mikudagur 8. desember 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16 tidindabladid S03'2/U7 Nr. 234 - 8. desember 1999 Nr. 234 - 8. desember 1999
tíðindablaðið SOS
A
Fyri kortum varð ført fram i føroysku fjølmiðlunum. at føroyingar, og serstakliga
ungdómurin í Føroyum eru tey, sum roykja mest í øllum Vestureuropa.
Hetta er ivaleyst ikki ein heiður, sum vit kunnu vera serliga stolt av, men heldur er
hetta at janvseta við ivasama metið vit hava innan ferðsluvanlukkur, har vit sum
kunnugt eisini liggja á einum klárum fyrstaplássi.
At fara at nýta hesar báðar síðurnar til eina moralprædiku um royking. og hverjar
avleiðingar hetta hevur fyri heilsu okkara, tími eg so slettis ikki, men kortini slepst
ikki undan, at okkurt slíkt verður nevnt.
Moralprædika verður tað tó neyvan til, ti við mínum 20 um dagin, eri eg ivaleyst
við til at skumpað talvurnar enn longur upp eftir. I so máta skal eg í øllum forum ikki
gera meg betri enn oll onnur.
Kanningin, sum talan er um, fevndi um 9. flokkarnar i 26
europeiskum londum, og sýndi hon at føroyski næmingar-
nir vóru raskastir at roykja.
Tá spurt varð um, hvussu leingi vit høvdu roykt, gekk
Ikki so væl, tí megnaði Frakland at yvirhåla okkum. Vit
komu tó inn á einum tryggum 2. plássi í hesum, við tað at
uml. 20% av føroysku næmingunum høvdu roykt dagliga
síðani tey vóru 13 ár ella yngri
Ivaleyst tøl, sum kunnu skelka mong foreldur. men eg loyvi
mær at ivast i, um hetta er serliga skelkandi fyri ungfólkini.
Hví roykja
Hvør man so vera orsøkin til, at vit roykja so illa?
[It er at siga, júst hvórjar orsøkirnar til hetta eru,
men allarhelst er ein av or-
søkunum, at vit føroyingar eru rættuliga sosi-
alir, og ikki vilja verða settir uttan fyri nakran
felagsskap.
Við hondini á hjartanum, so munnun tað
ikki vera serliga nógv av okkum, sum av
okkara eintingum eru byrjað at roykja, ella
sum byrjaðu at roykja, tí hetta smakkaði so
deiligt.
Hinvegin man tað fyri tey allar flestu verða
tí, at fleiri í klikuni royktu, ella kanska tí, at vit
mettu hetta vera spennandi. Mamma og pápi
trúttaðu jú dag og dagliga niður í okkum >tú
mást ikki byrja at roykja«, og hvat ger man so?
Man festir sær sjálvandi í, fyri líka sum at kanna
eftir, hví vit ikki skuldu roykja.
Fyrstu guvarnir vóru alt annað enn væl smakk andi,
| men so hvert, sum lungur o.a. vandu seg við tjøruna,
gjørdist hetta ein vani (ella 6vani). At enda er hesin vani
| vorðin somikið fastgrógvin, at tað er dagligur kostur at
| roykja nakrar sigarettir, og eftir eina tíð er kroppurin
| eisini bundin av øllum nikotininum, soleiðis at vit tá
kunnu kalla okkum rættar tubbakstrælir.
Sjálvur má eg viðganga, at eg nú eri so bundin av
hesum, at eg ikki kundi hugsað mær ein dag uttan nikotin.
Áðrenn morgunmaturin er komin niður um, skal eg helst
havi eitt krúss av kaffi og eina sigarett, og hóast hetta
ikki man vera so øgiliga heilsugott, so havi eg tað so-
leiðis, at eg ikki fungeri, fyrr enn nikotinið og koffeinið
er farið at pumpa runt í kroppinum.
| Foroyum li
UC
KG INN ;
iggur
„þá tað
ræður. um at roykja. Hver
er orsøkin til heita, og hvat) im bmi ter kraven
verður djørt, fyri at gera
Herferðir móti r ro vyking
Seinastu árini hava tað við jøvnum millumbilum verið |
herferðir móti roykjarum, har tað á nærum hverjum
gøtuhornid hevur verið onkur (yvir)lýsing um, hvussu
vandamikið tað er at roykja, hvussu stórt fortreð onnur
hava av roykinum o.s.fr.
At roykingin millum okkum ungu framhaldandi er |
vaksin ber bara boð um eitt, og er tað at fólkini aftan
fyri hesar herferðir so dyggiliga hava misskilt sína
uppgávu.
Tey hava ikki á nakran hátt sett seg inn í, hvussu
vit ungu hugsa, ella hvussu tey skulu fáa okk-
um at hugsa ødrvisi.
At vit verða tvangsinnløgd at lurta
eftir, tá onkur lækni greiðir okkum
frá, at royking elvir til krabbamein,
okt sjúkradagatal, tubbakshosta og
mangt annað, man ikki hava tað
stóru ávirkanina, tí hvor tímir at
verða settur uttan fyri klikuna?
Fyri ein 15 ára gamlan hev-
ur tað nógv stórri tydning at vera
við her og nú, enn tað hevur,
um 30 ár.
At vit fáa at vita, hvussu
býttisligt roykingin er. hjálpir so-
statt einki, og hevur hetta nakra
Så ; eg åvirkan, an tað hel Á
leikan?
at hoyra hjá teimum, sum seinastu ár-
int hava staðið fyri hesum arbeiði, men
tølini tala fyri seg, tey hava arbeitt eftir
skeivum leisti, og skal nakað munagott
spyrjast burtur úr, eiga tey alt fyri eitt at finna
ein annan hátt at gera arbeiðið uppá.
Lýsingarherferðirnar kunnu verða nógv meira mál-
rættaðar og smartar, soleiðis at vit tíma at lesa og lurta
eftir tí, sum verður sagt.
Sum er eru tað nógv, sum bara halda seg vera harðari,
tá tey ganga við sigarett, og um onnur eisini halda tað.
so er tað jú í fínasta lagt, at vit festa okkum í. Kanska
eggja vit eisini øðrum, sum vilja verða líka cool sum
vit, til at roykja.
Nei, ålvaratos, til tykkum, sum av og á koma við
hesum herferðum. Takið tykkum saman, og gerið arbeiði
tykkara eitt sindur betri, so kann tað vera, at vit tíma at
lurta.
Ivaleyst er skilagott, at vit fáa upplýst, hvussu vanda-
mikið tað er at roykja, og at tað á hverjum sigarettpakka
stendur, at royking elvir til ditt og datt, men árinini av
hesum eru millum lítið og einki. Einasti stuttleikin við
eitt nú merkingini á tubbakspakkunum eru tær málsligu
villur, sum har eru at síggja.
Tað skal tó annað og meira enn upplýsing til, um
herferðirnar skulu hava nakra ávirkan.
Skilaleyst og hvat so
Sum nevnt omanfyri. so vilja flestu okkara síggja stórt
upp á, at vit við roykingini seta okkum í lívsvanda
Hesin vandi er somikið ókonkretur. at vit hava ilt við at
taka nakra støðu til hann.
Allarhelst man hetta vera orsakað av. at vit hava ilt
við at taka stóðu til henda vandan. At tað har afturat er
ólógligt, ger tað í hvussu so er ikki minni spennandi. og
kann hetta eisini samanberast við, at foreldrini ikki vilja
hava okkum at roykja.
A sín hátt kann tað samanlíknast við tað at koyra
skjótt. Øll vita, at tað kann verða vandamikið at koyra
ov skjótt, umframt at tað eisini er ólógligt, men kortini
munnu tey allarflestu við koyrikoti hava roynt at ligið
omanfyri ferðamarkið.
Í báðum hesum liggur fyri so vítt eisini tað, at vit
ungu ofta hava hug til at bjóða lagnuni av, eins og hetta
eisini er ein háttur at gera uppreisn móti meira
autoriterum maktum.
Skal verða in
Nei, skal roykingin millum ung minka, er lítil nytta í at upplýsa okkum um vandarnar
við hesum, og fotelja okkum hvussu kostnaðarmikið hetta er.
Tað einasta sum hjálpir, er allarhelst, um tað verður skaptur ein trendur, har eitt
roykfrítt umhvgrvið er ein partur av okkara lívsstíli. Ikki fyrr enn tá vilja vit síggja
eina niðurgongd í talinum av ungum roykjarum, tí um nóg nógv í einum bólki lata
vera við at roykja, kunnu hesi helst ávirka restina til at lata tubbakkið liggja.
Eisini mugu tey vaksnu taka sin part av ábyrgdini fyri, at so nógv av okkum ungu
roykja. Lungnafelagið hevur í longri tíð gjørt kanningar av royking í Fgroyum. og
sýna hesar m.a., at ein góður triðingur av vaksna fólkinum her á landi roykir, og hví
skal tað so knappliga verða skelkandi, at 20% av ungfólkunum roykja???
Síðani mugu vit syndugu sálir, sum longu hava roykt í langa tíð, sjálvi finna út av.
um vit vilja verða ein partur av nýggja lívsstílinum, ella um vit framhaldandi vilja
verða nikotintrælir.
Sjálvur havi eg so ikki tikið støðu til hetta enn, men tað skal ikki forða øðrum í at
gera tað.