrivað okkurt um tey, sum ikki tíma at fara beinaleið niðan í Hoydalar ella út í Marknagill at lesa víðari. Hvat við at tosa við onkran, sum bara hevur valt at fara út at sigla ella okkurt líknandi. Ivaleyst eitt gott hugskot. Sjálvur havi eg longu fingið onkur góð hugskot um, hvørjar persónar ein kundi tosað við, men er tað onkur av lesarunum, sum liggur inni við onkrum, so er bara at finna penning, telduna ella telefonina fram, soleiðis at vit eisini verða kunnað um hetta. Ja, eg veit tað væl, og eg skal svara tað sama, sum eg svaraði í seinastu viku, tå onkur hevði ein líknandi spurning. Yngd ætlar sær eisini at fara víðari í landinum, soleiðis at tað ikki bara verða Havnin og Klaksvík, men akkurát nær hetta verður, tað vita vit ikki. Vónandi kann hetta tó gerast innan alt ov langa tíð. Yngd 1. Navn? Magni Martinsson Jarnskor. 2. Nær ert tú feddur? 16.11.1968. 3. Ert tú giftur ella trúlovaður? Ég eri giftur. 4. Giftur við? Ég eri giftur við Randi 5. Besti matur? Ræst kjøt og súpan. 6. Besti drykkur? Te! 7. Starv? Eg eri elektrikari. 8. Hver er tín favoritt Fót- bóltsspælari? Zinedine Zidane! 9. Størsti veik eiki? Eg eri illsintur. vard:sol? Lars Anderssen 10. est per- sonligi egin- leiki? Eg eri eltalv ser- frødingur. 11. Fritidaritriv? Itrottur! 12. Best i sjon varpinum? Fótbóltur! 13. Hver er tín fyrimynd? Zinedine Zidane! 14. Storsta uppliving? Mitt fyrsta FM, i 1986. 15. Størsta vónbrot? At vi ikki blivu meistarar árið eftir, vit manglaðu bara javnleik, men taptu síðsta dystin. 16. Størsta ynski? At vinna greip- una, og so kann eg gevast. Spurningar til Magna Jarnskor 17. Ert tú nøgdur við tina tíð i Gi? Ja, absolutt! …e 18. Hvi ert tú nøgdur? Ti eg havi vunn id alt, sum vinnast kann i føroyskum fótbólti. 19. Hver er besti venjari, sum tú hevur havt? Johan Nielsen! 20. Hví gavst tú at spæla á landsliðnum? eg bleiv settur á bonkin, tað eri eg for gamalur til,so eg gavst. 21. Hvussu nógv ár afturat ætlar tú at spæla fótbólt? Eg taki eitt ár á gangin. 22. Hvat heldur tú um, at føroysk feløg keypa og selja spælarar? Tað er i ordan! 23. Hver verður tt meistari i år 2 ? GI — Vénandi!